týsdagur 3. februar 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðfólk: Sveinur Poulsen Ú ri, uppseting og ptent: | Telefon: 11820
Dagny Joensen, Niclas Johannesen Stå Sosialurin Telefax. 14720
i Bertholdsen, Bustadur: 26.Arg '
Eirikur Lindenskov, Ljésmyndari: Argjavegur 26, Argjum e-mail: - |
| Emil L. Jacobsen Jens Kristian Vang Postsmoga 76, post & sosialurin.fo
Glid å marknasam-
rådingarnar
Oddagrein
LOKSINS komu marknasamrådingarnar vid
bretar upp til politiska viðgerð.
TAD er Edmund Joensen, løgmadur, sum hevur
heitt å Poul Nyrup Rasmussen, forsætisrådharra
um at fåa marknamålid upp å politiskt stødi. Vid
ødrum ordum bidjur løgmadur starvsfelaga sin i
Danmark um at seta seg i samband vid Tony Blair,
forsætisrådharra i Bretlandi fyri at fåa hann at
taka målid upp.
ÆTLANIN er so, at teir triggir skulu hittast á fundi
í London ella ødrum stað.
ÁHEITAN legmans kemur eftir drúgvar
samráðingar í fleiri ár, sum enn einki endaligt
úrslit hava givið. Kortini er nógv broytt síðani
bretar settu sítt fullkomiliga órealistiska og
órímuliga krav fram fyri nøkrum árum síðani.
Sambart hesum kravi skuldi markið ganga langt
inn á feroyska landgrunnin. Hetta hava
foroyingar fullkomiliga víst aftur. Og ikki fyrr enn
i juli í år hava bretar innsæð, at krav teirra kundi
ikki vinna nakran sum helst frama. Tí komu teir
við einum nýggjum uppskoti, sum feroyingar
kortini ikki vildu tosa um. Harvið steðgaði málið
upp og nú kemur so nýggjasta stigið í málinum.
ÁHUGAVERT kundi verið at vitað, um avgerð
løgmans er nakað, sum okkara fólk í
samrådingarnevndini taka fult undir við, ella um
løgmadur ger hetta ímóti teirra ráðum! Vit halda
tað vera rætt at fyritaka sær okkurt, so tá
løgmadur ikki vil leggja nakað nýtt uppskot fram
undir tingunum sum aftursvar til útspælið hjá
bretum, tá er væl ikki nógv annað at gera enn at
fara inn í eina politiska samráðing sum samtíðis
er seinasti útvegurin áðrenn ein fer til dómstólin.
TAÐ verður áhugavert at síggja, hvat nýggja
bretska arbeiðarastjórnin hevur at siga til málið.
Um hon veruliga er sinnað at liva upp til setning
sín undan valinum um , at Bretland ynskir at
virða sínar grannar - skulu hesir somu grannar
virða Bretland.
NÚ er at vóna, at bretar vísa sín góða vilja og ikki
knúska og traðka á eina lítla tjóð. Heldur áttu
teir at brúkt hetta hovið til at fingið góð viðurskifti
vid Føroyar við tí fyri eygað at bæði londini so
avgjørt hava nógv at samvinna um bæði i
sambandi við olju og aðra vinnu. Fyri ikki at tosa
um mentanligar økid. Hví ikki í andanum á
hesum samráðingum fáa í lag aftur eitt fast
rútusamband millum londini, har bæði bretska
stjórnin og landsstýrið saman við privatum í
báðum londum eru við! Ja ein uppafturtoka av
Skotlandssiglingina á einum heilt ødrum stødi.
Kanska hetta var vert at nevna, tå løgmadur fer
til London.
VIT seta okkara álit til, at løgmadur og tey fólk,
sum hann fer at hava við sær til London - um
nakað verður burtur úr hesi ætlan - fara at vísa
seg sum góð umboð fyri Føroya land. Hóast tað
er farið, so ber eisini til at minna bretar á leiklut
foroyinga undir seinna heimsbardaga. Hví ikki
bjóða Blair til Foroya fyri tað!
Sosialurin
Vilhelm Johannesen, lógtingsmaður:
Figgjarnevndarformadurin
fer lætt um sannleikan
Orsøkin má vera tann, at Sune Jacobsen, fíggjarnevndarformaður ikki hevur nóg
holla vitan, ella er hann dólskur og hevur sera vánaligt minni. Trúgvi treyðugt at
hann sigur ósatt við vilja. Men hann fer í øllum fórum ógvuliga lætt um sann-
leikan í Dimmalætting leygardagin
Í Dimmalætting seinasta
leygardag skrivar Sune Jac-
obsen, figgjarnevndarfor-
maður undir heitinum:
>Javnaðarflokkurin er
gekkurin<. Tann skemtiliga
partin av greinini, har fíggj-
arnevndarformaðurin ger
javnaðarflokkin til gekkin,
sum slær alt upp í glens,
skal eg lata liggja. Skal bert
sláa fast, at tá tað snýr seg
um at sláa alt upp í glens,
liggur sambandsflokkurin
fleiri bátslongdir framman-
fyri javnaðarflokkin.
Men í endanum á greinini
sigur Sune Jacobsen: »So-
statt kann javnaðarflokkur-
in, sum hevur sitid við
stjórnarvaldið, meðal skuld-
in í høvudsheitum er vaksin
frá ongum til 6 milliard-
ir...<. Og her er tað at fíggj-
arnevndarformaðurin mis-
tekur seg so tað stendur eft-
ir. Hann sipar til tíðarskeið-
ið frá januar 1985 til januar
1989. Men hann sigur nógv
minni enn hálvan sannleik-
an. Um hetta er við vilja,
ella orsakað av tørvandi vit-
an, veit eg ikki.
Tann fyrsti, sum nakran-
tíð hevði orðið uttanlands-
skuld fyri munni í føroysk-
um politikki, var tann sera
vælkendi sambandsgekkur-
in, Pauli Ellefsen, fyrrver-
andi løgmaður og fyrrver-
andi sambandshøvdingi.
Hann dugdi veruliga at sláa
alt upp í glens. Í valskeiðn-
um frá 1978 til 1980 og
uppundir løgtingsvalid í
1980 koyrdu hann og sam-
bandsflokkurin nógv uppá
uttanlandsskuldina. Tá var
talan um eina føroyska
nettouttanlandsskuld uppá !
milliard krónir. Hetta var
skuld hjá landinum, komm-
unum, almennum stovnum
og teimum privatu.
Sambandsflokkurin kom
framat aftaná løgtingsvalid
í 1980 og sat vid stjórnar-
valdinum frå januar 1981 til
januar 1985. Tå t6k javnad-
arflokkurin við aftur. Nú var
føroyska nettouttanlands-
skuldin ikki longur | milli-
ard, men 3 milliardir krónir,
t.v.s. at hon varð trýfaldað
eftir fýra árum. Sostatt er
tað beinleiðis ósatt, at vit
onga uttanlandsskuld
høvdu, tá javnadarflokkurin
tók við í 1985. Og lat tað
verða sagt beinan vegin, at
tey somu fýra árini hjá sam-
bandsflokkinum, vórðu
veðhaldsskyldurnar = hjá
landskassanum tvífaldaðar,
úr 500 milliónum uppí 1000
milliónir krónir.
Lat meg rættleiða fíggjar-
nevndarformannin og sláa
fast, at tá javnaðarflokkurin
tók við í januar 1985, var
nettouttanlandsskuldin ikki
Okr., men 3 milliardir krón-
ir. Hetta er próvfast og kann
ikki reingjast. Tað hevur
fíggjarneyndarformaðurin
skyldu at vita. Tá Sune Jac-
obsen so sigur, at nettoutt-
anlandsuldin vaks uppí 6
milliardir krónir, meðan
javnaðarflokkurin sat við
stjórnarvaldinum, so skal
hetta takast við einum rætti-
liga stórum fyrivarni. Tað
eigur figgjarnevndarfor-
maðurin eisini at vita.
Fyrivarnið liggur í tí, at
seinast í landsstýrisskeiðin-
um, sum fevndi um tíðar-
skeiðið frá januar 1985 til
januar 1989, varð tann hátt-
urin, sum Hagdeildin nýtti,
tá uttanlandsskuldin varð
uppgjørd, munandi broyttur.
Frammanundan feyndu
hagtølini bert um ein part
av skuldini. Nevniliga
skuldina hjå landskassan-
um, hjå almennu stovnun-
um, kommununum og ein
part av privatu skuldini. Við
nyggja uppgerdarhåttinum
varð øll tann privata skuldin
leitad fram. Ti kundi tad
henda, at uttanlandsskuldin
eftir eini nått, vaks vid
hundradtals milliónum.
Tað vil vid ødrum orðum
siga, at varð hesin uppgerð-
arhátturin nýttur við árslok
1984, so var nettouttan-
landsskuldin ikki 3 milli-
ardir krónir, men væl meira
enn tað. Møguliga 4 milli-
ardir ella 4,5 milliardir
krónir. Eg veit tað sjálvandi
ikki. Tá ein uppgerðarháttur
verður nýttur við árslok
1984, og ein heilt annar við
árslok 1988, ber illa til at
sammeta gongdina við før-
oysku uttanlandsskuldini í
hesum báðum landsstýris-
skeiðunum.
Lat meg at enda gera vart
við, at eftir míni áskoðan er
formanssessurin í løgtings-
ins figgjarnevnd eitt so mik-
ið týðandi politiskt starv, at
figgjarnevndarformadurin
ikki kann loyva sær at
sleingja um seg vid påstand-
um, sum ikki hava hald i
veruleikanum. Um tad søm-
ir seg fyri sambandsmannin
Suna Jacobsen kann hann
sjålvur døma um.
Å kyndilsmessu 1998
Vilhelm Johannesen
Framhald av síðu 3
nú tað hevur verið samráðst
uttan úrslit so leingi.
-Vit halda, at tíðin er
komin til hetta stigið.
-Skal hetta skiljast sum
ein falliterklering til
formannin í jøroysku
samrådingarnevndini, at
hann hevur ikki megnað
sína uppgávu nóg væl!
-Tað er einki óvanligt við
slíkari gongd. Tað kann
ganga skjótt og tað kann
ganga leingi. Í síðsta enda
eru tað politikarnir, sum
skulu geva eitt samráðing-
armandat, hvussu langt
partarnir skulu ganga og
hvussu fram skal farast.
Ein seinasta roynd
Løgmaður vísir á, at tað nú
eru tveir møguleikar eftir,
annar er at semjast í polit-
iskum samráðingum ella
fara til Haagdómstólin.
-Hetta er so ein upplagd-
ur møguleiki at gera eina
seinastu roynd at fáa eina
loysn á politiskum stødi. Vit
vilja nú royna møguleikan
við eini politiskari rundu.
Um tað so er at hjálpa sam-
ráðingarneyndunum at
koma til eitt endaligt úrslit
- lat okkum vóna tað - ella
okkurt annað spyrst burtur
úr, er ilt at siga uppá for-
hond.
Uppá fyrispurning um
oljulóggávan og ein lisens-
runda eru ein partur av or-
søkini til, at tað nú eru tikin
stig til politiskar samráð-
ingar sigur løgmaður, at vit
nú í sjey ár hava roynt at
fáa eina loysn, samtíðis sum
vit hava fyrireikað okkum
til eina oljuvinnu.
-Men eg havi sagt og end-
urtaki tað, at marknamálið
verður prioriterað fyrst,
meðan alt hitt má koma
aftaná.
Hann vísir annars á, at
ætlanir eru um at bjóða út í
hesum árinum. Spurning-
urin er, um vit kunnu bjóða
út og hvat. Hetta er tað, sum
er til viðgerðar millum ser-
frødingarnar. Ein útbjóðing
má undir ongum umstødum
gera okkum verri fyri í
marknamálinum.
Edmund Joensen sigur, at
markið og ein útbjóðing eru
tveir ymsir spurningar, men
ein semja um markið fer at
gera alt annað so nógv lætt-
ari.
Vit spurdu løgmann, um
tað var serliga skilagott at
meta á seinasta fundi við
bretsku samrådingarnevnd-
ina uttan at hava nakað út-
spæl!
-Eg haldi vit frá føroysk-
ari síðu altíð eru komnir við
nøkrum skilagóðum útspæl-
um og tað, sum er gjørt í
seinastuni, hevur verið ser-
liga væl umhugsað. Sam-
ráðingarnar eru í trúnaði, og
tí kann eg einki siga um tað.