týsdagur 3. februar 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
Í
|
Nr. 21 — 3. FEBRUAR 1998
tidindabladid SOM 3
LÆ VR
Møguleiki er nú fyri, at bæði Poul Nyrup Rasmussen og Tony Blair koma uppí
marknaósemjuna millum fóroyingar og bretar
Spildurnytt útspæl í marknatrætuni:
Løgmaður og
Nyup til London
at hitta Blair
Lógmaður hevur sent danska forsætisráðharanum bræv,
har hann biður Poul Nyrup Rasmussen um seta seg í
samband við bretska starvsbróðurin Tony Blair. Enda-
málið er at vita, um bretar eru fúsir til at viðgera
marknatrætuna á politiskum stødi. Lógmaður sigur við
Sosialin, at ætlanin er framvegis at hava eina útbjóðing á
fóroyskum øki i ár, men markið er hægsta prioritet
JAN MÚLLER
Danski forsætisráðharrin,
Poul Nyrup Rasmussen,
kemur nú uppí markna-
trætuna millum Føroyar og
Bretland. Tað er Edmund
Joensen, løgmadur, sum nú
hevur heitt á danska forsæt-
isrådharran um at fáa fund í
lag við bretska starvsbróð-
urin Tony Blair fyri harvið
at fáa loyst marknaósem)-
una millum Føroyar og
Bretland á politiskum stødi.
Hetta vísir skjal, sum Sos-
ialurin hevur fingið innlit í.
Longu 27. januar varð
bræv sent til Poul Nyrup
Rasmussen við umrøddu á-
heitan. Í gjár kunnaði løg-
maður alt landsstýrið um
málið. Frammanundan hev-
ur hann kunnað formannin
í Uttanrikisnevndini.
Við hesum brævi hevur
løgmaður tikið danska for-
sætisráðharran uppá orðið.
Hesin beyð sær undir Før-
oyavitjanini herfyri at geva
føroyingum eina hjálpandi
hond í marknatrætuni við
bretar, um hetta var ynski-
ligt. Hann beyð sær at fara
til London at hitta Tony
Blair.
Í samrødu við Sosialin
leygardagin sigur ein av
fremstu limunum í bretsku
samrådingarnevndini, Ant-
hony Layden seg vera sera
fegnan um úttalilsini hjá
Poul Nyrup Rasmussen, og
at bretska samráðingar-
nevndin fer at svara aftur,
um eitt ella annað stig verð-
ur tíkið av danska forsæt-
isráðharranum saman við
løgmanni.
Við brævinum til Poul
Nyrup Rasmussen er fyrsta
stig tikið á hesi leið.
Í brævinum stendur m.a.:
„Pá baggrund af ovenstá-
Løgmadur her saman við Anthony Layden, limur í
bretsku samrådingarnevndini, sum í Sosialinum leyg-
ardagin segði seg fegnast um, at Nyrup Rasmussen var
sinnaður at hjálpa føroyingum. Nú hevur lógmaður so
heitt á Nyrup um at koma uppí málið
ende vil jeg hermed venligst
anmode dig om at rette hen-
vendelse til den brittiske
premierminister, Tony
Blair, sáledes, at denne for
Færgerne yderst vitale sag
bliver genstand for drøftelse
på højeste niveau." Brævið
er undirskrivad av løg-
manni.
Uppá fyrispurning hví
hann hevur gjørt at taka
málið upp politiskt sigur
løgmaður, at tað er tí, at tað
hevur gingið so stiltið at
røkka einum úrsliti við van-
ligu samráðingunum. Hann
leggur annars dent á, at tað
alla tíðina hevur verið
møguligt at fáa málið uppá
politiskt plan.
-Tað er tað vit gera nú,
men tað er ikki so, at vit
harvið siga embætismanna-
neyndini upp. Tað er fram-
vegis hon, sum arbeiðir við
sakini.
-Men er tað ikki eitt
sindur løgid í hesum tíðum
við einum óloystum
bankamáli hangandi yvir
sær at heita á danska
forsætisráðharran um
hjálp - er hetta ikki nakað,
sum vit fóroyingar høvdu
kunnað loyst sjálvir?
-Marknatrætan = hevur
einki við bankamálið at
gera. Her arbeiða vit við
eini nevnd, sum hevur før-
oyskan formann, og tað eru
vit føroyingar, sum avgera,
hvat skal henda. Men talan
er jú eisini um eitt uttan-
ríkismál, tí talan er um at
áseta mark, og kunnu danir
hjálpa okkum, so er tað gott.
Skal málið uppá hægsta
plan politiskt, so er tað for-
sætismálaráðið talan er um.
Tí hava vit vent okkum tann
vegin.
Edmund Joensen sigur, at
úrslitið av hesum verður
helst, at Poul Nyrup Ras-
mussen og løgmaður fara til
London at hitta Blair. Hetta
er fult í tráð við tað, sum
Poul Nyrup Rasmussen
legði upp til undir Føroya-
vitjanini.
Edmund Joensen sigur, at
tað er heilt náttúrligt at
royna tann politiska vegin,
Framhald á síðu 2
NÝGGJAR TÍÐIR
Telefonstødin:
Frá 28. januar 1998 verða avgreiðs-
lutíðirnar á Telefonstødini
Tinghúsvegi 3 Tórshavn broyttar
soleiðis:
Mánadag til friggjadag
kl 08.00-16.00
; Stongt er leygardag og sunnu-
og halgidagar.
NÝTT NAV
Tænastumidstødin:
Somuleidis verdur sagt frå at
Telegrafstødin Tinghusvegur 64,
Torshavn hevur broytt navn og
postbustad og kallast nu
Telefonverkid
Att.: Tænastumiðstoðin
Boks 27
110 Tórshavn
Avgreidslutidirnar eru
Allar dagar frá kl 08.00 -21.00
Á Tænastumiðstoðini kanst tú
* Tosa í telefon um allan heim og
við skip
* Fáa samband við skrivitelefon
(Telefonsamband við deyv)
* Fáa upplýsingar um telefon, fax
og telex nr. um allan heim
* Gjalda telefonrokning og
Internet rokning
* Bíleggja telefon, Internet og
telefontænastur
* Senda fax til allan heim og til skip
* Senda fjarrit um allan heim og
til skip
* Senda Telex um allan heim og
til skip
* Keypa Telefonkort
* Keypa Telefonbók
Á Tænastumiðsteðini eru eisini
umstødur hjá rerslubrekaðum fólki at
koma á gátt og avgreiða síni erindi
las
Telefonverk Føroya Løgtings
Postsmoga 27 - FO-110 Torshavn - Tlf: 1 1433