týsdagur 3. februar 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tidindabladid SV
“""Nr21 = 3: FEBRUAR 1998
løn í
Eins og hjå teim-
um flestu høvdu
arbeidsmenn i
Havn eina åvisa
framgongd i fjør.
Men framgongdin
var ikki so stór
sum hjá óðrum í
samfelagnum
formaður
Havnar Arbeiðsmannafel-
hampiliga væl
tá ið hann á árliga
Karl Johansen
ag toktist
aðalfundinum, sum var
leygardagin leit aftur um
bak
Men hann mátti ásanna,
at framgongdin hjá arbeiðs-
monnum í Havn hevði verið
minni enn hjá ødrum lønar-
bólkum í Føroyum.
Limirnir í Havnar Ar-
beiðsmannafelag betala 1%
av lønini í limagjaldid.
I fjør var limagjaldið
957.000 krónur
— Hetta svarar til eina
samlaða lønarinntøku hjá
arbeiðsmonnum í Havn
uppá góðar 95,7 milliónir
Í 1996 var samlaða inn-
tøkan 92.950.000 krónur
— Sostatt er talan um ein
vøkstur uppá eini 3% í
1997, afturímóti 1996
Formadurin i Havnar Ar-
beidsmannafelag upplysti
fyri limunum, at hetta er
heldur minni enn hjá ðrum
samfelagsbólkum
— Ein orsøk er, at útgjald-
ingarnar í fiskivinnuni eru
heldur slakari í fjør
--Tað eru tær, hóast fiski-
skapurin undi Føroyum er
munandi batnaður, og táttar
nú í 100.000 tons aftur.
— Orsøkin til, at hetta ikki
sæst so væl aftur i lønar-
útgjaldingum, er, at so
nógvur fiskur fer óvirkaður
av landinum
Men hann vónaði sam-
stundis, at kunngerðin, sum
skuldi tálma útflutninginum
av óvirkaðum fiski, fer at
bóta um støduna sum frá-
líður
Men so segði Karl Johan-
sen eisini, at táið kreppan
var í hæddini í 1994, vóru
lønarutgjaldingarnar til ar-
beiðsmenn i Havnini ikki
meiri enn 88 milliónir.
— Tað vil siga, at síðani
ringasta kreppuárið 1994, til
í dag, eru lønariitgjalding-
arnar til limirnar í Havnar
Arbeidsmannafelag øktar
8%.
Rakti meinari i Havn
Hann segði annars, at
kreppan rakti arbeiðsmann-
in í Havn meinari enn hon
rakti onnur í Føroyum
— Frá 1989 til 1994 lækk-
aðu samlaðu lønarutgjald-
ingarnar í Føroyum yvir
eina heila milliard, ella eini
30%.
--Men sama tíðarskeiðið
lækkaðu lønarutgjaldingar-
nar í hjá arbeiðsmonnum í
Havn heili 42%.
— Tær fóru úr góðum 154
— Í 1995 fingu 106
arbeiðsmenn í Havn løn
frá ALS. Men nú er talið
komið niður á 61 segði
Karl Johansen. formaður í
Havnar
Arbeidsmannafelag, tå ið
hann leit aftur um bak å
adalfundinum
leygardagin. Hann helt 16,
at veruliga arbeiðsloysið
er stórri enn so
milliónum, tá ið tær góðu
tíðirnar vóru í hæddini, nið-
ur í 88 milliónir tað ringasta
kreppuárið.
— Hetta sama tíðarskeiðið
minkaði keypiorkan yvir
40%
— Arbeiðsloysið vaks úr
nøkrum fáum prosentum í
1992, upp í heili 23% í
1994
— I 1994 fluttu yvir 2.000
fólk úr Føroyum.
— Avreiðingar av fiski i
Føroyum minkaðu úr góð-
um 110 túsum tonsum nið-
ur í 65.000 tons uppá nøkur
heilt fá ár.
— Og skuldin hjá lands-
kassanum vaks uppí seks
milliardir.
61 arbeidsleysir i Havn
Karl Johansen segði eisini
eitt sindur um arbeiðsloysið
hjá arbeismonnum í Havn.
- I 1995 fingu 106 limir í
Havnar Arbeiðsmannafelag
arbeiðsloysisstuðul.
— Í 1996 var talið komið
niður á 92 limir og við árs-
lok í fjør fingu 61 limir í
HA arbeiðsloysisstuðul.
— Umrokna vit vøksturin
í lønarutgjaldingunum frá
1996 til 1997 til størv, svar-
ar tað til, at 20 limir fleiri
høvdu arbeiði í 1997.
Hann vísti eisini á, at í
øllum Føroyum var arbeiðs-
loysið 23% tað ringasta árið
í 1994.
— Síðani erarbeiðslysið
stóðugt minkað, og nú er
tað millum 5 og 10%.
— Men hetta skal tó takast
við einum ávísum fyrivarni,
tí lítið er at ivast í, at nógv
av teimum, su meru farin
úr ALS, eru ikki farn tí, at
tey hava fingið arbeiði, men
tí at tey kunnu ikki verða
longri í skipanini.
— Nógv av hesum eru tí
farin á Almannastovuna.
Karl Johansen segði, at
hetta kundi bent á, at ar-
beiðsloysið er stórri enn tey
naknu hagtølini siga okk-
um.
Karl Johansen fýltist eis-
ini á, at hóast buskaparfrød
ingar mæla til varsemi í
fíggjarligu viðurskiftunum
hjá landinum, tóktist lítil
hugur vera fyri at brúka
fíggjarligu framgongdina at
styrkja samfelagið. Heldur
er hugurin í so góður at økj-
a nýtsluna og at gera iløgur
sum meiri ella minni ikki
loysa seg.
Havnar Arbeiðsmannafelag sera væl fyri fíggjarliga:
Betalti gomlum limum 3,2
milliónir í eftirlønum í fjør
í KI BERTHOLDSEN
Eftirlønargrunnurin hjå
Havnar Arbeiðsmannafelag
1 í fjør pensi6neradum
arbeiðsmonnum i Havn 3,2
A aðalfundinum i Havnar
Arbeiðsmannafelag ley gar-
dagin fegnadist Karl Johan-
sen, formaður í Havnar Ar-
beiðsmannafelag, um, at
felagið hevði staðið fast um
eftirlgnargrunnin, hóast
stóra mótstøðu
— At tað var rætt at skipa
kkara egnu eftirløn sæst
best av, hvussu nógv fak-
feløg síðani hava gjørt av-
talu við arbeiðsgevararnar
um eftirlønarskipan uppá
sama måta, sum HA gjørdi
— Eftirlønargrunnurin hjå
HA hevur nå 14 år å baki
og hann hevur sidani progv-
ad, at tað var rætt at taka
hetta stigið, segði Karl Jo-
hansen á aðalfundinum
— At almenna eftirlønin
hjá teimum, sum hava fylt
67 als ikki er ngktandi, vita
tey best, sum bara hava
Í fjór fingu 94 pensóneraðir arbeiðsmenn í Havn kær-
komnan styrkt úr grunni Havnar Arbeiðsmannafelags
hana at liva av
— Tí man lítil ivi vera um,
at ískoyti, pensioneraði lim-
ir í HA fáa úr okkara egna
pensjónsgrunni er kærkom-
in styrkur hjá mongum
huski, segði formaðurin
Ikki minst vísti seinasta
útspælið frá landsstýris-
manninum, hvussu rætt tað
var at HA skipaði sín egna
eftirlønargrunn
Hann sipar til, at Kristian
Magnussen ætlaði at skerja
almennu eftirlønina hjá
teimum, sum høvdu aðrar
inntøkur omanfyri 89.000
krónur
Hetta ljóðaði kanska
skilagott, men vit halda, at
er fyrst skjøtil settur á, er
tann dagur ikki fjarður, tå
ið skerjingin eisini fer at
raka eftirlønirnar úr HA
— Ti hámarkið uppá
89.000 ber altíð til hjá skift-
andi landsstýrismonnum at
broyta.
94 fáa pensjón
Annars upplýsti formaðurin
á aðalfundinum, at við árs-
lok 1997 fingu 94 mans eft-
irløn úr grunninum hjá HA
I 1997 betalti grunnurin
tilsamans 3,2 milliónir í eft-
irlønum
Síðani farið varð at betala
úr grunninum, hevur hann
betalt limum í HA góðar 15
milliónir í eftirlønum.
Yvir 100 milliónir
Annars upplýsir Karl Jo-
hansen, at Havnar Arbeiðs-
mannafelag er sera sterkt
fíggjarliga.
Hann sigur, at verður eft-
irlønargrunnurin og sjålvt
felagið tíkið undir einumn,
javnvigar roknskapurin við
omanfyri 100 milliónum.
AK! BERTHOLDSEN
A ársaðalfundinum í
-Havnar Arbeiðsmanna-
felag leygardagin varð
ein nýggjur nevndarlim-
ur valdur.
Tað er Hans Joensen,
sum kom í nevndina fyri
Poul Rufus Danielsen,
sum ikki varð stillaður
uppaftur, hann er Niðri.
Afturat honum stóð
Jan Midjord fyri vali hes-
uferð og hann varð aft-
urvaldur.
Í neyndina sita sostatt
nú Karl Johansen, for-
maður og Rólant Næs er
næstformaður.
Teir triggir neyndar-
limirnir eru Eyðbjern
Jacobsen, Hans Joensen
og Jan Midjord.
Formann fyri seg
Annars samtykti aðal-
fundurin, at broyta for-
mansvalid,
Higartil hevur formad-
urin verið valdur bein-
leiðis á aðalfundinum
eftir uppskoti.
Men nú verður for-
mansvalið broytt, so at
hereftir skal uppskot til
Nýggjur maður
kom í nevndina
formann vera latið fel-
agnum fyri 1. januar
Aðalfundurin er altíð
í januar. Harafturat skul-
u formansvalevni hava
15 stillarar fyri at kunna
stilla upp.
Fáa endurgjald
Eisini samtykti aðal-
fundurin eina lógar-
broyting sum ber í sær,
at límirnir í HA fáa løn-
armissin í sambandi vid
24 tíma arbeiðssteðgin
herfyri, endurgoldnan
frá felagnum.
Annars hevur verk-
fallslógin sagt, at lim-
irnir ikki fingið endur-
gjald frá felagnum tann
fyrsta dagin, teir eru í
verkfalli.
Tað bleiv broytt tíl, at
táið arbeiðssteðgur er,
kann nevndin taka stóðu
til at veita limunum end-
urgjald fyri lønarmissin.
Lógarbroytingin varð
samtykt við afturvirk-
andi kraft so at limirnir
fáa endurgjald fyri tað,
teir mistu av av leggja
arbeiðið niður, tann dag-
in, figgjarpolitikkurin
varð mótmæltur.