týsdagur 3. februar 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 21 — 3. FEBRUAR 1998
Fuglafjørdur, tann 24.
januar 1998
So langt aftur sum til fimm
tiårini sært tú eina unga,
vakra kvinnu fyri tær. Há-
bærslig og tignarliga fara
um getur og stræti í Fugla-
firði. Hon var í einum
sjaldsama vøkrum grónum
frakka, ið klæddi væl til tað
brúnu læknataskuna, sum
fylgdi henni um tún, Skarð-
ið og Fuglafjarðarboðar, tá
ið hon var í læknagrindum.
Seinni hevði hon bil - tann
fyrsti ein Anglia, sum hósk-
aði so sera væl til tann
grøna frakkan og tað brúnu
taskuna. = Soleiðis sást
Emma líka til áttati árini
fara húsanna og bygdanna
millum - still og samvitsku-
full.
Hon røktadi Fuglafjørd,
Leirvik, Gøtu, Hellurnar,
Oyndarfjørd og Elduvik.
Bygdirnar norðanfyri lógu
so fjart frá tí vanliga sam-
skiftisminstrinum. Vega-
sambandið til Oyndarfjørð
og Hellurna kom ikki fyrr
enn 1968. Og gjørdi hetta
vegasambandið, at høglig-
ari var at fara norðurum.
Men áðrenn tað, varð farið
við báti ella til gongu, og
mundi onkuntíð vera held-
ur ótespiligt at fara um
Skarði á stummari nátt ella
norður um Fuglafjarðar-
boðar. Emmu skal ikki last-
ast fyri, at henni ikki dámdi
so væl at fara um
Fuglafjardarbodar sum at
fara um Skarðið. Emma
setti seg væl inn í streym-
viðurskiftini, so hon visti
altíð hvussu rákið var, tá ið
hon fór norðurum. Ikki
skuldi mannfólka yvirbrá
lata kávalæti styra henni, tá
ið um Djúpini skuldi farast.
Hon setti seg inn í hesi við-
urskifti eins nágreinliga
sum lækni, ið kannar sjukl-
ingin. Sagt var her í bygd-
ini, at onkur útróðrarmaður
ringdi til Emmu, tá ið hann
vildi hava at vita hvussu út-
róðralíkindini mundu fara
at verða, tá ið um streym
og rákið galt.
Sigast kann at mikil
skaldskapur var og er kring
um hesa kvinnu, sum legði
nógv fyri at koma fram til
málið - til sjúklingin. At
vera lækni á sløttum lendi,
er lítið í mun til hvat tað er,
tá ið tú skalt fara upp um
dalar og fjøll og sjóvegis
leggja til brots fyri at veita
ein linna ella ein lætta. Alt
hetta kundi verið úr aldar
gamlari søgu, men er hetta
so stutt sidani. Emma var
góð vid síni såknarbørn og
tey við hana. Ikki varð sagt,
at eg fari til læknan, nei,
her var sagt: Eg fari niðan,
norður, heim ella oman til
Emmu. Emma var móðirin
sum veitti troyst - lyfti og
lætti, tá ið svárast stóð til.
Hennara vitan var ikki ein-
ans knytt at einum embæt-
isprógvi sum lækni, men
hon hevði eisini eitt stórt
innlit í menniskjasálini.
Hon kom nógv á gátt hjá
okkum, tí móðir var so sjúk
av lidagikt. Tað skal verða
sagt, at tignarligari gesti
kundi sólin ikki seta dám
á. Hennara mildu orð og ráð
gav sjúklinginum
tryggleika og vón. Mál-
burðurin var so vakur. Hon
segði tygum og sjúklingur-
in segði Emma. Tá ið hon
var farin út á trappusteinin,
var alt gott, og bert góðar
vónir vóru fyri framman.
Hetta var ein partur av
skaldskapinum, men hugsa
tær, tá ið farast skuldi um
Skarðið til Hellurnar og
Oyndarfjørd í stormi og
kavaroki? Tá skuldi sannur
dugnaskapur og skil til.
Á einum sinni, miðskei-
dis í fimmti árinum, var boð
sent eftir Emmu at koma
norður til eina barnakonu í
Oyndarfirði. Hetta var antin
í febr. ella í januar. Sjóvegis
var ikki hugsningur um at
fara. Tað varð ikki klúgv-
andi um Fuglafjarðarboðar,
men farast mátti um Skarð-
. ið. Hóast kulda og guvurok
varð herjað á. Edvard á
Bakkanun og Símun Abra-
hamsen vóru fylgisneytar
hennara. Sagt var við
Emmu, at hetta var kanska
ovbodid at fara. „Nei,“
svaraði hon, „tað var sjúkl-
ingin, tað galt.“ Hon var
gongufólk, og høvdu hesir
garpar ilt við at fylgja
henni. Oyndfirðingar gingu
til bytis, og møttust tey
Uppi í Klyv oman fyri
Hellurnar. Í hesum døgum
bar Emma sjálv barn undir
belti, og mundi tað vera
Dávur, sum fjálgur lá í
móðirlívi og lurtaði eftir
vindi og guvum. Annars
eydnaðist ferðin væl, móð-
ir og barn komu væl und-
an.
Sjógvin dámdi Emmu lít-
ið. Hon vildi heldur ganga.
Einum gðrum føri, tá ið boð
var at koma norðurum, varð
farið við einum av motor-
unum hjá Pidda. Gjarna
vóru tað Jógvan hjá Biritu,
Alexandur hjá Sigvaldi og
Pól í Køk, ið fóru hesa leið
við læknanum. Pól í Køk
var við á hesi ferð, sum
hugsað verður um, men tað
var ov nógv sjóvarilska, tá
ið komið var norður á Boð-
arnar, so vent varð við aftur
til Fuglafjarðar. Veðrið var
annars gott á landi, men
hann stóð høgt, og run var
undir Gøtueidi, nei, tá er
ikki so gott á sjónum norð-
anfyri, so apostlarnir vóru
aftur tiknir til hjálpar. Poul
tíðindablaðið 0620
Ein heilsan til
Emmu Winther, lækna
á 80 ára degnum 4. februar.
Martin á Trødni og Pól í
Kok fóru á Skarði, og er
sagt um hesa ferð, at hon
skuldi verða so ógemeina
hugtakandi, tí veðrið var so
gott. Kavi og klárt, og
hevur tú einaferð staðið á
Skarðinum ein slíkan dag
og sæð tindarnar nomið við
tað snj6-kløddu
fjallakvirruna, leingist tær
aftur til slíka stund.
Soleiðis kundi tað eisini
bera á. Gongufelagirnir
vóru við allan dagin og
fylgdu við í hesi læknaligu
herferð frá byrjan til end-
an.
Ikki var altíð so lætt at
koma at lendingunum á
plássunum norðanfyri, og
er dómi um, at lína varð
knytt um miðjuna á Emmu
og so við fullari ferð inn
ímóti og so eitt lop í føvn-
ingin á sterkum monnum,
sum tóku ímóti. Hetta var
ikki gamansleikur, men
skuldi dirvi og royndir til
at leggja so nógv fyri. Sagt
er eisini frá, at umstyringin
á einum av bátunum var
fyrigingin, so bakkast mátti
tann líðilanga veg aftur til
Fuglafjarðar. Sigast kann í
dag, at tað er gott at henda
tíð er farin, men kanska
skuldu vit skattað okkara
egnu viðurskifti meira enn
bara at grenja og njóra.
Tolin trívst, og tolin var
Emma.
Nevnast kann esinin, at á
sumrið var tað Marius á
Miðstovugeilini, ið førdi
hana norður um við S-
mannafarinum Miðstovu-
bátinum. Hesin bátur varð
smíðaður á verkstaðnum
hjá Jacob O. Jacobsen í
Fuglafirði umleið 1950.
Hetta var síðsti bátur, ið
abbi Danjal J. Anthoniuss-
en í Ansastovu, bátasmiður
úr Oyndarfirði smíðaði.
Hetta lítla far við ti føgru
drotningini Emmu á toftu-
bekki er eins vekur sum
Afrika drotningin. Hon
silgdi millum há trød og
grænar viðalundir, men
Emma silgdi og gekk mill-
um há fjøll, vedurbard og
væl tilevnað av hesari rað-
festing. Tað var annað be-
datt!
Ikki so sjaldan gingu
Eyðun og dreingirnir henni
til møtis á Skarðinum og
lættu um hjá henni. Leggj-
ast skal afturat, at vanda-
leyst var tað ikki at fara um
Skarðið, tí tarvurin var ikki
altíð so blíður. Onkuntíð
vendi hon við aftur og fekk
Alexandur Abrahamsen at
fáa tarvin burtur frá, so far-
vegurin var tryggari. Var
tað ikki vindur, kavarok og
sjóvarilska, ið darvaðu, var
tað „sogar“ tarvurin, ið hon
skuldi stríðast við.
Ringar bilferðir vóru eis-
ini út eftir. Somuleiðis í
kavaroki heilt út á Selatrað,
og mundi hon hava tað
svárt onkuntíð, tí ikki var
svøvnurin nógvur. At hava
havt vakt eitt heilt
vikuskifti, og so tørna til
aftur mánamorgun, kundi
kennast tungt, men ikki sást
tú hetta á Emmu. Hon var
tann sama Emma. Áðrenn
Emma fekk bil, vóru tað
Jógvan Øregaard og Mari-
us Petersen, ið koyrdu hana
læknagrindi. Tá ið hon
hevði keypt sær bil, er vert
at nevna eina ferð, sum var
frá Fuglafiðri til
Funningsfjarðar.
Vegurin millum Fjarða
var ikki liðugur, so gangast
mátti eitt fitt petti til Funn-
ingsfjørd. Hon skuldi til
Elduvíkar, og var bátur fyri
henni her og flutti hana.
Men tað gjørdist so ókyrt,
at hon mátti ganga inn aft-
ur til Funningsfjarðar. Veðr-
ið var ikki av tí besta - váta-
kavi og vindur. Tá ið hon
kom til bilin, hevði hon
mist lyklarnar. So til gongu
til Skálafjarðar, at fáa
onkran har at lyrka hurðina
upp. Hetta eydnaðist, men
tá hevði Emma fingið bruna
í beinið, men tað var eingin
góð mamma, sum hjálpti
her. Hvussu var og ikki, hon
mátti beinanvegin aftur til
verka, tí læknaboð var eftir
henni at koma út á Skála.
Eg hugsi, hetta hevur
myndað kvinnuna og lagt
eina ál afturat lívsburði
hennara, tí var hon okkum
so kær, og haldi eg, at med-
ferðin bar boð um hetta. Nú
tygum røkka tey åttati, er
dråttur um Fuglafjardar-
bodar. Teimum leingjast at
siggja tygum standa i styri-
húsinum saman við Pól í
Kók, ella hvat halda tygum
um varðarnar uppi á
Skarði? Har er orðadráttur
millum hesar steinsettu
gubbar, at ikki ber tað til,
at Emma er åttati? - Jú, tað
skal sigast teimum, og vón-
andi senda teir tygum blíðar
tankar, nú hetta runda tal er
rokkið. Hjartaliga til lukku
á áttati ára degnum.
Heilsan Frits
Nýggj trygging
fyri sjofolk
Frá 1. februar verða virknir limir hjá
Fiskimannafelagnum og Skipara- og
Navigatórfelagnum betri tryggjaðir
dt
- jr
Oli Jacobsen, fyri FF, Ellindur Abrahamsen og Reg-
in Nónstein fyri FS & N og Heine Liitzen frá Føroya
Livstrygging eru spentir uppá nýggju sjófólkatrygg-
ingina, aftan á undirskrivingina mikudagin
Feløgini og tryggingin
hava í longri tíð havt
samráðingar um eina
skipan og mikudagin 28.
varð undirskrivaður sátt-
máli um trygging av sjó-
fólki. Avtalan er gjørd
ímillum Føroya Lívs-
trygging og Føroya Van-
lukkutrygging ødrumeg-
in, og Føroya Fiski-
mannafelag og Føroya
Skipara- og Navigatør-
felag hinumegin. Avtal-
an gongur út uppá, at
virknir límir í hesum
báðum feløgum fáa lívs-
trygging og frítíðarvan-
lukkutrygging í eini og
somu skipan.
Frítíðarvanlukku-
tryggingin er teknað so-
leiðis, at veitt verður
endurgjald fyri vanlukk-
utilburðir ið henda tá ið
limurin ikki er mynstr-
aður. Er limur mynstrað-
ur, er hann umfataður av
tí lógarkravdu vanlukku-
tryggingini hjá reiðarín-
um.
Limir í omanfyri
nevndu feløgum, ið hava
heimatrygging, kunnu
halda áfram eftir egnum
ynski. Verða teir fyri
vanlukkutilburði, ið eis-
ini er umfataður av
heimatryggingini, verð-
ur endurgjald veitt frá
báðum tryggingunum.
Tey sjófólk, ið eru um-
fataði av avtaluni, eru
sostatt vanlukkutryggj-
aði alt samdøgri.
Tad sum er nytt i hesi
tryggingini er at hon eis-
ini umfatar livstrygging.
Hetta merkir at um
limur doyr, óansæð um
orsøkin er skaði ella
sjúka, fær eftirsitandi
lívstrygging uppá kr.
400.000,- útgoldna
skattafrítt. Og sum nak-
að heilt serstakt umfatar
hendan lívstryggingin
eisini, um hjúnafelagi
ella sambúgv1 doyr, ti tå
verður útgoldið hálv
veiting til sjálvan limin.
Lívstryggingin er gald-
andi bæði í arbeiði og í
frítíðini.
Tryggingargjaldið
verður kravt inn, við at
reiðaríið afturheldur kr.
15,- fyri hvgnn mannin
pr. dag ið hesin er
mynstraður. Aftaná av-
mynstring er hann so
tryggjaður í 180 dagar,
um hann annars ikki
mynstrar aftur áðrenn
hetta. Hetta er tó treytað
av at hann í undanfarna
árið hevur verið mynstr-
aður í meira enn ein
mánaða. Um ikki, um-
fatar tryggingin bert í
ein mánaða aftaná sein-
astu avmynstring
Við hesi avtalu er
fyrsta stigið tikið til eina
heildartrygging, ti ar-
beitt verður fram ímóti
at útbyggja skipanina so
hon umfatar eftirløn, og
trygging ið eisini fevnir
um óarbeiðsfóri av
Nýggjar |
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum |
Kliniskur tannteknikari
= BERGUR
Á REYNATROÐ
Borkuvegur, 620 Runavík
TIf. 48480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16