týsdagur 3. februar 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 21 — 3. FEBRUAR 1998
Stort hall hottir
Skotlandsleiðina
1. apríl gongur sáttmálin, sum Skipafelagið Føroyar hevur gjørt um leigu av farmaskipinum
Pasadena, út. Mangt bendir á, at hetta eisini gerst dagurin, tá Skotlandsleiðin fær sítt endaliga
banahøgg
NICLAS JOHANNESEN
Tad ganga helst ikki meira
enn fjårtan dagar, so hevur
landsstýrið fingið boðini
um, at Skipafelagið gevst
við at sigla til Skotlands
1
tann 1. apríl
Stjórin á Skipafelagnum
Arni Joensen vil tó enn ikki
vátta hesum. Hann sigur, at
í leétuni vera allir
møguleikar vendir - i
samráð við størstu útflytar-
arnar
- Vit hava lovað at boða
landsstýrinum frá í góðari
tid. Men hvørja niðurstøðu
vit koma til, kann eg ikki
siga nakað um enn.
Milliónir í undirskoti
Arni Joensen kann tó siga
so mikið sum, at fíggjarliga
hongur Grimsby-leiðin ikki
saman. Hann vil ikki siga,
hvussu stórt undirskotið er.
Tað er tó greitt, at
Pasadena kostar umleið 20
milliónir krónur at leiga um
árið. Og skal roknistykkið
ganga upp, skulu útreiðsl-
Tað er onki sum bendir á,
at stjórin á Skipafelagnum
Føroyar Arni Joensen
aftur fer at seta sina
undirskrift å ein leigu-
såttmåla, sum gevur
Skipafelagnum fleiri
milliónir krónur í halli
árliga. Norska Skipið
Pasadena er rætt og slætt
ov dýrt at hava siglandi
millum Føroyar og
Skotlands við tí kapasiteti,
sum er í løtuni.
urnar minka við okkurt um
einum triðingini. Skotlands-
siglingin kostar sostatt
Skipafelagnum í minsta lagi
fimm milliónir krónur
árliga.
Og tað er hesum undir-
skoti, illa sperda flutnings-
felagið ikki kann liva við.
Spurningurin hjá Skipa-
felagnum er so, hvgrjir aðrir
møguleikar eru.
Ein er at leiga eitt bíligari
skip. Men hetta merkir
eisini at skipið verður
minni. Og so verður trupul-
leiki at fáa feska fiskin á
evropeiska marknaðin
mánadag.
Kann fiskurin ikki vera á
marknaðinum mánadag, so
kann alt vera líkamikið. Tí
so eru aðrar og bíligari - og
ikki føroyskar - leiðir at
velja í hjá útflytarunum.
Søkja ikki um stuðul
Spurdur, um Skipafelagið
fer at søkja um almennan
stuðul til nógv umrøddu
Skotlands-farleiðina, sigur
Árni Joensen, at tað kemur
ikki upp á tal. Hann sigur
seg annars lættliga kunna
finna fleiri grundgevingar,
sum í longdini kundi gjørt,
at tað loysti seg at stuðla
leiðini.
- Men eg trúgvi, vit kunnu
spara okkum. Tí so skulu
pengar finnast á fíggjarlóg-
ini, sum longu er løgd. Nei,
hatta er ikki ein møguleiki,
eg trúgvi uppá, sigur ein
dapurskygdur Arni Joensen.
Hvat Skipafelagið fer at
gera í hesum málið fer tó
greitt innan 14 dagar
Løgmadur Edmund
Joensen umsitur í dag
flutningsmál, aftan á at
hann koyrdi Sámal Petur í
Grund frá sum
Leiðin sum for av
NICLAS JOHANNESEN
Málið umSkotlandssigl-
ingina fekk av álvara al-
mennan áhuga, tá fyrrver-
andi landsstýrismaðurin
við samferðslumálum
Sámal Petur í Grund í
snarari vending avgjørdi
at selja Teistan til Italia
Hetta var desember
1996
Við hesum avhevdaði
hann eina rutu, sum í
ferðamannahepi var væl
dámd, og sum eisini tá tað
snúði seg um útflutning
av feskum fiski fekk
grundleggjandi týdning
fyri føroyska fiskiidnad-
in
Men hóast vaksandi
undirtøkuna, gav leiðin
allatíðina undirskot. Tað
var eisini grundgevingin
fyri at niðurleggja ið
hvussu er ferðamanna-
sambandið. Samstundis
var Smyr v lítil sum
farmaskip. Hetta var
eisini ein grundgeving fyri
at selja
Ein spurningur
um (mis)ålit
Kortini helt andsstødan á
tingi ikki, at talan var um
væl grundaðan politikk í
hesum máli. Í kjalarvørr-
inum á søluni av Teistanum
leigaði landsstýrið norska
skipið Clare. Hetta var tó
ein so dýr loysn, at hon
beinleiðis fekk legtings-
menn at seta spurnartekin
við góðu grundgevingarnar
hjá Sámali Peturi við at
selja Teistan
Málið gjørdist so heitt
politiskt, at javnaðarflokk-
urin við Jéannesi Eides-
gaard á odda valdi at leggja
fram uppskot um misálitis-
váttan móti Sámali Peturi
Men misálitið hvar, og
Sámal Petur stóð eftir við
eimi álitisváttan
Ivaleyst eisini ti, lands
styrismadurin fekk hjålp frå
Skipafelagnum Føroyar
Føroyska fyritøkan segði ja
til at fara i holt vid at sigla
til Skotlands i fjørsummar.
Arni Joensen, stjóri á
Skipafelagnum, dylir í dag
tó ikki fyri, at talan var um
eina neyðloysn, sum hann
tekur til. Ikki tí; farleiðin til
Skotlands var ikki nakað
nýtt fyri føroysku flutnings-
fyritøkuna. Longu áðrenn
Smyril nakrantíð byrjaði at
sigla, hevði Skipafelagið
roynt seg á leiðini við
leigaða skipinum Nordic,
sum flutti feskan fisk til
Skotlands. Seinni leigaði
Skipafelagið seg so inn á
dekkið á Smyrli, tá hesin fór
at sigla til Skotlands við
ferðafólki
Men hetta fekk ein enda,
tá Strandferðslan (SL) sá,
hvussu væl av peningini
kundi vinnast upp á
flutningin. Og so stovnsetti
SL sína egnu flutningsdeild.
Skipafelagið gavst tó ikki
heilt við Skotlandssigling-
int. Saga varð sett á leiðina.
sporinum
Og hetta bar til, tí Smyril
sigldi úr Føroyum fríggja-
dag, meðan Saga sigldi týs-
dag.
Men tá Smyril gavst og
velduga skipið Clare
sprongdi allan kapasitets-
tørv, seldi Skipafelagið
Saga!
Pasadena bjargaði óivað
Sámali Peturi undan sum
landsstýrismaður at fáa tað
fyrstu misálitisváttanina frá
Føroya Løgtingi nakrantíð.
Kortini endaði Sámal Petur
úti í polifiska kuldanum, tå
løgmaður koyrdi hann frá
av ødrum orsøkum.
Og kanska er tad lagn-
unnar speisemi, at sami løg-
madur hevur arvad Skot-
landssiglinga frå Såmali
Peturi. Edmund Joensen
umsitur nevniliga farma-
flutning i dag.
Spurningurin er um hann
so vil bjarga undirskots-
leiðina, sum tey flestu halda
vera av alstórum týdningini
fyri = samlaða féroyska
búskapin.
—[—————————$——.&$.$———h8|08—88>£—m>w=—$…2