mikudagur 4. februar 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 22 — 4. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið SN 9
L .
gn
Ikki brúk fyri arbeiðsrætti,
men vilja til at samráðast
Um hóskandi boð fæst, er ein 20 pers.
bussur av merkinum Mercedes Benz 309D
v/ servostýring, 5 cylindarum og 120 HK
motori.
Sum ketta úr høvdatrogi eru
løgtingsmennirnir Bjørn á
Heygum og Oli Breckmann
komnir til tað sannføring at
best hevði verið við eini
løgtingslóg um arbeiðsrætt
í Føroyum.
Sum grundgeving fyri
hesum, sigst verða, at nú
skulu vit hava enn eina
skipan, sum skal dóma part-
arnar á arbeiðsmarknaði-
num, hvers ein trætað, sum
er endað í arbeiðsstegði, er
lóglig ella ikki og haraftrat
tá ósemjur ikki finna loysn,
so skal hetta skapilsi av ein-
um arbeiðsrætti koma við
svarinum.
Í gjøgnum alla tað før-
oysku fakfelagssøguna,
hava vit kunna verið hendan
arbeiðsrætt fyriuttan og
kunnu eisini verða tað fram-
yvir.
Partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum hava nú í nógv ár
havt eina gerðarættarskip-
an, sum hevur virkað fyri-
myndarliga og sum hevur
verið betrað gjøgnum árini.
Betranin hevur verið, at fáa
gerðarættin til at arbeiða
skjótari og hevur hava part-
arnir gjøgnum samráðingar
uttan svørdslag kunna tosa
seg til rættis um hetta. Hava
tad hinvegin verid mål sum
ikki hóskað seg í einum
gerðarætti, tá hevur Føroya
Rættur tikid um endan og
hendan skipanin hevur virk-
að væl.
Fakfelagspolitikkur og
tað at arbeiða fyri limir sínar
er í botn og grund ikki í jura.
Tað er spurningur um vilja
at samráða seg fram til
loysnir.
Og lat okkum taka træt-
una sum júst hevur verið
millum Yrkisfelagið og
Landsstýrið. Um vit nú
síggja burturfrá hvat sjálv
trætan snúi seg um, so
botnaði hesin vikurlangi ar-
beiðsstegðurin í manglandi
viljanum í at samráðast. Ar-
beidsgevarin, í hesum føri
Landsstårid, hevði als ong-
an vilja til at samráðast og
finna loysnir, sum so førdi
við sær, at Yrkisfelagið
kendi seg noyddan til at
taka til álvarslig stig, sum
øll, eisini fakfeløgini helst
vilja verða fyriuttan, nevni-
liga at leggja arbeiðið niður,
fyri síðani at noyða arbeiðs-
gevaran til samráðingar-
borðið. Og hetta er eitt
skåladømi um ein óneyðug-
an treiskleika frá arbeiðs-
gevarans síðu at finna
loysnir. Eg kundi nevnt eina
rúgvu av líknandi dómum.
Og viljin til at samrådast
kann ikki blíva betri í einum
arbeiðsrætti, gerðarætti ella
í Føroya Rætti.
Tað sum manglar er virð-
ing og álit. Virðing frá ar-
beiðsgevarans síðu til at
viðurkenna feløg løntakar-
anna til at arbeida fyri limir
sínir og álit á at gjørdar av-
talur verða hildnar.
Vit hava íkki brúk fyri
fleiri dømandi instansum.
Latid okkum halda fast vid,
at tað eru partarnir á ar-
beiðsmarknaðinum sum
finna útav hvussu viður-
skiftini skulu loysast í sam-
ráðingum.
Løgtingid skuldi heldur
brúkt tíð sína upp á, at skap-
að grundaralag fyri at øll
vinnufør kunnu koma til ar-
beiðis, tá hevði verið nógv
vunnið.
Og til endans, líkamikið
Blaðfólk/
blaðstjóri
Farið verður nú undir at geva Fjúrtanda September út aftur.
Blaðið kemur út 14. hvønn dag og verður fyrst og fremst ein
boðberi hjá Tjóðveldisflokkinum og málgagn fyri føroyskum
tjóðveldi.
Í sambandi við útgávuna verður sekt eftir blaðfólki, sum eisini
kann taka á seg blaðstjórastarvið. Talan er um eitt hálvtíðarstarv,
og tann, ið settur verður, kemur saman við tekniska starvsfólki-
num at standa fyri útgávuni av blaðnum.
Tann, vit leita eftir
* er tjóðveldissinnaður
* er samfelagsliga medvitin og áhugaður
* hevur hegni og hug til at skriva greitt og gott foroyskt
* hevur neyðugan kunnleika og atgongd til teldu (helst
Windows)
Tí, vit leita eftir, lova vit eitt spennandi, ábyrgdarfult og
sjålvstødugt arbeiði við stórum avbjóðingum og góðum
meguleikum fyri persónligari menning.
Send skrivliga umsókn við neyðugum viðmælum og prógvum í
brævbjálva merktur "Blaðfólk" áðrenn 10. februar til:
P/F Kunningarvirkið
Postbox 1322
FR-110 Tórshavn
um vit fáa arbeiðsrætt, so
fara træturnar um arbeiðs-
og sáttmálaviðurskifti at
halda fram, líka til at øll
viðurkenna viljan, virðing-
ina og álitið at samráðast.
Og skulu vit hugsað fíggj-
arliga í hesum máli, so
verða partarnir á arbeiðs-
marknaðinum fátækari og
sakførarnir ríkari.
Jákup Danielsen
Spastikarafelagið
Felag fyri spastikarar og børn/vaksin við líknandi
breki, t.d. vøddasvinn. Felagið heldur til í MBF-
húsinum, Íslands
hósdag kl. 14-16. TIf. 19027, Fax 10813 (MBF).
"AUTO VULK
> FR-900 Vágur
Ø Tlf. 73680 - 73660
Fax 74680
VULKANISERING OG BIL VERKSTADUR
Ens =
vegi 10 C. Skrivstovutíð hvønn
Pallborðsfundur:
Føroyar og ES
Hvat er stoðan hjá vinnuni?
Føroya Arbeidsgevarafeiag
skipar fyri pallboråsfundi um
framtidarstødu okkara i mun
til ES.
Torben Foss, Norskur sendi-
harri í fiskivinnumålum i Brús-
sel, og sum var ein av teimum
sum førdi samrådingarnar um
norsku EBS-avtaluna, greiðir
frá norsku royndunum.
Nøkur umboð fyri vinnulívið og
frá umsitingini siga sína hugs-
an, og eftir hetta verður alment
tjak.
Fundurin verður á Hotel Haf-
nia, fríggjadagin 6. februar
kl. 14.
Allir limir í felogunum í Vinn-
uhúsinum kunnu luttaka.
Vinnuhúsið
R. C. Effersøesgøta 179, FR-100 Tórshavn
Tlf. 11864, fax 17278
Sjålvlesandi og stakgreinales-
andi, herundir umgangarar, ið
á sumri 1998 ætla sær til stu-
dents- ella HF-próvtoku, skulu
í seinasta lagi 25. februar
1998 innskriva seg til próvtoku
við tann skúlan/tað skeiðið,
har tey ætla sær til próvtoku.
Innskrivingarblað at fylla út
fæst frá studentaskúlunum og
HF-skeiðunum.
Sjálvlesandi og stakgreinalesandi
skulu rinda 300 kr. fyri hvorja
lærugrein, tey innskriva seg til
Sjálvlesandi og stakgreinalesandi
Innskriving til students-/HF-provtøku
3. februar 1998
Undirvísingar- og mentamálastýrið
próvtoku í.
Tá ið tann sjålvlesandi/stakgrein-
alesandi hevur verið til próvtoku í
ti/teimum lærugrein/um, hann/
hon hevur innskrivað seg til próv-
tøku í, fær hann/hon pengarnar
aftur.
Undirvísingar- og mentamálastýr-
ið ger vart við, at á sumri 1998 er
tað seinastu ferð, tað ber til at
fara til próvtoku sum umgangari
sambært gomlu HF-skipanini.
|
|