Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Oljurok í Brandansvik Trøndur Patursson og Timothy Se- verin skulu navngeva kappróðrarbát, sum útlendsk oljufeløg hava latið før- oyingum Komandi månadag tann 9 februar verdur heldur sjåld- samt tiltak i Kirkjubø. Tá verdur ein nyggjur før- oyskur kappróðrarbátur - i altjóða høpt - navngivin Talan er um bátin, sum oljufelagið Amerada Hess í fjør gav føroyskum kapp- róðri til ognar. Ætlanin er at brúka henda bátin til venjing í Føroyum, áðrenn ein róðrarmanning - tann, sum vinnur 10. manna- farsróðurin á Glavsøku - fer til bretsku Scillyoyggjarnar at kappast saman við mann- ingum úr nógvum ødrum londum Báturin kom herfyri til Føroya. Ætlanin er at sjó- seta og navngeva hann i sambandi við eina sam- komu í Kirkjubø Báturin verður navngivin av ongum geðrum enn Trónda Paturssyni og Tim- othy Severin. Í hesum sam- bandi verður skipað fyri samkomu fyri innbodnum, har m.a. ein av stjórunum í oljufelagnum Amerada Hess, Richard Hardmann verður til steðar. Skipað verður eisini fyri sokallaðari suzukikonsert við børnum úr Føroya Musikkskúla. Violinirnar børnini spæla við hevur Amerada Hess latið musikkskúlanum. Umboðsmaðurin hjá Amerada Hess, Johan Mort- ensen, sigur, at umframt at stuðla menningini av einum oljuídnaði í Føroyum so halda tey fýra oljufeløgini í samtakinum Faroes Part- Nr. 22 — 4. FEBRUAR 1998 Umboð frá The Faroes Partnership og manningin á Vestmenningi - Føroyameistarar og vinnarar av The Faroes Partnership Steypinum 1997. nership, Lasmo, Norsk Hydro, Dong og Amerada Hess, at tað er umráðandi, at tey taka lut í tí sam- felagnum, sum tey vónandi koma at virka í. Á 6lavsøku í fjør varð steyp latið til vinnandi 10 mananfarið. Fyri at byggja víðari í ítróttarhgpi varð avgjørt at bjóða steypavinn- aranum møguleikan at kappast í World Pilot Gig Racing Championships. Henda kapping verður hild- in árliga á Scilly-oyggj- unum í útsynningspartinum av Bretlandi. Bátarnir á Scilly oyggj- unum, sonevndir gigs og róðrarlagið er heldur ødrvisi enn tað vit kenna í Føroy- um. Fyri at tryggja vest- menningum betri møguleik- ar í kappingini, varð ein gig av sama slag, sum nýtt verður í kappingini, k-ypt við Føroyum fyri eygað. Við hollum ráðum frá Hálvdan Hálvdansen og Jan Johannesen er gig keypt frá Hayle Rowing Club. Bát- urin verður nú málaður og gjørdur klárur. EU-formandskab Kære Poul Nyrup Rasmussen, Jeg skal henlede opmærksomheden på de drøftelser vi havde på Færøeme forleden vedrørende sokkelforhandlingerne med Storbritannien. I denne forbindelse udtrykte vi enighed om, at forhandlingerne havde været langvarige og resultatløse. Foranlediget heraf konstaterede vi, at forhandlingerne var på vej ind i en ny fase med eventuel politisk deltagelse på højeste niveau Drøfteiserne udmøntede sig også | en gensidig forståelse for, at det fornuftigste tidspunkt for meningsudvekslinger med den britiske premierminister í denne sag ville være under det britiske På baggrund af ovenstående vil jeg hermed venligst anmode dig om at rette henvendelse til den britiske premierminister Tony Blair, således at denne for Færøerne yderst vitale sag bliver genstand for drøftelser på højeste niveau Med venlig 7 Edmund Joenøen Brævið, sum løgmaður sendi Nyrup Rasmussen 27. janaur í ár Nyrup í samráð um undirgrund Jan MULLER Um somu tid sum Føroya løgmadur hevur heitt å dan- ska forsætisrådharran um at hjålpa føroyingum at fåa loyst marknatrætuna vid bretar - hevur politiska og búskaparliga nevndin í fólkatinginum sett Nyrup Rasmussen stevnu í sam- ráði. Og evnið er føroyska undirgrundin. Limirnir í nevndini vilja síggja øØll skjól, sum hava havt sam band við yvirtøku av und- irgrund og undirgrundar- málið annars. Eisini skal forsætisráðharrin svara spurningum, sum snúgva seg um, hvat hendi bæði áðrenn og aftaná, at avtalan um undirgrundina varð samtykt. Sambart Degi og Viku fríggjakveldið verður eisini spurningurin um rættin hjá føroyingum til eitt yvirskot frá oljuni tíkin upp í samráðinum. Spurt fer at verða, hvørji løggildug krøv føroyingar hava til eitt møguligt yvirkot frá oljuni Sjónvarp Føroya, sum gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa alment innlit í skjól frá bankamálinum, hevur eisini roynt at fáa innlit í skjól um undirgrundina. Men her vísir tað seg, at nærum øll skjól eru stem- plad loynilig. Løgmaður bað herfyri Nyrup um at greiða frá øllum undir- grundarspurningum. Svarið varð, at her var einki at fara eftir. Tí eru følkatingslimir ikki samdir í Oljufeløg innrás Fyrsta útlendska oljufelagið, norska Saga Petroleum letur upp skrivstovu í Havn í dag. Stovnað er fóroyskt felag „Saga Føroyar" og er fóroyskur stjóri settur Tað verður einki minni enn innrás av oljufeløgum til Føroya í næstum. Henda innrás byrjar í dag, tá nor- ska oljufelagið Saga Pe- troleum sum tað fyrsta í Føroyum letur upp egin høli í Havn. Í lýsing í blaðnum í dag verður upplýst, at stovnað er føroyskt felag „Saga Føroyar”. Kunngjørt verdur i dag, hvør fer at manna nýggja felagið. Sum Sosialurin hevur skilt verð- ur settur ein føroyskur stjóri umframt norskur forstjóri. Haraftrat verður eitt skriv- stovufólk sett at arbeiða hjá felagnum, sum fer at halda til í bygninginum hjá Trygd á Bryggjubakka Longu í næstu viku koma umboð fyri samtakið Shell og BP henda vegin. Sama gera umboð fyri Amoco- samtakið, ið er ein bólkur av oljufeløgunum Amoco, Fina, Mærsk Olie og Gas og Deminex. Hetta er fyrstu ferð hetta samtakið er í Føroyum, síðani Amoco kom uppí og tók yvir opera- tørleiklutin. Eisini umboð fyri Texaco, Conoco og Murphey-sam- takið koma henda vegin í næstum. Harumframt verða eisini fundir í GEM, sum er sam- takið av oljufeløgunum, ið arbeiða við umhvørvis- spurningum. Eftir tí Sosialurin hevur frætt eru feløgini rættiliga spent, hvat fer at henda, nú oljulóggávan skal sam- tykkjast og stóða síðani skal takast til skattalógirnar í sambandi við eina komandi útbjóðing. Blaðið skilur, at uttan mun til um marknatrætan verður loyst nú ella ikki, so eru tað fleiri oljusamtøk, sum eru sinnað at bjóða uppá øki, sum ongantíð hava verið umstrídd. Tvs. at hesi liggja uttanfyri teir partar av føroyska land- grunninum, sum bretar hava gjørt krav uppá undir sam- ráðingunum. Millum hesi samtøk eru bæði AMG og Faroes Partnership. Annars verður roknað við seismiskum virksemi her í næstum. Bæði Geco Pracla og Digicon fara undir seis- miskar kanningar. Digicon fer helst at halda fram við sínum 3D-kanningum. Tveir av oddamonnunum hjá Saga, her uttan fyri hølini hjá Trygd á Bryggjubakka.