Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- —"" Nr. 22 — 4. FEBRUAR 1998 Hans Johannes á Brúgv: tíðindablaðið S0sl2hín Stjórin á Faroe Seafood Prime Hans Johannes á Brúgv sær longu nú katastrofuna fyri sær, um feskfiskaflutning- urin til Skotlands steðgar í kjalarvørrinum á Pasadena, sum Skipafelagið sigur seg ikki hava ráð til at hava sigl- andi við milliónundirskoti NICLAS JOHANNESEN Milliónir av krónum standa upp á spæl hjá føroysku feskfiskaútflytarunum, nú alt bendir á, at Skipafelagið Føroyar gevur skarvin yvir í sambandi við undirskots- raktu farmasiglingini til Skotlands. — Fyri okkum er tad bein- leidis katastrofalt, um far- leidin dettur nidurfyri, sigur stjórin á Fiskasøluni Hans Johannes á Brúgv. Orsgkin til vanlukku-útlit- ini hjá Fiskasøluni er einføld: I fjør útflutti fiskasølan 3.500 tons av feskum fløkum á hesi farleið fyri eitt virðið upp á stívliga 100 milliónir krónur. I ár hevur sølu- fyritøkan roknað við at økja åtflutningin upp i 5000 tons næstan ein tvifalding Men tað er ikki bara Faroe Seafood Prime, ið flytir fesk fløk av landinum. Samlað var talan um eini 12.000 tons av feskum fløkum, sum fóru av landinum f fjør Eisini utflutningurin av laksi kann fåa ein dyggan frammanå, um Pasadena setir kósina heim aftur til Noregs, tá leigus: ittmálin við Skipa felagið gongur út 1. apríl Roknað verður við, at út móti 30.000 tons verða send av landinum, tå sølan av ilvara byrjar í mai mánað Pasadena er einasta trygd Fiskasølustjorin dylir ikki at tað Kemur 1 ð, al Skipafelagið eftir øllum at dóma gevur skarvin yvir. - Ja, vit hava í roynd og veru allatíðina ynskt at fáa tvey skip at rgkja hesa leiðina, = sigur Hans Johannes á Brúgv. Hann vísir á, at bretski, týski og franski marknað- urin eru treytaðir av, at fesku fløkini eru til keyps mánadag. Og Pasadena er einasta trygdin fyri hesum í løtuni. Sleppa føroysku fesk- fiskafløkini ikki á markn- aðin mánadag merkir hetta eina virðisminking upp á milliónir. Mitt í viku er fiskurin ikki líka nógv verdur. Hans Johannes sigur, at talan kann gerast um ein inntøkumiss upp móti einari krónu fyri hvert útflutt kilo av feskfiski Og tað er júst hesum marginalvinningi, alt tað fóroyska samfelagið í síðsta enda livir av, leggur hann aftrat. Skipafelagið hevur einasta alternativið Hóast fiskasølustjærin sig- ur seg skilja støduna hjå Skipafelagnum, heldur hann eisini, at Skipafelag ið hevur góð kort á hond- ini. Tí einasta alternativið hjá feskafiskaútflytarun- um - um leiðin til Skot- lands dettur niðurfyri - er at senda fiskin aw hinum landinum við bátinum hjá Skipafelagn- um; nevniliga á farleiðini til Danmark, sum Skipafelagið eisini rgkir.. Men tá kemur ongin fiskur á marknaðin mána- dag. Og tað er har, trupulleikin er. Tað loysir seg hjá Skipa- felagnum, men ikki hjá útflytarunum. Kann gerast politiskt Hóast hvørki stjórin á Skipafelagnum Árni Joens- en ella Hans Johannes á Brúgv hava hug at draga politiska myndugleikan upp í málið um Skotlandssigl- ingina, so er tað lítið, sum bendir á, at privata vinnan sjálv megnar at loysa henda trupulleika, sum veksur í takt við undirskotssiglingini hjá Pasadena Men Fiskasglustjórin er ikki bangin fyri at vísa á, at steðgar Skotlandsrutan, so fer útflutningurin av óvið- gjørdum eisini kallað rundum -fiski aftur at økjast í stórum stíli Sum er fara hvørja viku eini 500-600 tons av óvið gjørdum fiski av landinum Í politiskari talu hevur hetta ofta verið kallað at útflyta arbeiðspláss Haraftrat hevur Skot landssiglingin í sjálvum sær verið atvoldin til politiskt stríð Fyrst tí, at Strandferðsl- an røkti siglingina við einum landskassafíggjaðum undirskoti. Og síðan tí at fyrrverandi landsstýrismað urin Sámal Petur myril mátti setast at rekja Suðuroyarsiglingina Tá var størsta onøgdin frå andstøduni tann, at ferða- fólkasiglingin til bretska meginlandið fór fyri bakka Tað var løgmaður, sum arvaði málið um millum- landasigling aftan á, at landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund varð koydur frå í fjørav løgmanni sjálvum. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá løgmanni, áðrenn blaðið fór til prentingar í Grund soleiðis, at Tað var tá Teistin varð seldur, at Skipafelagið átók sær a. rókja mánadags-sambandið til europeiska meginlandið Katastrofa fyri okkum um Skotlandsleiðin heldur uppat Hans Johannes á Brúgv ætlar, at Fiskasølan skal útflyta 5000 tons av feskur europpeiska meginlandið. Men tað kann gerast trupult, um Pasadena gevst at sigi a Å gøtuni fimm ferdir um vikuna tel 11820, fax 14720, e-mail: sosialur Golivant fo ØøKUM [1