mikudagur 4. februar 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
TIL SOLU
Hvítur hondvaskskrani til
wc til sølu fyri 150 kr.
Tlf. 19994, eftir ki. 18
TIL SØLU
Ein Nokia Ringo til sølu fyn
900 kr. Ein Motorola Micro-
tac II til sølu fyri 1.900 kr
Tlf. 83339
INNHURD
Lítið brúkt fyllingshurå, 80x
200 cm, viå karmi, til sølu
Tlf. 16718
TELE- OG
DANMØNTKORT
Færøske telefonkort bytt-
es evt. købes mod telekort
fra Danmark og andre
lande
Oluf Kristensen
Gammalgárdsvej 10
DK-8230 Ábyhoj
Tlf. +86150140
TIL SØLU
Bruktur, elektriskur gaffil-
trukkur, 1,2 t, til sølu
Tlf. 82116
EL-HEGN
PEL 12 V battari - 500 m,
polytrådur og 30 stk. PL
pelar til sølu
Tlf. 82116
FLAGGSTONG
Nýggi flaggstong (9 m) við
øllum tilhoyri, til sølu fyri
2.500 kr
Tlf. 82116
TIL SØLU
Nokia mobiltelefon NMT
450, vælegnað til bát og
bil, til solu
Tlf. 82116
TIL SØLU
Brukt uthurå, høgra inn,
vid sidupartii, biliga til
sølu
Tlf. 14546
HØLL Å ARGJUM TIL
LEIGU
100 kvm. stór hell biliga til
leigu.
Tlf. 17580
POWER RANGERS
Gryluklædi við masku, std.
6-7 år, til sølu fyri 100 kr
Bjarni,
tif. 16212
TIL SØLU
Ljósablátt wc og vask v/
sokkli til sølu fyri 900 kr.,
og eitt hvítt wc fyri 450 kr
Tlf. 16089, kl. 17-19
PERSIENNUR TIL
SØLU
2 stk. nyggjar træ-persi-
ennur, 5 cm breidar lamell-
ir, breidd 74 cm, hædd
83,5 cm, til sølu fyri 1.200
kr. stk. Nyprisur 2.600 kr
stk.
Tlf. 17504
VERTSFAMILJUR
Har sum hjartarum er, er
eisini husrum. Gerst verts-
familja hjá einum umskift-
isnæmingi
AFS-Feroyar
TI. 10597, 13438, 16164
UT AT FERDAST VID
AFS
Ring AFS, tlf. 14855,
14123, 13837
tíðindablaðið SS
Nr. 22 — 4. FEBRUAR 1998
Tað eru vit sjálvir sum
skulu menna samfelagið
Føroyar er eitt lítið land og soleiðis eiga vit eisini at hugsa um Føroyar. Og
júst tað, at landið er lítið ger, at vit eru sera bundin av at vit stuðla hvórjum
øðrum, og serliga stuðla føroyskari framleiðslu. Biligt útlendskt borgar sjáld-
an fyri góðsku.
Og stendur illa til hjá heimaframleiðsluni í Fóroyum, stendur verri til á
politiska ókinum. Tað eru fáir glottar at hóma millum fóroyskar politikarar.
Þeir flestu eru so bundnir av at hugsa politikk soleiðis sum teir hugsaðu í
70'unum og 80'unum, at teir ikki longur duga at hugsa konstruktivan og
mennandi politikk
Eg havi fyrr víst á, at
trongskygni og vanahugsan
ikki byggir samfelagið, og
eg eri freistaður at leggja
afturat: Tað gera leysir
dreymar og háfloygd orð
um Føroyar sum eina tjóð
millum tjóðir heldur ikki.
Hetta skal tó ikki skiljast so,
at eg eri ímóti, at vit gerast
fræls tjóð, sjálvandi eri eg
ikki ímóti tí. Men hetta eig-
ur ikki at henda í morgin
ella næsta ár. Hendir tað, so
eigur tað at verða so við og
við, tí samfelag og búskapur
okkara eru ikki ment at bera
eina bráa loysing frá Dan-
mark. Vit skulu í minsta lag-
ið vera vísir í hvussu vit
kompensera fyri ta milliard-
ina, danir lata okkum í
blokkstuðli hvert år. Og vit
skulu eisini hava tíð at
byggja ein import/eksport,
sum fullkomiliga er óheftur
av donskum millumhandl-
arum og av donskum væl
súltaðum vana at senda
okkum secundavørur. »Må-
delig pølse er altid bedst!«
Og júst hetta skulu vit eisini
venja okkum av við at
hugsa um okkum sjálvi og
tað, vit fáa av skafti. >Hetta
er nóg gott til føringar'« Ja,
soleiðis hugsar meginpart-
urin av føringum, sum
framleida til føringar. Og
ikki at gloyma: Vit kennast,
so eg fåi tad biligari! Eingin
føringur kann keypa breyð
fyri at >vit kennast<!
Bíligt útlendskt borg-
ar ikki fyri
Føroyar er eitt lítið land og
soleiðis eiga vit eisini at
hugsa um Føroyar. Og júst
tað, at landið er lítið ger, at
vit eru sera bundin av at vit
stuðla hvørjum ødrum, og
serliga studla føroyskari
framleidslu. Tad nyttar litid
at grenja inn å danir um vit
heldur keypa Matilde mjólk
og aðra danska framleiðslu
heldur enn føroyska, tí hin
danska er bíligari. Bíligt
borgar ikki fyri góðsku, og
bílig útlendsk vera, sum
kappar heysin av føroyskari
framleiðslu, ger tað trupult
hjá okkum at gerast fræls
tjóð. Tí mugu vit eisini
vakna á hesum øki. Vit
mugu royta okkum sjálvi í
nakkan og keypa føroyskar
bókmentir fram um dansk-
ar. »Jamen føroyskar bøkur
eru so dyrar'« Ja sjålvandi,
ti tad eru ov få sum keypa
tær. Og hetta ger eisini, at
menningin sum åtti at veri
innan føroyskan skaldskab,
sleppur ikki framat. Hvør
timir ella torir at eksperi-
mentera bókmentaliga tá
tøkkin kanska er, at føringar
heldur keypa danskt ella
norskt av sama slagið? Allir
føroyskir rithøvundar hava
ikki somu treytir at virka
undir sum William Heine-
sen. Men hinvegin hungra
Giva nógvir føringar eftir, at
vit aftur fåa ein navnframan
rithøvund. Tad ber til hjå
målningalistini, tí eigur tað
eisini at bera til hjá rithøv-
undum. Men tað er treytað
av, at vit fyrst og fremst
hugsa um at menna mentan
okkara áðrenn vit hugsa um
pengapungin.
Handilsmenn
eru ikki
Stendur illa til á mongum
økjum í Føroyum, stendur
ringast til á politiska øki-
num. Tað eru fáir glottar at
hóma millum føroyskar po-
litikarar. Teir flestu eru so
bundnir av at hugsa politikk
soleiðis sum teir hugsaðu í
70'unum og 80'unum, at
teir ikki longur duga at
hugsa konstruktivan og
mennandi politikk. Og lítið
nyttar at hugsa loysing og
frælsi, hava vit ikki neyd-
uga grundarlagid at byggja
og varveita samfelagið á.
Men hinvegin fáa vit sjálv-
andi tað vit velja. Velja vit
teir beru handilsmenn,
pengamenn og virkiseigarar
inn á ting, so fáa vit sjálv-
andi ein politikk sum er
stýrdur av at skula varveita
inntøkurnar hjá somu
monnum. Handilsmenn,
pengamenn og virkiseigarar
hava sínar privatu skyldur
at røkta. Politikarar eiga at
vera menn sum hava visjón-
ir, sum ikki eru heftir av, at
tann og tann avgerðin fær
avleiðingar fyri egna fyri-
tóku. Og hetta sigi eg ikki
tí eg havi nakað ímóti hand-
ilsmonnum, pengamonnum
og virkiseigarum, tvørtur-
ímóti. Teir eru eins neyðugir
í samfelagnum sum øll onn-
ur. Uttan teir er eingin
menning í samfelagnum.
Men tað ber ikki til at vera
óheftur politikari so leingi
sum óttin fyri egnum privat-
virksemi ávirkar álvarsligar
avgerðir. Tí er neyðugt at
føroyski veljarin byrjar at
hugsa ødrvisid.
Skúlaverkið
Men tað eru aðrir, sum eis-
ini noyðast at fylla skallan
við nýhugsan og millum
teirra liggur føroyska út-
búgvingarverkið fremst. Vit
noyðast at hugsa aðrar leið-
ir. Vit noyðast at hugsa
longur enn frá 1. flokki til
studentaskúlan, tí har frá
taka danir yvir. Tí danska
skúlaverkið er á so lágum
stødi, at kappingarførid hjá
dønum er versnad av ålvara
seinastu 15 árini. Tað
danska skúlaverkið, sum lá
á odda í Evropu í 70'unum
er sorað sundur av hugsan-
ini um, at øll skulu vera líka,
kosta hvat tað kosta vil. Tí
eiga vit at bera sc í bandi,
at føroyskir studenta- og
handilsskúlanæmingar v.fl.
hava betri møguleikar at
leita sær til onnur lond,
teirra millum Sveríki,
Noregi, Bretlands, Íslands
v.fl. Er nakar í iva í hesum
máli, so ber til at lesa bókina
»Verdens bedste uddannel-
sessystem«, sum viðgerð
syrgiliga veruleikan innan
danska skúlaheimin. Sjálv-
ur upplivi eg hesi vána við-
urskifti hvønn dag. Men
sjálvandi hava árini í Finna-
landi og Svøriki givið mær
eitt samanberingargrundar-
lag, sum tey, sum bert kenna
danska skúlaverkið, ikki
hava. Tí er tað avgerandi,
at vit finna okkum onnur
skúlaverk at samanbera við
enn tað danska.
Vit eiga eisini at syrgja
fyri, at skúlaverkið leggur
seg eftir at menna tað, sum
er sermerkt fyri mentan
okkara og at leggja dent á
eina útbúgving, sum mennir
teir praktisku eginleikar,
føringar hava í sær sum
oyggjabúgvar. Eitt skúla-
verk, sum eftirapar megin-
lendskum curricula hevur
lítið við Føroyar at gera.
Hetta skal tó ikki órógva,
at vit eisini búgva skúla-
ungdómin út til at kunna
lesa víðari aðrastaðni í
Evropu. Men tað er heldur
ikki neyðugt at blanda hesi
bæði saman, tí tey eiga at
vera - og eru tað í nógvum
ødrum smátjóðum - sundur-
skyld, men sjálvsagdur part-
ur av heildini.
Danir skilja
okkum ikki
Mær rennur í hug tað Jørgen
Frantz Jacobsen segði um
viðurskiftini millum føring-
ar og danir: »At Føroyar -
tjóðskaparliga — eru ikki
danskar, at tær hóast 500 ára
tilknýti við Danmørk hava
til fulnar varðveitt síni eyð-
kenni, fram um alt málið,
er ein sannroynd, sum bert
lutvísliga er viðurkend í
Danmørk. Danskir frøding-
ar alt frá C. C. Rafn upp til
teirra núlivandi hava skilt
tad og hava synt miklan å-
huga eitt nú fyri føroyskum
máli, og hetta fara føroying-
ar altíð at vera teimum takk-
samir fyri. Men danskur al-
menningur, ein stórur partur
av blaðaheiminum og - tað
er tað versta - í mongum føri
umsitingin og lóggávan,
kunnu ikki ella vilja ikki
síggja hvussu veruliga er
vorðið. Tað tykist at vera ein
trúarsetningur, at Føroyar
eru og skulu vera danskar.«
Og just hetta, at danir hava
ilt at skilja, at vit eru før-
ingar og ikki danir ger, at
teir hava ilt vid at taka okk-
um í álvara. Teir hugsa um
okkum á sama hátt sum teir
hugsa um bornholmarar.
Men hvussu kunnu teir
skilja, at neyðars 45.000
sálir kunnu vera so
sjålvstødugar, at tær megna
at eiga egið mál, egið ting
(sum er eitt hitt elsta ið til
er), egna mentan o.sfr. Teir
skilja heldur ikki, at vit ikki
eru so takksamir fyri »at
danir hava tíkið sær av
okkum x< í skjótt 600 ár. Teir
skilja heldir ikki okkara
hugsunarhátt, eins lítið og
vit skilja teirra. Teir skilja
ikki, at tå ein føroyingur
sigur >skulu vit ikki gera
tað og tað<, so meinar før-
oyingurin tað, tí danir eru
vanir við, at fyri hverja gerð
hoyrir ein ógvusligur orða-
floymur uttan innihald. Um
tað er tí teimum dámar at
hoyra seg sjálvar ella tað
bert er teirra máti, veit eg
ikki rættiliga - og eg verði
neyvan klótari Men før-
ingar koma ofta illa fyri av
dønum, ti føringarnir halda,
at danir meina tað teir siga.
Vit gloyma, at áðrenn teir
siga tað teir meina, siga teir
eina rúgvu, sum teir ikki
meina. Og her ræður um
»timing«. Hinvegin halda
danir, at vit eru tunglyntir
og nærum skulu noyðast at
siga okkurt. Teir eru eisini
rættiliga bilsnir tá vit eftir
langa tøgn lyfta høvdinum
og siga: >Nu tror jeg vi har
snakket nok! Skal vi ikke
se at få bestilt noget!«
Nei, danir fara neyvan at
hjålpa okkum at menna
samfelagið. Teir halda tað
vera í fínasta lagið um vit
liva sum vit altíð hava gjørt
- við aðrari hondini rættari
móti blokkstuðlinum, og
hinari peikandi móti dønum
meðan vit rópa: >Fyh! Det
er jeres skyld det hele!« Og
heilt ósekir eru teir heldur
ikki. Men tað eru vit sum
skulu menna samfelagið,
tað eru vit sum skulu menna
búskapin og tað eru vit sum
skulu lata eitt gott og sterkt
samfelaga, frælst ella ikki
frælst, til eftirkomarar okk-
ara!
Keypmannahavn 28. januar
1998
Jón Ellendersen.
PIZZA-
VINIR
Hevur tú hug at fáa eina
ella fleiri PIZZA inn á gólv-
ið, so ring tlf. 18866, og tú
hevur PIZZA'ina innan ein
tíma.
Vit í PIZZARIA royna al-
tíð at hava kostnaðin so
lágan sum meguligt, so-
leiðis at kundin bert rindar
30 kr. fyri heimkoyringina.
Hetta bor er tó
andi fyri viðskiftafólk í Tórs-
havn.
Vit vóna, at hetta tilboð
kemur væl við.
PIZZARIA
TIf. 18866
i