hósdagur 5. februar 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
internet: www.sosialurin.fo
Átrgáxtladsjór | Blaðfólk:
Lýsingar og sola: i Bertholdsen,
Jonhard Hammer Eiríkur Lindenskov,
Emil L. Jacobsen
Sveinur Poulsen
Niclas Johannesen
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Útgevari, uppseting og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
post Gsosialurin.fo
Ein skamblettur fyri
amerikonsku tjóðina
Oddagrein
GUDS OWN COUNTRY
SOLEIDIS dåmar amerikanarum at kalla sitt egna land
Guds egna land
VIT vóru mong, sum komu til hugs alt annað enn Guds
egna land, tá boðini frættust tíðliga mikumorgunin
um, at staturin Texas hevði tikið ta fyrstu kvinnuna í
meira enn 130 ár av døgum.
TAÐ er einki nýtt - hetta at USA tekur sínar egnu borg-
arar av degum - borgarar, sum hava framt brotsverk.
Tað er nakað, sum bæði Hægstirættur og nógvir av
statunum gera uttan at blunka
TAÐ nýggja er tó, at hetta sokallaða siviliseraða landið,
hetta landið, sum altíð er frammi við peikifingurinum,
tá tað ræður um órættvísi og brot á mannarættindi í
eðrum londum, heldur fram við at fremja deyðarevsing
og nú eisini er farið undir aftur gamla siðin at taka
fyrst børn og evnaveik og nú eisini kvinnur av døgum.
VIT liva í einum demokratiskum samfelag, har vit oll
hava loyvi at halda og siga tað vit vilja. Vit hava sagt
hetta áður og fara at endurtaka tað her: at tað er einki
minni enn ein skamblettur fyri USA og fyri ameri-
kanarar, at teir framhaldandi - nú vit nærkast ár 2000 -
við statsins góðkenning, drepa sínar egnu borgarar.
JAMEN siga tey, sum taka undir við hesum - talan er jú
um fólk, sum hava tikið onnur av døgum, og tí mugu
tey gjalda við sínum egna lívi.
Í okkara hugaheimi er hetta primitiv hugsan fyri ikki
at siga hevndarhugur og einki annað. Endmálið við
deyðarevsing sigst vera, at hon skal forða oðrum í at
fremja slík brotsverk, men veruleikin er ein annar.
Hann er - og hetta er aftur og aftur skjalprógvað - at
deyðarevsing virkar ikki fyribyrgjandi og ræðandi.
SKAL tú minka um hesi brotsverk mást tú til sjálva
orsøkina og hon liggur oftani í einum órættvístum
samfelag, har tað rætt og slætt eru tapararnir ella sjúk
fólk, sum fremja slíkar brotsgerðir. At drepa hesi aft-
urfyri er bert blóðtystandi hevnd, einki annað. Vil tú
veruliga gera nakað fyri at fyribyrgja, mást tú fara til
rótina at finna orsøkina
UM vit vilja kalla okkum eitt sivilisrerad og upplýst
fólk, so ger man ikki sovorðið. Tú kanst ikki kalla teg
siviliseraðan og upplýstan um tú við statsins hjálp og
myndugleika tekur tínar egnu borgarar av dogum uppá
gamlan miðaldarligan máta. Hetta varð gjort í suður-
londum undir inkvisatatiónini. Tá var talan um fólk,
ið ikki hóvaðu teimum sokallaðu rætttrúgvandi og
stýrandi - nú er oftani talan um fólk, sum systemið
ikki hevur pláss fyri
SJÁLVANDI skulu tey, ið fremja brotsverk beta fyri
hetta. Men okkara samfelag má seta til síðus resursir
soleiðis at hesi fólk kunnu liva í fongslum ella á in-
stitutiónum. Í hesum máli eiga vit heldur ikki at
gloyma, hvussu mong ósek mugu lata lív ella fáa liv-
langt fongsvi fyri órættvísar dómar - fyri dómar, sum
eru feldir, tí teir harvið skuldu gera tað lættari hjá
legregluni og systeminum annars.
USA og amerikanarar áttu at kent stóra skomm á sær í
hesum degum, tá statir eru farnir at víðka deyða-
dómarnar - nú eisini til at fevna um kvinnur. Tað er
ikki so langt síðani, at evnaveik og fólk í sera ungum
aldri, vórðu tikin av degum. Ja tað er ikki sert av lagn-
unnar speisemi, tá USA í dag útrópar Sadam Hussein
at vera umboðið fyri størsta óndskapin í heiminum.
Sama USA umboðar ein annan óndskap, og hesin er
at taka sínar egnu borgarar av døgum. Amnesty hevur
gjørt dómadómin sum ein av sínum størstu figgindum.
Vit eiga at taka undir vid Amnesty og studla tess roynd-
um at koma deyðadóminum til livs.
Sosialurin
Tórshavnar býráð enn ikki goldið
klinikkassistentunum tað lon tær eiga
Sum øllum kunnugt endaðu
sáttmálatingingarnar hjá
Tórshavnar Kommunala
Starvs- og Tænastumanna-
felag vid, at ein gerdarrættur
mátti taka avgerð um, um
avtalan, sum felagið og
Tórshavnar byråd gjørdu í
juni 1997, var galdandi, tå
landsstýrið ikki hevði góð-
kent hana.
TKST fekk viðhald í hes-
um gerðarrættarmálið 22
desember 1997 og skuldu
klinikkassistentarnir sostatt
fáa avtalaðu lønina frá 1.
juni 1997 at rokna. Tað snýr
seg um 4 klinikkassistentar,
sum býráðið ikki vildi flyta
upp á rætt lønarstig, men tað
er býráðið so dømt til nú.
Hóast tað sigur lønardeildin
hjá býráðnum seg ikki
verða føra fyri at avrokna
hetta til komandi lønarit-
gjalding, t.v.s. at býráðið
hevur havt 6 vikur at av-
greiða hetta mál í, men enn
hava klinikkassistentarnir
so ikki fingið tað løn tær
eiga tilgóðar. Skulu hesar
bíða í 4 vikur afturat ella
kanska 8 vikur?
Hetta vísir bert at Tórs-
havnar býráð hevur ilt við
at halda gjørdar avtalur, eis-
ini um dómur er avsagdur í
málinum.
Klinikkassistentarnir
á Tannlæknastovuni
Foroyskir tónleikarar
á konsertferð
Øssur Bæk, violin, og Jó-
hannes Andreasen, klaver,
fara i februar månad å kon-
sertferð í Føroyum, Íslandi
og í Danmark.
Tilsamans halda teir seks
konsertir á ferðini.
Konsertirnar í Føroyum
ALT TIL
SEYMING
A EINUM
STAÐ!
verða í Trongisvágs skúla
tann 13. februar, í Runavík-
ar skúla tann 14. febr. og í
Norðurlandahúsinum tann
15. febr. Síðan verður farið
til Íslands, har tann fyrra
konsertin verður á Tónlista-
skúlanum í Keflavík 17.
Á
159
——
—
IX
UTSØLAN
endar leygardagin
7. februar. |
Enn kann tú gera
eitt gott keyp.
Sp/f MARJUN HEIMA
C. Pløyensgøta 4
100 Tórshavn - Tlf. 12531 - Fax 12319
febr. Seinna konsertin i Is-
landi verdur 18. febr. i
Norrænahúsinum í Reykja-
vík.
Seinasta konsertin á ferð-
ini verður í Rundatornið í
Keypmannahavn tann 21.
febr.
Á skránni verða 2 sonatur
eftir W. A. Mozart og J.
Brahms. Divertimento eftir
Stravinsky og at enda tað
flotta Caprice opus 24 eftir
Saraste.
Tað er konsertfelagið,
sum saman við tónleikarun-
TIT
[noskvold: 22 4
750 RER og tey.
10 hava áhuga fyri foroysk-
um tjóðveldi, hittast til prát
Postsmogu 3060, 110 Tórshavn
um, Norðurlandahúsinum
og Kunningarstovuni í
Havn sum skipa fyri.
og hugna í Mettustovu
hóskveldið 5. februar kl. 19.30.
Nýggir limir kunnu tekna seg
á caféini ella við at senda
navn og bústað til
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tå ið
okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi
POUL HAMMER
Kollafjørður
doyði og varð jarðaður. Hjartaliga takka vit tykkum,
ið vóru um hann meðan hann var sjúkur.
Tøkk til øll, sum hjålptu til við jarðarferðina og
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Dagny og børnini við familju