Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SUSIE Saga fingið fotin fastan í Føroyum -Tað hevur stóran týdning fyri okkum sum oljufelag at vera á staðnum, nú tá vit vilja vera við í fyrstu útbjóðingini við Føroyar sigur fyritaksstjórin í Saga Føroyar as, Terje Hagevang, sum heldur, at teir við hesum stigi eisini vilja gera sítt til at avmystifisera oljuverðina. -Vónandi fáa vit eitt gott samstarv vid fóroyskar myndugleikar og vinnulív og eisini mannin á gøtuni sigur hann Jan MÚLLER Sum fyrsta útlendska olju- felagið, ið burturav ætlar sær at leita eftir olju og gassi við Føroyar, hevur norska Saga Petroleum latið upp skrivstovu í Havn Hetta hendi í gjár, tá teir báðir stjórarnir, Geir Atle Rishovd og Pauli Einarsson hildu tíðindafund og kundu taka ímóti teimum fyrstu vitjandi Felagið hevur leigað seg inn í helini hjá Trygd á Bryggjubakka og verður talan í fyrstu atløgu bert um teir báðar. Men sum frálíðir og tað nærkaskt eini fyrstu útbjóðing á føroyskum øki verða helst fleiri fólk sett Teir báðir koma at standa fyri sambandinum millum móðurfelagið í Noregi, dótt- urfelagið í Havn og før- oyskar myndugleikar, vinnuliv og mannin å gøt- uni. Endamálið vid at seta Terje Hagevang, fyrisitingarligur stjóri i Saga Petreleum Føroyar as å stovn skrivstovu er at verða betri brynjadur til at bjóða uppá fyrstu útbjóðing, sum verður í næstu framtíð. -Saga ætlar sær at vera operatørur í fyrstu runduni og er skrivstovan í Havn eitt týðandi stig á hesi leið sigur fyrisitingarligi stjórin í Saga Petroleum Føroyar, Terje Hagevang. Tað verður so starvsfelagi hansara, Geir Atle Rishovd frå Florø, sum fer at verda dagligur leidari å skriv- stovuni. Hann hevur annars arbeitt hjå Saga i Florø. Nu skal hann so vera fastbúgv- andi í Føroyum Pauli Einarsson verður føroyski stjórin í Saga Før- oyar og verður tað ser- stakliga hann, sum skal standa á odda fyri sam- skiftinum við føroyskar myndugleikar, stovnar og vinnulív. Pauli Einarsson er út- búgvin maskinmeistari og hevur seinastu árini tikist við oljumál av ymsum slag Hann hevur siglt við seis- mikkskipum, hann var við til at seta á stovn arbeiðs- ávísing á ALS við serligum atliti til sjófólk í oljuvinnuni og hann hevur so eisini ver- ið formaður í Føroya Olju- ídnað. Nú hann hevur tikid við tí nýggja starvinum fer hann Nr. 23 — 5. FEBRUAR 1998 ——————————JJ——— Geir Atle Rishovd, forstjóri og Pauli Einarsson, stjóri í Saga Føroyar as á skrivstovuni á Bryggjubakka í gjár, tá teir ynsktu Saga og Føroyum góðan byrd í eini komandi oljuleiting. Myndir Jens K. Vang at taka seg úr nevndini í Føroya Oljuídnað. Geir Atle Rishovd er fegin um at sleppa at royna seg í Føroyum. -Eg eri ótrúliga glaður um at hava fingið hesa uppgávuna og eg vóni, at vit kunnu fáa ein góðan dialog við bæði myndugleikar og vinnulív sigur hann. Sum ein av sínum fyrstu uppgávum fer hann saman við Paula Einarsson at vitja ymisk virki kring landið. Hetta er partur av tí herferð, sum Saga herfyri lýsti við í bløðunum, har felagið beyð sær til at hjálpa føroyskum vinnuvirkjum við at gera búgva tey út til at vera við í eini komandi oljuvinnu. -Eg haldi hetta er ein týð- andi uppgáva, og her kunnu føroyingar uttan iva læra nógv av norsku royndunum. Saga Petroleum er annars við í fleiri tiltøkum í Før- oyum, eitt nú GEM-verk- ætlanini, sum snýr seg um at kortleggja umhvørvid. - Eisini á hesum økinum fer tað at vera ein fyrimunur fyri okkum at vera á staðn- um sigur Geir Atle Rishovd. Terje Hagevang, sum hesi seinastu árini, hevur staðið á odda fyri virkseminum hjá Saga á Atlantsmótinum og her eisini Føroyum heldur stórar møguleikar liggja við Føroyar. -Vit vóru ikki her, um vit ikki hildu her vóru góðir møguleikar at finna olju og gass. Skrivstovan í Havn skal so vera karmurin um komandi menningina í hesum gkinum. Hann er sjálvandi eisini fegin um, at Saga er fyrsta oljufelagið, sum ger av at lata upp skrivstovu her í sambandi við komandi út- bjóðing. -Eg haldi tað hevur stóran tydning, at oljufeløgini vísa flaggið her á staðnum, tí á henda hátt kunnu vit best samvinna við føroyingar. Tað er eisini ein máti at av- mystifisera oljuvinnuna, sum millum mong verður hildin at verða ein full- komiliga fremmand verð Pauli Einarsson heldur nýggju uppgávuna verða bæði spennandi og avbjóð- andi. Nú hann hevur verið við til at hjálpa øðrum í gongd heldur hann tað vera rætt at taka sær av eini á- vísari arbeiðsuppgávu, har eisini hann sjálvur sleppur at menna seg. -Hóast er havi verið nógv uppí oljuvinnuni, so fái eg nústaðni møguleikan til at fara til botns og skaffa mær vitan og royndir, sum so aftur kunnu koma bæði Saga men ikki minst Før- oyum væl við Pauli Einarsson heldur tað er sera týdningarmikið at útlendsk oljufeløg royna at fáa føroyska vinnu við í menningina og sær hann hetta sum eina av sínum fremstu uppgávum. Keypti Santa Fe Saga Petroleum telist ikki millum heimsins størstu oljufeløg. Meðan onnur fel- ég eisini taka sær av sølu til vanliga brúkaran, so ar- beiðir Saga bara við at leita eftir olju og gassi og at fáa hesi til høldar. Í fjór keypti Saga olju- felagið Santa Fe fyri fleiri millardir kr. Felagið er givið við virksemi sínum í Indo- nesia og er farið at vísa At- lantsmótinum stóran ans. Hóast talan er um stór dýpi, sum seta krøv til stórar íløg- ur, so heldur Terje Hage- vang, at teir eru væl fyri í so máta. Teir skulu til at bora á 1400 metrum í mið- noregi og á 3000 metrum við Rock All. Tá hugsað verður um, at mesta dýpið við Føroyar er kanska 1500 metrar, so er hetta ein av- bjóðing, sum Saga er ført fyri at møta. Hvat vidvikur figgjarligu støduni hjå felagnum, so hevur tad havt okkurt bakk- astid i 97 orsakad gongdini å gjaldoyramarknadinum, men hjå Saga eru teir bjartskygdir og halda, at framtidin sær ikki so døpur út kortini, eisini hóast tað at oljuprísirnir í løtuni eru lágir. - Vit arbeiða sjálvandi við langtíðarætlanum, og er oljuprísurin lágur í løtuni, merkir tað ikki, at hann framhaldandi fer at halda seg so lágt sigur Terje Hagevang. Uppá fyrispurning um ikki ein so lágur oljuprísur ger tað Glønandi at leita eftir olju vid Føroyar sigur hann, at (3 veldst um so nógv viðurskifti. Hann váttar tó, at nærkast prísurin teimum 12 dollarunum fyri tunnuna, so verður leiting í heila tikið lítið lønandi. Saga Petroleum stendur annars til at gera risastórar fløgur í Snorre feltið. Talan erum 11 milliardir kr. kom- andi árini í útbygging av Snorre 2 Saga er enn ikki partur av nøkrum oljusamtaki. Ar- beitt verður saman vid fel- øgum, men talan er ikki um nakað ávíst samtak -So skjótt vit fara at søkja um loyvi at bora fara vit at vera saman við øðrum olju- feløgum, tí her er talan um stórar fløgur og risiko sigur Terje Hagevang. Hann vónar annars, at tað verður ein útbjóðing í hes- um árinum. Hvat oljulógini viðvíkur heldur hann, at tað ger hvorki frá ella til fyri oljufeløgini, um føroyingar vilja hava við í lógina, at allar verur og tænastur skulu yvir føroyskan kei- kant. Í Hm