hósdagur 5. februar 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið
vt re
Nr. 23 — 5. FEBRUAR 1998
Facts um gamla Føroya Banka
Frågreidingin frá nevndini til kanning av partabrævaumbýtinum í 1993 hevur
givid tilfar til føroysku loftfjølmiðlarnar sum neyvan nøkur onnur hending
her heima nakrantíð. Miðlarnir hava havt og hava heilan hóp av sínum mann-
ingum tvassandi niðri í Keypmannahavn. Um vikuskiftið og síðan eru allar
tíðindasendingar farnar til umbýti. Og so hevur verið ein hópur av eykasend-
ingum um sama evni. Fjølmidlarnir hava tråspurt ekspertar á nógvum økjum
og fingið eina ørgrynni av vidhvørt mótsigandi meiningum. Summir av eks-
pertunum hava havt eina meining um morgunin, eina aðra um kveldið ella
dagin eftir.
Man kann fýlast á, at fjøl-
miðlarnir hava bert foku-
serað á partabrævaskandal-
una, tá Den Danske Bank
við ósannindum fekk lump-
að landsstýrið at taka ímóti
eimi rúgvu av virðileysum
partabrøvum í gamla Før-
ya Banka. Hetta umbýtið
var bert, fyribils, endabrest-
urin av vitleysum atgerðum,
almennum og privatum,
upp gjøgnum åttatiårini, og
fyri tær almennu heilt aftur
i sjeytiárini, aftan á at gen-
eratiónsskifti á politiska
vígvellinum var farið fram
her heima. Teir solidu og
skilagóðu menninir vóru
farnir úr aktivum politikki
fyrst í sjeytiårunum, og term
fáu, sum eftir vóru, lurtaðu
nýggju buldribassarnir ikki
eftir
Skal loyva mær at tríva í
ella draga fram okkurt av
ti, sum førdi til krassjið og
tær stóru skuldbindingarnar,
ið fylgdu í kjalarvørrinum
Var knýttur at góða, gamla
Føroya Banka í 16 ár frá
1970. Veit tí eitt sindur um
gongdina, fyri ikki at siga
fadesurnar, tey árini og eis-
mi semnri
Grannskoðara-starvið
Tað var á aðalfundinum í
1970, at eg fyrstu ferð varð
valdur grannskoðari í Før-
oya Banka. Eg hevði tå í
fleiri ár selt saltfiskin hjá
nøkrum stållinubåtum og
trolarum. I ti sambandinum
hevði eg fingið mær skriv-
stovu á ovastu hædd í bank-
ahúsunum í Niels Finsens-
gøtu. Kom rættiliga ofta
niður í bankaavgreiðsluna,
serliga við utflutningsskjøl-
um, men eisini í øðrum ør-
indum
Her kann viðmerkjast, at
stjórarnir báðir sum oftast
sótu við borð aftast í av-
greidsluhølinum
Einaferð eg var har niðri,
tað hevur annaðhvort verið
seinast í 1969 ella fyrst í
nýggja árinum, bað stjórin
meg koma inn á skrivstovu
sína. Komin innum spurdi
hann, um eg vildi lata meg
velja til grannskoðara í
bankanum á komandi aðal-
fundi. Tað kom mær heldur
dátt við. Takkaði sjálvandi
fyri tilboðið. Svarið var
klárt og greitt, at tað vildi
eg íkki. Eg segði honum
eisini hví. Fyrst tí at grann-
skoðaraarbeiðið so avgjørt
hevði ikki min áhuga. Eisini
og helst ti, at eg hevdi nokk
at takast vid (var limur i
Búskaparráðnum, var reið-
ari á onkrum skipi, og har-
afturat, sum nevnt, fekst eg
við at selja saltfisk). Vit
skiltust, og roknaði eg við
ikki at hoyra meira um mál-
ið. Stjórin gavst tó ikki á
hondum, men vendi nakrar
ferðir aftur til grannskoð-
araspurningin. Mítt svar var
hvørja ferð tað sama, at
hann mátti royna at finna
onkran annan.
So ein dagin beint undan
aðalfundinum, eina viku
ella minni áðrenn, kemur
bankastjórin upp til mín á
ovastu hædd. Vit tosaðu um
leyst og fast, um fiskivinn-
una, prísútlitið, skiparakst-
ur, bankaproblematikk og
mangt annað. Í tí hann ger
seg til at fara, kemur hann
til tað, ørindini í veruleika-
num snúði seg um, nevni-
liga grannskodarajobbid.
Eg ilskadist eitt sindur og
vildi hava at vita, hvi hann
var so altråur eftir at fåa
meg i starvid. Hansara svar
var, at hann vildi sleppa av
við hann, sum hevði starvið.
Harafturat segði hann seg
vilja hava ein avloysara,
sum hevði hollan kunnleika
um føroyskt vinnuliv og
føroysk samfelagsviður-
skifti yvirhøvur. Eg havi
helst onkuntid nevnt sum
undanførslu, at eg timdi ikki
at leita eftir eittoyrum. Var
tað helst ti, hann legði aft-
urat, at eksterni grannskoð-
arin skuldi ikki leita eftir
smápengum, ikki ein gang
eftir stórum upphæddum.
Uppgávan var at meta um
engagementini, rætt og
slætt. Hann endaði samrød-
una við at siga, at hansara
hurð stóð altíð opin, um eg
hevði nakað at tosa um.
Aftan á tær mongu áheit-
anirnar og serliga aftan á
seinastu samtaluna var eg
farin at ivast, um eg kortini
ikki skuldi taka av. f fyrsta
lagi, tí at eg eftirhondini
hevði fingið varhugan av, at
arbeiðið helst var meira á-
hugavert, enn eg hevði hild-
ið. Serliga tiltalaði lovaði
dialogurin meg. Í ødrum
lagi dámdi mær stjóran væl.
I triðja lagi dámdi mær hin
stjóran so avbera væl. Í
fjórða lagi helt eg meg hava
lagt til merkis, at Føroya
Banki var eitt sera gott ar-
beidsplåss. Lovadi at geva
svar dagin eftir. Eg t6k av.
Eg vil-her nevna tveir
stjórar við navni. Knud Pet-
ersen, sum fekk meg at á-
taka mær grannskoðara-
starvið, var her í umleið
fimm ár, og eftirmannin
Agnar Hansen, sum eisini
var her í eini fimm ár. Báðir
vóru teir dugandi banka-
menn. Tá AH fór, beint aft-
aná at bankin fylti 75 ár, var
tað ein stak væl konsolider-
aður banki, hann læt upp í
hendurnar á avloysaranum,
sum eftir míni meting kom
at verða ein katastrofa fyri
bankan og landið alt.
Fíggjarligu
brotasjógvarnir
Avloysarin, sum Den
Danske Bank í 1981 sendi
— Tað, sum her er drigið
fram, er sjálvandi bert
partur, kanska lítil, av tí,
ið frå føroyskari síðu
kundi verið skrivað um
bankapolitikkin i Før-
oyum upp gjøgnum åtta-
tiårini og kollapsið sein-
ast i 1992 og i 1993, sigur
Sofus Olsen
TTT
sl 2 "bg
Sofus Olsen gjørdist grannskodari i Føroya Banka å
aðalfundinum i 1970 og røkti starvid í 16 år
at stjórna Føroya Banka,
kom at roynast bankanum
og landi okkara ein dýrur
drongur. Hann kom úr
starvsfólkadeildini, har ein
Knud Sørensen, núverandi
stjóri í DDB, var bossur.
Allir stjórarnir í gamla Før-
oya Banka, líka frá stovn-
anini til endabrestin, komu
úr Den Danske Bank. Eftir
styttri áramál fóru teir aftur
í starv hjá danska banka-
num. Teir vóru útlæntir. Hví
menninir við Holmens Kan-
al eftir 75 ár at hava sent
dugnaligar bankamenn
funnu uppá at senda ein,
sum av berum kleyvarskapi
beindi fyri FB, er ilt at
skilja. Sjálvt um moralurin
í DDB er meira enn klodd-
utur, hava teir væl ikki sent
okkum mannin til at
kollsigla stovnin? Ella var
tað av líkasælu? Eg dugi
ikki at meta um
Undir øllum umstødum
var tað ein beistagerð! Hann
megnaði ikki bert at søpla
burtur alt, sum varð bygt
upp í trifjørdingsøld, men
gjørdi tað harafturat neyð-
ugt at lata bankanum 1,5
milliard fyri at bjarga hon-
um undan húsagangi. Meg-
inparturin lán, sum føroyski
skattaborgarin í dag knógv-
ar undir. Syndarin slapp
snikkaleysur!
Tað er ofta sagt, og av
réttum, at bankarnir í åtta-
tiårunum hjápíu mongum
manni at misbrúka rentu-
skattaskipanina. "yrst við
valutalánum, sum viðskift-
afólk tóku og síðan settu inn
í bankan at renta. Dømir
kunnu nevnast. Seinri, aftan
á 1984 ella um tað mundið,
tá rentan í Danmark fall
munandi, og obligatiónslán
úr kredittfeløgum blivu
nógv biligari og løtt at fåa
hendur å, gjørdust tey spek-
ulatiónsobjektini hjá bank-
unum. Teir hjálptu monnum
við einum stórum láni fyri
og øðrum eftir. Við banka-
garantii flutti lántakarin
peningin heim og setti hann
í bankan, har hann stóð til
fulla rentu, til fløgan eina-
ferð var liðugtgjørd, oftast
eini tvey ár ella væl meira
aftaná, at lántransaktiónin
var farin fram. I Føroya
Banka táttaði posturin gar-
anti í fleiri ár sterkt í 2 mill-
iardir. Peningur streymaði
inn. Balansin vaks á hvørj-
um ári. Men peningurin
skuldi so oder so lænast út-
aftur
Mangan hoyrdist um fólk,
sum fóru inn í bankan at
læna kanska eina fjórðings
million ella so, og komu
útaftur við eini skuld uppá
eina heila ella meir. Var
peningurin læntur til húsa-
bygging, varð øll milliónin
brúkt til stórri og dýrari hús
enn ætlað. Hvussu gekst
mongum av hesum stakk-
alum, vita vit alt um. Eisini
hava vit hoyrt um menn,
sum vildu læna fáar ella
fleiri milliónir, og sum
vórðu so undirdiktir í likvi-
diteti, at teir investeraðu seg
á bláman. Boomurin seinra
partin av åttatiårunum, sum
var so katastrofalur, so
lemjandi, so oyðandi fyri
føroyskan búskap, stavaði
fyri ein stóran part frá hes-
um lánum. Fødihjålpararnir
vóru bankarnir, ikki minst
Føroya Banki. Ein stórur
tapari var fiskivinnan, ser-
liga flakavinnan, eksport-
vinnan, sum ikki orkaði at
konkurrera við byggivinn-
una um arbeiðskraftina.
Danir hava sagt uppaftur í
saman, at vit føroyingar
hava sjálvir skuldina av
stóru uttanlandsskuldina.
Hetta er ikki allur sann-