Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 23 — 5. FEBRUAR 1998 tidindabladid SON leikin, minni enn so. Størsti syndarin, størri enn løg- menninir f åttatiårunum, var eftir mini meting madurin, sum Den Danske Bank i 1981 sendi upp at stjórna Føroya Banka. Menninir í Tinganesi kundu geva gar- antii, kreppulán, ella hvat allur hurlivasin kallaðist. Men teir høvdu jú ongan pening. Hann mátti koma úr bankunum. Hevdi DDB sent ein bara nøkulunda ha- bilan bankamann higar, er hjå mær eingin sum helst ivi um, at bankarnir ongan- tíð vóru komnir í Oføri, og at skuld landskassans bert hevði verið ein fraktión av tí, hon er. Bremsan, sum skuldi vera, bankarnir, varð, um eg so má siga, avmont- erað. Har var bert speedarin eftir. Og hann varð nýttur í ólukkumát. Her hevur verið mest fokuserað upp á Før- oya Banka og leiðsluna har. Tað eru tvær orsøkir. Onnur, at tað er tann bankin, eg kenni best. Hin, at eftir míni meting var tað stjórin har, sum heilt og aldeilis domi- neradir bankakervid her til lands, tey árini alt fór av lagi fíggjarliga. Leiðslan í bank- anum kann við eitt sindur av rætti halda uppá, at skuldi teirra banki ikki drenast fyri viðskiftafólk, vóru teir noyddir at spæla við á roulettini. Sum ikki eina ferð er tað rúkandi skeivt av dønum at leggja alla skuldina fyri, at okkara samfelag kom í so svárar fíggjarliga trupulleikar og er vorðið so skuldarbundið, á føroyskar herðar. Í mini verð er, sum nevnt, syndarin tann av Den Danske Banks starvsfólkum, sum teir í 1981 læntu Føroya Banka, og sum, tá bankin her var sokkin undan honum, varð móttikin við opnum ørmum av monnunum við Holmens Kanal. Teir premieraðu hann (fyri kvettið?) við at geva honum leiðandi starv. Kollisjón? Hver eigur at gjalda? Havi ongantíð verið í iva um, hvgr eigur skuldina fyri bankaskrædlið, og hvør eig- ur at gjalda kostnaðin av bankabjargingini. Tað er Den Danske Bank og danska stjórnin. Rokningin eigur at sendast til teirra. Býtislyklinum eiga teir sjálvir at finna út av. Argu- mentini fyri, at Den Danske Bank og danska ríkisstjórn- in ið hvussu er út frá einum moralskum, helst eisini út frá einum juridiskum, sjón- armiði eiga at refundera alla bjargingina við rentum, eru mong. 1. Alt síðani 1951, tá Sjóvinnubankin, men ikki Føroya Banki, mátti bjargast, hava menn frá grannskoðaradeildini í DDB á hvgrjum ári verið her og kannað vidurskiftini í FB. Fyrstu tíðina eg var í bankanum, kom sokallaði revisjónssjefurin einsa- mallur, í november. Tað man hava verið seinast í sjeytiårunum, at nýggjur sjefur kom í bankan í Dan- mark. Eisini hann kom í november. Ikki einsamallur, men við manning. Afturat komu fleiri mans úr grann- skoðaradeild danska bank- ans tvær ferðir árliga at nær- granska øll útlán og garanti. Og teir góvu sær tíð. Skuldi nakað skil vera í til- takinum at senda ein heilan hóp av grannskoðarum fleiri ferðir um árið til Før- oya, skuldi nakað fornuftigt koma burtur úr hesum fyri føroyska bankan dýru ferð- um, so átti at verið rapport- erað til stjórnina har niðri. Arsroknskapurin hjá Før- oya Banka var partur av árs- roknskapinum hjá Den Danske Bank. Hesin bankin var eitt aktiv hjá hinum og tí sera viðkomandi hjá stjór- anum at vita, hvussu stødan var. Her heima vóru ikki so fá, sum longu seinrapartin í åttatiårunum høvdu varhug- an av, at Føroya Banki hevdi tad ikki serliga gott. At grannskoðararnir ikki boðaðu stjóranum í DDB frá hesum, var ein skandala og eigur at koma teimum aftur um brekku. Eisini og serliga tí at tað var ein av teirra monnum, sum sat við styrisvølin her. 2. Eg og helst summi av royndu bankafólkunum fingu tíðliga illgruna um, at maðurin ikki var 'up to standard“. Tað hevur verið annadhvørt í november 1984 ella 1985, helst tað seinra árið, at eg og danski revisjónsjefurin ein dagin komu at sita einsamallir. Eg nevndi vid hann, at soleiðis sum stjórin tíggjaði sær, var eg ræddur fyri, at bankin fyrr ella seinri kundi fáa trupulleikar. Bað hann lata leiðsluna í Keypmannahavn vita av hesum og fáa teir at taka mannin niðuraftur, ongantíð ov skjótt. Hann ønti ikki og bar nokk heldur ikki boðini. Bar forrestin eisini upp á mál, at innanhysis bremsan, nevndin, ikki var nøkur bremsa. Hon var vald av stjóranum, og hann hevdi myndugleikan at koyra teir. Teir tagdu alla tíðina og har- við samtyktu. Beinið hevur verið ov feitt at missa. 3. Til 1976 høvdu Den Danske Bank og Føroya Banki hvønn sin statsgóð- kenda grannskodara. Tå komu bod frå DDB, at teirra grannskodari eisini skuldi verða grannskodari hjá Før- oya Banka, tf hesin seinri var dótturfelag hjá tí fyrra. Og soleiðis kom tað at verða, líka til bankin fór av knóranum. Tað átti at verið ein logisk fylgja av kravi- num um grannskoðarafel- agsskap, at hann segði leiðsluni í móðurbankanum frá, ikki minst tí at føroyski bankin førdi ein skilaleysan bankapolitikk. 4. Fyrstu tíðina, eg var í Føroya Banka, vóru tvey al- menn donsk eftirlit, eitt fyri sparikassarnar og eitt annað i fyri bankarnar. Tveir mans / frá tí seinra komu annað- ; hvert ár til bankarnar her. Teir steðgaðu nakrar fáar * dagar, kanska út við eina viku. Ikki varð hildið, at teir gjørdu tær stóru skreytirnar. Tað kundi møguliga koma | av, at teir vitstu, at báðir ; bankarnir vóru í góðum hondum, høvdu dugnaligar leiðslur. Seinri vórðu báðir stovnarnir lagdir saman, og vit fingu klossuta fíggjareft- Hans Jørgen Laursen, bankastjóri fær av at vita frå Sofus Olsen: — Hví menninir við Holmens Kanal eftir 75 år at hava sent dugnaligar bankamenn funnu upp å at senda ein, sum av berum kleyvarskapi beindi fyri Før- oya Banka, er ilt at skilja, sigur fyrrverandi grannskodarin i Føroya Banka irlitið. Gjørdu menninir hjá bankaeftirlitinum lítið til nyttu, so sær út fyri mær, at teir hjá figgjareftirlitinum púrt onga nyttu vóru til. Tað hevur verið nevnt, at í tíð- arskeiðinum frá 1989 til seint í 1992 vóru teir ikki á gátt hjá bankunum her. Tað má kunna sigast at vera lík- asæla við lít. Tí longu fyrra árið og eisini áðrenn átti at verið greitt fyri llum, sum høvdu eygu í høvdinum, at føroyska bankakervid var farid heilt av lagi. I 1989 ella ådrenn åtti figgjareft- irlitid danska at gjørt vart við á røttum stad, at neyðugt var at reinsa út í báðum bankunum. Eisini, um teir tóku sína skyldu í álvara, áttu teir at vitjað her bæði í 1990 og 1991. Teir rættu ikki hond frá síðu, lótu bara standa til, við speedaranum í botni. Tí gjørdist bank- akreppan, tá eftirlitið enda- liga vaknaði seint í 1992, so ógvuslig. Fíggjareftirlitið er almennur danskur stovn- ur, sum er tvingaður inn á okkum. Hann hevur grovt forsømt sínar skyldur. Ti er tað ein sjálvfylgja. Tí er tað indiskutabult, at danski staturin skal átaka sær sín part av teim 2,7 milliardunum, bjargingin kostaði. Við rentum sjálv- andi. 5. Minnist meg rætt, rind- aði Føroya Banki einar 17 milliónir í vinningsbýti av 1991 — rakstraravlopinum (DDB åtti 62% av partapen- inginum og fekk ti einar 11 mió. kr. í sin part) og umleið 7 milliónir í skatti. Mær er fortalt, at føroyski stjórin vildi seta allan vinningin av móti tapi (tað gjørdi Sjó- vinnubankin hetta árið). Kortanei segði danski stjór- in, og hann hevur væl havt viðhald frá sjefinum fyri grannskoðanini í DDB. Annadhvørt livdu menninir og ikki minst bankastjórin i "cloud-cuckoo-land«, ella vóru teir besettir! Tað, sum her er drigið fram, er sjálvandi bert part- ur, kanska lítil, av tí, ið frá føroyskari síðu kundi verið skrivað um bankapolitikkin í Føroyum upp gjøgnum átt- atiárini og kollapsið seinast í 1992 og í 1993. Men her verður steðgað, ið hvussu er beint nú. Tórshavn 20. januar 1998 Sofus Olsen Føroyingar við í Malmo Open Aftur í ár fer ISB at luttaka á kendu itrOttarstevnuni fyri brekað í Malmø i Svøriki. Farið verður úr Føroyum fríggjadagin 6. februar við Atlantic Airways, og telur hópurin, sum fer avstað, heilar 23 luttakarar. Ur Kas- trup verður farið beinleiðis við luftpútubáti yvir um Oyrasund til Malmø, har hvílt verður, áðrenn kapp- ingarnar byrja leygardagin — og hópurin úr Føroyum telur bæði menningartarnað og rørslutarnad, og tey fara at luttaka í tveimum kapp- ingargreinum, nevniliga í svimjing, har tey rørslutarn- aðu fara at kappast, og í boccia, har bæði menning- artarnað og rørslutarnad fara at luttaka. Svimjarar okkara eru ungir og ikki nógv royndir í altjóða kappingum, so spennandi verður at síggja, hvussu fer at gangast hesum ungu fólkunum yviri í Svø- ríki. Svimjararnir, sum koma ymsastaðni úr land- inum, eru hesir: Turid Johannesen, Elna Dam, Ester Gaard Hansen og Turid Hermansdóttir, all- ar úr Havn, Heidi Andrea- sen av Eiði, Rúna Durhuus úr Vestmanna og Janus Toftegaard úr Fuglafirði. Venjararnir hjá svimjar- unum okkara eru tær báðar Katrin Johansen og Durid Svensson, sum báðar eru fyrrverandi dyggir stuðlar á svimjilandsliði okkara fyrr brekað — so tann síðan skuldi avgjørt verið í lagi Føroyingarnir fara at lut- taka við trimum liðum í boccia, og tey hava vant í tveimum stóðum upp undir ferðina, nevniliga á Lærara- skúlanum og á Skúlanum á Trødni tvær ferðir um vik- una, og luttakararnir eru Lið |: Jógvan Telling, Jóa Ziska og Marius Johansen. Lið 2: Aki Joensen, Jon- hard Haraldsen og Jógvan Brødraberg. Lið 3: Theodor Esmar Hansen, Ann Oleyd Sæbud og Øssur Gudmundarson. Venjarar hjå bocciaspæl- arunum hava m.a. verið Mariann Øster, Bent Poul- sen, Mariann Johansen Marjun á Plógv og Súni Fríði Johannesen, og tey verða eisini ferðaleiðarar og hjálparar á ferðini til Svo ríkis Farið verður avstað fríggjadagin, og bocciafolk ini koma heim aftur sunnu- dagin, meðan svimjararnir ikki koma fyrr enn mána- dagin