Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 45

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 33 Kjartan Hoydal Skjótt er upp og niður í Føroyum. Í November 2001, tá fundurin í Marjun varð gjørdur, varð einki óført og vónirnar stórar um at oljan fór at renna skjótt. Seinni boringar hava ikki givið grundarlag fyri skjót- ari menning og beinanvegin gongur hinvegin. Fólk missa álitið á eini framtíðar oljuvinnu í Føroyum. Spurningurin fer afturum aðrar í orðaskiftinum – hava vit veruliga brúk fyri einum oljumálaráð? Tað tolið, sum skal til fyri at leggja langtíðarætl- anir, hevur ikki verið van- ligt í føroyskum vinnulívi. Onkur heldur hetta vera tí vit eru ein veiðitjóð, von við at skjótt skal gerast av fyri at fáa fong og at ringt er at leggja ætlanir um fong. Áðrenn nærri verður farið inn á møguleikarnar hjá føroyskari oljuvinnu skal nomið vera við gongd- ina í heiminum. Semja er ikki um hvussu nógv olja er eftir og hvussu leingi hon verður tøk. Tey sum leggja dent í fíggjar- liga virksemi í risastóru alheims oljufeløgunum hava lyndi til leggja dent at nýggir fundir vera gjørdir alla tíðina. Tað legst aftrat fleiri staðni í heiminum. Tey sum leggja dent á jarðfrøðina halda hinvegin, at tað ikki verður nógv ár aftrat, at oljufeløgini klára at nøkta eftirspurningin eftir olju. Seinasta árini hava stórar samanrenningar verið í oljuvinnuni. Tey stóru oljufeløgini eru vorðin størri, men samstundis eru komin nógv, smærri feløg. Tey stóru feløgini fara bert eftir teimum størstu fund- unum, tey hava við sínum stóra og dýra bygnaði ikki ráð at fáast við smærri fundir. Hetta gevur pláss fyri smærri og meira liðiligum feløgum, sum kunnu nýta meira avmarkaðar møgu- leikar meira dygt. Serliga í búnu oljuøkjunum, sum Norðsjógvurin, sleppa tey størri feløgini sær av við økir, sum tað ikki loysir seg hjá teimum at fáast við. Hetta gevur smærri økjum kjansin at sleppa uppí. Útlitini fyri smærri olju- feløg eru sostatt bjørt. Tað er at hava tað neyðuga vit- anina at nýta hesar møgu- leikar. Atlants Kolvetni varð stovnað í 1998. Tað var fyrsta felag í Føroyum, sum reisti kapital við almennari partabrævasølu onnur skipað av fíggingarstovn- unum í Føroyum – við sera góðari undirtøku. Fyrstu ferð í mars 1998 var grundarlagið fyri at selja hesi partabrøv einans vónin um at olja fór at vera funnin undir Føroyum. Aðru ferð. í oktober 1999, var grundar- lagið tann sera góða avtalan Atlants Kolvetni fekk við samtakið Faroes Partner ship. Síðani hevur Atlants Kolvetni ikki selt parta- brøv, hóast tað helst hevði verið skilagott at gjørt tað stutt eftir Marjun fundin í november 2001. Hinvegin er endamálið við partafeløgum at skipa verður soleiðis fyri, at partaeigarar fáa eitt gott og javnt avkast av peninginum sum settur er í felagið. Tað hevur verið greitt fyri nevndini í Atlants Kolvetni alla tíðina, at tað kundi koma at ganga long tíð, áðrenn inntøkur fóru at koma undan Føroyum. Ùtreiðslurnar fóru eisini at vera smáar, tann trygdin var í avtaluni við Faroes Partnership. Beinanvegin varð tí hugsað um at víðka aktivini hjá felagnum, so har bæði vóru leitingar- loyvi og framleiðsluloyvi- Felagið útvegaði sær fyrst part í tveimum loyv- um enskum megin markið í sama samtakið, Faroes Partnership. Hesi vóru av sama slag sum undir Føroy- um, men við goðari trygd móti váða. Eisini her kann vera leingi áðrenn oljan rennir. Gjøgnum sambandið við hini feløgini í samtakinum og í arbeiðinum at fáa góðkenning á bretskum øki frá bretskum, vann Atlants Kolvetni sær nógvar royndir. Leiðsla og nevnd hava gjørt umfatandi kann- ingar av møguleikunum í Norðsjónum og havt sam- band við ráðgevar og ser- frøðingar í Bretlandi og bygt upp tað net av sam- bondum, sum var neyðugt fyri at koma víðar. Í hesum neti er eisini sambandið við íløgubankar. Tað ber til at siga at við støði í møgu- leikunum í Føroyum hevur Atlants Kolvetni vunnið sær teir møguleikar í bretskum sjógvi, sum nú liggja fyri framman. Hetta eru møguleikar sum eru komnir um leitingarstig til framleiðslustig og sum tí innan leingi fara at geva felagnum oljuinntøkur. Hesi loyvi er keypt til ein marknaðarprís og tí er ikki møguligi búskaparligi vinningurin ikki hin sami, sum í føroyska loyvinum, tá oljan fer at renna har. Atlants Kolvetni fær tó eitt búskaparligt støði, sum eigur at kunna geva parta- eigarunum eitt avkast meðan bíða verður eftir størra vinninginum undir Føroyum. Samstundis er grundarlagið fyri áhaldandi menning lagt fyri einum føroyskum oljufelag, sum føroyskar fyritøkur og ein- staklingar hava fíggjað. Menningin í Atlants Kolvetni er dømi um eina langtíðarætlan, har ikki verður roknað við vinningi beinanveg, men við stórum møguleikum seinni Við seinastu keypunum á ensk- um øki er grundarlagi lagt fyri áhaldandi at menna felagið, so tað kann liggja fram við at nýta teir møgu- leikar, sum eru hjá smáum oljufeløgum hesi árini, møguleikar sum kanska ikki eri tøkir um nøkur ár. Tey øki, sum Atlants Kolvetni yvirtók 21 november 2003 eru dømi um, at tol skal til. Tað er ikki ov tíðliga at siga, at Føroyar eru vorðin oljutjóð við hesum og seinnu keypum hjá Atlants Kolvetni, hóast vit enn bíða eftir at olja fer at renna undan Føroyum - tá nýggj- ur seismikkur er kannaður og seinastu brunnarnir eru boraðir. Menningin hjá Atlants Kolvetni vísir týdningin av at finna samstarvsfelagar og verða partur av sam- tøkum uttan fyri Føroyar, tá nýggjar vinnur skulu mennast í Føroyum. Oljuvinnan er komin fyri at verða Perth Fundur í 1992 Framleiðsla næstu árini Chestnut Fundur í 1986 Royndarframleiðsla hevur verið Ettrick Fundur í 1981 Flutningsmøguleikar eru nú, so tað verður útbygt C M Y K 33 32