týsdagur 2. desember 2003síða 46
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
35
Egil Olsen, fiskivinnu-
frøðingur, skrivar
Í samband við útgávu av
serblað um fiski og olju-
vinnuna, hevur Sosialurin
heitt á meg at skrivað eina
grein
um
fiskivinnu-
gransking í Føroyum.
Í greinini fari et bera
fram míni sjónarmið, um,
hvussu eg haldi, at fiski-
vinnugranskingin í Føroy-
um frægast kann skipast,
eftir teimum menniskjans-
ligu og fíggjarligu karmum,
sum eru í føroyska sam-
felagnum.
Hvat er gransking?
Í hagfrøðiligum høpi, nýta
OECD-londini hesar leið-
reglur fyri at skilmarka
(definera) hvat gransking
er:
"Gransking kann skil-
markast sum skipað skap-
andi arbeiði, fyri at økja
um ta vísindaligu og tekn-
isku vitanina og brúka
hesa vitan til at vísa á
verkliga nýtslu".
Skilt
verður
vanliga
ímillum
tvey
sløg
av
gransking:
• Grundgransking
• Nýtslugransking
Grundgransking eru upp-
runa kanningar sum hava til
endamáls at fáa fram
nýggja vísindaliga vitan og
fatan. Hon er ikki beinleið-
is rættað ímóti verkligum
málum ella nýtslu.
Nýtslugransking
eru
uppruna kanningar, har
denturin verður lagdur at
útvega nýggja vitan og
fatan. Hon er beinleiðis
rættað móti verkligum mál-
um ella nýtslu, og vinnan
hevur ein virknan leiklut í
granskingini.
Er neyðugt við fiski-
vinnugransking í
Føroyum?
Eg haldi avgjørt at tað er
neyðugt við fiskivinnu-
gransking í Føroyum.
Føroyska
samfelagið
verður borið uppi av teim-
um inntøkum, sum fiski-
vinnan á sjógvi og landi
skapar. Meir enn 90% av
føroyska heildarútflutning-
inum kemur frá fiski og
alivinnuni. Sjálvt um talið
av fólki sum starvast í
sjálvari vinnuni ikki er so
stórt, so er tað avleidda
virksemi av fiski- og ali-
vinnuni sera stórt.
Vit sóu í kreppuárunum
hvussu
alt
samfelagið
ávirkaðist av tí negativu
gongdini í fiskivinnuni.
Vit síggja í dag hvussu
alt samfelagið ávirkast av tí
positivu gongdini í fiski og
alivinnuni.
Eitt samfelag sum er so
bundið av fiskivinnuni, má
hava gransking innan fiski-
vinnu. Tí:
• vit mugu alla tíðina fáa
sum mest burturúr okk-
ara fiskatilfeingi.
• vit mugu alla tíðina
kenna tørvin hjá okkara
kundum, soleiðis at vit
framleiða tær vørurnar,
sum geva teir bestu prís-
irnar til virki og samfelag
• vit mugu framleiða okk-
ara vørur soleiðis, at tær
eru á einum jøvnum og
høgum góðskustøði.
• vit mugu framleiða okk-
ara vørur til kappingar-
førar prísir
• karmar
og
lógarverk
mugu vera optimal í mun
til ta tíð og ta vinnuliga
umhvørvið ein er partur
av
Fyrst og fremst er íløga í
gransking, ein íløga í okk-
ara framtíðar kappingarføri
mótvegis øðrum londum.
Hetta er ein íløga í okkara
framtíðar vinnuførleika.
Í eini tíð, har fría kapp-
ingin ræður, har broyting-
arnar henda skjótari enn
nakrantíð, er tað sera
umráðandi altíð at verða
kappingarførur mótvegis
kappingarneytunum.
Vit mugu staðfesta at enn
er tað lítið av fiskivinnu-
gransking ið fer fram í Før-
oyum sammett við onnur
lond, sum t.d. Noreg og Ís-
land. Lítið av hesi gransk-
ing hevur beinleiðis vinnu-
ligan týdning.
Nakað av gransking fer
fram á Fiskirannsóknar-
stovuni og er tað mest lív -
og vistfrøðilig gransking.
Harumframt fer lívfrøði-
lig gransking fram, á Biofar
í Kaldbak. Heilsufrøðiliga
Starvsstovan hevur eisini
luttikið í onkrum norður-
lendskum verkætlanum t.d.
innan vatn og Listeria.
Granskingadepilin fyri
Økismenning, hevur eisini
verið við í altjóða verkætl-
anum um alivinnu og tikið
alneyðuga rekrutterings-
spurningin til viðgerðar.
Granskingadepilin, skipar í
komandi mánað fyri ráð-
stevnu um rekruttering av
høgt útbúnari arbeiðsmegi
til fiski og alivinnuna.
Felags fyri tað av fiski-
vinnugransking sum fer
fram í Føroyum í dag, er at
tað enn er lítið av hesi
gransking, sum beinleiðis
gevur vinnulig árin.
Tann tøkniliga menning
av fiskivinnu og alivinnu í
Føroyum, er fyri tað mesta
komin eitt úrslit av gransk-
ing - men útlendskari
gransking. Føroyingar hava
verið rættuliga dugnaligir
at brúka útlendsk gransk-
ingarúrslit fyri at menna
fiski og alivinnuna. Vandin
við eini slíkari "kopiering"
er, at táið hendan er framd,
hava
kappingarneytarnir
t.d. tikið aðra tøkni í brúk
ella framleiðslu.
Samstundis er nógv út-
lendsk
vinnugransking
vard og úrslitini koma ikki
fram fyrr enn rúm tíð er
farin.
Hetta ger, at tað er
neyðugt hjá føroyingum
sjálvum at granska. Ì
granskingini mugu vit læra
at avmarkað okkum og seta
brennidepilin á nøkur ávís
umráði sum t.d. matfram-
leiðslu, havfrøði, biotøkni,
kunningartøkni, nýskapan,
kappingarføri og almennar
reguleringar.
Tað eru hend nógv fram-
stig innan vinnuliga fiski-
vinnugransking í Føroyum,
serliga tey síðstu tvey árini.
Síðan FMR setti ein dugna-
ligan fiskivinnusamskip-
ara, at taka sær av samskip-
anini av fiskivinnugransk-
ingini, umvegis Fiskivinnu-
royndir, eru hend stór fram-
stig. Granskingarøkini er
raðfest fimm ár fram og
tann vinnuligu parturin av
umsóknunum til Fiski-
vinnuroyndir er vaksandi.
Samstundis verður ar-
beitt í løtuni við at fáa
trinnar granskingardeplar
at virka, innan ávíkavíst
evnafrøði
og
biotøkni,
veiðu og reiðskapstøkni og
virkingartøkni. Ein pro-
grammnevnd mannað við
fólki við førleika innan tey
ymisku
fakøkini,
skal
stinga útí kortið, hvørjar
granskingarætlanir, farast
sum skulu undir tey kom-
andi 3-5 árini. Vinnan er
eisini væl umboðað í pro-
grammnevndini.
Ætlanin er eisini við
samstarvi millum gransk-
ingarkjarninar og skipanina
við
vinnugranskararum,
sum eru beinleiðis knýttir
at virkjunum. Eg síggi
eisini granskingardeplar-
nar, sum sambindingarlið
ímillum vinnuna og út-
lendskar granskingarstovn-
ar og vinnufyritøkur sum
arbeiða innan sama fakøki.
Granskingarkjarnin inn-
an evnafrøði og biotøkni
skal halda til á Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni og
hinar báðar kjarninar á
Fiskirannsóknarstovuni.
Eg haldi at tað er stórt
spell, at man ikki eisini
setti á stovn, ein gransk-
ingardepil innan tilfeingis-
umsiting og búskap. Hesin
kjarnin kundi arbeitt við og
lýst samfelagsbúskaparlig
og organisatorisk viður-
skifti t.d. í samband við
fiskidagaskipanina. Hesin
granskingardepilin hevði
nátturliga verið kýttur at
Granskingardeplinum fyri
Økismenning, tí depilin
hevur uppbygt sær førleika
innan hetta øki.
Er førleiki innan fiski-
vinnugransking í
Føroyum?
Føroyska samfelagið hevur
eitt
vælútbúgvið
fólk.
Rættuliga stórur partur av
fólkinum nema sær hægri
lestur uttanlands serliga í
Danmark.
Um hugt verður eftir,
hvar tey høgt útbúnu fólk-
ini enda eftir lokið prógv, er
tað serstakt fyri Føroyar. at
tey flestu fáa starv í al-
menna sektorinum, meðan
bert tey heilt fáu fáa sær
starv í privatu vinnuni.
Hví hetta er so, er ikki so
lætt at greiða frá, og tað er
heldur ikki ætlanin við hesi
grein.
Vit mugu bara staðfesta
at tann mesti heilakapasi-
teturin "Brainware" í sam-
band við granskingar-før-
leika í Føroyum, er í al-
menna sektorinum.
Um mest skal fáast burt-
ur úr gransking í Føroyum,
sæð útífrá einum vinnu-
ligum sjónarmiði, er tað so-
statt neyðugt við sera góð-
um samstarvi ímillum al-
menna sektorin og tað pri-
vata vinnulívið. Hetta krev-
ur virðing frá báðum pørt-
um og tað krevur ikki
minst, at møguleiki er fyri
ikki vanabundnum sam-
starvsloysnum tvørtur um
sektorar og (møguliga) eis-
ini fakmørk.
Um ikki hetta letur seg
gera, eri eg bangin fyri at
tann "Brainware", sum vit
eiga í almenna sektorinum,
verður til "Drainware", av
tí at tær fakligu avbjóðing-
arnar verða ov lítlar, við tí
vanda at fólk sovna burtur,
ella stinga í sekkin, og
finna sær avbjóðingar aðra-
staðni enn í Føroyum.
Stór verklig vitan er
ímillum fólk sum dagliga
starvast í tí føroysku fiski-
og alivinnuni. Fiskivinnan
er so stórur partur av tí
lokala samfelagnum og á-
virkar so stórar partar av
gerandisdegnum hjá føroya
fólki, at sera góður gróðrar-
botnur er fyri mennandi
kjaki um viðurskifti, sum
viðvíkja hesum vinnum.
Granskingar avbjóðingin
liggur tískil í at samskipa
hesa vitan og at seta hana
saman við servitan á ym-
iskum økjum, fyri harvið at
fáa ítøkilig verklig úrslit
burtur úr .
Hvat fyri fiskivinnu-
gransking skal verða
og hvussu kann hon
skipast?
Undirritaði er av tí áskoð-
an, at tann fiskivinnu-
gransking, sum vit skula
hava í Føroyum, í mest
møguligan mun skal verða
gransking sum miðjar eftir
góðum vinnuligum úrslit-
um.
Bæði tað fíggjarliga og
menniskaliga tilfeingið er
avmarkað og tí eigur orkan
at verða løgd á gransking-
arøkir sum í mest møgu-
ligan mun eru til gagns fyri
tað føroyska samfelagið.
Granskingarverkaætlanir
eiga at verða gjørdar í tøtt-
um samstarvi við vínnuna
og í mest møguligan mun
úti á teimum virkjum, sum
eru við í teimum einstøku
verkaætlaninum.
Mínar
leiðsluroyndir gjøgnum 15
ár, hava sannført meg um,
at har granskarar og virki
arbeiða tætt saman, fæst
mest burturúr, tí tann
praktiski førleikin sum
starvsfólkini hava framm-
anundan, hjálpa væl til at
náa góð, verklig úrslit. Við
at verða úti á virkjunum,
fáa granskarnir eisini betri
fatan hvat sum er mest
átroðkandi og lønandi at
granska.
Ein
spurningur
sum
sjálvandi skal svarast í sam-
band við fiskivinnugransk-
ing, er, hvør skal gjalda.
Eg haldi at fiskivinnu-
granskingin eigur partvís at
verða fíggjað við almenn-
um pengum og partvís frá
vinnuni sjálvari. Vinnan
kundi t.d. latið eitt ávíst
gjald av útflutninginum
sum
varð
markað
til
gransking, menning og
marknaðarføring. At vinn-
an sjálv er við í fíggingini,
økir eisini um áhugan hjá
vinnuni at fáa ítøkilig úrslit
burturúr granskingini.
Hvussu nógv, hvør partur
skal gjalda, má eisini síggj-
ast í mun til, hvørjar verka-
ætlanir talan er um og,
hvussu avmarkandi tær eru.
Spurningurin er eisini,
um tann játtan sum Fiski-
vinnuroyndir árliga fær á
fíggjarlógini,
bert
skal
markast vinnufyritøkum.
Stuðul til almennar stovnar
kann latast um verkætlanir
verða gjørdar saman við
vinnufyritøkum.
Í Íslandi er fiskiídnaðar-
granskingin knýtt at Rann-
sóknarstofu
Ìdnaðarins
(RF), sum heldur til í sama
bygningi sum Havrann-
sóknarstovan og Fiskimála-
ráðið. RF er ein óheftur
granskingarstovnur undir
Fiskimálaráðnum.
Hann
varð stovnsettur við lóg í
1965 men hevur virkað
síðan 1934. Fíggjarætlanin
er umleið 40 mio. kr og
umleið 70 fólk starvast á
stovninum.
Tað
almenna
fíggjar
umleið ein triðing av RF,
norðurlendskir-
og
ES
grunnar fíggja ein triðing
og tann síðsti triðingin
fíggjar vinnan fyri gransk-
ingaruppgávur og tænastu-
veitingum til vinnuna.
Virksemi á RF er skipaði
fimm deildum:
1. Granskingardeildin, sum
tekur sær av gransking
innan matvørur, góðsku,
framleiðslur, kunningar-
tøkni og marknaði
2. Kanningardeildin, sum
bjóðar tænastur til vinn-
una og granskingarum-
hvørvið.
Kanningar-
deildin hevur kanning-
arstovur á 5 støðum í Ís-
landi
3. Ráðgevandi deildin, sum
bjóðar
ráðgeving
til
vinnuna innanlands og
uttanlands. Ráðgevingin
umfatar t.d. rávørustýr-
ing,
góðskueftirlit,
HACCP, vørumenning
og framleiðsluplanlegg-
ing
4. Kunningardeildin hevur
ábyrgd av at almanna-
kunngera granskingarúr-
slit og annað vinnu- við-
komandi tilfar frá stovn-
inum. Harumframt skip-
ar deildin fyri skeiðum
til veiðu og framleiðslu-
liðið og annan matvøru-
ídnaðin
5. Fyrisitingardeildin tekur
sær av dagliga rakstrin-
um av stovninum
RF arbeiðir tætt saman við
Lærda Háskúla Ìslands í
Reykjavík og Lærda Há-
skulan á Akureyri um
gransking og undirvísing
innan matvøruvísind og
fiskivinnuvísind.
Bygnaðarliga skipanin í
RF, kundi verið ein góð
fyrimynd fyri, hvussu mat-
vørugranskingin í Føroyum
kann skipast í framtíðini.
Vinnan í Ìslandi, tekur sera
væl undir við tí arbeiði sum
gongur útífrá RF, og nógvar
vinnuligar verkaætlanir eru
skaptar í tøttum samstarvi
millum RF og vinnufyri-
tøkur.
Tær drívandi kreftinar
innan menningina av bio-
tøkniskari vinnu í Ìslandi,
eru granskarar frá Lærda
Háskúla Ìslands, saman við
vinnuligum kreftum. Hetta
vísir, hvussu týdningar-
mikið tað er at byggja brýr
í millum tað almenna fólka-
tilfeingið
og
vinnuna
sjálva.
Tann sum annars vil fáa
meir at vita um RF, kann
vitja
heimasíðu
teirra.
www.rf.is
Eg skal at enda koma við
fýra dømum um áhuga-
verdar og eisini átroðkandi
vinnurættaðar granskingar-
uppgávur
innan
fiski-
vinnuna í Føroyum:
• Hvussu skulu vit bera
okkum at fyri at ala
longri til havs? (tøkni,
búskapur vm.).
• Tilgongd (rekruttering):
Hvussu tryggja vit okk-
um støðugt og nýtt
starvsfólk til fiski- og
alivinnuna?
• Betri gagnýtsla av fiska-
tilfeinginum: Hvussu fáa
vit lønandi virksemi burt-
ur úr tí rávøru sum í dag
ikki kemur til lands og,
hvussu fáa vit hækkað
virði burturúr hjáfram-
leiðslum.
• Fiskidagskipanin - sæð
frá einum vísindaligum
sjónarmiði,- kunnu onnur
læra av okkum.
Granskingin er neyðug
longu ídag.
Granskingin verður upp-
aftur neyðugari í einum før-
oyskum sjálvberandi fiski-
vinnubúskapi.
Fiskivinnugransking í Føroyum
Í Føroyumer lítið av
fiskivinnugransking,
sammett við onnur lond,
sum t.d. Noreg og Ísland.
Lítið av hesi gransking hevur
beinleiðis vinnuligan týdning
Savnsmynd
Vit mugu bara staðfesta, at tann mesti heilakapasiteturin í samband við granskingar-førleika í Føroyum, er í almenna
sektorinum, sigur Egil Olsen
Savnsmynd
- Fiskivinnugranskingin eigur partvís at verða fíggjað við
almennum pengum og partvís frá vinnuni sjálvari. Vinnan
kundi t.d. latið eitt ávíst gjald av útflutninginum sum varð
markað til gransking, menning og marknaðarføring, sigur
Egil Olsen, Fiskivinnufrøðingur