Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 47

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 37 Norserv á Tvøroyri stendur enn tilbúgvið at bjóða seg fram í oljuvinnu, men teir bíða bara eftir røttu løtuni OLJUVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøramenn hava ikki enn mist vónirnar um at gera seg galdandi í oljuvinnuni. Tvørturímóti. – Vit standa enn til reiðar at bjóða okkum fram, tá ið rætta høvi býðst. Tað sigur Henrik Thom- sen, føroyski nevndarlim- urin í Norserv. Norserv var við í kapp- ingini um at fáa oljuútgerð- arhavnina. Teir høvdu gjørt eitt stórt arbeiði fyri at bjóða Drelnes á Trongis- vágsfirði fram til oljuhavn. Tað vóru tvøramenn, sum stovnaðu Norserv saman við danska felagnum, Dan- bor, sum er í oljuvinnuni frammanundan og tí hildu teir seg hava góð kort í hondini, tá ið oljufeløgini skuldu gera av, hvar út- gerðarhavnin skuldi vera. Og teir hildu seg hava nakað at hava vónirnar í, tí Danbor er eitt roynt felag í oljuvinnuni við stórum virksemi í Esbjerg. Men heilt óvæntað vórðu teir sáldaðir frá, longu í fyrsta umfari og tað endaði við, at oljuútgerðarhavnin varð løgd í Runavík. Lagt afturum Tað kom rættiliga óvart á teir, at teir vórðu sáldaðir frá í fyrsta umfari og sostatt ikki so frægt sum sluppu upp í part at bjóða upp á oljuútgerðarhavnina. – Vit høvdu eina eftir- meting av støðuni, saman við Statoil, sum stóð fyri arbeiðnum at útvega feløg- unum eina hóskandi olju- havn. – Á tí fundinum legði Statoil dent á, at tað var ikki okkara fyrireikingum, sum tað var galið við. Men teir vóru ikki heilt væl nøgdir við umstøðurnar á Drelnesi. Eitt nú hildu teir ikki, at dýpdin var í lagi og teir hildu heldur ikki, at havnalagið var nóg sterkt, sigu Henrik Thomsen. – Tað kom eitt sindur óvart á okkum, tí umstøð- urnar á Drelnesi líkjast nógv teimum í Esbjerg, har Danbor hevur nógv virk- semi. Men eftir øllum at døma, hava feløgini sett harðari treytir til eina føroyska útgerðarhavn, enn tey gera til útgerðarhavnina í Esbjerg. Men Henrik Thomsen leggur afturat, at at alt tað hevur Norserv lagt aftur- um. – Nú líta vit frameftir, sigur hann. Bíða eftir røttu løtuni Síðani avgerðin varð tikin um at leggja útgerðarhavn- ina í Runavík, hevur lítið og onki verið at hoyrt til Norserv. Og tey eru ikki so fá sum hava hildið, at felagið er dottið niðurfyri og at tvøramenn sostatt hava slept øllum ætlanum um at koma sær upp í olju- vinnuna - serliga nú virk- semið í Runavík ikki gjørdust tað, eysturoyingar høvdu sett nøsina upp eftir. Men Norserv er alt annað enn farið í søguna. Henrik Thomsen sigur, at felagið er framvegis til. men av eyðsýndum orsøk- um, hevur virksemið ikki verið tað stóra hesi seinastu árini. Men nevndin er fram- vegis virkin og heldur sínar regluligu nevndarfundir. – Nevndin í felagnum er saman av og á at viðgera støðuna, so vit hava alla tíðina fingurin á pulsinum. Annars halda vit fram at fyrireika okkum til olju- vinnuna og tað gera vit millum annað við at vit hava regluliga havt fólk á ymsum skeiðum. Teir hava eisini framman undan havt fólk á skeiði til at føra teir heilt stóru kran- arnar, so allur tann parturin av fyrireikingunum er í lagi hjá felagnum. Annarst viðgongur hann, at tað er ikki so nógv, sum Norserv kann gera, uttan at fylgja gongdini. – Sáttmálin við Runavík gongur út á nýggjárinum, so tað hevur ikki verið nakar møguleiki at koma inn ímillum. Men á nýggj- árinum er alt opið aftur. Tó viðgongur Henrik Thomsen, at sum støðan sær út í løtuni, er tað ikki so áhugavert at bjóða seg fram, nú virksemið á før- oyskum økið er lítið og onki og er spjatt yvir so langa tíð. – Tað sær út til, at tað er ein fíggjarligur missur av at bjóða seg fram sum olju- havn í løtuni. Og tá ið tað ikki er serliga lokkandi, er sostatt heldur onki endamál í at bjóða seg fram í løtuni. Hann leggur afturat, at júst støðan í Runavík vísir, hvussu óviss oljuvinnan er á hesum støðinum, tí hjá teimum hevur virksemið ikki verið tað, teir høvdu væntað. Tó vil hann ikki siga, at teir beinleiðis føla seg hepnar at teir ikki fingu oljuhavnina, nú teir síggja vónbrotið í Runavík. – Vit høvdu fegin viljað havt tað virksemið á Drel- nesi, sum hevur verið í Runavík, hóast tað kanska hevði havt kostað okkum eitt sindur av pengum, sigur hann. Ein onnur støða Men verður olja funnin er støðan ein heilt onnur. – Verður olja funnin, fer tað at økja munandi um virksemið. Tað førir eisini til meiri støðugt virksemið og tí er tað nógv lættari at gera íløgur tá. Og tað, sum arbeiðið í Norserv nú hevur til enda- máls, tað er at varðveita og fyrieika felagið til tann dagin, olja verður funnin, so at felagið er til reiðar tá. – Alt tað stóra fyrireik- ingararbeiðið er longu gjørt í 1998 og 1999, so at vit bíða nú, kostar okkum ikki nakað serligt. – Og, hvat havnaviður- skiftunum viðvíkur, skuldu vit staðið sterkari, nú ein onnur samferðsluhavn verður bygd og at Smyril sostatt ikki skal brúka Drel- nes longur enn til oktober næsta ár. – So er tann trupulleikin burtur, tí nú kann Drelnes setast av til at vera oljuhavn burturav, sigur Henrik Thomsen. Økið á Drelnesi er 15.000 fermetrar sum er, so umstøðurnar eru góðar, leggur hann afturat. men skuldi tað verðið neyðugt at gjørt tað størri, er uppland til tað. Og hann leggur afturat, at hóast Drelnes ikki er oljuhavn sum so í løtuni, eru teir til reiðar, skuldi onkur kortini havt brúk onkrum fyri tænastum frá teimum, tað kundi verið atløguplássi, lossing, goymsluplássi o.s.fr. Umframt Henrik Thom- sen, eru tað tveir danir, sum standa á odda fyri Norserv. Steen Hansen er stjóri og Gert Kragelund er nevnd- arformaður. Teir umboða báðir Danbor. Tvøramenn halda seg til reiðar – Seinasta tíðin hevur ikki verið serliga lokkandi hjá teimum, sum bjóða seg fram í oljuvinnuni. Men verður olja funnin, eru vit til reiðar tá, sigur Henrik Thomsen á Tvøroyri, nevndarlimur í Norserv, sum framvegis ætlar at bjóða Drelnes fram til oljuhavn C M Y K 37 36