Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 48

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 39 Í einum av fyrrver- andi bygningunum hjá Reyni Service í Rættará húsast í dag battarí- og akkumula- torfyritøkan Sp/f Pólar, sum havnar- maðurin Margeir Ørvarodd setti á stovn í 1994. Fyri- tøkan leggur stóran dent á kappingarførar prísir og góða tænastu FYRITØKA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í einum hugnaligum hølum niðri í Rættará heldur battarí- og akkumulator- fyritøkan Sp/f Pólar við Margeir Ørvarodd til. Fyritøkan hevur sermerkt seg við at hava øll sløg av battaríum og akkumula- torum á goymslu. Margeir er 57 ára gamal, og havnarmaður, sonur Thomasiu Matras og Odd- vald Ørvarodd, tann kenda skræddaran í Havn. Margeir hevur annars siglt frá ungum døgum av, men eftir 25 ár á sjónum legðist hann upp á land í 1985. Hann hevði tá siglt við skipum sum Brandi Sigmundarsyni, Kúrberg og Ørnini. Undir hørðu búskapar- kreppuni fyrst í 90-unum stóð Margeir brádliga uttan arbeiði. Men eftir trimim arbeiðsleysum vikum gjørdi hann bart og yvirtók eina akkumulatorfyritøku. Tveir av synum hansara keyptu um somu tíð tvey samanbygd hús í Rættará. Tað eina húsið verður leigað út sum íbúðir, meðan Sp/f Pólar fór inn í hitt húsið, har eykalutagoymsl- an hjá Reyni Service fyrr helt til. Tann 7. oktober 1994 lat handilin upp, og umframt Margeir starvast eisini bróðir hansara, Tór-Egil M. Ørvarodd, dagliga í handl- inum. Fyri stuttari tíð síðani nýumvældu brøðurnir báðir handilshølini, so at tey í dag eru sera hugnalig og kundavinarlig. Teir selja akkumulatorar til bilar og bátar, og fáast hesir í yms- um støddum, eins væl og í prísum. Vanligt er, at alt akkumu- latorvirksemi er tengt at árstíðini. Og besta árstíðin at selja er júst nú, tá kavin og kuldin eru farin at gera um seg. Tí ein vánaligur akkumulator kann virka væl í lýggjum veðri, men starttrupulleikarnir koma, so skjótt sum veðrið gerst kaldari. Hjá Sp/f Pólar leggja teir avbera stóran dent á at veita góða tænastu. Um ein bilur t.d. hevur starttrupulleikar, so kanna teir beinanvegin el-skipanina fyri at vita, um trupulleikin liggur í løði- relénum ella generator- inum, ella um talan er um ein vánaligan akkumulator. Tað er vanliga Tór-Egil, sum kannar brekið og skiftir akkumulatorin. Og meðan kundin bíðar, verður hann boðin inn í hugnaligu kaffistovuna at bíða og práta við hini viðskifta- fólkini ella Margeir sjálvan. - Okkara vørumerki vil altíð vera góð tænasta, siga teir báðir, Margeir og Tór- Egil M. Ørvarodd frá Sp/f Pólar. Battarí- og akkumulatorfyritøkan Pólar: Góð tænasta er okkara vørumerki Brøðurnir Tór-Egil og Margeir Ørvarodd inni í handlinum, Pólar, í Rættará Mynd: Jens Kristian Vang Oddvald Ørvarodd, pápi Tór-Egil og Margeir Ørvarodd, var skræddari, og hetta skelti hekk á hansara skræddararavirki í Eiriksgøtu Mynd: Jens Kristian Vang Tór-Egil Ørvarodd frá Pólar skiftir her til nýggjan Varta akkumulator Mynd: Jens Kristian Vang Kolvetni X = 100,5% Y= 99% 3/171.pdf C M Y K 39 38 Føroyar: Føroya Kolvetni P/F · Bryggjubakki 22 · P.O. Box 1098 · FO-110 Tórshavn · Faroe Islands Tel: +298 320 450 · Fax: +298 320 451 Bretland: Faroe Petroleum plc · 24 Carden Place · Aberdeen · AB10 1UQ Tel: +44 1224 652 810 (switchboard) · Fax: +44 1224 643 243 e-mail: faroe-petroleum@faroe-petroleum.com · www.faroe-petroleum.com