Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A si Nr. 25 — 7. FEBRUAR 1998 fólk í arbeiði LEo POULSEN Tey virkini eru få, sum ikki eru undir veingjunum hjá Føroya Fiskavirking. Men kortini eru eingi tekin til, at tey ikki standa seg i kapp- ingini. Eitt av teimum góðu gomlu virkjunum er Fiska- virking í Gøtu. Teir standa og hava eisini altíð staðið uttanfyri ætlaðu monopol- fyritøkuna, og teir hava staðið seg væl. Fiskurin verður fyri tað mesta keyptur á Uppboðs- søluni. Seinastu árini hevur Fiskavirking í Gøtu »speci- alisera< seg í at salta serliga brosmu og longu, men eis- ini toskur og nakað av blá- longu verður arbeitt á virki- num. Umframt hetta er laksa- kryvjing ein munandi táttur í arbeiðinum, eins og nakað verður framleitt av feskum Tvær vaktir Meginparturin av arbeiðs- fólkinum kemur sjálvandi úr Gøtu, men nøkur fólk úr Leirvík og Fuglafirði ar- beiða eisini á Fiskavirki- num. Arbeiðið fer vanliga fram í vaktum. Arbeitt -verður tíðindablaðið S062/u Stødugt arbeiði á Fiskavirkinum i Gøtu Arbeitt verður í tveimum vaktum á virkinum, sum tilsamans hevur eini 100 vanliga tíð frá 8 á morgni til 5 á kvøldi, og so møtir ein kvøldvakt. Henda er tó ikki eins stór og dagvaktin. Og kveldvaktin arbeiðir sjálvandi ikki, um lítil fiskur er. Men higartil í ár hevur arbeiðið verið stødugt, tó at tað í hesi vikuni var heldur slakari enn vanligt. Fiskavirkið í Gøtu er stórt arbeiðspláss og tískil sera týdningarmikið fyri bygd- ina. Tilsamans arbeiða eini 100 fólk á virkinum — og sum nevnt eru tey allarflestu teirra úr Gøtu. Verkfallið í íslendsku fiskivinnuni: Einki røkist fyri eini loysn i nærmastu framtíð Ósemjan í íslendska fiskivinnuni er so mikið stór, at væntað verður ikki, at nókur loysn er í eygsjón fyrstu vikurnar. Men júst tí at stóðan er so álvarslig, ikki bert fyri fiskivinnuna, men eisini fyri samfelagið, verður væntað, at Altingið fer at leggja upp í og loysa trætuna við lóg, hendir einki rættiliga skjótt LE0 POULSEN Verkfallið miílum íslendsk- ar fiskimenn hevur lagt alla fiskivinnuna lamna í Íslandi Kravið hjá fiskimonnu- num er, at fiskaprisurin skal hækka upp á sama stødi, sum hann er á uppbodssøl- uni. Og tað vil siga eini 15% Stødan er soleiðis, at fleiri av íslendsku vikrjunum eiga egnar trolarar, sum sostatt landa til virkið. Prísurin er sum nevnt eini 15% lægri enn tað, ið hevði fingist á uppbodssøluni, og tað eru fiskimenn ónggdir við. Íslendska sjómannafelag- ið fór í verkfall fyrr í vikuni, men samráðingar vóru kort- ini. Men so breyt ein bátur í Vestmannaoyggjunum verk- fallið mikukvgldið, og hetta hevði við sær, at semings- umboðini hjá fiskimonnu- num rýmdu av scmings- fundinum. Báturin úr Vestmanna- oyggjunum kom inn aftur í gjár, og semingsumboðini fyri fiskimenninar avgjørdu tiskil at fara aftur á fund í gjárkvgldið. Stendur í botni Men cingi útlit eru fyri eini loysn á málinum. Fiskimenn krevja eisini, at umsetiligheitin av fiska- kvotunum verður minkað. Í dag er møguligt at umseta upp til 50% av samlaða fiskiskapinum, og hetta krevja fiskimenn verður minkað niður í 10%. Sum er verður kortini ikki so stórur partur av kvotunum handlaður. Eini 35.000 tons verða handlað millum reið- aríini. Reiðarafelagið sigur, at fiskivinnan megnar als ikki eina príshækking upp á 15%, og verður hetta endin kann roknast við, at ein stór- ur partur av vinnuni fer fyri bakka. Uppbodssølan virkar undir heilt ødrum fyritreyt- um enn tey stóru virkini, sum keypa fiskin frå egnum skipum. Men fiskimenn halda fast við sítt, og tískil stendur rimmarfast í botni. Vanlukka fyri lodnufiskiskapin At verkfallið kemur júst nú, er einki minni enn ein van- lukka fyri íslendska lodnu- fiskiskapin. Vanliga er besta lodnutíð í februar mánaði. Tá er lodnan eisini full av rognum og av sera stórum týdningi fyri japanska marknaðin. Verður eingin lodnufiski- skapur kann hetta í ringasta føri merkja, at Ísland missir henda sera týdningarmikla japanska marknaðin. Talan er sjálvandi eisini um stórar peningaupphædd- ir, ið fara fyri skjeyti. Upp ímóti einum 18 mió. krónum verður mist hvert samdøgur, og samlaði missurin verður mettur til í minsta lagi 400 mió. í føroyskum krónum. Íslendingar eru eisini ør- kymlaðir av støduni, ikki minst tá hugsað verður um, at meðallgnin hjá einum vanligum dekkara á størstu lodnuskipunum í februar mánaði í fjør var heilar 80.000 krónum — føroyskar, væl at merkja. Altingið kanska uppí trætuna Fiskimenn siga, at høvuds- endamálið við verkfallinum er at steðga kvotaspekula- tiónini. Teir vilja hava eina veiðiskyldu uppá 90%. Hetta hevði merkt, at bert eini 20.000 tons av heildar- kvotuni, sum í fjør var 200.000 tons, kann handl- ast. Tað hevur vist seg, at menn og feløg uttanfyri Is- land hava keypt upp kvotu, sum teir síðani leiga víðari, uttan at fiska hana sjálvir. Hetta vilja fiskimenn hava steðgað — ella í hvussu er minkað. Reiðararnir siga seg vera til reiðar at tosa um hetta, men fiskimenn halda sam- stundis fast um kravið um at prísirnir skulu vera á sama stødi sum á uppbods- sølunum, tó at ikki verður selt til uppbodssølurnar. Og her stendur fast. Men av ti at stødan er so ålvarslig meta eygleidarar, at Altingid helst fer at leggja uppi trætuna. Hendir einki, fara eini 6000 fólk at gerast arbeiðs- leys av verkfallinum, og uppaftur fleiri fara at merkja svidan av tí. Ikki minst tí verður væntað, at ríkis- stjórnin fer at leggja uppí og steðga verkfallinum við lóg, hendir einki í samráð- ingunum teir komandi dag- arnar. Kelda: Edvard T. Jónsson Suðurstreymoyar Javnaðarfelag: Banka- kanningin og stødan í ríkinum Á fundi hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag komandi mána- kvold fara Marita Petersen, Jó- annes Eidesgaard og Atli Dam at tosa um nidurstødur av banka- kanningini og vidurskiftini vid Danmark framyvir Á limafundi hjá Suður- streymoyar Javnadarfel- ag månakvøldid verda tvey stórmál á skránni. Tað fyrra verður bank- akanningin og tað seinna vidurskiftini millum Før- oyar og Danmark. Hóast talan er um tvey mál, so hava tey rættuliga nógv við hvert annað at gera. — Gongdin í banka- málinum hevur fyri mongum lýst hvat danskir politiskir mynd- ugleikar leggja í ríkisfel- agsskapin. Hetta reisir so spurningin, um ríkisfel- agsskapurin kann halda fram soleiðis, sum hann hevur verið, ella um hann er farin burtur av at snúgva seg um krón- ur og oyru, sigur Anna Johannesen, sum er formaður í Sudurstreym- oyar Javnaðarfelag. Hon leggur afturat, at Javnaðarflokkurin í hes- um døgum ger støðuna upp, m.a. við uppskoti- num um stjórnmála- nevnd. Á fundinum fara eisini Marita Petersen, Jóannes Eidesgaard og Atli Dam at viðgera hesi vidur- skifti. — Vit vænta nógv fólk á fund, og tað ber eisini til hjá nýggjum limum at nýta høvi at tekna seg, leggur hon afturat Philips Bright Light gevur náttúrliga vælveru - allan vetur 2 2 PHILIPS * Left make tunas heitar Nógv fólk verða ávirkað av myrku árstíðini. tey verða í ringum lag og illa upplegd Ofta sova tey 2-4 tímar meira enn vanligt. men eru alikavæl ikki væl fyri Ov lítið av ljósið kann vera orsøkin til, at ein kennir seg troyttan og illa upplagdan Kroppurin skal dagliga hava 2.500 lux í 2-2 1/2 tíma. 5.000 lux 1-1 1/2 tíma eila 10 000 lux i 30-45 min. Myrku årstidina er hetta bara gjørligt vid lampum Philips Bright Light ljøsterapi- lampan hevur * Ljósstyrki: 2 500 lux við 80 cm frásteðug til lampuna + Tvær munadyggar PL-L55W Philips Original Bright Light HF (55W) lampur við 10 00 tíma brennitiå * Ljåsrørini geva eitt roligt ljós. ið íkki gevur høvudpinu o.t + Allar tekniskar spesifikatiGnir uppfylla strong trygdarkrøv på * Opal akryl frontplåta, id filtrerar UV ljósið * Vigar bara 7 kg. so lampan er lett at hava við sær * Lampan kann setast á borðið ella hanga á vegginum Vaal. priser: 4,055; 3.650; ELDIN GI + Ljósdoyvari. so lampan eisini kann brúkast til vanligt ljós 2 LJOSTERAPI + LJOSTERAPI + LJOSTERAPI + LJOSTERAPI SMS tel 18662 - 18663 + Saltangará tel 48762 =-mali eldingSolmant io