Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið 5052 177. ” Nr. 25 7. FEBRUAR 1998 Krevja endurgjald fyri mistan vinning: Virði fyri 70 mið. fara fyri skeyti um árið: Fuglfirðingar fara nú at stevna landsstýrið eftir fleiri millionum Havsbrún í Fuglafirði krevur endurgjald frá Landsstýrinum fyri tað, tey hava mist av tí, at ídn- aðarskipini mistu veiðiloyvi undir Føroyum. Stjørin á Havsbrún vón- ar at vit fáa polit- ikarar á ting eftir valið sum hava rygg til at hugsa um vinnulívið í- staðin fyri bara at lurta eftir teimum, sum rópa harðast. AK! BERTHOLDEN andsstyri k loyvið frá ídnaðarskip- unum at fiska undir Før- Men leiðslan á Havsbrún ætlar ikki at lata landsstýrið sleppa sí Tí nú verður síðsta hond løgd á eitt endurgjaldskrav sum Havsbrún ein av døg- unum fer at leggja ímóti landsstýrinum fyri tann vinning, virkið hevur mist av tf at idnadarskipini mistu veiðiloyvið undir Føroyum — Vit fara at krevja end- urgjald fyri hvert árið, idn- aðarskipini ikki sleppa at fiska undir Føroyum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún — Fyribils verður sostatt talan um endurgjald fyri tvey ár Bergur Poulsen sigur, at tað er ikki nágreiniliga roknað út, hvussu stórt end- urgjaldið verður Men hann metir, at tað fer liggja onkustaðni ímillum g 10 milliónir um - Ø sstýrið hevur góð tikið. at idnadarskipini sku u laa endurgja at I virkini á landi, eisini fáa tað --Skipini hava bygt sítt til verugrundarlag á ídnaðar fiskin. Tað sama hava vit Men hava politikarar ikki oyum er tann beri politikkur og tað má fáa avleiðingar fyri politikararnar Avleiðingin av hes- um er, at Havsbrún hevur mist 30.000 tons um árið, og tað vilja fuglfirðingar hava endurgjald fyri — Virðið á hýsuni, sum vit missa av ídnað- arskipunum, er ikki nær og námind virðið av tí, ídnaðarfiskurin skapar, sigur stjórin á Havsbrún loyvi at skipa fiskivinnuna undir Føroyum, sum teir vilja? --Jú, tað hava teir. Teir hava eisini loyvi at jarð- leggja alt Føroya land. Tað verdur ongin koyrdur i gegl- ið fyri tað. Tað er ongin, sum mótmælir teirra rætti at stýra — Men teir hava sjálvir góðtikið, at teir eru noyddir at betala endurgjald táið teir taka grundarlagið undan eini vinnugrein, í hesum føri til idnadarskipunum --Okkara stóða er ikki petti ødrvisi enn tann hjá ídnaðarskipunum. Idnadar- fiskurin undir Føroyum er eismi grundarlagið undir »kkara virksemi, sigur stjór in á havsbrun Vit høvdu aldri funnið uppå at bygt virki, høvdu vit ikki idnadarfiskin undir Føroyum at dúva uppá leggur hann afturat — Tí eigur Landsstýrið eisini at veita okkum end- urgjald, javnbjóðis við ídn- aðarskipini, sigur Bergur Poulsen Hava mist 30.000 tons Hann sigur, at tað var ein vanlukka fyri Havsbrún og fyri fuglfirðingar sum heild, at ídnaðarskipini ikki sleppa at fiska undir Føroyum longur. — Hetta hevur kostað okk- um 30.000 tons av råvøru um árið. Og tað í bestu tíð, táið råvørutrotid er størst og prisurin á hvítingsbróðuri tí í topp. Tvs, í tíðini frá aug- ust til mars Hvítingsbróðurin hevur verið brúktur til fóður. Men stórar ætlanir vóru frammi um at gera aðrar verur burturúr honum eis- ini. --Royndirnar í tí sam- bandinum vóru komnar væl á veg. Men nú er alt farið í vaskið, sigur stjórin á Havs- brún. — Tí eru vit komin í eina sera óhepna stóðu, leggur hann afturat. — Vit hava ikki sæð fiska- bein í eitt hálvt ár nú, so stødan er ógvuliga trupul Bergur Poulsen sigur, at tað arbeiða eini 60 fólk á Havsbrún og virkið hevur tí ómetaligan týdning fyri lokalsamfelagið -Fuglafjørdur stendur og fellur við Havsbrún — Tí tað mesta av tí virk- semi, sum er í Fuglafirði, er avleidd av virkseminum hjá Havsbrún, m.a. av teim- um skipum, sum hava verið í Fuglafirði --Idnaðarfiskurin = undir Føroyum hevði verið við til at tryggja hesum fólkum støðugt arbeiði Enn hava tey hampiliga støðugt arbeiði á Havsbrún — Men tað er bara ti, at Havsbrún eisini hevur eina fóðurdeild. — Somuleiðis er sum mest av viðlíkahaldið lagt til um heystið. — Men hvussu leingi vit klára at halda skútuna flót- andi uppá henda mátan er ein stórur spurningur. Bergur Poulsen sigur, at umframt arbeiðsplássini, sum nú eru á Havsbrún, eru eini tíggju, nýggj arbeiðs- pláss farin fyri skeyti av tí, at tær nýggju royndirnar, vit vóru í holt við, eru farnar fyri skeytið. — Og harumframt hava fuglfirðingar mist eini 10 arbeiðspláss í vinnum, sum høvdu verið avleiddar av hesum. — Og so eru tað sjálvandi tey 30 - 40 arbeiðsplássini umborð á ídnaðarskipunum, sum eisini eru mist. Beint Imóti øllum til- ráðingum Bergur Poulsen sigur, at landsstýrið tók veiðiloyvini frá idnadarskipunum beint ímóti øllum tilráðingum. - Tað er ongin livfrødilig, vinnulig ella fíggjarlig grundgeving fyri at banna ídnaðarveiði undir Føroy- um — Tað vil siga, at hetta er tann ber! politikkur. Og tað má fáa avleiðingar Hann sigur, at fiskifrød- ingar hava beinleiðis mælt til at fiska eini 30.000 tons av ídnaðarfiski undir Før- oyum Men er tað ikki rætt at tað er so nógvur hýsumurtur uppii, at ídnaðarfiskiskap- urin er skaðiligur fyri ann- an fiskiskap. — Fyri tað fyrsta fer idn- aðarfiskiskapurin fram á einum sera avmarkaðum øki. Tað er sum eitt lítið fri- merki afturímóti øllum Før- oyagrunninum. — Og harafturat er ein rist uppfunnin sum ger hjá- veiðina av hýsumurti nógv minni, enn annars. Men tað verður jú sagt, at ristin ger ongan mun, at hon er tað bera „bluff“ — Hatta er nakað sum verður sagt, uttan at prógv eru fyri tí. Hinvegin hava fólk frá Fiskirannsóknar- stovuni verið við skipum, tá i ristin er roynd. — Og eg haldi, at eg velji at trúgva teimum, heldur enn tí, sum verður tikið úr leys- ari luft. Men Bergur Poulsen sig- ur eisini, at nattúran er so háttað, at tað slepst ongantíð undan eini ávísari hjáveiði Men í hesum føri er tal- an um hýsumurt. Og tað y- virlivir Kortini bara ein brot- partur av tí, sum verður gýtt. Náttúran er so vísiliga innrættad, at hon „framleið- ir“ í yvirmát av yngli. Tí hevur hjáveiðan lítlan og onga ávirkan á hýsu- stovnin. — Men vit eiga eisini at gera virðini upp. — Vøran, vit gera burturúr ídnaðarfiskinum, er einar 70 milliónir verd um árið. — Og fóðuri verður til laks, sum eisini verður út- flutt fyri stórt virði. — Virðið av hýsu, vit møguliga missa av ídnaðar- fiskiskapinum, kemur ikki nær og námind upp á tað virðið, ídnaðarfiskurin gev- ur okkum. Nú verður sagt, at hýsan er rættiliga við at koma fyri seg aftur og at orsøkin er, at idnadarskipini vórðu beind burtur fyri tveimum árum síðani? — Hatta er tikið úr leysari luft. Tað er neyvan nakar samanhangur tað, at ídnað- arveiðan helt uppat og tað, at meiri hýsa er at fáa nú Ikki mist allar vónir Eftir, hvat skilst á Bergi Poulsen hava tey ikki mist allar vónir um at fáa løg- tingið at geva ídnaðarbát- unum veiðiloyvi undir Før- oyum aftur — Eg havi tíverri ongar vónir um, at tey, sum nú manna løgtingid, hava rygg til at taka vinnlívsmál í álv- ara — Tey eru meiri upptikin av bankakanningum, inni- luftini á Kambsdali og yvir- tøkuni av kirkjuni og ødrum slíkum málum, sum neyvan koma at hava nakran sum helst týdning fyri kapping- arførid hjá vinunni — Men nú er eisini valár — Og i valári verður bara hugsa um valagn. Nú verður ikki hugsa um sakligan pol- itikk. Nú verður bara hugs- að um, tað sum kann geva nakrar atkvødur. — Men táið valið hevur verið, vóni eg, at vit hava fingið fólk á ting, sum hava rygg til at føra skilagóðan vinnulívspolitikk - sum tí- skil fara at taka ídnaðarfisk- iskapin undir Føroyum upp- aftur. — Tá fara onkrir uttan iva at mótmæla, og siga, at nú kunnu ídnaðarskipini so ikki sleppa aftur undir Før- oyar, tí tey hava fingið end- urgjald. — Men við teir fari eg at siga, at tað endurgjald, skip- ini hava fingið er ikki meir enn eitt rímiligt endurgjald fyri tað, tey hava mist hig- artil. sigur bergur Poulsen. Okkara náttúra er so kørg, at tað er skilaloysi út um alt mark, ikki at gagn nýta hana til fulnar, so leingi tað er á burðardyggum grundarlag, leggur hann aft- urat. SU