leygardagur 7. februar 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SE Se rr
|
A as
Nr. 25 — 7. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið SOSlAlMn
Marita Petersen, stjóri á Sernámsdeplinum:
- Ein spennandi avbjóðing
I. februar fer Marita Petersen undir
eina nýggja uppgávu, sum hon hevur
hugsað um í fleiri ár. - Ég seti mær
sum fremsta mál at veita betri
sálarliga og pedagogisklu tænastu, í
sambandi við bórn og ung, sigur
nýggi stjórin
DAGNY JOENSEN
JENS KR. VANG
Í farnu viku var Marita Pet-
ersen, sett sum stjóri á
nýggja Sernámsdeplinum
Hóast hon í nøkur ár hev-
ur verið virkin innan politis-
ka arbeiðið, so hevur hon
við síðuna av tingarbeiði-
num, verið undirvísingar-
leiðari á sernåmsfrødiligu
ráðgevingini, fyri Lands-
skúlasitingina
Ein samanlegging av ser-
nåmsfrødiliga virkseminum
undir Landsskúlafyrisiting-
ini og Skúlanum á Trødni,
er farin fram. Tað er hesin
stovnur, sum nú er Ser-
námsdepilin.
- Tað er av stórum týdn-
ingi at leggja saman, fyri at
veita betri tænastu, men eis-
ini fyri at nýta peningin og
starvsfólkini betur, sigur
Marita Petersen
Stovnur við
fjøltåttadum innihaldi
Eini 60 starvsfólk arbeiða
innan Sernámsdepilin,sum
hevur fjøltåttada innihald.
Her er skúladeild, tali- og
hoyrideild, skúlapsykolog-
isk ráðgeving og barnagarð-
ur, har nøkur børn eru fasta
tíð, umframt børn, sum
koma til eygleiðingar og
kanningar, og síðani fáa
vegleiðing og ráðgeving.
Annar partur av arbeið-
inum verður at hava sam-
starv við skúlaverkið, skúla-
leiðslur í fólkaskúlanum og
serundirvísingslærarar
kring landið.
Í hesum partinum liggur
eisini at hava samstarv við
dagstovnar, heilsusystrar-
nar, Almannastovuna og
Landssjúkrahúsið.
- Sernámsdepilin skal
vera staðið, har fólk, sum
arbeiða vid børnum, ið hava
serligan tørv, fåa råd og
leiðbeining og verða stimb-
rað til framhaldandi arbeiði.
Positivt, men
slítandi arbeiði
- Hóast tað er ógvuliga
positivt og áhugavert at ar-
beiða við brekaðum børn-
um, so er tað samstundis
slítandi. Hesi starvsfólk
hava oftari brúk fyri at
verða stimbrað, enn onnur,
fyri síðani at fara aftur til
verka, sigur Marita Peter-
sen.
Hon sigur annars, at brúk-
arin í fyrstuni ikki fer at
merkja tær stóru broyting-
arnar beinanvegin, av tí at
hetta skúlaárið longu var
planlagt í fjør.
- Nú hava vit møguleika
at gera broytingar næsta
skúlaár, sum byrjar eftir
summarfrítíðina.
- Hóast tað er rættiliga
tengt at fíggjarligu orkuni.
so verður kortinr játtað nak-
að av peningi til økid, sigur
Marita Petersen.
Avsettar eru 14 mió.
krónur til depilin í 1998, og
tað sama til vriksemið í
fólkaskúlanum.
Stovnurin hevur fleiri væl
kvalifiserad starvsfólk, men
tørvur er á psykologum.
Tervur á
skúlapsykologum
Serliga merkja tey tað á sál-
arfrødiliga økinum. Bert ein
skålapsykologur, umframt
stjóran og deildarleidaran,
er virkin á stovninum.
- Samanbera vit okkum
vid hini Nordurlondini, so
VIP
skuldu vit hava einar átta -
10 psykologar í starvi, sigur
Marita Petersen.
Hon vit tó seta sær sum
mál, at fáa fýra skúlapsyko-
logar í starv á deplinum.
- Kundi tað latið seg gjørt,
so kundu vit veitt rímiliga
góða ráðgeving og vegleið-
ing.
Sernámsdepilin er til fyri
at hjálpa børnum og foreld-
rum sum hava serligan tørv.
Umframt tad skal stovnurin
stuðla og stimbra starvsfólk,
lærarar og pedagogar, sum
arbeiða við serundirvísing
og á ðrum økjum, har ser-
lig undirvísing er neyðug.
- Her haltar skipanin tí-
verri, og tí vil eg seta mær
sum fremsta mál at veita
betri psykologiska og peda-
gogiska tænastu, sigur Mar-
ita Petersen og skoytir uppí,
at her verður neyðugt við
fólki, ið hevur hesar út-
búgvingar.
Avmarkaðar
meguleikar í løtuni
Beint nú eru tað tveir lutir,
sumspennna bein fyri hesi
ætlan. Ein er at játtanin er
rættiliga avmarkad, og hin
er at stovnurin er bundin av
gomlu skipanini, sum skal
fáa upp á pláss.
- Hetta er ein spennandi
avbjóðing, sum eg havi havt
áhuga fyri og hugsað um í
fleiri ár, sigur Marita Pet-
ersen.
Tað, sum ger meg bjart-
skygda er, at vit hava nógv,
góð starvsfólk, sum gera tað
møguligt at menna stovnin,
sigur Marita Petersen.
-Tað, at tå hevur átikið
tær hetta starvið, merkir tað,
at tú gevst í politikki?
- Eg havi ikki tíkið stóðu
til framtíðar politiska virk-
semið mítt. Val verður helst
í fyrru helt av árinum, og tá
fari eg at taka stóðu til mål-
ið, sigur Marita Petersen.
Nýggju só
í miðbýnum
Opið er:
Leygardag
Sunnudag
Mánad.-fríggjad. 9.00—22.00
9.00-18.00 P
14.00—18.00 +
TIf. 16515
Marita Petersen, stjóri á Sernámsdeplinum: - Hetta skal
vera staðið, har fólk, sum arbeiða við bórnum, ið hava
serligan tørv, fáa ráð og leiðbeining og verða stimbrað til
framhaldandi arbeiði
FÆRØSAGEN
De vigtigste afsnit af
Færøkommisionens
rapport om den
færøske banksag
"Ef
'
-
= Ul
8 3
==