leygardagur 7. februar 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
arbeiði í Tasmanien og
Kina, men hetta eydnast
ikki, og áðrena langt um-
líðir hevur hann - sum hann
inni við seg sjálvan alla tíð-
ina hevur tráað eftir - fingið
arbeiði í Føroyum. Hann
gerst hjálparmaður hjá land-
búnarráðgevanum og eftir
at hava havt eini tvey onnur
størv, verður hann sjálvur
landbúnaðarráðgevi
Tveir tridingar av endur-
minningunum eru um upp-
vøkstur og útbúgving, med-
an tann seinasti triðingurin
er frá arbeiðslívinum heima
í Føroyum. Vaksnamanna-
árini fáa sostatt lutfalsliga
stutta viðgerð, og ógvuliga
fáir persónar verða nevndir
við navni. Hesin parturin er
tí - hóast vælskrivaður - eitt
sindur glærur og blóðlítil
Tað er kanska eisini ilt at
hugsa sær, at hetta kann
verða stórt ødrvisi í einum
so fámentum og ættarkær-
um samfelag
Orættan sum drívmegi
Kenslan av at vera forfjón-
aður, av ikki at verða virdur
er til staðar frá fyrstu byrj-
an, men í staðin fyri at geva
skarvin yvir, gerst okkara
høvudspers6nur, hóast sjúk
u og likamligar veikleikar
annars, harðbalin. Hann
gloymir ikki, hvussu fólk
eru ímóti honum, men vinn
ur á øllum við tí stødutakan
at hann skal vísa teimum
Frá fyrstan tíð var høv-
undinum ikki júst spådd
nøkur dugnagóð framtíð, og
ein maður skal hava sagt um
hann, tá ið hann var I ára
gamal: >Hatta, nei hatta er
ikki livført, tak um beinini
og slá høvdid í stein, hasum
skapast einki burtur úr í
hvussu er<. Og gjøgnum
uppvøksturin sigur sami
maður javnan: >Tað hevði
eg forsvorið, at tú dró undan
ta ferðina vit fóru til Havnar
við tær á sinni, tí eg havi
aldri sætt so tandrasligt
barn<. Her kemur eitt
mynstur til sjóndar, eitt
mynstur, sum ferð eftir ferð
ger vart við seg: fólk hava
ikki álit á tí unga Heðini
Brú, men viðganga seinni
bilsin, at tey greidliga fóru
skeiv.
»Hesin veikleiki hekk vid
meg upp gjøgnum barnaår-
ini, var tidum hjå lækna,
livdi av sjúkrakosti. Men
sum frá leið batnaði so líð-
andi«. Hetta kundi verið yv-
irskriftin til ein fittan part
av endurminningunum, og
tað lýsir samstundis menn-
ingina hjá fråsøgumanni-
Nr. 25 — 7. FEBRUAR 1998
tidindablad
H DA
jeg
— Tað man hava verið lítið veiggj í mær, líka frå ti eg kom undan m6durfaldi (Hedin Brú, fyrstu orðini í Endurminningunum
num. Orðini hjá H.C. And-
ersen »Først gaar Man saa
grueligt meget igennem og
saa bliver Man bergmt<
kunnu ikki uttan vidari nyt-
ast um Heðin Brú, men
hann skal igjøgnum ein
reinsannareld, áðrenn hann
kemur á sín ásetta sess í
tilveruni. Vit eru ikki fjart
frå buningarskaldsøguni,
sum i bygnadi mangan
minnir um endurminningar.
Qll barnaárini og vakstr-
arárini - og seinni við - er
hann nervaður av sjúku,
einahelst vegna skeiva og
vidhvørt vånaliga fødi. Men
akkuråt henda vanheilsa er
allarhelst orsøkin til, at
Hedin Br fekk áhuga fyri
lesnaði og gjørdist landbún-
arráðgevi og rithøvundur og
ikki fiskimadur, sum hinir
úr somu korum sum hann
Sjúkan er bæði mótspælari
og treyt fyri hansara menn-
ing. Hon er allastaðni og
hevur við sær, at drongurin
fær kensluna av at verda illa
vidfarin av foreldrunum
»Og at eg var eitt satt 6-
argadýr, var einki at ivast í,
so mikið varð njelt á meg
um dagarnar<. Undirluta-
kensla ger eisini vart við
seg: >Hesa broyttu støðuna
til brødurnar hugsaði eg
nogv um, fatadi ikki hvi teir
vildu ikki hava meg uppi i
spæli, helt tað var ti at cg
nyttaði einki. Eg var sjúkur
og lá tíðum í seingini. Og
tann sum tað ger, hann nytt
ar einkis
Sjúkan gerst í uppvøkstr
inum eitt haft, sum um
hvørvid ikki lítur honum
styrkina til at gera seg leys-
an av: »Mamman helt, eg
skuldi ikki sleppa við. Hon
hevði einaferð burtur av
heft seg við, at eg var sjúkur
og einki til mannar«. Her
verður í fáum setningum
gjørt vart við, hvat tað er
drongurin stríðist ímóti, og
hví tað var neyðugt at fara
til skips og síðani til Dan
mark. Fyri at gerast vaksin,
er hann noyddur at:kvetta
alt samband við heimið
Lesnaður
Tá ið hann er fermdur siga
foreldrini við hann, at hann
má leggja av at sita og lesa
yrkadagar, og at hann í stað
in skal leggja seg eftir onkr
um nyttugari, so hann kann
livbjarga sær i bygdini. Ut
bugving kann tad ikki vera
talingur um, bæði ti at peng
ar skulu til, og ti at heilsan
er so vånalig: »Henda sam
røda við foreldrini beit seg
so fasta i meg, at:tað er ikki
at siga frå. Eg fataði hana
so, at tey hildu eg var ikki
rætt siktadur, at eg nyttaði
einki til nakað. Tað var ikki
lætt at taka, enntá sjálvan
fermingardagin<
Hetta er ikki seinasti
stoyturin, fråsøgumanni
num verður fyri, men hann