Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

stríðir seg igjøgnum. Langt umsíðir fær lesarin at vita, at tað er eitt magasar, sum ger høvundinum somikið fortreð, og at orsekin er skervur kostur. Við vegleið- ing og røttum kosti er hann einki ødrvisi enn onnur. Tá ið hevundurin eftir lokna útbúgving vitjar heimbygd- ina, áðrenn hann skal taka við starvinum í Havn, hevn- ir hann seg. Bygdarmenni- nir bjéda honum vælkomn- um, og hann svarar speisk- iga: >Jú, takk fyri tað. Men vita væl, at eg eri so latur, at eg fari skjótt avstað aftur, tími ikki at ganga her fyri einki rættiliga leingi< Foreldrini dylja ikk: á nakran hátt, hvat ið tey halda um bøkur og lesnað Ja tekur tú ikki betri r fyri teg. verður tú f aðurin, Símun u. Hann las seg lavillan og varð ein 6- vinum<. Hverja fe hann nærkast einari bók, eru foreldrini á kroppi- num á honum: >Nú, stakk fer tú ikki heldur at spinna eina letu?..< Tann áðurnevndi maðurin, sum Í skips, for- telur, at foreldrinum hjá honum hava arbeitt so hart við garði og jørð, at tað er kki lívsmegi til annað. Ti skilja tey ikki, at sonurin vil esa og æra Bygdarfólkið hevur held- ur einki álit á Hedini Brú men sambært tað nevnda mynstrið, mugu tey lúta og iðganga, at tey fóru sken >vit harmaðu foreldur tíni u sat Dara og las legði einki í hvussu tey royndu at yr tær hevur gingið Mini hóast tu ekk hjálp heiman. Ja, að er smeitur fyri okk- um 9 sum stóðu ímóti Humor og angist r seg á ymisl sKaldskapinurm hann Íýsir + ið umhvørvi og hendingar skiljast heilt bókstaviliga av einum smádrongi slepst ikki undan, at tey fáa ein skemti- liga dám. Og tá ið hann ikki fær nakra reiðiliga frágreið- ing upp á tað, hann spyr um »g noyðist at gera sína egnu, eru vit ofta í komikkinum Smádrongurin fær frá mammu síni at vita, at hann má ikki signa hundin, tí hes- in er heiðin: »Eftir sat eg g grundadi yvir, hvat tad var at vera heidin, kom til, tað var at hava hala, fann mær so okkurt at binda upp á meg til hala, gekk síðan målmikil um roykstovuna g spældi heiðin< Heilaga andan fatar drongurin soleiðis: »Uppi yvir Gud faðiri á myndini var ein dúgva, tað var heil ag! andin. Hann så eg á bø- num vidhvørt, men síðani visti eg emki um hann so It Bókin er annars gjøgn- umsúrgað av tí eyðkenda varliga humorinum hjá hevundanum, sum hending- aferð verður til barokkar leikir Barnaheimurin = verður minni enn so bara lýstur á tann skemtiliga bógvin, angistin ger eisini skjótt vart við seg. Tá ið drongurin fýra ára gamal liggur við meslingum, er hann so 6- fridarligar, at systirin finnur uppá »rulkin«, sum bitir børn, ið liggja og rópa í seingini: >Við rulkinum kom tað illa og hættisliga inn í mína barnatilveru. Hó- ast hetta byrjaði so meina- leyst og í spølni, kom tað tó at hava stórar avleiðingar< Fleiri ár eftir hetta ríður rulkurin honum sum marr- an, og ikki fyrr enn mamm- an sigur við hann, at rulk- urin er ikki til, at tað bara er nakað, tey hava lokkað fyri honum, tekkist ein ljós- ari heimur >Ég siti cinsamallur eftir undir sólheita vegginum, heilt ovbyrjaður av hesum, mamman hevdi sagt. Rulk- urin var ikki til, segði hon. Og eg hómaði ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð, var eisim ógvuliga ovfarin, at tey vaksnu høvdu lokkað fyri mær. Aldri var tað kom- ið mær í hug, at tey kundu lokka soleiðis<. Sannførdur er drongurin kortini ikki, og mamman má fullvissa hann um, at tað passar, at tey hava logið, og somuleiðis, at tey ikki hava logið um Gud, eingiarnar, illamann og teir illu andar- nar. Hóast drongurin kennir ein ómetaligan lætta, so er ótryggleikin komin inn í heimin. Fyrr var einki mark í hansara verð - >Mark mill- um veruligt og óveruligt lív var ikki til< - men nú er heimurin broyttur. Tað sjálvsagda í tilveruni er horvið, tað er vorðið um- ráðandi at hugsa seg um. Endurminningar og skaldskapurin Grundarlagið í øllum skald- skapi er onkursvegna egnar royndir, men í skaldskapi- num hjá Heðini Brú kann tað tykjast serliga stutt í- millum upplivingar og skriving. Tá ið tú lesur »Endurminningar« heldur tú teg í heilum kenna temu og fyribrigdir aftur úr bók- unum. Hvussu nær, Heðin Brú siglur veruleikanum, sæst av svarinum eg fekk, tá ið eg einaferð spurdi hann, hví støddin á garði- num ikki er nevnd í skald- søguni >Tað stóra takid«: »Orsøkin er tann, at eg vil ikki peika beint á eitt vist hús í míni bygd. Nevndi eg støddina á hesum garði, var hann eitt eindømi í allari øynni«. A annan bógvin liggur tað nær at gera ein samanburð millum endurminningar og skaldskap, fyri á tann hátt at finna út av í hvussu stóran mun, høvundurin beinleiðis nýtir egnar royndir. Sjálvur segði hann einferð: »Eg skrivi helst fyri at siga frå mini bygd<. A hin bógvin er tað åhugaverda í eini å- vísan av samsvari millum ævisøgu og yrking ikki eyð- sæð, tá ið eitt grundleggj- andi forvitni er undantikið Vónand: verður kortini ein glampi av ljósi varpaður yv- ir vidurskiftir millum lív og verk Tað er fyrst og fremst Høgna úr >Lognbrá-Fasta- tøkum«, lesarin kennir aftur í endurminningunum. Høgni er ikki Heðin Brú, men tað er nógv í umheims- fatan og upplivingum frá barnaárum og fyrstu ung- dómsárum sum líkist. Longu frá fyrst av í >Logn- brá< meinar Høgni seg illa viðfarnarn, og Heðin Brú heldur seg eisini hava fingið í meira lagi oman yvir sín kropp: >Og at eg var eitt Oargadyr, var einki at ivast i, so mikið var njelt á meg um dagarnar<. Men hann kennir ikki, mótvegis Høgna, at yngstu árini vóru ólukkulig - eydnuloysis- kenslan kemur tó seinni - >Hóast hetta ræðuliga vígg- ið, sum stóð um meg mangt myrkt vetrarkvøld, stendur heimid i fyrstu barnaåru- num fyri mær sum eitt fjålgt reidur«. Fyrstu fjallaferdirnar hjå Hedini Brú og Høgna eru ógvuliga líkar, og eins og hjá Høgna broytist um- heimsfatanin hjá Heðini Brú, eftir at hann hevur ver- ið uppi á fjallinum, og hann reiðiliga skilir, at tað finst ein heimur uttan fyri heim- bygdina. Lýsingin av ódnarveðri- num í »Fastatøkum« og tann í endurminningunum eru ógvuliga líkar, og tað er uttan iva tann sami storm- urin, sagt verður frá. Fyri Høgna fær ódnarveðrið tann avgerandi týdning, at hann verður varur við møguleik- an fyri týning og tað fær hann at virðismeta lívið ødr- vísi. Tað, sum áður vóru trupulleikar, hann ikki kundi vinna á, verður til týdningarleyst smáputl. Í »Endurminningum« verður tað sagt soleiðis >Tað var sjálvt lívið, sum nú alt í einum stóð so 6- missiligt og ljómaði fyri mær, sá tað mestsum frá í erva í dárandi ljósi og litum, hátt heyjað yvir allan ger- andisdag. Nú dugdi eg ikki at fata, hví eg nakrantíð hevði kent hetta dýra liv sum eina byrðu, ið mær stóðst vid og mangan hevði hug at kasta frá mær. Og eg lovaði so staðiliga, at eydn- aðist mær at koma livandi burtur úr tí, sum nú leikaði á, skuldi eg aldri aftur lítils- meta lívið, hvat ið síðani gekk á, og hetta havi eg trú- liga hildið til henda dag< Hetta seinasta stendur sum ein samandráttur av lívsáskoðanini hjá Heðini Brú Hamskift vaksin Tær fylgjandi skaldsøgur- nar gera ikki so nógv vart við seg í endurminningu- num, kortini koma einstøk brot fyri. Í grindadrápinum í >Feðgum á ferð< gerast friðarligir menn garvillir. Í endurminningunum eyg- leiðir drongurin tað, sum fer fram á rættini, og hann hev- ur ilt við at kenna menninar aftur: »Mær var alt hetta so 6- fatiligt og ótrúligt. Somu menninir, sum gingu so blíðir heima í túninum, eymkaðu børnini, um tey beklaðu eina tuflu. Her hava teir verið og rikið neyðars seyðin úr fjara haganum í tronga, leggja so á hann við knívum at meinsla. Vit børn verda hartad, bert vit slita eitt bein av einum grinda- lokki. Altid er so nógv 6- fatiligt vid teimum vaksnu«. »Leikum fagurt« vidger spurningar, sum i høvuds- heitum verða lopnir um i endurminningunum, og hvat viðvíkur >Men lívið lær< og >Tað stóra takið<, so eru tað bara hendinga brot år bygdarlivinum, sum lesarin ber kenslu á Ein partur av stuttsøgu- num eru minningarbrot, meira og minni tilevnaði, og summi av teimum kennast aftur í »Endurminningum« Nr. 25 — 7. FEBRUAR 1998 skúlatíðin (»Min fyrsti skúl- adagur<), at barnið hevur ilt við at skilja ímillum yrking og veruleika (»Ovari veg- ur<), ein vinmaður í barna- árunum gerst blindur (>Hin langa náttin<), ein vognferð í Danmark, har høvundurin koyrir sum vitleysur („Rennur og rennur foli mín<). Í endurminningu- num fortelur høvundurin um ein dreym, har hann spælir og síðani berjist við eitt kópahgvd. Hann hevur jú aldrin sæð annað av kóp! Hetta fyribrigdi gongur aft- ur í tí mytisku søguni »Inn- idagurin<, har drongurin roynir at umskapa seg til ein kóp, men má lata sær lynda við høvdid, sum er tað ein- asta, hann kennir. Í tí beisku søguni >Land- námsmaðurin< (hon stendur í Jólastjórnuni frá !972) kemur fråsøgumadurin heim eftir at hava verid burtur í longri tíð og upp- dagar, at húsini hjá foreldru- num eru niðurtikin av elsta beiggjanum. Sambært end- urminningarnar byggir søg- an í fittan mun á egnar upp- livingar Hóast ein er varin Tá ið ein rithøvundur skriv- ar endurminningar, roknar lesarin við, at tað á onkrum stóði verður nortið við skaldskapin. Men Heðin Brú sigur næstan einki um sína skriving, bert hissini nevnir hann hana, og hon er aldrin evni í bókini. Grundin er ivaleyst hon, at endurminningarbókin Í høvudsheitum viðger tann unga Hans Jacob Jacobsen, áðrenn hann er vorðin rit- høvundurin Heðin Brú Fyrsta bókin verður nevnd, men um somu tíð broytast endurminningarnar, og ytri hendingar fáa meiri og meiri týdning, samsvarandi viknar tann ævisøguligi parturin. Har, sum ein um- røda av skaldskapinum nat- úrliga hoyrir heima í sam- anhanginum, broytir høv- undurin kós, og lesarin verður sleptur upp á fjall við sínum forvitni Hóast tær mongu bygd- arsøgurnar, ið koma út á før- oyskum og tí mikla áhuga- num fyri livsssøgum ann- ars, so er lítil ivi um, at trup- ulleikar eru við at skriva ævisøgu í okkara samfelag Eg skal tí taka samanum við at endurgeva tvey brot hes- um viðvíkjandi frá Heðini Brú. Tað fyrra er úr sam- rødu við Bjarne Nielsen Brovst: »-Havde jeg vidst, det var så svært at skrive erindring- er, havde jeg ikke indladt mig på det. -Hvorfor ikke? -Fordi det, jeg gerne vil skrive, kan man ikke skrive, det kan jeg ikke godt lide. så skal man lade være… det bliver så kedeligt, når det skal være pænt. Jeg vil ikke såre nogen. Slægten lever måske« Tað seinna er úr brævi til Jógvan Isaksen: »Ikki ber til at skriva í einum lítlum samfelag, hóast ein er var- in«.