Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 25 — 7. FEBRUAR 1998 tidindablad Sostalurn Jóannes er romantikari Er rithøvundurin svartskygdur? Meira enn so. Tad er ikki kollveltingin, sum umsíðir er komin, tað er ikki politisk medvit og ein skipað ætlan, sum býr undir, men bara tann kalda og blanka ødin. Tað er tann persónliga hevnd- in, sum slær, í einum samfelagi, har alt samanhald er dottið sundur, og hvgr einstakur stendur einsamallur eftir við sínum, skrivar Gunnar Hoydal m. a. í ummælinum Gunnar Hoydal ummælir: Jóanes Nielsen: Páskaódnin Mentunargrunnur Studentafelagsins Keypmannahavn 1997 Hvussu bar tað til, at alt fór so út av lagi? Landið fór á húsagang, arbeiðsloysið skolaði alt omanav, ungar familjur mistu hús og heim og máttu rýma av landinum sum flóttafólk, meðan tey sum høvdu ríkað seg upp kláraðu at flyta vinningin og bjarga øllum sínum. Undir í skuld og skomm slongist hetta landið higar og hagar, kanningar verða gjørdar, frágreiðingar verða skriv- aðar, men eingin hevði skyldina, eingin verður sett- ur til svars, poltikararnir hugna sær við orðavavstri og smáklandri, men einki hendir. Hvar er tann upp- sparda gðin? Øll vita, at hon liggur allastaðni og undir gllum, men hon bara hópar seg upp sum eitt forstoppilsi í tarmunum, kroppurin tusnar upp og bólgnar. Tað stendur til at bresta. Hetta mátti verið gott til- far hjá einum rithøvundi, og meira enn einaferð hevur verið sóknast eftir skaldsøg- um, sum viðgera samtíðina, so ógvuslig og ófantalig, sum hon er. Men hví ger eingin nakað við tað? Nú ger Jóanes Nielsen tað. Ein rættiligan vørr við skaldsøguni "Påska6dnini”. Fyri at kunna hava leysari teymar leggur hann søgu- gongdina nøkur år fram í tíðina, og hon byrjar við tí øgiligu ódnini, sum fær Havnará at bróta seg úr sín- um leinkjum og senda alla óhumskuna, sum har hevur hópað seg upp, út yvir býin. Natúrin hevur reist seg, væl hjálpt, sum tað síðani vísir seg, av urtagarðsmann- inum Sámali Kjørvik, Hann hevur fingið nokk, og ein dagin reisir hann seg, bustar moldina av hondunum og fer til verka. Og tað er ikki við mýkindum. Tað endar við drápi, og mitt í gllum rokinum, meðan áin floym- ir, og alt er ein ruðuleiki, finnur blaðstjórin Arthur Berg høvdid á sakføraran- um Gogo í einari spann í kjallaranum. Tungan hong- ur úti, og úr nasagluggunum stendur ein bust av stívum, svørtum hárum. Skallin vendir niðureftir, og sárið er stroytt við einum neva av grovum salti. Tað, sum eingin veit, er, at restin av manninum hongur uppi á einum jarn- rimaveggi, sum onkur hev- ur sett upp inni í kloakktunl- inum, einar 300 metrar om- an fyri Sersjantavíkina. Kongar eru borðaðir inn í síðurnar at halda, og tað er hesin veggur, sum typpir ánna í tí øgiliga åarførinum og far hana at koma upp gjøgnum gll rør og rivur og kummur og op. Her hevur hevndareingilin verið, ein sum veit, hvat hann ætlar, og sum dugir síni ting. Bókin er í tveimum. Tann fyrri parturin er um ódnini og drápið og arbeiðið at fáa ánna upp aftur, samstundis sum løgreglan leitar eftir drápsmanninum. Seinni partur, ið er stuttur aftur- ímóti, er sum ein eftirskrift um rættarmálið og avleið- ingarnar av uppreistrinum. Brotsmaðurin er ikki urta- garðsmaðurin sjálvur, men ein sum hansara orð hava fest eld í. Býurin er á gosi og heldur við drápsmann- inum, men nøkur loysn hómast ikki, hvørki sam- felagsliga ella fyri teir per- sónar, sum hava verið næst- ir hendingunum. Er rithøvundurin svart- skygdur? Meira enn so. Tað er ikki kollveltingin, sum umsíðir er komin, tað er ikki politisk medvit og ein skip- að ætlan, sun: býr undir, men bara tann kalda og blanka ødin. Tað er tann persónliga hevndin, sum slær, í einum samfelagi, har alt samanhald er dottið sundur, og hvør einstakur stendur einsamallur eftir við sínum. Sosialistar í Føroy- um? spyr Magnus Dahl, tann alkoholiseraði arbeiðs- maðurin, ið er tað nærmasta bókin kemur einum høvuds- fólki. Nei, teir eru bara eitt uppkók av gamlari kirkju- bønationalismu og fólka- pensiónini hjá javnaðar- monnum. Og føroyskir po- litikarar og embætismenn? Teir síggja ofta út, sum teir akkurát hava fratað, tá ið teir royna at grundgeva fyri sínum hjartamálum. Tað føroyska sæst bara eftir í varðhundaoyrunum, ið eru spesielt konstrueraði til at lofta tí føroysku húgvuni, so hon ikki smokkar niður fyri eyguni. Hugsjónirnar eru ikki til longur, nú er tað handils- skapur. Oljan er komin, Far- oe Oil Entreprise hevur keypt gamla apotek og handilin hjá Jacob Lutzen og bygt Europahotellið í átta hæddum uppi á súlum tvørtur um Aarvegin, klo- akkirnar er privatiseraðar, sjálvt gravirnar á kirkju- garðinum eru lagdar út til eitt partafelagið, P/F Elysion, at røkja. Havnin er eitt syndugt hol. Sakførarar eru rotturnar í samfelagnum. Brennivíns- tango. Soleiðis eita ngkur av kapitlunum í bókini. Her er lítil vón, men afturfyri er nógv lív, og tað sum eyð- kennir bókina, er tann máls- liga og myndaskapandi ork- an, ið næstan sum Havnará sjálv spríkjur út millum reglurnar og brotini. Og innímillum er tað ófantaliga stuttligt og vakurt. Veikleikin er samanset- ingin. Eini 20 persónar fáa navn og høvd og kropp, men hvussu tey hoyra sam- an, og hvussu hendan hend- ingin vísir fram til tað næsta ella aftur til tad fyrra, tad er ringt hjå lesaranum at fåa skil å. Kanska ti hann heldur seg hava eina vanliga krimi- søgu fyri sær, ella hann hevur sæð ov nógvar enskar Jóanes er romantikari, kanska tann einasti og seinasti, vit eiga. Hann trýr upp á tað góða menniskjað, tað óspilta, arbeiðandi, elskandi menniskjað, sigur Gunnar Hoydal sjónvarpsleikir. Og hetta við kroppinum, sum tey fáa, jú, men ofta verða persónarnir sleptir, áðrenn teir eru heilir og hava fest seg; teir eru gloymdir, tá ið teir koma afturíaftur. Hvør var nú hes- in, hvgr var nú handan? Tað man vera, tí at Jóanes Nielsen er lýriskt skald fyrst og fremst. Hann er ikki episkur, í øllum fórum ikki í tí klassisku merkingini, ein, sum dugir at siga eina langa søgu út í allar greinar á tí sama stóra trænum. Hann skapar í myndum og í brotum, í teimum glógv- andi løtunum. Tí eru í bók- ini eisini frágreiðingar og langar samanbindingar, ið eru deydligar og meira sum ífyllur. Tær tyngja meira enn tær bera. Inntil tað aftur brýtur og skyggir. Og at hann dugir at skriva prosa í stuttum formi, tað vita vit frá fyrr og nú eisini her sum í kapitl- inum “Ein lítil halgisøga”. Tað er um Oskar Íslending, sum er komin heilt ungur úr Íslandi og hevur livad alt sítt lív í eyðmjúkari tænastu hjá kommununi at reinsa ristir og kloakkir og taka tað upp, sum kemur undan fólki. Hann býr í einum neystalofti úti í Bakka, einsamallur, í myrkri, skíggjaður. Nú liggur hann til tað seinasta og sigur sína søgu um ta ferðina, hann fann ein deyðan nyføding í frárenslinum frá einum kjallara. Hetta verður hans- ara barn og hansara ábyrgd at fáa tað í jørðina. Hann ber tað burtur í myrkrinum út um býin, út um ánna og niðan undir ein stein kirkju- bømegin Sandá. Hann vask- ar tí lítla gentubarninum í ánni og leggur tað í ein løriftsposa. Har á steininum situr ein maður í hvítum klæðum og spælir floytu, og hann veit, at Jesus er við í hesum heilaga verki. Søgan er so einføld og vøkur, at hon átti at verið lisin á hvgrjum ári hesa tíðina upp undir jólini. Jóanes er romantikari, kanska tann einasti og sein- asti, vit eiga. Hann trýr upp á tað góða menniskjað, tað óspilta, arbeiðandi, elskandi menniskjað. Hann skrivar: “Tað passar ikki, sum høv- undurin av søguni um Adam og Eva sigur. Arbeiði er ikki ein straffur... Tú av- dúkar dreymar og loyndar- mál gjøgnum títt arbeiði. Heil skip og heilir býir grógva fram undan tínum hondum. Tað er ikki nakað forbannilsi, at maturin, um- framt at smakka av salti, oksa, korni og fiski, eisini smakkar av sveitta. Tað eru korini á jørð." Og tað elskandi menn- iskja? Her er romantikkurin hjá Jóanesi ikki tann sveim andi kærleikin og tann fjari longsulin, men tað heilaga, sum er beint fyri eygunum. Sum tað livandi kynið í konufólki. Har vakna keldurnar, aðrar stóráir fara upp um bakkarnar, og Jóanes er fúlur upp á ein so hjartagrípandi og óskyldigan máta, at einglarnir mugu smílast og fáa hug at mussa hvgnn- annan, meðan fanarnir standa útivið og gráta. Eingin annar skrivar sum hann, so lætt og so ramligt í senn. Hann hevur sín egna tóna og sín egna stíl, og tað er blivið so, at vit vænta okkum nógv og bíða í spenningi, tá ið tað frættist, at nú kemur hann við nýggj- ari bók. Einastaðni skrivar hann: “Tær bøkur, ið ikki fanga tey stóru rákini, ta breiðu streymandi ánna, ið ósmæð- in flýtur tvørtur um land- mørkini, tær áttu heldur at verið tré, ið gjørdu sína nyttu á jørðini." Tað eru stór krøv at seta, og eg tvist i, um "Påska- ódnin" sum skaldsega er nóg heilskapað til at renna út um hesi merkini. Men har eru so nógv føgur blød á greinunum, og tú hevði ongantíð varnast tey, hevði hann ikki við sínum stóra hjarta umskapað træið og gjørt tað til bók hjá okkum at lesa