leygardagur 7. februar 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eitt sindur um bíbliutýðingar
tíðindabla
Ein seinkað viðmerking til svar hjá Hans J. Joensen, bispi, í sendingini,
> Víða um«, 14. jan. 1998
Jógvan á Lakjun
í Fuglafirði skrivar:
Tað eru í ár liðin 61 ár, síðan
vit fingu Nýggja Testamenti
á føroyskum í ikki minni
enn tveimum týðingum. 49
ár eru liðin, síðan Bíblian
kom út í týðing Victor Dan
ielsens, og 37 ár eru farin,
síðan bíbliutýðingin hjá
Jákup: Dahl og K. O. Vid-
erg kom. Tá ið vit nú, so
eTK
mong ár aftaná skulu tosa
um seguna aftan fyri hetta,
er ómetaliga tydningarmik-
ið, at vit fáa øll sjónarmið
við, og tíð er uppá at fáa
eina sanna og ópartíska lýs-
Ing
Í útvarpssendingini „Víða
um“ mikudagin, 14. jan,
varð nomið við spurningin
um bíbliutýðingarnar, sum
vit hava á føroyskum máli
Ein, sum nevndi seg „kirkj-
ufólk“, setti m.a. fram
spurning um, hvussu tað bar
til, at Bíblian varð týdd um-
aftur, tá ið Victor Danielsen
longu hevði týtt hana
frammanundan
Hetta er ein sera áhuga-
verdur spurningur, og eg var
ikki sért spentur at hoyra,
hvat svarið fór at vera. Men
eg má siga, at eg var vón-
svikin av svarinum, ið Hans
J. Joensen, bispur, kom við
Bispur byrjaði við at siga,
at alt bendi á, at spyrjarin
ikki kendi ta søguligu
gongdina í hesum málinum,
men eg haldi ikki, at bispur
lýsti ta søguligu gongdina
serliga væl, tí svarið var 6-
neyvt og grunt og lýsti als
ikki tann søguliga veruleik-
an
Vit duga helst ikki at meta
um tann veldiga týdning, ið
Jákup Dahl og Victor Dan-
ielsen hava havt fyri menn-
ingina av føroyskum máli
Victor var 16 ár yngri enn
Dahl, og tá ið hann gekk á
læraraskúla í Havn, var Ják-
up Dahl lærari hansara í før-
oyskum. Hetta var Victor
sera fegin um, og tað sigst
eisini, at prósturin skuldi
halda nógv um Victor
Í svari sínum nevndi Hans
J. Joensen bispur, at Dahl
undan Victor Danielsen fór
at týða Nýggja Testamenti,
og tað er púra rætt. (hóast
tað ikki var so langt framm-
anundan, sum bispur fekk
tað at ljóða). Og bispur
heldur, at vit vid einum viss-
um rætti kunnu spyrja, hvi
Victor fór undir at týða, tå
ið hann visti, at Jákup Dahl
týddi. Og her koma vit til
kjarnuna í málinum: Hví
fór Victor undir at týða?
Bispur heldur, at frágreið-
ingin møguliga er tann, at
Victori ikki dámdi málið hjá
Dahl. Eg veit ikki, um hon-
um ikki hevur dámt málið
hjá Dahl, men tað, sum
hann m. a. seinni fanst at,
var t.d., at Dahl brúkti orð-
ini kirkja og kirkjulið ístað-
in fyri meinigheit ella sam-
koma. Men hetta er av-
gjørt ikki høvudsorsøkin
til, at hann fór í gongd.
Hví kom Dahls Nýggja
Testamenti ikki út?
Øll, sum vita eitt sindur um
føroyska søgu, síðan før-
oyingar fóru at vakna tjóð-
skaparliga í síðstu eld,
kenna eisini søguna um
stríðið fyri móðurmálsins
rætti í skúla og kirkju. Og
her var Jákup Dahl fremsti
stríðsmaður, og hann gjørdi
eitt stórt verk fyri at royna
at fáa móðurmálið inn í
kirkjuna. Men hann strídd-
ist ímóti øgiligum trong-
skygni og myndugleikum,
sum hildu uppá, at føroyskt
ongantíð kundi gerast "kult-
ur-mål”. Føroyskt kundi
ikki brúkast á tí andaliga øk-
mum, og bleiv tað kirkju-
mál, fór tað at byrgja okkum
inni og køva okkara andsliv.
Hesum stríddist Dahl ímóti,
og tað gekk ómetaliga strilt-
ið hjá honum bara at fáa
loyvi at prædika onkra
hendinga ferð á føroyskum,
og verri var at fáa nakað av
skrivligum tilfari góðkent til
nýtslu í kirkjuni. Tann, sum
hevur áhuga fyri hesum,
kann t.d. lesa bókina “Den
færøske sprogrejsning” hjá
Peturi Martin Rasmussen.
Jákup Dahl dugdi at
síggja, at skuldi føroyskt
sleppa inn í kirkjurnar, so
var alneyðugt at fáa týtt
Bíbliuna til føroyskt. Hetta
fór hann eisini undir í 1921,
tá ið hann gav út Sálmarnar
og Ordtøkini í Gamla testa-
menti. Í 1923 kom Matt.
Evangelium, og í 1931
hevði hann týtt alt Nýggja
Testamenti uttan Jóhs.
Evangelium, sum
A.C.Evensen frammanund-
an hevdi tytt. Haraftrat
hevdi hann tytt Prædikaran
og Håsongin úr G.T. (og
ikki bara N.T. og Sálmarnar,
sum bispur segði í svari-
num). Men alt hetta var bara
givið út í heftum og í so
mikið fáum eintøkum, at tað
ikki kundi gerast almanna-
ogn.
Men hví kom Nýggja
Testamenti hjá Dahl ikki út,
tá ið hann langt síðani var
liðugur at týða tað? Hví gav
Det danske Bibelselskab
hetta ikki út? Hví gekk tað
so seint? Jú, man tað ikki
hava verið tann ótrúliga
m6tstøda, sum Dahl alla tíð-
ina hevði havt, sum fram-
vegis forðaði hesum? Eg
haldi ikki, at nakar ivi kann
vera um tað. Kirkjan var jú
donsk, og alt skuldi góðtak-
ast av donskum myndug-
leikum, áðrenn tað kundi
setast í verk. Politikkur var
komin upp í málstríðið, og
trongskygdir føroyingar og
danskir myndugleikar -
kanska mest ávirkaðir av
hesum trongskygni - forð-
aðu fyri, at nakað hendi!
Hví fór Victor at týða?
Tað er hvorki av tjóðskapar-
ligum ella politiskum
grundum, at føroyskt alla
Oll, sum vita eitt sindur
um føroyska søgu, síðan
føroyingar fóru at vakna
tjóðskaparliga í síðstu
eld, kenna eisini søguna
um stríðið fyri móð-
urmálsins rætti í skúla
og kirkju. Og her var
Jákup Dahl fremsti
stríðsmaður, og hann
gjørdi eitt stórt verk fyri
at royna at fáa móður-
málið inn í kirkjuna.
Men hann stríddist ímóti
øgiligum trongskygni og
myndugleikum, sum
hildu uppå, at føroyskt
ongantid kundi gerast
"kultur-mål”, skrivar
Jogvan å Lakjuni
tíðina hevur átt sin natúrliga
sess í Brødrasamkomuni,
men bara tí at tað er heilt
naturligt at dýrka Gud á sin-
um egna móðurmáli. Sjálv-
andi var eisini her tørvur á
føroyskum skrivligum til-
fari, og her bleiv Victor
Danielsen, sum annars var
komin til umvendingar inn-
an fyri Heimamissiónina i
Havn, ein fongur. Hann fór
ógvuliga skjótt undir at týða
sálmar til føroyskt, og longu
í 1920 kom tann fyrsta
sálmabókin við 85 sálmum.
Hetta arbeiði helt fram,
fleiri sálmahefti vórðu givin
út, og longu í 1932 kom
sálmabók við ikki minni
enn 428 sálmum. Victor
týddi eisini annan andaligan
lesnað og gav tað út, og í
1927 kom skaldsøga hans-
ara “Aðru ferð".
Bíbliuna høvdu teir tó
ikki á føroyskum, og tí varð
donsk ella norsk Biblia nýtt.
Tá ið Dahl so byrjaði at tyda
og geva út í heftum, so vóru
tað eisini fólk í Brødrasam-
komuni, sum ognaðu sær
hetta og nýttu tað saman við
tí norsku ella donsku Bíbli-
uni. Men ikki var lætt at fáa
fatur á hesum, og tørvurin
á einari føroyskari Bibliu
bara øktist. Í 1931 ger Vict-
or eina roynd og týðir Gal-
atia-brævið - møguliga tí at
brøvini í Dahls týðing ikki
vóru útkomin tá, tað veit eg
ikki. Men allarhelst hevur
hann ikki ætlað sær at farið
undir nakra bíbliutýðing, tí
Andrew Sloan hevur skriv-
að, at tá ið teir bóðu Victor
fara at týða N.T., so helt
hann tað vera eitt ov torført
arbeiði fyri seg. Men hví fór
hann so kortini at týða?
Jú, Andrew Sloan hevur
greitt frá, at hann var í Skot-
landi í 1934 og hitti har
skrivaran hjá National Bible
Society of Scotland, Mr.
Knight. Hann spurdi And-
rew, um føroyingar høvdu
áhuga fyri at fáa partar av
Nýggja Testamenti á før-
oyskum, t.d. Jóhs. Ev. Um
so var, skuldu teir lata papp-
írið. Andrew Sloan helt, at
føroyingar høvdu ikki å-
huga fyri bert at fáa eitt lítið
stykki av Bíbliuni, teir
høvdu jú norskar og dansk-
ar Bíbliur og vóru vanir at
lesa í teimum. Men um
møguleiki var fyri at fáa alt
Nýggja Testamenti, so var
tað nakað heilt annað. Dr.
Knight játtaði at lata papp-
ind til hetta. Andrew rokn-
aði als ikki við, at Dahls
Nýggja Testamenti fór at
koma út í bræði, og sum eg
skal vísa á seinni, so høvdu
teir neyvan verið farnir und-
ir hetta, um teir høvdu nakra
vón um, at Dahls týðing fór
at koma út. Andrew kom
heimaftur og tosaði við leið-
andi menn innan fyri Brýðr-
asamkomuna, Jens av
Reyni og aðrar. Teir vóru
Nr. 25 — 7. FEBRUAR 1998
ógvuliga áhugaðir og
spurdu so Victor, um hann
vildi týða. Sum sagt, so helt
Victor í fyrstuni, at hetta var
ov torfért fyri hann, men
sum tíðin fór, tók hann kort-
ini avgerð um at fara at
týða.
Victor setti ferð á hinar
Í grein, sum Victor Dani-
elsen skrivaði í 1952, sigur
hann soleiðis frå: "I 1934
um várið byrjaði eg at um-
seta Nýggja Testamenti. J.
Dahl var longu nøkur ár
frammanundan liðugur at
umseta tað (eg veit tó ikki
vist, um hann heyði umsett
Jóh. ev., við tað at A. C.
Evensen hevði umsett tað
áður). Nýggja Testamenti
hjá Dahl var eisini prentað,
men í so fáum eintókum, at
tað ikki kundi gerast al-
mannaogn, og einki hoyrd-
ist um, at ætlanin var at
prenta tað uppaftur. Um
várið 1937 var umseting
mín liðug at prenta. Ikki fyrr
enn stutt frammanundan
hoyrdist, at Dahls Nýggja
Testamenti var farið til
prentingar, og nú gekk skjótt
at fáa tað liðugt; 3 vikur
eftir at mítt var komið út,
kom hansara eisini. Sama
ár var tað autoriserað."
Sum Victor nevnir í
greinini her, so roknaðu
Victor og teir, sum stóðu
fyri útgávuni av hansara
tyding, als ikki við, at Dahls
Nýggja Testamenti fór at
koma út í bræði. Hetta sæst
eisini í grein um Nýggja
testamenti í Victors týðing,
sum Andrew Sloan skrivaði
á donskum í Tingakrossi 20.
mars 1937. Har sigur hann
í eini fætnotu: “Ar Det
danske Bibelselskab nu er í
færd med at udgive et fær-
øsk Ny-Testament er en om-
stændighed, som indtil for
nylig har været offentlig-
heden ubekendt.” Og í
Tað er hvørki av tjóð-
skaparligum ella polit-
iskum grundum, at før-
oyskt alla tíðina hevur
átt sín natúrliga sess í
Breðrasamkomuni, men
bara tí at tað er heilt
natúrligt at dýrka Gud á
sínum egna móðurmáli.
Sjálvandi var eisini her
tørvur á føroyskum
skrivligum tilfari, og her
bleiv Victor Danielsen,
sum annars var komin
til umvendingar innan
fyri Heimamissiónina í
Havn, ein fongur
minningarorðum um Victor
í blaðnum “Lív og Læra" í
1961 sigur Andrew Sloan
enntá hetta: “Lat tað vera
sagt her, at um tað hevdi
verið almanna kunnugt, at
danska Bíbliufelagið var í
ferð við at útgeva autori-
seraða Nýggja Testamenti í
týðing Jákup Dahls, prósts,
sum kom út nakrar mánaðir
eftir VD.'s týðing, var Vict-
or Danielsen aldrin farin
undir hetta arbeiði. Men
hetta var ikki kunnugt, fyrr
enn stutt áðrenn J. Dahls
týðing kom í handlarnar, og
tá var VD.'s rýðing longu
farin til innbindingar."
Tað, sum vit her fáa var-
huga av, er, at Nýggja Test-
amenti hjá Dahl hevði als
ikki komið tå í 1937, um
Victor ikki var farin at týða.
Og hesum havi eg eisini
funnið prógv fyri í 17. bindi
av “Varðanum", har Gud-
mund Bruun ummælir
Nýggja Testamenti hjá
Dahl. Í hesari greinini tosar
hann ímóti endanum av
greinini um, at tað er altíð
okkurt at finnast at einari
umseting, og so tekur hann
sum dómi, at "enn á dógum
hava summi fólk mangt at
finnast at hini núverandi
donsku týðing av Nýggja
testamentinum, tó at tað eru