Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

400 ár síðani, at teir týddu fyrstu ferð og síðani hava bøtt tað í heilum". Og síðan sigur Gudmund Bruun: "So hevði ikki verið rætt og beint yvirhøvur at kravt, at okkara týðing (1.v.s. Dahls) skuldi vera heilt lytaleys, men serliga vildi tað verið órætt av ti, at hon mátti gev- ast ut i skund, ti at onnur royndu at seta fót fyri". Hetta, sum Gudmund Bruun skrivar, má skiljast soleiðis, at tey, sum royndu at seta fót fyri, vóru Victor og hansara felagar, og tí mátti Dahls umseting gev- ast út í skundi! Og niður- stødan av ellum hesum er sostatt, at Victor vid sini týðing gjørdi tað, at Nyggja Testamenti i Dahls tyding eisini vard åtgivid i 1937! Hetta kann eingin ivi vera um, og vit kunnu so filoso- fera um, um hetta ikki eisini man hava havt åvirkan å, at føroyskt at enda slapp bædi inn í kirkju og skúla í Før- oyum. Í hvussu so er er eingin ivi um, at Victor við sínum arbeiði skundaði undir alt hetta. Hesum tekur Hans J. Debes, professari undir við í bókini “Nú er tann stundin...". Hann sigur um Brødrasamkomuna: " í tjóðskaparligum sambandi kom hon at virka undir- skundandi í spurninginum um at nýta fóroyskt sum heilagt mál." Og eina aðra- staðni tekur hann soleiðis til: “ meðan Bróðrasam- koman nógv fyrr enn Fólk- akirkjan fór at virka á móð- urmálinum og kanska gjørdi sitt til, at kirkjan sum stovnur at enda gav eftir í málspurninginum." Og Petur Martin Rasmussen, prestur og doktari, tekur m.a. soleiðis til í "Den fær- øske sprogrejsning”: “Tað er eyðsýnt, at tær átrúnað- arligu rørslurnar og gongd- in í fóroyskum kirkjumáli fylgjast." Sama sega við Bíbliuni Men vit skulu snúgva okk- um aftur til týðingararbeiði hjá Victori. Hann hevði nú fingið blóð á tonnina og fór beinanvegin í 1937 undir at týða Gamla Testamenti. Hann sigur sjálvur soleiðis frá í somu grein frá 1952, sum nevnd er omanfyri: “/ mars 1937 byrjaði eg at um- seta Gamla Testamenti og var liðugur i mai 1939 (í kladdu). Síðani revideraði eg Nýggja Testamenti frá 1937, og sonur mín mask- inskrivaði alla Bíbliuna fyri meg." ..“Vitskuldu so lata hana prenta í Oslo og høvdu fingið rættlestur av knapp- liga 100 síðum, tá ið Noreg varð hersett. Alt lá so stilt inntil byrjan av 1947, prent- ing viðvíkjandi. Tá varð far- ið undir at prenta Bíbliuna í Føroyum. Men tå las eg aftur alt handritið ígjógn- um, bæði G.T og N.T. og revideraði málið rættiliga nógv." .. “Einki hoyrdist alla hesa tíð um, at ætlanin var at prenta nakra aðra Bibliu. J. Dahl doyði í 1944, og hann heyði umsett um triðing av Bíbliuni. Einki Nr. 25 — 7. FEBRUAR 1998 Victor Danielsen: — Í mars 1937 byrjaði eg at umseta Gamla Testamenti og var liðugur í mai 1939 (i kladdu). Síðani reyideraði eg Nýggja tíðindablað y 5 ES : É Testamenti frå 1937, og sonur mín maskinskrivadi alla Bíbliuna fyri meg.”—.I mars 1937 byrjaði eg at umseta Gamla Testamenti og var liðugur i mai 1939 (í kladdu). Síðani revideraði eg Nýggja Testamenti frá 1937, og sonur mín maskinskrivaði alla Bíbliuna fyri meg« lastandi veri við hesum sagt um hann; hann visti best sjálvur, hvat hann var ment- ur - eg hugsi her um heilsu hansara - og hvussu líkindi hansara á ein og hvønn hátt vóru. Men sum ein maður, ið ikki savnast við mær at dýrka Gud, segði við meg ein dagin: “Ein bíbliuum- seting er eitt arbeiði, sum má verða fullfórt; ikki kann verða bíðað í mannaminni eftir ti”.” Eini 2 ár eftir at Bíblian var komin út í 1949, bleiv rættiliga ógvusligt kjak í bløðunum, ofta nevnt bíbl- iustridid. Í hesum sambandi vóru nakrir menn saman við Victori norðuri á Eiði og tosaðu við Z. Brimnes, prest. Í somu grein sum om- anfyri sigur Victor soleiðis: “Tá ið vit vóru á Eiði og talaðu við Brimnes, segði hann okkum, at um ólav- søku 1948 varð Viderø, prestur, biðin um at umseta teir tveir triðingarnar av Bíbliuni, sum eftir vóru, og hann brúkti eitt ár til hetta. Ja, nú gekk tað skjótt; tað var 1937 umaftur," Tá ið Victor her sigur, at hetta var 1937 umaftur, so meinar hann við, at nú hendi tað sama aftur sum tá, at nú mátti hin parturin skunda sær at fáa Bíbliuna út. Lítil ivi kann vera um, at tað, at Victor fór at týða, setti eitt skump í hinar og gjørdi, at vit eisini fingu ta sokalladu kirkjubíbliuna hjá Dahl og Viderg, sum kom 12 ár seinni. Og eg haldi, at vit við góðum rætti kunnu spyrja, nær hon hevði kom- ið, ella um hon í heila tikið heyði komið. Tað er sjálv- andi vónleyst at svara, men vit kunnu kortini við góð- um rætti spyrja, um før- oyingar í dag høvdu átt nakra Bíbliu á føroyskum máli, um Victor Danielsen ikki var farin undir at týða? Málbúnin I svari sínum í "Vida um” tók bispur eisini soleiðis til: “Frágreiðingin (til at Victor fór at týða) er møguliga tann, at Victor ikki rættiliga dámdi málið hjá Jákup Dahl, hann kanska helt tað vera for fornt, tí í hvussu er fyrsta týðingin hjá honum er heilt tyØiligt nærri at van- ligum talumáli. Í dag kunnu vit so siga, at . tær seinnu týðingarnar, sum komu frá honum, og sum eisini seinni eru komnar, tær benda jú á, at mann gekk mótsattan veg. Also, mann vendi aft- uraftni móti einum meira fornum máli ” Eg nevndi í byrjanini, at svarið hjá bispi var óneyvt og grunt, og tað er heldur ikki ov nóv sagt um hetta brotið, tí hann fær tað at ljóða sum um, at Victor hev- ur gjørt fleiri týðingar, og at aðrar eru komnar aftaná, og at málið er broytt so 6- trúliga nógv. Men hetta er als ikki rætt! Eg veit ikki, hví bispur tosar um fleiri týðingar. Men eg haldi, at hann átti at vitað, at Victor í veru- leikanum bert gjørdi eina týðing! Hann gav sum áður nevnt N.T. út í 1937 og alla Bíbliuna í 1949, og í hesum millumbilinum revideraði hann málið rættiliga nógv, men hann týddi ikki av nýggjum. Hann fór igjøgn- um aftur alla Bíbliuna og gjørdi eitt rættiliga umfat- andi arbeiði, men vit kunnu ikki kalla tað eina nýggja týðing. Hann tekur tær flestu danismurnar, sum hann við vilja nýtti framm- anundan, burturúr og setur føroysk orð í staðin, t.d. broytir hann meinigheit til samkoma, formana til á- minna, fornokta til avnokta, verð til heim og jomfru til moyggj. Hin stóra broytingin, sum hann ger, er, at hann um- skrivar til hvørsfall, og sjálvandi mugu vit siga tað, at hann fer nakað burtur frá vanligum talumáli, tá ið hann fer at brúka so nógv hvørsfall, sum hann ger. Um hvørsfallid sigur Victor hetta í somu grein frå 1952: “Eg havi aldri ivast um, at skuldu vit fáa føroyskt til eitt fullfiggjad mål, sum ikki ljóðaði "ubehjælpsorat”, sum tad eitur å donskum, måttu vit nyta hvørsfall. Og tá minnist eg ógvuliga skeivt, um ikki J. Dahl - eg lærdi fóroyskt hjá honum í tvey ár - legði okkum eina við at nýta hvørsfall. Men tað er ikki so lætt at mýkja málið so, at hvørsføllini ljóða natúrlig, við tað at tey so leingi hava verið lítið brúkt." Men at tosa um, at Victor vendi aftur móti einum meira fornum máli, er ikki heilt rætt. Hann gjørdi tað, sum hann altíð hevði gjørt: skrivaði, soleiðis at fólk skilti tað, og so royndi hann at fylgja málmenningini í samfelagnum. Í N.T. í 1937 royndi hann at leggja mál- búnan soleiðis, at eisini tey eldru fólkini, sum ongantíð høvdu lært at lesa føroyskt, skuldu kunna skilja hann. Og tå ið so kríggið var av, og so mangt var broytt í Føroyum - ikki minst hug- burðurin til alt, sum før- oyskt var, ja, so lagadi hann eisini málið eftir ti. Hann kendi á sær, at nú hevði hann vant fólk at lesa før- oyska Bibliu, og so helt hann, at nú kundi farast eitt stig ella tvey longri. Ein og hvgr, sum samanber 1937- týðingina við Bíbliuna, sær, at hetta er sama týðing - fyri tað mesta bert við teimum broytingum, sum eg oman- fyri havi nevnt. Bíblian kom sum áður nevnt út i 1949, og eftir tað gjørdi Victor als ongar broytingar, so tað er einki hópi í at tosa um nakrar seinni týðingar hjá honum! Hann doyði í 1961. - I 1976 kom Biblian i tyding Vict- ors út aftur í endurskoðaðari útgávu, men her vóru bert smáar málsligar broytingar gjørdar. Eina ella tvær tydingar? Bispur heldur, at tað er eitt sindur ørkymlandi, at vit, eitt so lítið fólk, hava tvær ymiskar týðingar av Bíbli- uni, og heldur, at vit áttu at fingið eina nýggja týðing, sum øll kundu verið felags um. Nú veit eg ikki, hví tað skal vera betri at hava eina heldur enn tvær týðingar, tí eg dugi bara at síggja fyri- munir við at hava tvær ella fleiri týðingar, og eg má taka undir við Petur Martin Rasmussen, presti, tá ið hann í "Tættir úr Føroya Kirkjusøgu” sigur: "At tad eru i minsta lagi tvinnar týðingar á einum máli er bert gagnligt.” Annars rokni eg við, at tað ikki hevði verið so lætt at sam- ansjóðað hesar týðingarnar, tí tað eru nógv onnur ting enn bara Matt.28.19-20, sum skilja. Matt. 28. 19-20 Spurningurin í "Vida um” snúði seg eisini um frávik millum bíbliutýðingarnar, og her nevndi bispur bert eitt dómi, og tað var Matt. 28. 19-20, har Jesus biður lærisveinarnar fara út og gera øll fólkasløgini til lær- isveinar og doypa og læra teir/tey o.s.fr. Eg skal ikki fara at gera nógv burtur úr hesum, tí hetta er ein veld- igur teologiskur og gramm- atiskur spurningur, sum nógv hevur verið kjakast um upp gjøgnum týðingar Men eg haldi, at tað er rættiliga fantastiskt, at bisp- ur skal loyva sær at siga, at tær flestu útlendsku týðing- arnar, sum hann hevur sæð, brúka tey ístaðin fyri teir í hesum sambandi. Øll, sum hava eina lítla hylling á mál- læru, vita, at á allarflestu málum - ið hvussu so er her á okkara leiðum - hevur persónsfornavnið bert eitt kyn í 3. persóni í fleirtali Einans føroyskt og ís- lendskt hava varðveitt trý kyn her (før.: teir, tær og tey), og ein og hvør veit, at øll hesi try bæði á donskum, norskum og svenskum eita de í hvørfalli og dem i hvønnfalli (å svenskum eis- ini dom), they/them á ensk- um og sie á týskum. Her er bara eitt kyn, so tú hvørki sært ella hoyrir, um hetta er kallkyn, kvennkyn ella hvørkikyn. Eg eigi eina islendska Bibliu og helt, at eg skuldi hyggja i hana, ti her hava vit try kyn, og skuldi bispur hava rætt, so mátti tað vera her. Men gakk! Í tí ís- lendsku Bíbliuni, sum er út- givin av Hinum Íslenska Bíbliufelagi, stendur: “Far- ið Því og gjørid allar Þjóðir að lærisveinum, skírið Þá í navni fóður, sonar og heil- ags anda, " Her stendur Þá, og tað merkir teir (hvønnfall), also kallkyn og vísir aftur til lærisveinar! Tað hevði verið áhugavert at fingið at vitað frá bispi, hverjar allar hesar út- lendsku týðingarnar eru, sum nýta tey ístaðin fyri teir í hesum sambandi, tí tað kann ikki bera til, at bispur, sum hóast alt er hægsti embætismaður kirkj- unnar í Føroyum, skal sleingja tílíkt út í útvarpi- num, sum einki hald er i! Nú bleiv hetta nakað langt, men til síðst vil eg bara siga, at tað tænir hvorki bispi ella sendingini "Vida um” til æru at koma við einum so ófullfíggjaðum og “yvir- fladiskum” svari til ein ann- ars áhugaverden spurning! Fuglafirði, 4. februar, 1998 Jógvan á Lakjuni