Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 50

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 43 RÁðSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í døgunum, 21.-24. no- vember, var umfatandi norðurlendsk ráðstevna í Føroyum um skeljar og skeljadýr. Fyrireikari av stevnuni var Birgir Enni. Hjálparmaður hansara var í fyrsta lagi Árni Nicolajsen, ið starvast á Fiskirannsókn- arstovuni. Birgir hevur fingist nógv við skeljar og skeljadýr, og mangur – bæði føroyingur og útlendingur – hevur sitið væl til borðs, har hann hev- ur staðið fyri matgerðini og serveringini. Hetta er triðju ferð, at skipað hevur verið fyri norðurlendskari ráðstevnu av hesum slagi. Fyrsta stevnan var í Strømstad í Svøríki og onnur í Bergen í Noregi í 2002. Á stevnuni í Bergen varð samtykt, at norðurlendska ráðstevnan um skeljar og skeljadýr í ár skuldi haldast í Føroyum. Müllers Pakkhús og Norðurlandahúsið Skeljaráðstevnan varð sett í Müllers Pakkhúsi fríggja- dagin, 21. november klokk- an 17. Tað var leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, sum setti stevnuna. Síðan tosaðu Arne Nørrevang, fyrrver- andi leiðari á Biofar, Jan Sørensen, núverandi leiðari á Biofar, Knud Simonsen og Hjalmar Hátún um eitt nú havbotn og havstreymar. Tá ið kvøldið leið nakað, bjóðaðu fyrireikararnir fiskasuppu afturvið livandi violin- og guitartónleiki. Jóan Pauli Joensen greiddi frá føroyskari mat- mentan, og síðan høvdu Bogi Hansen og Eilif Gaard orðið. Leygarmorgunin helt ráðstevnan fram í Norður- landahúsinum, og tá høvdu fleiri av útlendsku gestun- um orðið. Tosað varð um marknaðarviðurskifti fyri skeljadjór og aling. Ein stórur partur av morgun- stundini snúði seg um krabbavinnu í Føroyum, Svøríki og Noregi. Eisini varð nógv gjørt burtur úr aling av kræklingi og øðr- um skeljafiski í norður- londum. Seinnapartin leygardagin høvdu útlendskir gestir eisini orðið, umframt at Sofus Poulsen tosaði um rækju-og skeljavirkið á Oyri, Marni Simonsen um útflutning av skelja-og krabbadýrum og Bigir Enni um skeljar. Leygarkvøldið var skipað fyri veitsludøgurða við fiski og skeljadýrum í Müllers Pakkhúsi. Sunnumorgunin varð aftur lagt til brots, og tá tosaði hetlendingur um aling av kræklingi og Thomas Arabo um norður- lendskt samstarv. Væl av fólki nýttu høvi at fylgja áhugaverdu ráð- stevnuni um skeljar og skeljadýr. Áhugaverd ráðstevna um skeljar og skeljadýr Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, setti norðurlendsku ráðstevnuna um skeljar og skeljadýr Mynd: Jens Kr. Vang Bigir Enni var stigtakari til norðurlendsku ráðstevnuna í Føroyum um skeljar og skeljadýr. Árni Nicolajsen var hjálparmaður hansara Væl av fólki var savnað í Müllers Pakkhúsi Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 43 42