týsdagur 2. desember 2003síða 51
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
45
ES stuðlar eini
krabbaverkætlan á
vesturstrond Svøríkis
við 4 milj. svenskum
krónum. Royndir
verða gjørdar bæði
við traditionellum og
nýggjum veiðiamboð-
um, og marknaðar-
kanningar og
granskingararbeiði er
ein partur av
verkætlanini
RÁÐSTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein áhugaverdur partur av
norðurlendsku ráðstevnuni
um skeljar og skeljadjór,
sum var í Norðurlanda-
húsinum og Müllers Pakk-
húsi, 21.-23. november,
snúði seg um krabbavinnu í
Svøríki og Noregi. Tað
vóru tær báðar, Anette
Ungfors úr Svøríki og
Astrid Woll úr Noregi, sum
greiddu frá.
Veiða og gransking
Anette greiddi frá einari
verkætlan við krabbanum,
cancer pagurus, sum er
taskukrabbin
–
eisini
nevndur "vestkystkrabben".
Tað eru útróðrarmenn, sum
fiska henda krabban, og
royndir verða gjørdar bæði
við traditionellum veiði-
amboðum
og
nýggjum
amboðum. Menning av
veiðireiðskapi og fram-
leiðslutólum uppi á landi
eins og marknaðar-kann-
ingar og granskingararbeiði
er ein partur av ætlanini.
Eini 130 tons av krabba
verða veidd í sesongini,
sum er frá juli til november,
og í Svøríki meta tey, at
taskukrabbin
helst
er
størsta potentialið hjá út-
róðrarmonnum á vestur-
strondini. Sviar innflyta
eini 700 tons av krabba, og
kundi ein partur av hesum í
staðin verið veiddur av
svenskum útróðrarmonn-
um, hevði hetta fingið stór-
an týdning fyri útróðrar-
vinnuna.
Krabbaveiðan er vanliga
strævin, tí rúsurnar eru
lutfalsliga stórar og tungar.
Eru bátarnir ikki riggaðir til
hesa veiði, kann arbeiðið
umborð
ganga
útyvir
menninar fysiskt.
Hetta kenna vit eisini frá
royndunum, sum gjørdar
eru við krabbaveiði undir
Føroyum, hóast talan her
hevur verið um størri skip
enn vanligar útróðrarbátar.
Í Svøríki verður tí eisini
arbeitt við at betra um um-
støðurnar hjá útróðrar-
monnunum,
samstundis
sum dentur verður lagdur á,
at vinnan ger minst møgu-
ligan skaða á umhvørvið.
Krabbar, ið eru ov smáir
ella ov rak, verða sleptir
aftur í havið til tess at verja
um stovnin.
Í projektinum leggja svi-
ar eisini stóran dent á
granskingararbeiði,
har
kynsbúning, gýting, merk-
ing og ferðing er ein partur
av kanningararbeiðinum.
Hugt verður at, hvussu
veksandi vinnulig veiða
ávirkar stovnin.
Ein annar liður í gransk-
ingararbeiðinum snýr seg
um marknaðin, har viður-
skiftini – bæði á heima-
marknaðinum og útlendska
marknaðinum
–
verða
kannaði og skrásett.
Gjøgnumlýsa krabba
Anette Ungfors vísti eisini
myndir av einum tóli, sum
sviar hava útvegað sær. Við
hesum ber til at lýsa ígjøg-
Stívliga hálvt trið-
hundrað bátar við
fleiri enn 300 út-
róðrarmonnum
umborð eru á
krabbaveiði í Noregi
í vertíðini
RÁÐSTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Astrid K. Woll tosaði á
ráðstevnuni um skeljar og
skeljadýr um taskukrabb-
an í norskum sjógvi.
Hon segði, at hetta er
ein vinna, sum er í stórari
menning. Tað hevur ging-
ið upp og niður við norsk-
ari krabbavinnu, men sein-
astu árini hevur henda
vinna rættiliga ment seg.
Tjena væl
Í fjør veiddu norskir út-
róðrarmenn 4.300 tons av
taskukrabba. Virðið av
hesum var einar 35 milj.
norskar krónur. 268 bátar
við 310 útróðrarmonnum
umborð vóru í hesi vinnu í
sesongini, og eini 75% av
veiðini fór fram norðan
fyri 63 stig.
Bátarnir, sum royna við
rúsum, eru millum 10 og
15 metrar langir, og 1-3
mans eru á hvørjum báti.
Rúsutalið liggur millum
100 og 600. Flestu bátar-
nir, sum fiska krabba í
vertíðini, ið vanliga er
styttri
sunnanfyri
enn
norðan fyri, royna annars
við gørnum.
Vertíðin er í september
og oktober, og útróðrar-
menninir fáa einar 8
krónur fyri kilo av óvirk-
aðum krabba. Veiðan er so
mikið góð, at útróðrar-
menninir hava eina rætti-
liga góða inntøku, meðan
teir fiska krabba.
Astrid segði, at nógv
verður gjørt til tess, at
arbeiðsumstøðurnar um-
borð á bátunum skulu vera
so góðar sum gjørligt.
Umborð á best riggaðu
bátunum verða rúsurnar –
eftir, at tær eru tiknar inn -
fluttar eftir stálbondum, til
tær verða koyrdar aftur í
havið.
Á myndum, vit sóu í
Norðurlandahúsinum, er
ikki líkt til, at krabbaveið-
an hjá norskum útróðrar-
monnum er so strævin,
sum mangur kundi hugsað
sær.
Lyfta í felag
Tað er tískil ikki bara í
Svøríki, sum vit hoyrdu
Anette Ungfors greiða frá,
at góðar kreftir lyfta í
felag og viðvirka til at
byggja upp eina krabba-
vinnu. Soleiðis er eisini í
Noregi.
Skipaðar royndir verða
gjørdar við ymiskum sløg-
um av rúsum, samstundis
sum ymiskar leiðir verða
royndar.
- Kunnu krabbaleiðirnar
økjast – og/ella kann
meira veiðast á áður
royndum
leiðum,
eru
spurningar, sum arbeitt
verður við.
Astrid K. Woll vísti á, at
í Noregi er eitt nútímans
virki, Hitramat og Delika-
tesse AS, sum eitt nú
virkar krabban, ið útróð-
rarmenninir fiska.
- Í mun til sviar, sum
hugsa meira um "livandi"
marknaðir, gera vit í
Noregi meira við at virka
krabban til lidnar vørur,
segði hon.
- Tað er harmiligt, at
royndirnar her heima
ikki skulu verða betri
stuðlaðar, tí sambært
veiðitølunum hjá eitt
nú krabbabátinum,
Bergunn, er líkt til, at
møguleikar eru at
byggja upp eina
krabbavinnu í Føroy-
um, sigur Mourits M.
Joensen á Fiskirann-
sóknarstovuni
RÁÐSTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mourits M. Joensen, sum
hevur tikið sær av at savna
úrslitini í sambandi við
føroyskar krabbaroyndir og
krabbaveiði annars, var ein
teirra, sum var við á norð-
urlendsku ráðstevnuni um
skeljar og skeljadýr.
Hann heldur, at tað var
áhugavert at hoyra, hvat eitt
nú sviar, norðmenn og
danir høvdu at siga um
teirra royndir við krabba-
veiði.
- Tað er harmiligt, at
royndirnar her heima ikki
skulu verða betri stuðlaðar,
tí sambært veiðitølunum
hjá eitt nú krabbabátinum,
Bergunn, er líkt til, at
møguleikar eru at byggja
upp eina krabbavinnu í
Føroyum.
Í Føroyum vita vit annars
ógvuliga lítið um krabba, tí
royndirnar, sum gjørdar eru
higartil, eru so avmarkaðar.
Krabbi í gørnum
- Prátið um eina føroyska
krabbavinnu tók seg upp, tá
ið garnaveiðan undir Før-
oyum byrjaði. Bátarnir,
sum royndu eftir havtasku,
fingu stórar krabbar í
gørnini. Tískil vita menn
eisini um leiðir undir Før-
oyum, har krabbi er. Mest
vanligi krabbin í føroyskum
sjógvi, er gerion affinis ella
tannkrabbi,
sum
hann
verður róptur.
Mourits vísir á, at áðrenn
Bergunn,
fyrrverandi
Skansatangi, fór á krabba-
veiði í summar, høvdu eitt
nú skipini, Nim, Thor og
Arctic Wulf gjørt avmark-
aðar royndir undir Føroy-
um.
- Royndirnar hjá Bergunn
í summar og í heyst vísa, at
væl av tannkrabba er at fáa
undir Føroyum. Í byrjanini
varð krabbin virkaður í
Álakeri í Havn, og seinni
vórðu royndir eisini gjørdar
at selja hann heilan og
óvirkaðan.
Hann sigur, at royndir at
enda eisini vórðu gjørdar at
útflyta livandi krabba við
flogfari, heilt niður til
Spaniu, men her var talan
bert um smáar nøgdir.
- Spaniólar vóru ovfarnir
av, at tað ber til at flyta
livandi krabba heilt úr
Føroyum
og
niður
til
Spaniu. Teir høvdu ongan-
tíð upplivað, at livandi
krabbi var komin so langa
leið.
Sum eg havi skilt, sigur
Mourits, var nettoprísurin
fyri livandi krabban í
Spaniu 52 krónur fyri kilo.
- Eg haldi, at hetta ljóðar
nógv, tá ið hugsað verður
um dýra flutningin á longu
leiðini til marknaðin, sigur
hann.
Kom fyri seg
Mourits sigur, at tá ið
Bergunn kom inn við
krabbunum, sum ætlanin
var at hava livandi, tóktust
hesir "linir", men tá ið teir
høvdu verið stutta tíð í
kassum við sjógvi, lívgað-
ust teir uppaftur.
- Tað vísir seg nevniliga,
at krabbin tolir væl at koma
upp av havsins dýpi og liva í
sjógvi uppi á landi. Hann
etur og trívist væl í kassun-
um.
Tað
er
sølumaðurin,
- Vit hava ikki tradi-
tiónir at veiða
krabba í Danmark.
Hinvegin gera vit
nógv við garnaveiði,
og her er tasku-
krabbin ein stórur
trupulleiki, segði
Karsten Krog, sum
starvast hjá Dansk
Fiskeriforening
RÁÐSTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hjá summum er hann ein
vinningur – hjá øðrum ein
plága. Soleiðis er við
taskukrabbanum. Men tað
er ikki bara taskukrabbin,
sum er ein trupulleiki hjá
bátum, sum veiða við
gørnum. Í Norðurnoregi
grenja garnamenn eisini
um kongakrabban, og tá ið
føroyingar
byrjaðu
at
veiða havtasku og svart-
kalva við gørnum, fingu
teir eisini krabba í gørnini.
Danin, Karsten Krog,
segði á norðurlendsku
ráðstevnuni um skeljar og
skeljadýr, at danir higartil
lítið og einki hava gjørt
við taskukrabban, sum
útróðrarmenn í Svøríki og
Noregi fáa væl burtur úr í
vertíðini.
Ein "plága"
- Vit hava ikki traditiónir
at veiða taskukrabba í
Danmark, men hinvegin
gera vit nógv við garna-
veiði – og her er tasku-
krabbin ein stórur trupul-
leiki.
Karsten segði, at dansk-
ir garnamenn hava eina
maskinu,
sum
knúsar
krabban, meðan hann enn
er í gørnunum.
- Stundum er so nógvur
krabbi í gørnunum, at tað
er ógjørligt at taka ein og
ein krabba úr aftur gørn-
unum í heilum líki. Tí
noyðast garnamenn ofta at
knúsa krabban fyri at fáa
gørnini útaftur.
Hann segði, at tað eru
teir, sum taka krabba-
kjaftar og krabbabein við
aftur til lands, og Karsten
visti at siga, at danskir
garnamenn soleiðis seldu
eini 300 tons av krabba-
klóm í fjør.
- Garnamenn vita ítøki-
liga, hvar krabbi er, bæði á
innaru leiðum og í Norð-
sjónum, segði Karsten.
Sovið í tímanum
Hann ivaðist ikki í, at her
liggja ótroyttir møguleik-
ar, men helt ikki, at dansk-
ir myndugleikar gera nógv
fyri at stimbra uppundir
nýggjar vinnur.
Og soleiðis hevur eisini
verið við krabbanum.
Karsten helt, at danir
her – við atliti til sviar og
norðmenn - "hava sovið í
tímanum", sum hann tók
til.
- Nú toskurin er so illa
fyri í Norðsjónum, er tað
sjálvsagt meira áhugavert
við alternativum. Sum er,
hevur einki virki á landi
tikið ímóti krabba, men nú
hevur eitt hálendskt felag
gjørt íløgur í eitt virki,
sum eisini ætlar at keypa
krabba.
Áhugin økist
Karsten segði seg onga
løtu ivast í, at so skjótt
menn síggja, at peningur
er at tjena, fer áhugin fyri
eini danskari krabbavinnu
eisini at økjast.
Hann nevndi onkrar
smávegis royndir, sum
danir hava gjørt at senda
krabba livandi á útlendska
marknaðin.
Sum skiltist á Karsteni
Krog, er hugsandi, at danir
í framtíðini fara at gera
meira burtur úr krabban-
um, tí lítil ivi er um, at her
liggja ótroyttir møgu-
leikar.
Sviar standa saman um krabbaverkætlan
num
hvønn
einstakan
krabba umborð á bátunum
og soleiðis staðfesta, um
nógvur ella lítil matur er í
kjaftum og beinum. Enda-
málið við hesum er at
síggja, um krabbin skal
takast ella sleppast livandi í
havið aftur. Somuleiðis
hevur hetta tól, sum eisini
kann brúkast í framleiðslu-
vinnuni á landi, týdning, tá
ið krabbi verður seldur
heilur. Er hann feitur, er
neyvan nakar trupulleiki at
senda hann heilan á markn-
aðin, men er hann rak, er
tað hent við gjøgnumlýs-
ingini.
Ilt kann vera at meta um,
hvussu krabbin er – bara
við at hyggja at honum. Tað
er ikki, fyrr enn tú fram-
leiðir hann og sær, hvat er
innaní kjaftum og beinum,
at tú veitst, hvussu hann er
til dygdar.
Tá ið Anette Ungfors var
liðug við sína umrøðu,
spurdi ein norðmaður, um
tólið, sum lýsir ígjøgnum
krabban,
hevur
nakran
týdning
fyri
úrtøkuna.
Hann segði, at í Noregi
verður krabbi, sum verður
útfluttur livandi, gjøgnum-
lýstur, men sum skilst,
verður hetta ikki gjørt
umborð á bátunum.
Ilt er ivaleyst at seta tøl á,
hvønn týdning gjøgnum-
lýsingin hevur fyri sjálva
úrtøkuna. Hinvegin er lítil
meining í at drepa krabba,
sum kortini einki kjøt er í –
og at senda ein "tóman"
krabba út á marknaðin, er
so slett eingin meining í.
ES hevur veitt svensku
krabbaverkætlanini 4 milj.
svenskar krónur í stuðli,
men hetta metti Anette
Ungfors ikki at vera nóg-
mikið.
Marni Simonsen á Argjum,
sum hevur gjørt hesar
royndirnar í Kollafirði.
Um útlitini fyri lønandi
krabbaveiði undir Føroy-
um, sigur Mourits:
- Eg haldi ikki, at hetta
sær so ómøguligt út. Út-
rokningar siga, at fær
skipið eini tvey tons av
lidnari vøru um dagin í
vertíðini,
kann
vinnan
saktans vera lønandi.
Hann vísir á, at Bergunn
kundi havt fleiri rúsur, enn
teir hava havt, og harvið
hevði veiðan eisini verið
størri.
- Men, sum nevnt, vita
vit lítið og einki um krabb-
an undir Føroyum – annað
enn, at her er væl av tann-
krabba. Tað vísir seg, at
hann-krabbin
gongur
djúpri enn hon-krabbin. Vit
vita at kalla einki um
gýting. Nakrir hon-krabbar,
sum Bergunn fekk á fyrsta
túrinum í summar, høvdu
rogn; síðan vóru fáir hon-
krabbar við rognum, hóast
nógvir hon-krabbar vóru
uppi í veiðini.
Livandi til lands
Mourits sigur, at royndirnar
hjá Bergunn vísa, at tað ber
væl til at føra krabban
livandi til lands, bæði við
avmarkaðari nøgd av ísi
omaná hvørjum kassa og í
sjógvi.
- Tó vísir tað seg, at
krabbi, sum í rúgvu verður
koyrdur í fiskakassar við
ísi omaná, á ein ella annan
hátt gerst strongdur og
missur nógv bein, áðrenn
hann endar sum liðugtvøra
á einum virki.
Hann heldur tí, at ein
háttur, sum kanska hevði
loyst hesar trupulleikar,
hevði verið at flutt krabban
livandi til lands í sjógvi.
- Enn eru vit komnir stutt
við okkara kanningarar-
beiði, og tískil eru nógvir
tættir, vit lítið og einki vita
um at siga, sigur Mourits
M. Joensen, sum dagliga
starvast á Fiskirannsóknar-
stovuni.
Norskir útróðrarmenn tjena nógv
á krabbaveiði
Danir knúsa krabban í gørnunum
Føroyskur krabbi við flogfari til Spaniu
- Eg haldi ikki, at hetta sær so ómøguligt út. Útrokningar vísa, at fær skipið eini tvey tons av
lidnari vøru um dagin í vertíðini, kann vinnan saktans vera lønandi, sigur Mourits M. Joensen,
sum her prátar við Kjartan Kristiansen uttanfyri Norðurlandahúsið.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ein liður í svensku verkætlanini er at royna bæði traditionell
og nýggj veiðiamboð, eins og umstøðurnar umborð á bátunum
skulu gerast so arbeiðsligar sum gjørligt. Á vesturstrond
Svøríkis hava tey góðar vónir um, at krabbavinnan fer at fáa
stóran týdning fyri útróðrarmenninar á leiðini
Hetta er tólið, sum gjøgnumlýsir krabban. Í rútinum uppi í
vinstra horni sæst myndin. Er lítil matur í kjaftum og beinum,
verður krabbin sleptur útaftur. Tólið er eisini hent í samband
við sølu av heilum krabba
Verkætlanin hjá svium leggur stóran dent á granskingar-
arbeiði, har kynsbúning, gýting, merking og ferðing er ein
partur av kanningararbeiðinum
- Lítil ivi er um, at so skjótt
menn síggja, at peningur er
at tjena, fer áhugin fyri eini
danskari krabbavinnu at
økjast, segði danin, Karsten
Krog.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað var áhugavert at hoyra tær báðar, Anette Ungfors og
Astrid K. Woll, tosa um krabbavirksemið í Svøríki og
Noregi. Tað er munur á, hvønn dent sviar og norðmenn
leggja í eina nýggja vinnu og so tað, vit síggja her í
Føroyum, her alt í størri mun verður latið upp til tilvildina.
Mynd: Vilmund Jacobsen