týsdagur 2. desember 2003síða 52
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
47
- Samstundis, sum hetta
arbeiði hevur verið í gongd,
hava vit gjørt ymiskt til eitt
nú Fiskamarknaðin Føroya
og Fiskavirking á Toftum.
Talan er um nøkur bond til
Fiskamarknaðin og eina
sonevnda "turra" avísing til
Fiskavirking, soleiðis at
sleppast kann av við ísin
uttan at brúka vatn.
Rækjuflotin
FJM hevur arbeitt nógv við
broytingum og rationaliser-
ingum av skipsdekkum,
skipsverksmiðjum og virkj-
um.
Nú rækjuflotin er so illa
fyri, spurdu vit Frithleif,
um felagið stendur til at
missa pening í rækjuflotan-
um.
- Nei, tað vænti eg ikki,
vit gera, tí tað er ikki tann
nógvi peningurin, vit eiga
úti hjá hesum partinum av
flotanum. Vit hava havt
góðar "kundar" í rækjuflot-
anum, sum hava goldið
væl. Skipini, vit seinast
hava havt nakað serligt við
at gera, eru Napoleon og
Arctic Viking, og tey hava
altíð goldið væl.
Frithleit sigur, at tá ið
rækjutrolarin, South Island,
sum
leirvíkingar
hava
keypt, kemur aftur til lands
um ársskiftið, fer FJM at
gera okkurt smávegis á
verksmiðjuni. Sum skilst,
er skipið í Danmark, har
maskinan verður umvæld,
og síðan fer tað til Frak-
lands til sandblásingar.
- Vit hava áður gjørt
nýggja verksmiðju umborð
á South Island, so hesaferð
verður bert tikið hond um
okkurt smávegis, sigur
hann.
Stjórin á FJM sigur, at tá
ið teir eru lidnir við Kolla-
fjord Pelagic, liggur einki
stórarbeiði
beint
fyri
framman, men samráðingar
eru allatíðina í gongd um
ymisk arbeiði, bæði her
heima og uttanlands.
At skapa kreppu
- Tað eru nógvar smiðjur
kring landið, sum hava
munandi minni at gera í
løtuni.
Frithleif heldur, at ein or-
søkin til, at fólk eru skept-
isk, stavar frá úttalilsum hjá
politikarum, bankastjórum
og tíðindatænastuni um eitt
nú alivinnuna og rækju-
vinnuna.
- Tað ber saktans til at
"skapa" eina ávísa kreppu,
um tað er hetta, sum fólk
vilja.
Hann vísir á, at hóast
kreppa er í alivinnuni og
rækjuvinnuni, gongur betur
aðrastaðni, og tí skilir hann
ikki, hví úttalilsini um sam-
felagsgongdina sum heild
skulu vera so negativ.
- Vit høvdu eina veruliga
kreppu fyri góðum 10 árum
síðan, men í dag er ein stór-
ur partur av vinnutólunum
niðurgoldin – ella í øllum
førum skyldar vinnan sum
heild munandi minni pen-
ing. Men skrúva allir fyri,
skapa vit kreppuna sjálvi,
og tað dugi eg ikki at síggja
er nakað endamál í sær
sjálvum, sigur Frithleif
Olsen at enda.
- Vit høvdu eina veru-
liga kreppu fyri góð-
um 10 árum síðan,
men í dag skyldar
vinnan nógv minni
pening. Skrúva allir
fyri, eru vit sjálvi við
til at skapa eina
nýggja kreppu – og
tað dugi eg ikki at
síggja er nakað enda-
mál í sær sjálvum,
sigur Frithleif Olsen,
stjóri á maskin-
verkstaðnum, FJM í
Runavík, sum saman
við íslendska
felagnum, Skaginn,
ger stórarbeiði fyri
Kollafjord Pelagic
HANDVERKSVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nógv tað størsta arbeiði,
sum maskinverkstaðurin,
FJM í Runavík, ger í løtuni,
er nýggj og heilautomatisk
frystitunell og ymiskar
broytingar og tillagingar í
móttøkuni og aðrastaðni á
stóra pelagiska virkinum í
Kollafirði, Kollafjord Pe-
lagic. FJM ger hetta arbeiði
samstarvi við íslendska
felagið, Skaginn á Akra-
nesi, sum er ein maskin-
verkstaður, ið hevur ávísar
royndir á pelagiska økin-
um. FJM hevur verið í sam-
starvi við hesa fyritøku
áður, men talan hevur ikki
verið um tey stóru arbeið-
ini.
Skaginn hevur bygt upp
framkomnar pakkilinjur og
pakkiútgerð til pelagisk
virkir, og tá ið hesar linjur
skulu samlast og setast upp
í Kollafirði, er tað eisini ein
fyrimunur fyri teir, at FJM
er við í verkætlanini.
Betri arbeiðsgongd
- Allar broytingarnar á
virkinum í Kollafirði hava
til endamáls at gera ar-
beiðsgongdina betur og
meiri rationella. Hetta er
eitt stórt arbeiði, sum skal
fáast frá hondini uppá lut-
falsliga stutta tíð. Tað er
tískil ein fyrimunur, at FJM
og Skaginn samstarva um
hesa verkætlan, ið er ein
tann størsta, vit hava lut-
tikið í, sigur Frithleif Ol-
sen, stjóri á FJM í Runavík.
Hann vísir á, at móttøkan
og innvigingin á virkinum
verður eisini broytt, sam-
stundis sum virkið fær eina
góðkenda innvigingarskip-
an.
- Allur fiskurin verður
vigaður, tá ið hann kemur
inn á virkið. Brotin og
skaddur
fiskur
verður
skildur og vigaður frá. Síð-
an verður hann støddar-
skildur. Fleiri rampur skulu
gerast, og heilsufrøðilig
krøv skulu lúkast, sigur
Frithleif.
Tá ið Sosialurin vitjaði í
nýggju og rúmligu hølun-
um hjá FJM í síðstu viku,
sóu vit stórar samansveis-
aðar stáldragarar á gólvin-
um. Nógv fólk var til ar-
beiðis, og allir arbeiðs-
menninir vístu seg at hava
nógmikið til hendurnar.
- Jú, her er nógv at gera í
løtuni, og saman við lær-
lingunum, eru einir 45
mans til arbeiðis.
Frithleif sigur, at FJM fór
undir hetta stóra arbeiði
fyri 6-7 vikum síðan, og
gongst sum ætlað, verður
alt arbeiði, sum gerast skal
til Kollafjord Pelagic liðugt
um ársskiftið.
- Vit vita, hvussu
umráðandi tað er
hjá viðskiftafólkum
okkara at fáa eina
álítandi, skjóta og
góða tænastu. Hetta
er ikki minst
galdandi, tá ið talan
er um fram-
leiðsluvinnuna,
sigur Frithleif
Olsen, stjóri á FJM
FJM
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Maskinverkstaðurin,
FJM í Runavík, húsast í
bygninginum, sum Eyst-
uroyar Heilsøla áður átti.
Bygningurin er rúmligur
við sínum 2450 fermetr-
um umframt skrivstov-
um, matarhøll og øðrum
hølum í ovaru hæddini.
Pláss er fyri øllum virk-
seminum hjá felagnum í
hesum
bygninginum,
sum felagið í dag eigur.
Frithleif Olsen, stjóri á
FJM, sigur, at tað er nógv
arbeiðsligari
hjá
felagnum, nú alt virksem-
ið er á einum staði, og
somuleiðis er tað ein
stórur
fyrimunur,
at
bygningurin liggur við
havnalagið.
Serkunnleiki
Styrkin hjá maskinverk-
staðnum, sigur Frithleif,
er, at felagið hevur út-
vegað sær serkunnleika
innan framleiðslu av út-
gerð til fiski-og alivinn-
una.
- Hetta hava fleiri
fiskavirkir, flakatrolarar,
rækjutrolarar, alivinnan
og onnur fingið ágóðan
av.
FJM hevur allar teir
hentleikar, sum krevjast á
eini
nútímans
verk-
smiðju.
- Við hollum royndum
innan menning og fram-
leiðslu av eitt nú mat-
vøruframleiðslutólum er
felagið ført fyri at veita
heildarloysnir – heilt frá
tekniborði til veruleika,
sigur Frithleif.
Skjót tænasta
Hann sigur, at við land-
sins størstu goymslu av
rustfríum stáli, roynir
felagið altíð at veita
viðskiftafólki tær vørur
og tænastur, ið krevjast –
og hetta verður gjørt á
skjótasta hátt.
- Vit vita, hvussu um-
ráðandi tað er hjá við-
skiftafólkum okkara altíð
at fáa eina álítandi, skjóta
og góða tænastu – ikki
minst, tá ið talan er um
framleiðsluvinnuna,
sigur Fritleif Olsen.
Teir, sum í dag eiga
maskinverkstaðin, FJM í
Runavík, eru Frithleif Ol-
sen, Jóhan Hendrik Ol-
sen, Petur Jacob Petersen
og Arni Carlsen.
Eysturoyar Heilsøla
gjørdist
maskinverkstaður
Skrúva allir fyri, skapa vit kreppuna sjálvi
- Tað er ein fyrimunur, at FJM og íslendska felagið,
Skaginn av Akranesi, samstarva um nýgerðina og
rationaliseringarnar, sum skulu gerast á Kollafjord Pelagic.
Hetta er ein tann størsta verkætlanin, vit hava átikið
okkum, sigur Frithleif Olsen, stjóri á FJM í Runavík.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tá ið Sosialurin vitjaði í nýggju og rúmligu høllini hjá FJM í síðstu viku, sóu vit stórar samansveisaðar
stáldragarar á gólvinum. Nógv fólk var til arbeiðis, og allir arbeiðsmenninir vístu seg at hava nógmikið til
hendurnar.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Á myndini síggja vit ein part av goymsluni hjá FJM. Verkstaðurin hevur annars landsins størstu goymslu av rustfríum stáli.
Mynd: Vilmund Jacobsen