Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eee, bu Nr. 25 — 7. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið Mc 23 Toppdystur í Eysturskúlanum Flogbóltur: Í morgin verður ein sera avgerandi dystur leiktur í meistara- deildini hjá monnum. Í Eysturskúl- anum hittast havnarfelggini bæði Fram og Fleyr, og dysturin er avger- andi fyri hvat av liðunum skal taka dystin um meistaraheitið upp við Mjølnir Leikumfarið í flogbóltinum hjá monnunum hetta viku- skiftið er sera avgerandi. Bæði fyri Fram og Fleyr. Liðini metast nevniliga í innanhýsis dysti í Eystur- skúlanum í dag klokkan 15.00. Stødan í meistaradeildini er tann, at Mjølnir er nummar eitt við 12 stigum fyri 12 dystir, Fram er nummar tvey við 9 stigum fyri 11 dystir og Fleyr nummar trý við 8 stigum eisini fyri 11 dystir. Vinnur Fram eru teir bert eitt stig aftanfyri Mjølnir og kunnu so taka kappingina upp um meistaraheitið, men tapa teir dystin er møguleik- in hjá teimum at gerast meistarar sera lítil. Hjá Fleyr er stødan tann sama. Teir skulu vinna dyst- in fyri at gera sær nakrar vónir um at fáa hendur á meistaraheitinum. Seinast liðini hittust var til Mjølnir-kappingina i Klaksvík, og tá var Fleyr tað stinnara liðið. Men tað er stórur munur á eini vikuskiftiskapping og einum landskappingardysti. Tó kann av sonnum sig- ast, at stígur er komin í spælið hjá Fram. Í fyrru helvt av kapping- ini vístu teir satt meistara- spæl, men striltið hevur gingist at fáa skil á spælið, síðani farið varð undir enda- spælið. Hinvegin hevur Fleyr fingið meira skil á sítt spæl. Teir skaðarnir sum gjørdu seg galdandi í síðstu dyst- unum áðrenn jólasteðgin tykjast verða ruddaðir av vegnum, og í Klaksvík sást, at >gomlu< menninir í Fleyr eru við at koma í snúðning- ar. So tað er lagt upp til spennandi dyst í Eystur- skúlanum í dag. Mjølnir og ÍF b Mjølnir fær hetta vikuskifti vitjan av ÍFb, og eftir stiga- talvuni at dóma, so verður hetta ein lættur dystur. Men tað er tó ikki vist, at tað verður so lætt hóast alt. IFb er samansett av goml- um royndum leikarum, sum ikki lata sær lynda at verða avskrivaðir áðrenn dysturin er spældur. Í dystinum móti Fleyr seinasta vikuskifti vísti IFb, at teir saktans kunnu gera um seg. Tí hóast teir ikki tóku sett frá Fleyr, so var um reppið, at teir koppaðu Fleyr í triðja settinum. Vinnur Mjølnir dystin um vikuskifti, so eru teir sera væl fyri í landskappingini, við bert trimum dystum eftir at leika. Dysturin millum Mjølnir og ÍFb verður í Klaksvík sunnudagin kl. 13.00 Fram ímóti iFa Fram sleppur ikki við ein- um dysti hetta vikuskiftið, tí sunnudagin skulu teir longu í eldin aftur. Tá fáa teir vitjan av ÍFa. Fyri Fram er tað sera týdningarmikið, at teir vinna báðar dystirnar hetta vikuskifti um teir skulu gera sær nakrar vónir um at hótta Mjølnir í kappingini um meistaraheitið. „ Dysturin millum Fram og IFa verður í Eysturskúl- anum sunnudagin kl. 15.00. iF-kvinnurnar tveir dystir Hjá kvinnunum verða tveir dystir og ÍF-kvinnurnar verða við í teimum báðum. ÍF hevur rættuliga fingið gongd á spælið hjá sær í endaumfarinum, og tær liggja í løtuni á einum triðja plássi. i Leygardagin skal IF spæla ímóti Dråtti á Gilja- nesi kl. 15.00. Hetta verður ikki nakar lættur dystur, tí við spæl- inum Dráttur vísti seinasta vikuskifti móti Fleyr, so verða tær ikki lættar at syfta. Munurin á liðunum er ikki so stórur, so hesin dyst- urin kann saktans fella báð- ar vegir. Tað kann verða dagsformurin sum avger tað. | Sunnudagin skal ÍF til Tvøroyrar at leika ímóti TB Hesin dystur verður kl 13.00 TB hevur til tíðir spælt sera væl í ár, og tí er vænt- andi, at tað verður torført hjá IF at fáa stig við aftur av Tvgroyri ; Tað skal tó sigast um IF- kvinnurnar, at tær eins og menninir altid berjast sum úlvar á skóg í verjuni, so TB-kvinnurnar skulu ikki kenna seg ov vísar í at tær vinna dystin Samanumtikið má tí sig- ast, at hetta verður enn eitt spennandi vikuskifti í flog- bóltslandskappingini sp Føroyar sleppa undan vetrarfotbolti Fótbóltur: Fyra heimadystir vera á sumri í 1999, og í ár skal landsliðið spæla fýra ferðir á útivelli Kanska gekk tað ikki akk- uråt so væl, sum føroyingar kundu havt hugsad sær, og tað er ikki so undarligt, tå umborð fyri seks fótbólts- sambond sita og skulu mýkja eina stóðu, soleiðis at allir kunnu fara til hús við høvdinum høgt og billa bæði sær sjálvum og teim- um, sum teir umboða, inn, at úrslitið meiri enn so er til at liva við. Men vit kunnu í hvussu so er sláa fast, at FSF-umboðini, sum í gjár vóru á fundi í Prag, koma aftur til Føroya við eini skrå fyri teir tíggju dystirnar í EM-undankappingini, sum tað væl ber til at liva við. Føroyingar høvdu vónað, at tað fór at bera til at leggja dystir uttan fyri teir tíggju leikdagarnar, sum UEFA hevði sett til at avgreiða undankappingina í, og tað eydnaðist. Føroyingar høvdu eisini vónað, at tað fór at bera til at sleppa und- an at spæla í mars og nov- ember, og hetta eydnaðist til eitt reint ug. At tað so ikki eydnadist at fáa tann heimadystin, sum føroyingar høvdu vón- að at lagt fyri við undan summarsteðginum, man bera til at liva við. Serliga tá talan í staðin verður um ein dyst á útivelli móti Estlandi. Hann verður hós- dagin 4. juni, og longu 19. august verður aftur spælt á útivelli. Tá verður spælt í Bosnia. Hesir báðir fyrstu leikdagarnir vóru ikki í upp- skotinum til leikdagar, sum kom frá UEFA áðrenn før- oyingarnir fóru av landin- um, og tá havt verður í huga, at hetta er í bestu fót- bóltstíð í Føroyum, so er hetta væl sloppið. Nógv ferðing í heyst Vit nevndu í gjár, at ætlanin var at spæla heima móti Føroyar og Kekkia spæla 6. september í ár i Føroyum og 9. oktober 1999 i Kekkia Kekkia fyrst i september, og sambært upplysingum frå FSF-skrivstovuni seinna- partin í gjár, so verður hesin dysturin leygardagin 6. september, og føroyingar skulu niður til Kekkia í seinasta umfarinum, sum verður 9. oktober 1999. Landsliðsspælararnir og tey, sum eru um teir, fáa nóg mikið at takast við í heyst- frítíðini. Í staðin fyri at ganga fjøllini og takast við slakt, sum tað verður sagt, at flestu føroyingar hava áhuga í, so skulu okkara bestu = landsliðsspælarar spæla tvær ferðir á útivelli Fyrru ferðina verður tann 10. oktober í Litava, og seinnu ferðina verður tað i Skotlandi 14. oktober, og so 4. juni 1998 | 19. august 1998 | 6. september 1998 | 10. oktober 1998 | 14. oktober 1998 5. juní 1999 9, juni 1999 4. september 1999 . september 1999 . október 1999 hh“ CE verður fótbóltsárið 1998 liðugt Fýra ferðir heima Fýra teir fyrstu dystirnir í 1999 verða á heimavelli Tann fyrsti verður móti Skotlandi grundlógardag 5 juni, og tann næsti verður fýra dagar seinni móti Bos- nia. Fyrst í september verð ur aftur eitt dupult umfar á Svangaskarði. 4. september kemur Estland at vitja 8. september er tað hitt balt iska landið í bóikinum, Í ava, sum verður gestur her og so endar undankappingir í Kekkia 9. oktober Í blaðnum týsdagin venda vit aftur ul skránna EM undankappingin: jh EM-skråin hjá landsliðnum Estland-Føroyar Bosnia/Hersegovina-Førovar Føroyar-Kekkia Litava-Føroyar Skotland-Føroyar Føroyar-Skotland Føroyar-Bosnia/Hersegovina Føroyar-Estland Feroyar-Litava Kekkia-Førovar