Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Joensen Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Niclas Johannesen Lýsingar og sela: Jonhard Hammer uppseting og prent: Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: post sosialurin.fo Rætta oljufelagið Oddagrein EIN TANN storsti veikleikin í okkara máta at hand- fara okkara livsgrundarlag uppá er, at vit halda, at veiðumannahugsjónin kann nýtast í ollum lívsins viðurskiftum. Tað at gera kvetti, blíva skjótt ríkur, er nakað grundleggandi, ið er nið- urfelt í fólkasálina. Hesin hugsunnarhåttur koll- rendi alivinnuna eina tvær ferðir, og fiskiídn- aðarsamfelagið syngur upp á síðsta vers - helst av somu orsøk. Langsiktað, grundleggjandi og miðvíst málrættað arbeiði hevur ikki verið okkara sermerki. Nú kemur oljuvinnan. Nú skal tað so vísa seg, um vit eru vorðnir klókari. Tað byrjaði væl. Vit fingu eina góða og grund- leggjandi frágreiðing við tilmælum um fleiri grundleggjandi tiltøk innan oljuvinnu. Um al- ment oljufelag segði nevndin, at hetta átti at bíða. Í staðin fyri átti vit at taka optión ella forkeypsrætt til part í øllum loyvum, ið verða givin. Hesin rættur skuldi kunna nýtast, tá oljusamtakið hevði funnið olju. Altso einki oyra á borðið, áðrenn olja var funnin - og lut í øllum loyvum. Oljufelags- tankin hevur tó spøkt. Lø ður hevur sett ar- beiðsbólk at fyrireika oljufelag - eitt privat felag er harafturat skrásett. Um vikuskiftið bar so Svf stórtíðindi um feroyskt oljusamtak - risastórt í okkara verð - ið skuldi samstarva við ávíst út- lendskt felag um oljuleiting við Feroyar. Eftir yvirlitinum á sjónvarpsskíggjanum vóru øll feløg, ið eiga nøkur oyru, vid í komandi samtakinum. Tíbetur vóru tidindini um, at felagið hjá løgmanni var við, ikki rett. Sambart tíðindunum ætlar fel- agið at gera »exclusiva« avtalu við einstakt olju- felag um samvinnu.Hetta er óheppin og óklók framverðhugsa vit longur fram og um, hvat tænir Foroyum øllum bestu uppá longri sikt. Orsøk- irnar eru nógvar. Fyri tað fyrsta verður tað ikki á hverjum sinni, at so stórt felag - hålvthundrad milliónir sigst - verða stovnað i Føroyum. Risi- koin sigst vera lítil - 3 mill, men samlaði kapi- talurin skal bindast exclusivt til eitt felag. Øll egg í eina kurv! Fyri tað næsta so er hetta óheppið »signal« at senda til umheimin, at pri- vata og hálvalmenna Foroyar kastar seg í fovn- ingin á einum samtaki. Hetta skal tó ikki skiljast sum einvísur kritikkur av hesum eina felagnum. Tá, ið vit nýta hugtakið hålvalmennu Føroyar so verður sjálvandi hugsað um okkara víðagitna Føroya Banka, fólksins ognir, sparikassarnir og fólksins samtak tryggingarsambandið.Kunnu hesir luttaka í einari exclusivari avtalu soleiðis, at ójavni kemur í fyritreytunum fyri oljuleiting við Føroyar, longu áðrenn leiting byrjar. Hver sigur umtalaða samtakið er tað rætta? Um nú øll onnur finna olju uttan hetta? Ella er hetta bara luturin at vera við í fríu kappingin! Um nú eingin olja verður funnin, hvar standa vit so, um vit vilja hava foroyskar fyritøkur og fólk út í víðu verð at arbeiða? Vit hava jú satsað eksklutivt! Spurningarnir eru nógvir og avgerðirnar mugu takast so vinningur fæst nógv ár fram í tíðina og ikki eftir, hvat ein einstøk fyritøka sær sum vinn- ing her og nú. Lat tað verða sagt so eingin mis- skjing er, at tað er gott og positivt, at eitt stórt foroyskt felag vid so breiðari føroyskari luttøku sum gjørligt verður stovnað. Hetta kundi verið - í samstarvi við tað almenna - fólksins oljufelag.Um rætt var atborðið kundi hetta felag fingið part av ella rættin til áðurneyndu >optiónum“, ið koma. Hetta vildi verið skilagott og givið breiðar sam- starvsmøguleikar við øll oljufeløg og bonus til Feroya fólk, eisini um eingin olja verður funnin. Ein umbering til løgmann. Vit skrivadu í odda- grein leygardagin, at virki hansara er við í nýggja oljufelagnum og sáddu harvið iva um hansara habilitet. Hetta er ikki rætt Sosialurin Vilhelm Johannesen, lógtingsmaður: Stórt atkvoðutal til onga nyttu Sambært veljarakanning, sum varð almannakunngjørd í seinastu viku, fær tjóðveldisflokkurin stóra undirtóku um val verður nú. Men sambært formanni floksins, fær hendan undirtókan onga ávirkan á dagsins politikk eftir valið, tá flokkurin í forhond læsir seg fastan og útihýsir fleiri samstarvsmøguleikum Ein veljarakanning, ið næmingar á handilsskúlan- um á Kambsdali hava gjørt, og sum varð almannakunn- gjørd beint áðrenn viku- skiftið, gevur ábendingar um, at tjóðveldisflokkurin fyri fyrstu ferð i søguni gerst størsti flokkur á tingi. Í eini viðmerking til kann- ingina, segði formaður flok- sins á tingi, at flokkurin vil skipa samgongu við tí fyri eyga at stovnseta føroyskt tjóðveldi. At fremja eina so av- gjørda stóðu í rikisrættar- ligu viðurskiftunum krevur, at tjóðveldisflokkurin einsa- mallur fær reinan meiriluta á tingi, og tað gevur velj- arakanningin als ikki nakra ábending um. Alt bendir á, at úrslitið av neyndu velj- arakanning er merkt av teirri spentu støduni, ið hevur valdað millum Dan- mark og Føroyar, og sum helst kom i hæddina nú aftan á at vit fingu frágreið- ingina frå bankakanningar- nevndini Ti kunnu vit neyvan rokna vid, at undirtøkan fyri tjóðveldisflokkinum gerst stórri sum frålidur, men at hon heldur fer at vikna, so hvert tíðin gongur og valið kemur nærri. Men um so verður, at tjóðveldisflokkur- in kortini gerst størsti flokk- ur å tingi og skal hava sam- rådingarleidsluna eftir val- ið, so eigur tjóðveldisfor- maðurin at vita, at tað finst ongin flokkur á Føroya Løgtingi, sum vil samstarva við tjóðveldisflokkin við tí fyri eyga, at vit beinan veg- in skulu stovnseta føroyskt tjóðveldi. Í viðmerkingini nevndi floksformaðurin eina sjálv- stýrissamgongu. Tann søgu- liga sjálvstýrissamgongan, ið vit kenna frá sekstiårun- um, fevndi um tjóðveldis- flokkin, fólkaflokkin og sjálvstýrisflokkin. Eftir veljarakanningini fáa hesir tilsamans 16 løgtingsum- boð. Tað er júst helmingur- in av teimum tilsamans 32 løgtingsumbodunum, sum skulu veljast, og neyvan fer at bera til at stovnseta Tjóð- veldid Føroyar vid 16 av 32 atkvødum á tingi. Nakað annað er so tað, at hinir báð- ir flokkarnir — fólkaflokkur- in og sjálvstýrisflokkurin — eftir tí teir siga seg at standa fyri í politikki, neyvan taka undir við sjónarmiðunum hjá Heina O. Heinesen Vidmerkingin frá tjóð- veldisformanninum á tingi fær meg at hugsa um søg- una um eina kúgv, sum tå hon var liðugt mjólkað, setti kleyvin niður í mjólkina við tí årsliti, at øll framleiðslan fór fyri skeytið. Orðini hjá Heina O. Heinesen mugu tulkast soleiðis, at hann í fyrstu syftu útihýsir øllum hinum flokkunum, og at hann í aðru syftu útihýsir helminginum av løgtings- flokkunum. Nevniliga sam- bandsflokkin, javnaðar- flokkin, miðflokkin og kristiliga fólkaflokkin. Ætl- ar maðurin at reka politikk ímóti viljanum hjá meiri- lutanum av Føroya fólki og ímóti meirilutanum á Før- oya Løgtingi? Um hetta er ætlanin kunnu vit sammeta okkum vid hvita minniluta- styrid i Sudurafrika å sinni. Ut frå ti avgjørdu stødu, sum floksformaður tjóð- veldisfloksins á tingi gav til kennar í almennu viðmerk- ingini til úrslitið av veljara- kanningini, kunnu vit ikki rokna við, at tær atkvødur- nar, ið verða latnar tjóðveld- isflokkinum á komandi løg- tingsvali verða nýttar til annað, enn framhaldandi andstødupolitikk tey kom- andi fýra árini. Formaðurin hevur útihýst so at siga gll- um ødrum møguleikum. So at siga øll tey, sum hava atkvødurætt å kom- andi løgtingsvali eins og å øllum valum, vilja nyta sina atkvødu soleidis, at hon fær eina åvirkan å tann politikk, ið ríkin verður á Føroya Løgtingi tá valið er av. Við- merkingin frá tjóðveldis- flokkinum seinasta fríggja- kveld bendir á, at tær at- kvødurnar, ið verða latnar tjóðveldisflokkinum á kom- andi vali, ikki fara at åvirka rikna politikkin eftir valið Ein veljarakanning nú aftan á hasa viðmerkingina, hevði helst givið tjóðveld- isflokkinum eitt munandi verri úrslit, enn hendan kanningin gav flokkinum. Tí onki høpi er i, at koma við almennari viðmerking. sum illa nokk er borðbar undir einum neystaveggi heimi í Kunoy. Tann 9. februar 1998 Vilhelm Johannesen Jóan Pauli Joensen professari í Bergen við Universiteti »Det akademiske kolleg- ium< vid Universiteti í Bergen hevur sett J6an Paula Joensen í starv sum professara í etnologi við In- stitutt for Kulturstudier og kunsthistorie, Universitetet í Bergen. Hetta institutt hev- ur undirdeildir í listasøgu, etnologi (fålkalivsfrødi), folkloristik (fólkaminnis- frødi) og teaturvisindi. Um- leið 50 fólk eru í vísinda- starvi á instituttinum, um- framt 600 studentar. Jóan Pauli Joensen er út- búgvin í etnografi, etnologi og søgu við Aarhus Uni- versitet og Lunds Universi- tet. Hann hevur fyrst og fremst granskad í føroysk- ari sidsøgu og føroyskari fólkamentan. Hesum kemur hann fyri stóran part at halda áfram við í nýggja starvinum. Jóan Pauli Joensen vardi doktararitgerð sína í etno- logi Færøske sluppfiskere vid Lunds Universitet í 1975, sum gav honum heit- ið fil. dr. I 1980 var hann tilnevndur dosentur f etno- logi vid sama universitet. I 1987 fekk hann dr. phil.- heiti, eftir at hava vart dokt- araritgerð sína i sidsøgu Fra Bonde til Fisker við Aarhus Universitet í 1987. Jóan Pauli Joensen hevur verið savnvørdur á Føroya Fornminnissavni í 15 ár. Har skipaði hann fyri m.a. tí stóru innsavningini Før- oyar í slupptíðini. I 1989 varð hann tilnevndur pro- fessari í følkalivsfrødi og sidsøgu á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur verið valdur rektari setursins síð- ani 1990. Hann situr eisini í fleiri nevndum, m.a. Nord- isk Forskningspolitisk Råd og er í løtuni formaður í Granskingarráð Føroya. Jóan Pauli Joensen tekur vid nyggja professarastarv- inum vid Universitetid i Bergen til vårs, men hann kemur framhaldandi eisini at verða knýttur at setrinum.