týsdagur 10. februar 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
———
Nr. 26 — 10. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið 5067
Oljuvinna og fóroysk mentan taka lógvatak saman:
Tad var sjáldsamur dagur í Kirkjubø í gjár, tá nýggjur kappróðrarbáturin var
flotaður, oljustjóri og musikkskúlastjóri hildu róður og børn spældu uppá
violin. Til steðar var eisini kendi ævintýrarin Tim Severin
Jan Miller
Jens K. Vang
Ikki kann sigast annað enn,
at tað var sjáldsamur dagur
í Kirkjubø í gjár, tá nýggi
kappróðrarbáturin hjá Róðr-
arsamband Føroya varð
navngivin og sjósettur.
Talan er um eitt serliga slag
av kappróðrarbáti, sum
verður brúktur á Scilly-
oyggjunum út fyri Cornwall
í Bretlandi. Tað er kann-
ingarstjórin hjá oljufelagn-
um Amerada Hess, Richard
Hardmann, sum hevur fostr-
að hugskotið at lata før-
oyingum ein slíkan kapp-
róðrarbát í gávu - við tí fyri
eygað, at besta 10. manna-
farsmanningin á ólavsgku
skal manna bát av hesum
slag, tá árligi kappróðurin
er á Scillyoyggjunum.
Tað var ikki sért av há-
tíðardámi, tá Borgny, kona
Trónda Patursson navngav
bátin, Brendan. Umleið 70
innboðin vóru hjåstødd, tá
hetta serliga og fyri før-
oyingar ókenda bátaslagið
varð roynd út fyri Kirkjubø
mánamorgunin. Millum
mongu gestirnar henda
dagin var eisini heimskendi
ævintýrarin og søgumad-
urin Tim Severin.
Sjey av manningini av
Vestmenningi, sum vann
ólavsgkukappróðurin í fjør,
mannaðu Brendan og róðu
eina løtu út fyri bygdina.
Síðani varð farið í kirkj-
una, har Richard Hard-
mann, stjóri í Amerada Hess
hugleiddi um olju, kapp-
róður og mentan. Ólavur
Hátun, musikkskúlaleiðari
tosaði um stuðulin, sum
hetta oljufelagið hevur latið
musikkskúlanum og sum er
farin til at keypa violinir
fyri.
Síðani spældu fleiri næm-
ingar á musikkskúlanum og
eftir hetta varð boðið til
morgunmatar.
Tað er umboðsmaðurin
hjá Amerada Hess í Før-
oyum, Johan Mortensen,
sum hevur fyrireikað til-
takið. Ætlanin er, at vest-
menningar skulu fara til
Scillyoyggjarnar í april at
rógva saman við fleiri ødr-
um tjóðum
Vestmenningar royna seg
við nýggja Brendan út fyri
Kirkjubó
Rættleiðing til oddagrein blaðsins
I oddagrein í Sosialinum
tann 7. februar 1998
stendur, at føroyingar eru
farnir í holt við at stovn-
seta oljufeløg á hvørjum
tanga.
Nevnt verður, at tær
stóru vinnulivsfyritøkur-
nar í Føroyum hava tikið
seg saman um at stovna
eitt oljufelag, ið sambært
Degi og Viku, hevur í
umbúna at gera eksklu
sivavtalur við eitt ávíst
oljufelag. Ein av hesum
stóru vinnulivsfyritøkun
um er sambært blaðnum
fyrittøkan hjá løgmanni
Fyri at rætta hesa stóru
misskiljing, eri eg noyddur
at koma vid hesi rættleid-
ing
Sjålvur eigi eg onga fyri-
tøku einsamallur, men eri
minnilutpartaeigari í kend-
ari fyritøku her á landi. Eg
vendi mær til nevndarfor-
mannin, um felagið hevði
fingið áheitan um at seta
partapening í eitt oljufelag
og um stýðu felagsins til
hendan spurning. Ikki ti,
hetta stendur felagnum sum
llum øðrum feløgum i
landinum frítt. Til tað segði
neyndarformaðurin, at um
bøn var komin um at seta
partapening í eitt oljufelag,
men at nevndin einmælt
hevði avgjørt ikki at seta
partapening í oljufelagið.
At eitt so stórt blað í eini
oddagrein, sum beinleiðis
vísir stóðu blaðsins, ikki
vandar sær betur um upp-
lýsingar, men heldur spinn-
ur ein enda burtur úr nøkr-
um, sum beinleiðis er mis
vísandi, er eitt stórt bakkast
fyri trúvirði blaðsins. Tað er
at harmast um, at lesarin
ikki verður virdur meir
At talan er um eitt per-
sónligt álop á meg kann eg
liva við. Tað, ið er verri,
er, at blaðið ikki kannar
haldbarið í slíkum upp
lýsingum. At slíkt verður
skrivað, er til almiklan
skaða fyri føroyskan
oljupolitikk
Eg fari ti at heita å
Sostalinum um at rætta
hesi tíðindi á tydiligum
stað, soleiðis at eingin ivi
stendur eftir hjá lesaran
um í hesum máli
Vinarlig heilsan
Edmund Joensen,
løgmadur
; Virkið hjá
Vestmenningar sjósett løgmanni
Brendan í Kirkjubø
er ikki við
JAN MULLER
Sambart Degi og Viku i
farnu viku verður arbeitt við
ætlanum um at stovna eitt
privat føroyskt oljufelag,
sum fær heitið „Atlantic Pe-
troleum“. Aftanfyri felagið
stendur ein stórur partur av
føroyskum vinnulívi við
stjóranum á Tórshavnar
Skipasmiðju, Poul Mohr, á
odda.
Sosialurin hevur roynt at
fáa viðmerkingar til tíð-
indini í sjónvarpinum, men
eingin vil siga nakað. Víst
verður bara til, at felagið
rður stovnað
uppspur
virkið hjá løgmanni er ikk
við í nýggja privata olju
felagnum, sum ætlanin er at
stovna í morgin
Annars visti sjónvarpið at
siga frá, at flestu av vinnu-
livsfyritøkunum í landinum
eru við í nýggja felagnum,
sum nu skal stovnast
Her ar talan um per ga
stovnar, tryggingarfelgg
flutningsfeløg, ídnaðarfyr
tøkur osfr
Sambart sjónvarpinum
eru stigtakararnir til felagið
í samráðingum við norska
oljufelagi
sinnað til :
føroy ska felagið
3 Saga, sum er
1
Ein slík vtala SKál
Tryggiaå TØrovSsKa
lut í komandi utby
3
ger KSK
rå £ }
IK 340
stóð
Y UM
S Er c STAK AT
merking. Hann sigur, at vit
kunnu tosa við nevndina í
felagnum, eftir at hon er
vald mikudagin. Aðra við-
merking hevur hann ikki
æstkjøtsveitsla
v. føroyskum og enskum dansi
leygarkvoldið
14. februar
BA 3 så
Til mátna Verður:
Ræst kjøt og súpan
tit
- etið so nógv
orka -
Norðstreymoyar
Dansifelag og
Robert 8 vinmenn
luttaka
Fyri hvønn
250,-
Vinarliga bíleggið borð á Tlf. 17500