týsdagur 10. februar 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 26 —
10. FEBRUAR 1998
Umleið trý hundrað fólk høvdu leitað sær niðan í Norður-
landahúsið seinnapartin leygardagin tá Tim Severin helt
fyrilestur um ferðirnar til Spice Island og um Stillahavid
SVEINUR POULSEN
Seinnapartin leygardagin
helt Tim Severin fyrilestur
i Norðurlandahúsinum
Fyrilesturin var um tær
báðar seinastu ferðirnar
hann hevur gjørt >The
Spice Island Voyage< og
»China Voyage«
Fyrilesturin var skipadur
sum ein ljåsmyndarød og
væl dugir hann at greiða frå
tí, teimum vóru fyri á ferð-
ini
Tí hóast á enskum, so
dugdi hann so sera væl at
siga frá á einum greiðum og
lættskiljandi máli
Vøkur framsýning
Í sambandi við fyrilesturin
varð eisini skipað fyri eini
listaframsýning við mynd-
um og málningum gjørðir
av Leonard Sheil, Joe Bey-
non og okkara egna Trónda
Paturssyni
Og tad var ein sera vøkur
framsyning. Tað var eisini
sera áhugavert at síggja hvat
teir tríggir listamenninir
høvdu fingið burturúr ferð-
unum
Orsøkin til at Tim Severin
hevur listamenn við á ferð-
ini er, at hann brúkar mynd-
ir og tekningar teirra í bók-
um sínum
Tróndur Patursson hevur
gjørt tekningar til fleiri bøk-
ur, men hóast hann var við
á ferðini til Spice Island,
vórðu myndir hansara ikki
nýttar
Orsøkin til hetta var, at
Tróndur ikki var við frá
byrjan, og sjálvur helt hann
tað vera betri, at tað var ein
heild í tekningunum, og tí
tók hann tær aftur.
Hugtikin av Tróndi
Tey sum hoyrdu fyrilesturin
leygardagin skiltu, at Seve-
rin dámar væl Trónd Paturs-
son
Hann er frábera góður
listamaður, og so er hann
eisini góður sjómaður, segði
Severin.
— Tá ið Tróndur kom um-
borð, tá vistu vit, at nú fingu
vit aftur fisk, segði hann.
Severin var bergtikin av
hvussu væl tað lá fyri hjá
hesum manni at fáa fatur á
mati til manningina.
Einaferð fekk hann fatur
á einum hávi.
Stutta tíð eftir tað møttu
teir einum japanskum pa-
truljubáti, sum beyð teim-
um eitt sindur av fiski, men
sum Severin tók til:
— Hann var lítil og ljótur
at síggja til, so vit søgdu nei
takk. Japanararnir komu
nærri, og royndu enn eina-
ferð. Tá fór Tróndur eftir
hávinum, og vísti teimum
hvat vit áttu. Tá skiltu teir
og fóru.
Nógv fólk lurtaði eftir Severin
Hesir báðir hava mangan brattan farið, og tað sær út til at teimum dámar tað væl, tí í
summar fara teir eina ferð til Fjareystur at veiða hval
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Fólkaflokkurin krevur:
>
Umleið hál tannaðhundrað fólk vóru á landsfundi hjá Fólkaflokkinum á Hotel Hafnia
leygardagin
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Sum nevnt í blaðnum leygardagin hevði Fólkaflokkurin
landsfund á Hotel Hafnia um vikuskiftið. Umleið hálvt-
annaðhundrað fólk vóru á fundi
SVEINUR POULSEN
Fólkaflokkurin hevði lands-
fund á Hotel Hafnia leygar-
dagin og umleið hálvt-
annaðhundrað fólk vóru á
fundi
Í tíðindaskrivi frá fund-
inum skrivar Oli Breck-
mann, formaður, at lands-
fundurin vidgjørdi politiska
arbeiði floksins í hesum val-
skeiðinum og tók undir við
teimum broytingunum, sum
eru gjørdar á figgjar-,
skatta- og fiskivinnupolit-
iska økjunum
Oli Breckmann sigur vid
Sosialin, at hetta eru tey
målsøki, sum flokkurin
hevur umsitið, og tí hevur
haft størst åvirkan á.
— Vit mugu minnast til, at
vit fingu eitt stutt skotbrå.
Vit hava bara verid i sam-
gongu i tvey år. Og ti eru
vit nøgd vid tað sum er
komið burturúr.
Um skattapolitikkin sigur
hann:
— Vit hava gjørt skatta-
skipanina munandi einfald-
ari, og úrslitið er, at borg-
arin, alt eftir innteku sjålv-
andi, hevur eini 10-15.000
krónur meira eftir, uttan at
lønirnar eru hækkaðar.
— Hetta hevur sjálvandi
bøtt munandi um kapping-
arførid eisini.
Óli Breckmann heldur
eisini, at stórar broytingar
eru gjørdar á fiskivinnugki-
num.
— John Petersen hevur
haft dirvið til at standa ímóti
einum øgiligum trýsti um
fridingina. Men hygg at úr-
slitinum.
— Vit hava haft ein mun-
andi betri fiskiskap enn
roknað varð við, og ein av
orsøkunum er fridingin sum
okkara landsstýrismaður
setti í verk.
Eisini fiskidagaskipanina
heldur Oli Breckmann vera
sera positiva í staðin fyri tað
ætlaðu kvotaskipanina.
— Við fiskidagaskipanini
fingu skipini ein møguleika
at fiska alt årid, eisini tå
fiskur var
— Bæði fiskifrødingar og
danska stjórnin vildu hava
kvotaskipanina, men har
hava vit fingið okkara
igjøgnum, og eisini tað er
ein av orsøkunum til ta bú-
skaparligu framgongd vit
hava haft.
Eru tit so eisini nógdir við
gongdina í teimum máls-
økjunum tit ikki hava um-
sitið?
— Vit royna at ávirka eftir
førimuni. Okkurt kundi
verið betri, men skúlalóg-
gávuna fingu vit broytt so-
leiðis at vit eru nøgdir við
hana.
— Eisini er ein oljulóg-
gáva á veg. Hon skal aftur í
tingið skjótt, so alt í alt eru
vit nøgdir.
Fult sjálvsstýrið
Í tíðindaskrivinum sigur
flokkurin, at arbeiðast skal
meira miðvíst við
loysingarpolitikki floksins í
næsta valskeiði.
Er hetta ein viðurkenning
av, at ov lítið hevur verið
gjørt við málið í hesum
valskeiðið?
— Tað kanst tú gott siga,
men sum eg segði í áðni, so
var skotbráið vit fingu bert
tvey ár, og vit valdu í fyrsta
umfari at arbeiða við bú-
skapar-, skatta- og fiski-
vinnumálunum.
— Eftir okkara meting er
treytin fyri sjálvsstýri í hes-
um landi, at vit kunnu
gjalda sjálvi, og at vit eru
kappingarfør onnur
lond, sigur Oli Breckmann
og heldur fram
— Men í næsta valskeiði
ætla vit at gera meira við at
fremja stevnumið floksins,
sum er fult sjálvsstýri fyri
Føroyar.
vid
Veljarakanningin
Vit spurdu Ola Breckmann
um tað var veljarakanningin
sum hevði fingið fólka-
floksmenn upp úr stólunum.
— Nei, tað er tað ikki. Ein
veljarakanning er altíð á-
hugaverd, tí hon vísir hvønn
veg rákið er.
— Men hinvegin so vísir
tað seg ofta, at tá valið kem-
ur so er broytingin ikki so
stór hóast alt.
Formaður Fólkafloksins
heldur ikki tað hevur so
stóran týdning at Tjóð-
veldisflokkurin hevði fingið
eitt gott val um val var í dag.
— Eftir tí eg dugi at síggja,
so faa teir tað sum annars
endaði í Verkamannafylk-
ingini við seinasta val, og
tað sum Javnaðarflokkurin
fór við í 1990. Men óvissan
í veljarakanningini er stór,
heili 25 %.
Tað Oli Breckmann sipar
til er, at av 735 spurdum
vóru 123 sum ivadust
hvønn flokk tey fóru at
velja, meðan 40 søgdu at tey
ikki fara á val.
Fulla skaðabót frá dønum
— Hetta er eftir mini met-
ing ov nógv, tí tað vísir seg
altíð, at tey fara á val hóast
alt, tá tað til stykkis kemur
Men roknað tit við at
koma í samgongu eftir val-
ið?
— Tað er jú meiningin við
politiskum arbeiði, tað at
hava ávirkan, og tað hevur
tú bert í samgongu, so tað
er avgjørt okkara mál.
Fulla skaðabót
Bankamálið varð eisini við-
gjørt á fundinum leygardag-
in, og landsfundurin mælti
flokkinum til at arbeiða fyri,
at minsta kravið mótvegis
dønum í bankamálinum
verður, at føroyingar fáa
fulla skaðabót fyri tann miss
vit hava verið fyri orsakað
av villeiðandi upplýsingum
frá donsku stjórnini.
Annars sigur Oli Breck-
mann, at teir eru sera væl
nøgdir við fundin.
— Tað var ein sera fjøl-
mentur fundur og sera en-
gageraður fundur eisini, og
tað eru vit sera glaðir fyri.
— Fundurin sjóðaði alt
saman í eitt sera gott kjak,
har nógvar ymiskar mein-
ingar vóru frammi, og tað
er sjálvsagt, at vit eru nøgdir
við tað.