Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 26 — 10. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið 60 Ofta etur hundur tað, hann sjálvur havnar Sjálvstýrisflokkurin og Skotlandssiglingin Politisk viðmerking Eg má erliga viðganga, at mín fyrsta spontana við- merking til tíðindasending- ina í Svf friggjakvøldid var, at hetta má vera ein vittig- heit. Tað kann ikki bera til, at Helena Dam á Neystabø FÉ í rámasta álvára meinar tað, hon sigur um Skotlandssigl- ingina, tí hon og Sjálvstýr- isflokkurin hava lagt alla orku í at fingið framt beint tað øvugta. Sendingin heyði í hvørfall verið tikin í full- um álvara sum skemt, um hon varð send sum ein part- ur av nýggjársskemtinum hjá sjónvarpinum. Og sum um ikki hetta var nóg mikið, so kemur Sámal … Petur í Grund í Sosialinum dagin eftir við viðmerking til somu sigling, sum hann so eftirtrykkiliga hevur lagt í oyði. Men nú er tað knapp- liga Edmund Joensen, Sign- ar á Brúnni og Jóannes Eid- esgaard, sum skulu gerast til syndabukkar fyri hesum totalt miseydnadi sam- ferdslupolitikki, sum Sjålv- styrisflokkurin hevur staðið fyri. Sjálvstýrisflokkurin tekur undir við privatiseringspolitikkinum hjá samgonguni - og harvið eisini at tryggja útflutningsvinnuni best megulig kor á >privatum hond- um«. Úrslitið sæst nú, men eitt er so vist, at tað verður ringt hjá Helenu Dam á Neystabø og Sjålvstyrisflokkinum at verða tikin í álvara, tá hetta uppskotið kemur til viðgerðar, sigur Jóannes Eidesgaard Men hvusuu tit venda og snara hesum máli, so er tað veruleikin og sannleikin, sum hevur brent seg fastan í minninum hjá øllum før- oyingum. At tað er ein flokkur, møguliga stuðlaður av ødrum, sum hava avreitt eina rutu, sum tað almenna við bit og slit heyði bygt upp, og sum hóast trupul- leikar bæði fíggjarligar og tekniskar, hevði eina fram- tíð framman fyri sær. Poltikkur er sanniliga at kunna síggja eitt sindur longur fram enn til dagin í dag og í morgin. Henda rut- an hevði, um hon hevði fingið politiska undirtøku frå serliga Sjålvstyrisflokk- inum, kunnað ment seg í allar mátar. Og hetta verður, um vit vilja tað ella ei, ein stór ruta í framtíðini. Um vit koma til eina olju- vinnu, so verður tað júst rut- an til Aberdeen, sum fer at veksa, meðan aðrar m.a. tær til Danmarkar fara kanska at minka. Men heldur ikki hetta sóðu tit í Sjálvstýris- flokkinum. At so Sjálvstýrisflokkurin haraftrat gav Teistan burtur fyri minni enn tað, sum tað almenna hevur brúkt upp á Nósloyar Páll, og at Sjálv- stýrisflokkurin = haraftrat hevur avreitt ein hóp av før- oyskum arbeiðsplássum til frama fyri útlendsk arbeiðs- pláss, og at Sjálvstýris- flokkurin haraftrat hevur tikið ein ferdamøguleika frå tí vanliga fólkinum, ja tað er bert prógv um, at tit ikki megnaðu uppgåvuna at um sita hetta målsøki0 Helena Dam á Neystabø hevði hug at geva Fólka- flokkinum skyldina fyri, at Skotlandsrutan varð privat- iserað ella givin til teir priv atu, sum rættari er. Tað er møguligt, at so er, men tað er ein vánalig politisk und- anførsla, ikki at kunna standa við tær avgerðir, sum tit saman við ødrum hava tikið í hesum máli Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, sum Sjálvstýrisflokkurin = var partur av verið partur av, um hann hevði sloppið at hildið fram, stendur: >Samferðslan við útheimin má verða skipað soleiðis, at hon - á privatum hondum - tryggjar útflutn- ingsvinnuni best møgulig kor« I samgonguskjalinum, sum vit skrivadu undir sam- an vid samgonguni i sept 1994 stendur: >Samferðslan við útheimin má verða skip- að soleiðis, at hon tryggjar útflutningsvinnuni = best møgulig kor«. Munurin er, at vit ikki tóku undir vid ordingini »å privatum hondum«, men tað hevur Sjálvstýrisflokk- urin. Eg hugsi ikki, at tað var so nógv, tí at tit endiliga vildu sleppa at halda fram í samgongu, jú møguliga tað eisini, men fyrst og fremst tí, at tit taka undir við priv- atiseringspolitikkinum. Tað haldi eg, at tykkara lutur í landsstýrinum, so týðiliga vísti, aftaná at vit mynstraðu av. Men Helena Dam á Neystabø, munurin er ikki bert ein orðing, men tann og hevði Jóannes Eidesgaard veruleiki, at tit aftaná at eingin verji var eftir í sam- gonguni av hesi rutu, tóku stigið fult út og jardløgdu rutuna Munurin er ikki bert ein orðing, men munurin mill- um okkara politikk og góð- an borgarliganm politikk Speglið tykkum nú í úrslit- inum Eitt er so vist, at tað verð- ur ringt hjá Helenu Dam á Neystabø og Sjålvstyris- flokkinum at verða tíkin í fullum álvara, tá hetta upp- skotið kemur til viðgerðar Enn einaferð mugu orðini um, at ofta etur hendur tað. hann sjálvur havnar, ásann- ast. Jóannes Eidesgaard Skulu vit yvirtaka folkakirkjuna Tjóðveldisflokkurin hevur lagt fram á Ting løgtingsmål nr. 20/1997 um fyrireiking til yvirtóku av fólkakirkjuni Politisk viðmerking Málið er sera viðkomandi fyri okkum limir í fólka- kirkjuni. Kirkjan er karmur um andaliga gerandisdag okk- ara. Hagar verða vit borin til dópin. Har verða vit kon- firmerað. Har verða vit vígd í hjúnalag, og haðan verða vit borin til okkara síðsta hvíldarstað, tey ið á landi andast. Higartil er kirkjan lógar- fest og umsitin av donskum myndugleikum. Haðani koma allar avgerðir um yvirorðnaðu leiðslu og fyri- skipan kirkjunnar. Vit hava í seinastuni verið vitni til rættuliga grundleggjandi broytingar innan leiðslu kirkjunnar millum bispar og onnur, og í hesum sambandi tykist mangt vera í stríð við læru bíbliunnar, og tí tykist mær í hvussu so er at leiðsla kirkjunnar eigur at verða flutt til okkara, tí broyting- arnar í donsku skipanini eru við at máa stødi undan kenslu okkara fyri, at kirkj- an er andaligi grundvøllur okkara at umsita og greina okkum læru bíbliunnar. Danska umsitingin hevur umboð síni í kirkjuni í Før- oyum gjøgnum bisp og prestar. Haðan verða teir løntir, og haðan fáa teir for- skriftir um dagliga arbeiði sitt, og fgjøgnum teir fáa vit so andaligu fødina, ið fólka- kirkjan fyrisitur. Tá nú uppskot er frammi fLøgtinginum um at kirkjan og fyrisiting hennara verður flutt til Føroyar, og at vit sostatt verða loyst frá Eyðun Viderø >ókirkjuliga< árininum í Danmark, so dugi eg ikki rættuliga at skilja ágangin ímóti hesi ætlan frá anda- ligu kirkjutænarum okkara, sum í seinastuni hava út- talað seg, nevniliga Hans Jákup Joensen bisp og sóknarprestin á Sandi, Ják- up Reinert Hansen. Eg var sera vónsvikin av vánaligu viðgerðini hjá bispi okkara i sjónvarpin- um, men serliga havi eg umhugsað greinina í Dimmalætting 05. febr. frá Jákup R. Hansen, presti okkara í Sandoynni. Viðtalið við Jákup R. Hansen, ið eg rokni við er rætt endurgivið, fari eg at nema eitt sindur nærri við: >Uppskot Tjóðveldis- floksins vónaði hann av fullum hjarta varð iki sam- tykt, at hetta var tómt, at vit ikki vita hvat fyri »modell« vit fáa við yvirtøku«. Hvat meinast við her? Er hetta ikki eitt Guðshús, hvers innihald byggir á bíbliunna? Er talan um nakað villing- arsamt >modell<, ið eg og onnur kirkjufólk ikki vita um? >Uppskotið er illa fyri- reikað, og her er tunt grund- arlag at byggja eina so stóra yvirtøku å«. »Politikarar royna at trysta eitt mål igjøgnum«, og at »hetta er eitt reint politiskt tiltak at yvirtaka føroysku fólka- kirkjuna«. Sjålvandi er hetta politiskt tiltak, tå løgtingid hevur lóggávumyndugleika eftir eina yvirtøku. Tó, með- an kirkjuliðið »eigur« kirkj- urnar, so eru tær undir danskari fyrisiting og av- gerðarrætti gjøgnum dansk- ar tænastumenn i kirkjuligu fyrisitingini, og tå vit kenna, hvussu hesir myndugleikar, serliga navngivnir bispar, liva i gerandisdegnum i strid vid bibliuna, so er upp å hægstu tid at koma sær undan hesum myndugleika! JRH visir å yvirtiknu kirkjuna i Grønlandi, at fleiri prestaembæti ikki eru sett, at fyrimunur okkara i dag er, at danir gjalda prestalønina! Er her meðni talan um at fåa eitt lønad starv, so er trupulleikin ein heilt annar, og eigur ikki at verða tengdur at fólkakirkj- uni, tí í tí sambandi er ikki talan um pengar, men um eitt andaligt innihald! Seinni verður víst á, at ein yvirtøka hevur sama trup- ulleika við sær, sum sam- felagslívið í dag hevur við- víkjandi miðstaðargkinum mótvegis útjaðaragkinum, og at tað verður trupult at røkja kirkjurnar, og at hetta í seinasta enda vil føra til at talan verður um eina >dis- count-kirkju<. Her er so langt úti, at eg vil ikki gera viðmerkingar! >Lívið innan føroyska kirkjugátt er rættiliga ser- føroyskt«. >Fólkakirkjan er nógv meiri sjónlig enn í Danmark, hon hevur nógv stórri tydning í gerandis- degnum hjá fólki<. Jú, men hetta er ikki treytað av danskari lóggávu, men før- oyskum lyndiseydkenni! Tað mest ógvusliga er tó í endanum á greinini, har tað stendur, at JRH óttast fyri, »at avleiðingin av ein- ari yvirtøku í síðsta enda verður, at Fólkakirkjan, sum vit kenna hana í dag, dettur burtur. Tað merkir, at bein- leiðis sambandið við eitt nú skúlan og Olavsøku dettur burtur«!!! Her verður fasthildid, at sambandid millum kirkjuna og samfelagid er bert tengt at teirri donsku lóggávuni, men ikki at viljanum og ynskjunum hjá føroyska kirkjufólkinum! So hava vit hoyrt tað! Sum fastur kirkjugangari og kirkjutænari kann eg ikki taka undir við nevndu sjón- armiðum, men mín sannfør- ing er framvegis, at máls- økid fólkakirkjan eigur at verða yvirtikin sum før- oyskt sermál, og umsitin av føroyskum myndugleika Fyri mær er kirkn meir enn bispakápa ella ein prestakjóli „Eyðun Videre