Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 Nr. 26 — 10. FEBRUAR 1998 Tað er gott at eiga góðar vinir í altjóða fótbólti Fótbóltur: FSF umboðini á fundinum í Prag fríggjadagin halda avgjørt, at tað kom teimum til góðar, at teir áður hava spælt ímóti bæði skotum og kekkum FSF umboðini, sum friggja- dagin í síðstu viku vóru í Prag. har skráin fyri kom- andi EM luttøkuna var fing- in upp å plåss, fingu ikki so lítið av einum skelki, áðr- enn teir nakrantíð fóru av landinum Sum vit søgdu undan fundinum í Prag, so gongur tað alt meiri tann vegin, at UEFA ynskir at hava euro- peiska landsliðsfótbóltin í alt styttri og styttri tjóðri Hetta verður m.a. gjørt vid, at færi dagar verða settir av til landsdystir, enn tað hava verið gjørdir áður, og til stóra gleði fyri stóru fel- øgni, so eru dagarnir stúgv- aðir meiri saman, enn tað hevur verið vanligt higartil. Hetta vistu føroysku um- bodini væl frammanundan, at teir fóru av landinum. Skelkurin, sum teir fingu, beint áðrenn teir fóru av- stað, var, at bræv kom frá UEFA, um at teir høvdu gjørt eitt uppskot til, hvussu dystirnir skuldu avgreiðast í bólki níggju. — Rákið er týðuligt tann vegin, at alt meiri verður avgjørt á sentralum staði, og eg verði ikki kløkkur, um tað eina ferð í framtíðini verður soleiðis, at londini, sum eru komin í bólk sam- an, ikki fáa møguleikan at fundast um skránna, sum í staðin fer at verða løgd av UEFA og síðani send okk- um, sigur Ísak Mikladal, að- alskrivari í Fótbóltssam- bandinum, sum hevur verið við til slíkar telvingar nakr- ar ferðir Uppskotið hjá UEFA At føroyingar vóru skakkir, tá teir hugdu at uppskotin- um frá UEFA er ikki at undrast å. UEFA hevði gjørt upp- skot til skrå, eftir at teir høv- du givið hverjum landinum ein bókstav. Skotland hevði sum hægst styrkismetta landið fingið bókstavin A, og Estland hevdi sum lægst styrkismetta landið fingið bókstavin F. Í uppskotinum var lagt upp til, at Føroyar í år skul- du spæla á útivelli móti Kekkia 6. september, og heima móti ávikavíst Litava og Estlandi 10. og 14. okt- ober. Komandi ár skuldu før- oyingar til Skotlands 27. mars, Bosnia skuldi koma á Svangaskarð 31. mars, Føroyar skuldu til Bosnia 9. juni, Skotland skuldi koma á Svangaskarð 5. septemb- er, føroyingar skuldu til Lit- ava 8. september, og í síðsta umfarinum, 10. oktober í 1999, skuldi Kekkia spæla á Svangaskarði. Tutlið í korridorunum Føroyingar vóru sjálvsagt ógvuliga spentir, um londini í bólkinum, sum høvdu mest at siga — Skotland og Kekkia — fóru at brúka upp- skotið frá UEFA og út frá tí tillaga endaligu skránna, ella um tey fóru fullkomu- liga at bróta upp úr nýggj- um — Royndirnar hava lært okkum, og vit mugu bara ásanna, at tað eru londini, sum eru styrkismett ovast, ið hava mest at siga, og at tað sjáldan ella ongantíð spyrst nakað gott burturúr, um vit ella onkur annar av temum smáu roynir at seta høvd upp á teir stóru. Ofta vísir tað seg frægast at halda seg kúrran sum longst, og at fáa onkra avtaluna við teir stóru frá hondini í korridor- unum, áðrenn tað av álvara verður farið undir felags tingingarnar, og soleiðis vísti tað seg eisini hesa ferð, sigur Ísak Mikladal: — Longu áðrenn vit fóru úr Føroyum høvdu vit fing- ið eitt vink frå kekkum um, at teir vóru hugaðir at koma henda vegin í september, um vit vildu ganga við til at spæla í Kekkia í síðsta um- farinum, og tað søgdu teir seg vilja standa við. — Aðrenn vit fóru inn á fundin, tosaðu vit við skot- ar, og teir spurdu okkum, um tað ikki var soleiðis, at okkum dámdi væl at spæla á heimavelli í juni. Tað á- sannaðu vit, og so bjóðaðu teir sær at koma henda veg- in fyrst í juni komandi ár, um vit vildu koma niður til teirra í oktober í ár. Og so vóru vit longu komnir væl ávegis. Kreditvirðið Kekkisku vertirnir settu fundin, og eingin hevði nak- að ímóti, at teir leiddu fund- in. Fyrsta takið var at tosa um åtgangsstødid, og tá gjørdu skotar vart við, at teir hildu tað vera meiri hóski- ligt, um teir sum síðst drig- na landið í bólkinum fingu bókstavin F, og at Estonia fekk bókstavin A. Hetta gekk fundurin við til, og so sá beinanvegin nógv betri út hjá føroyingum. — Vit søgdu einki, men tað kom sjálvsagt sera væl við, at kekkiski fundarleiðarin sum næsta punkt á dags- skránni av einslistum fór at greiða hinum luttakarunum frá, hvussu umstødurnar eru hjá Føroyum og føroying- um. Hann segði, at teir vóru sera fegnir um, at teir fyri triðju ferð í níti árunum vór- u komnir í bólk við okkum, og hann bað umboðini fyri hini londini hava í hugan- um, at hjá okkum ber tað ikki til at spæla á heimavelli í oktober, og at tað ber als ikki til hjá okkum at spæla landsdystir í mars. — Nú aftaná kunnu vit bar- a staðfesta, at hetta hevði árin á hinar luttakararnar, tí vit skulu ikki spæla á heimavelli í oktober, og alt bendir á, at vit sleppa undan at spæla á útivelli í mars. Útidysturin móti Bosnia er lagdur at vera 19. august. Tað høvdu tey fýra fundar- umboðini fyri Bosnia einki ímóti, men um tað vísir seg, at hetta ikki fer at bera til hjá teimum, so kann tað koma upp á tal, at dysturin verður fluttur til síðst í mars, men tað vóna vit sjálvsagt ikki, greiðir Ísak Mikladal frá. Kenna sína stødu At tað sjáldan ella ongantíð spyrst nakað burtur úr, tá tey smáu fara at spæla við musklunum og royna at tak- a ræðið yvir teimum stóru, var fundurin í Prag gott dømi um. Estland møtti við tveim- um fullfíggjaðum alterna- tivum um, hvussu teir ætl- aðu, at øll kappingin, sum hon er, skuldi avgreiðast. Tað hóvaði ikki teimum stóru, og so tóktist tað líka sum, at Estland so at siga mátti taka til takka við mol- unum, tá teir stóru høvdu býtt køkuna millum sín. — Okkara leiklutur í slík- um samráðingum er at fylg- ja væl við og fanga teir møguleikar, sum stinga seg upp, tá teir stóru tingast. Sum eg áður havi sagt, so eru vit væl nøgdir, men samstundis má eg undir- strika, at tað var serliga gagnligt fyri okkum, og tað legði góðan botn í, at vit áður hava spælt móti og verið vertir hjá skotum og kekkum, sigur Ísak Mikla- dal. jh ER Umm Tað gekk ongan veg á fundinum i Róm Fótbóltur: Danir og hinir í bólki eitt í EM undankappingini fóru til hús sum av torvheidum, tá teir skuldu leggja sína skrá r er Uu k g EM jar kk 5 i k } CEgrja kk tað a KK ru vert rar, walisarar g umt ri Hvitaru nd ru gestir Rón stu viku við tí fyri eyga faa lagt kappingina t nar ar ] i Var EINKI 10 at gera uttan at stað 3 gekk ongan veg kal UEFA skera igjøgnum 9 ggja eima skrå, sum ondini verða noydd at taka til eftirtektar M Eins og hjå føroyingum og hinum í bólki niggju, so hevði UEFA eisini fyri bólk eitt gjørt fyribils lutakast, men tað kom ikki upp á tal, hvussu hetta skuldi brúkast. A fundinum varð upp- kotið hjá UEFA umrøtt sum leggur upp til, at tveir andsdy stir verða spældir eint eftir hvønn annan, so- dis sum vit fleiri ferðir hava umrøtt hetta hesa síðs og hóast tað ikki bar løndunum til at semjast um, nær hvør skuldi spæla móti hvørjum, so var breið semja kring børðið ung -at tu tíðina uppskotið hjá UEFA er stak óheppið. Hóast misnøgdina so verður kortini ásannað, at tað fer ikki at bera til hjá t.d. Danmark at sleppa und- an dupult umførum. Tað eru bara fimm lond í hólki eitt, 'g tað vil siga, at hvort land- ið skal spæla átta dystir, og tískil sleppa londini undan tveimum av teimum tíggju dystardøgunum, sum UEFA hevur sett av til EM undan kappingina. Men uttan mun til, hvussu tað verður man øvrerad, so sleppa danir ikki undan í minsta lagi tvær ferðir at spæla bæði í viku- Ísak Mikladal, adelskrivari í FSF, fegnast um, at føroyingar eiga so nógvar góðar vinir úti í fótbóltseuropa 4. 1998 Føroyar 19. a 1998: Bosnia-Føroyar 5. september 1998 Bosnia-Estland Føroyar-Kekkia Litava-Skotland 10. oktober 1998 Bosnia-Kekkia Litava-Føroyar Skotland-Estland 14. oktober 1999 Litava-Bosnia Skotland-Føroyar Kekkia-Estland 27. mars 1999 Kekkia-Litava Skotland-Bosnia 31. mars 1999 Litava-Estland Skotland-Kekkia Bólkur 9 í EM undankappingini Á fundinum í Prag fríggjadagin umboð fyri tey seks londini í bólki níggju undankappingini til hesa skrá fyri kappingina in 6. februar 1998 komu í EM 5. 1999 þm 1292 Estland-Kekkia Føroyar-Skotland 9. 1999 and-Litava Føroyar-Bosnia Kekkia-Skotland 4. september 1999 Bosnia- Skotland Føroyar-Estland Litava-Kekkia 8. september 1999 Kekkia-Bosnia Føroyar-Litava Estland-Skotland 9. oktober 1999 Estland-Bosnia Kekkia-Føroyar Skotland-Litava | Í Í } skiftinum og mitt í viku. Ov tættir Tað hevur verið undrast á, at tað ikki bar umboðum fyri tey fimm fótbóltssam- bondini til at tinga seg fram til eina semju um viðurskif- Uu, sum annars vóru mett sum avgreiðslumál Einki verður sagt um, hví hetta íkki eydnaðist, men tað er kanska ikki langt av leið at ímynda sær, at ein trupulleiki er, at tað so at siga eru ov nógvir høvding ar og ov fáir indianarar. Í bólkinum, har Føroyar eru í, eru tvey lond, sum tykjast hava havt nógv meiri at sig- a, enn hini hava havt. Í bólk- inum, har danir eru, er tað ivaleyst torført at siga ital- Iumonnum, walisum og sveitsarum, hvar skápið skal standa, og um tað er so, at allir halda seg hava síðsta orðið, so er ikki so ilt at skilja, hví tað er so lítið smidligt. jh