Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Álitisváttan til formannin Oddagrein FLEST allir flokkar vilja helst samstarva við Javnaðarflokkin. Fólkaflokkurin tó undan- tikin. Og harafturat peika flestu veljararnir á Jóannes Eidesgaard sum tað besta løg- mansevni. Ja, hann liggur fremri í huganum millum tjóðveldisveljararnar enn nakar tjóð- veldismaður. HETTA merkir kortini ikki, at Javnaðarflokk- urin rekur ein leiðarapolitikk, sum Finnbogi Ísakson sigur við Dimmalætting í gjár, sam- stundis sum hann leggur afturat, at Tjóðveld- isflokkurin rekur ein flokspolitikk. Hetta er burturvið. TRUPULLEIKIN er meira hann, at Tjóð- veldisflokkurin hevur torført at semjast um ein persón. Í tingbólkinum er Heini O. Heine- sen formaður, men úteftir teknar Finnbogi Ísakson flokkin við sínum greiðu og væl- formuleraðu áskoðanum, við politiskum per- spektivi og broddi í. Mótvegis innantóma og óstruktureraða rakstrarrópspolitikkinum hjá formanninum, sum vit minnast frå fimtiår- unum og seinast í sekstiårunum, tá Tjóð- veldisflokkurin lítla ávirkan hevði á førda politikkin. TÁ alt hetta er sagt, so má bara ásannast, at Javnaðarflokkurin liggur ikki væl fyri í kanningunum, og tekki formansins hevur ikki ávirkað veljararnar at taka undir við Javn- aðarflokkinum. TAÐ er sjáldsamt í vesturheiminum, at ein sosialdemokratiskur arbeiðaraflokkur bara fær 16-17 prosent av atkvoðunum. Fram- gongdin frá seinasta vali er lítil og eingin, og bæði valúrslit og vánaliga stoðan áttu at fingið flokkin at tikið í egnan barm og greina stoðuna. Í seinasta valskeiði kom álvarsamur kinkur í samstarvið við fakliga tilvitandi stuðlar flok- sins, uttan at leiðsla floksins gáaði nóg væl um, ella tók støduna í álvara, og hetta gjørdi, at grundarlagið varð tikið undan flokkinum, sum fór í helvt. TÍ áliggur stórt arbeiði hjá floksleiðsluni at fáa samansjóðað arbeidararørsluna aftur. Og somuleiðis áliggur tað floksleiðsluni at sannføra føroyska veljaran um, at einasta realistiska leið í tjóðskaparspurninginum er uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálv- stýrislóg. Tað er ikki meiriluti fyri loysing og Tjóðveldisflokkurin trýr sjálvur ikki uppá, at tað letur seg gera. Somuleiðis má flokkurin sannfera veljaran um, at hann framvegis er sosial trygdin í samfelagnum. Sosialurin Sigur »AirSep« tær nakað? Nýggj útgerð tekur burtur vandamiklan oljudamp Maskinmenn eru í stórri vanda enn onnur at fáa krabba- mein og sjúkur í andaleiðingini. Orsøkin er oljudamp- urin. Men nú er loysn fyri hesum. Fyri nøkrum árum síðan fór amerikanska felagið Walker Engineering í samstarvi við sjóverjuna undir fram- leiðslu av tí, sum teir kalla »AirSep-skipanina«. Síðani er hetta >uppfinnilsi< farið um stóran part av heimin- um. Henda útgerð hevur nevniliga víst seg at kunna taka burtur vandamiklasta heilsuvandan, sum maskin- menn eru í undir arbeiði. Gjøgnum árini eru nógvar kanningar gjørdar av heils- uni hjá maskinmonnum, og nidurstødan er, at teir, sum arbeiða í einum maskin- rúmi, eru i 2-3 ferðir stórri vanda enn onnur at fáa krabbamein og sjúkur í andaleiðingini. Men nú er loysn fyri hes- um. Og ikki bert á hesum, men eisini á øðrum trupul- leikum. Íslendingar hava tíkið nýggju útgerðina til sin, og nú umboðar Eydbjørn Cle- mentsen á Sandi íslendska felagið Véltak á Hafnafirði, sum er einaumboð fyri hesa útgerð í Europa. Men hvat er so >AirSep< fyri nakað? — AirSep er eitt tól, sum verður sett á luftinntakið á motorinum ella turbinuni. Endamálið við hesum tóli er fyrst og fremst at bóta um umhvørvid, soleiðis at tå sum maskinmaður ikki nýtist at seta heilsuna í vága fyri at arbeiða í einum maskinrúmi. Nógvir maskinmenn hava høvud- pínu og aðrar trupulleikar av oljudampinum, sum kemur frá maskinuni, men henda útgerð syrgir fyri, at tað í nógv stórri mun slepst undan hesum. Eyðbjórn Clementsen sigur, at AirSep-skipanin er spildurnyggj í Føroyum, men seinastu 18 månadirnar hava ikki færri enn 165 is- lendsk skip fingið hesa út- gerð ísetta. — Eg havi sjálvur siglt sum maskinmeistari við ís- lendskum skipi, sum hevur hesa útgerð. Luftin í ma- skinrúminum er vorðin nógv reinari, og tað er maskinrúmið eisini. Vit brúktu einar 50-60 litrar av motorolju um samdøgrid, men vid AirSep-útgerðini fór nýtslan niður á 18 litrar um samdøgrid. Eydbjørn sigur, at vanliga er trýst á krumptapshúsan- um sum ger, at maskinan lekur olju og damp gjøg- num pakningar, pakkdósir og somuleiðis fer roykur upp igjøgnum skorsteinin. — Men við AirSep-skip- anini hvørva allir innvend- igir og utvendigir lekar, ti útgerðin skapar eitt undir- trýst í staðin fyri eitt yvir- trýst og skilir olju og luft frå hvørjum øðrum. Hann visir å, at umleid 30% av dampinum, sum fer út í luftina og inn á útluft- ingina á krumtapshúsanum, er olja. — Men tá id AirSep hevur reinsað gassið, fer yvirfallið niður aftur í krumtapshús- an. Tað merkir, at gassið verður sett inn aftur í motor- in og brent umaftur. Tí spara skipini, sum fáa sær eina AirSep-skipan, hópin av motorolju. Orsøkin til, at Eydbjørn kom i samband vid is- Tøkk Hjartaliga takka vit fyri synda samkenslu, tå ið góða mamma, vermamma, omma. systir. bróður- kona og fastir okkara MONA ASNATH POULSEN, Tórshavn andaðist og varð jarðað. Serstakliga stóra takk til Lágargarð, fyri eyma umsorgan. Takk til Sonju Klein, prest, fyri bein- rakin orð. Takk til sangarar, likvognsførara, grav- arar, kirkjutænarar og øll, ið hjålptu til vid ervin- um Somuleiðis stóra takk til øll, ið fylgdu henni tað seinasta strekkið. Familjunnar vegna, Christian, Hedvig, Asa og Snorri lendska felagið Véltak, sum umboðar hesa útgerð, er, at skipið, sum hann var við, fekk eina tílíka skipan ísetta, og sjálvur viðgongur Eydbjørn, at hann er sera bilsin av góða úrslitinum. — Ein annar trupulleiki er, at oljudampur ofta kemur upp úr maskinråminum og upp í verksmiðjuna, men við AirSep verður hesin trupulleiki ógvuliga mini- malur fyri ikki at siga eing- in, tí nú verður einki trýst út úr maskinuni longur. Eyðbjgrn vísir á, at út- gerðin eisini kemur mann- ing sum heild til góðar, tí skipini rúka minni, og har- við kemur minni roykur inn í manningarrúmini. Íslendska felagið hevur sett hesa útgerð á motorar, sum eru heilt úr 100 hk upp í 3.000 hk. Spurdur, um AirSep minkar um megina á motor- inum, sigur Eyåbjørn, at tað er júst tvørtur ímóti. — Tað er stórur munur í einum maskinrúmi, sum hevur AirSep og einum, sum ikki hevur. Eg heyði so ikki viljað verið hesa útgerð fyri uttan. AirSep-útgerðin er ikki serliga kostnaðarmikil. Tað kostar einar 70.000 krónur at seta eina slíka skipan á eina maskinu, sum er einar 1800 hk og á tveir ljósmo- torar. Um skipanin bara verður sett á høvudsmotor- in, er hetta ein iløga upp á einar 45.000 krónur. — So tað er skjótt at spara henda pening innaftur, sigur Eydbjørn Clementsen, sum bydur sær til at upplysa menn, sum kundu hugsad sær at fingid meira at vita um hesa at kalla kollvelt- andi útgerð. Sjálvur hevur Eydbjørn ein hóp av myndum av ís- lendskum skipum, sum hava fingið hesa útgerð. — So, tað ber altíð til at fáa hetta prógvað, um menn eru í iva, leggur hann aftur- at. Eydbjørn er at hitta á tlf. 61073, og hann hevur tele- fax nr. 61873. -V. Åh, Danmark — tak for alt Nyrup siger vi færinger forstår ikke ét hak, han tilskynder at vi skylder Danmark en stor tak. Hans glorie er nypudset, mens ridset er vor lak. Nyrup taler: »Så tak dog os, dem som kursen ud stak !« For de 5000 arbejdsløse vi dig Danmark takker, for danske patentløsninger, hestekurer og pakker. Tak for alle de færinger der flygtecz i store stakker. Tusind tak; for at I vor stolthed i tusind stykker hakker! Vi kan dig, åh store Danmerk, aldrig takke nok. Vi som var ulydige, og banket blev med en stor stok. Fortjent vi længe lå i koma, med ét stor chok. Næste gang når vi er ulydige, så giv os endnu et stort gok! Du kære Danmark gjorde det, som var så normalt. I sørgede for, at vi lærte og fik regningerne betalt. I er jo så vise og dygtige, I gør aldrig noget der er galt. I ydmyghed jeg bukker og siger: åh Danmark — tak for alt! Eg ynski at gerast limur i Navn: DANA FAROENSIS Gøta Býur/bygð: AMNESTY INTERNATIONAL Feroya Deild Postboks 1075 FR-110 Torshavn Postgiro 56359