Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a Nr. 27 — 11. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið afar SOSlaN 3 181 stóru kommunurnar taka stig til at loysa trupulleikan við kommunuskuldini: Í nógvum bygdum fer skatturin Kommunurnar eru ikki óvilligar at hjálpa hvórjari aðrari at sleppa burturúr skuldini. Men landskassin eigur at hjálpa til, tí hann hevur líka stóra skyld í trupulleikanum, sum kommunur- nar sjálvar hava AK! BERTHOLDSEN Tær kommunurnar, sum eru hampiliga væl fyri eru ikki óvilligar til at hjálpa teim- um kommununum, sum eru komnar so illa fyri av skuld, at tær reisa seg ikki aftur uttan at fáa kunstigan anda- drátt. Tær seks størstu komm- unurnar, sum hava tikið seg saman í Býarfelag Føroya, eru nú av álvara farnar undir at viðgerða trupulleikan við kommunuskuldini. — Enn er viðgerðin komin ov stutt til at vit kunnu siga, hvør loysnin verður — Men tað er nokk so nær at hugsa sær, at tær komm- unur, sum eru hampiliga væl fyri, onkusvegna hjálpa teimum, sum eru ringast staddar, sigur Jákup Lam- hauge, formaður í Runavík- ar Kommunu og formaður í Býarfelag Føroya. Tær seks kommunurnar í Byarfelag Føroya eru, Tórs- havnar-, Klaksvíkar,- Runa- vikar-, Tvøroyrar-, Vágs- og Fuglafjarðar Kommuna. Tað eru tær kommunur- nar í Føroyum, sum bera býarheitið. Jákup Lamhauge sigur, at nú eru tvey ár til avtalan um kommunuskuldina gongur t í 2000 og spurningurin er oftari og oftari reistur um, hvat skal henda aftaná. — Vit halda, at tað er rætt at taka málið upp nú og tí eru vit í Býarfelag Føroya sinnað at átaka okkum ein virknan leiklut í, hvussu spurningurin um komm- unuskuldina verdur loystur eftir 2000, táið kommunur- nar aftur fara at betala rent- ur og avdráttir eftir upp- runaligu lániavtalunum. Tó sigur formaðurin í Bý- arfelagnum, at enn er við- gerðin komin nakað stutt til at nakað ítgkiligt kann sig- ast. Men tað verður arbeitt við fleiri loysnum, sigur hann. Hann sigur, at tað er nokk so ringt at gera nakað itøki- ligt, áðrenn vit vita, hvussu kommunubygnaðurin verð- — Eftir mínum tykki er tað neyðugt at landsstýrið hjålpir til at loysa skuldarkreppuna hjá nókrum kommunum, sigur Jákup Lamhauge, formaður í Býarfelag Fóroya. ur í framtíðini. Hann sigur, at tí verður bíðað eftir, hvat úrslit kommununevndin hjå landsstyrinum kemur til um, hvussu nógvar komm- unur skulu verða í Føroy- um, og, hvgrjar uppgávur hesar kommunurnar skulu hava. Men hóast tað enn ikki er greitt, er tað mangt, sum bendir á, at úrslítið verður, at tað skulu verða einar 9- 10 kommunur í øllum Før- oyum. Tvs, at Suðuroyggin verður tvær kommunur, Sandoyggin ein, Vágoy ein, Suðurtreymoy ein, Norð- streymoy ein Eysturoyggin tvær og Norðoyggjar ein kommuna. Tó kann tað henda, at ein partur av Norðurstreymoy og ein partur av Norður- eysturoy verður ein komm- una. Jákup Lamhauge sigur, at fyrrenn hetta er greitt ber illa til at koma við ngkrum ftøkiligum tilmæli til, hvussu trupulleikin um kommunuskuldina eigur at verða loyst. — Tað ger seg eisini gald- andi, at lánveitararnir hjá kommununum vilja hava Føroyar lagdar saman i nakrar fáar, stórar komm- unur áðrenn teir vilja taka upp samráðingar um kommunuskuldina, tí teir hava ikki áhuga í at sam- ráðast við 49 kommunur, harav nógvar av teimum eru so smaår, sum tær eru. Arbeiða við ymsum loysnum Jákup lamhauge sigur, at Býarfelgið arbeiðir við ymsum loysnum fyri, hvussu trupulleikin við kommunuskuldini skal loysast. — Ein máti kann verða, at vit fara at royna at finna eina samlaða fígging fyri allar kommunurnar. — Ein annar máti kann verða at kommunurnar fara at samráðast hver sær, táið tær eru lagdar saman, tí tá verða tær lutfalsliga stórar og sterkar at grundarlagið fyri samráðingum verður betri. Tey heima á Sandi eru millum teirra, sum fáa fyrimun av, at ein loysn fæst á kommunu- skuldini. Kommunan er sera illa fyri, og skattaprosentið er í topp, 23% Summar mugu hava ep Men so eru tað tær komm- unurnar, sum eru so illa fyri, at:tær koma ikki burturúr skuldini einsamallar. — Tað eru nakrar komm- unur, sum eru so illa fyri, at tær koma íkki burturúr skuldini, um ikki onkur serlig tiltøk verða sett í verk fyri tær. Formaðurin í Býarfelag- num sigur, at tað liggur nokk so nær at hugsa sær, at tað verður funnin ein ella onnur samhaldsføst skipan, so at tær kommunurnår, sum eru betri fyri, onkus- vegna hjálpa teimum sum eru so illa fyri, at tær ikki kom at klára seg. Ein máti kann vera at kommunali kreppuláns- grunnurin heldur fram. Og síðani verður roknað út, hvat kommunurnar megna at forrenta, og so verður skuldin omanfyri tað, klipt av. 19-20% í skatti Jákup Lamhauge sigur, at verða kommunurnar lagdar saman, verður neyðugt at áseta kommunuskattin av nýggjum í fleiri fórum. - Nógvar kommunur hava 16% í kommunuskatti, men í ødrum kommunum eru borgararnir tyngdir av einum kommunuskattapro- sentið uppá 23%. — Hvussu skattaprosentið veldst eisini í stóran mun um, hvgrjar uppgávur, kommunurnar skulu rgkja í framtíðini. — Skulu kommunurnar átaka sær fleiri uppgávur, sum nú eru undir landskass- anum, skulu meiri pengar til. — Men so kann tað eisini hugsast, at skatturin verður býttur ødrvisi ímillum land og kommunur, enn hann verður nú. — Tvs, at landsskatturin lækkar og kommunuskatt- urin hækkar. — Men taka vit útgangs- stødid í uppgåvubytinum, sum nå er imillum land og kommunur, vænti eg ikki, at nøkur kommuna sleppur undir einum kommunu- skatti uppá 19-20%, sigur Jákup Lamhauge. Siga vit so, at tað verður 19,5%, merkir tað, at i 30 kommunum skal skatturin hækka og í 19 skal hann hækka. Í átta kommunum er skattaprosentið 16 og í upp - og i ødrum fer hann niður nfigju er tað 23 Í år er miðal kommunuskattaprosentið 19,82% Landið má hjálpa til En stórur spurningur í sambandi við kommunu- skuldina hevur verið, um landskassin skal hjálpa til at loysa trupulleikarnar við kommunuskuldini Vit spurdu Jákup Lam- hauge, hvat tær seks komm- unurnar í Býarfelag Føroya halda um tað — Vit mugu ásanna, at hig- artil hevur Landsstýrið ikki viljað tikið stórvegis lut í orðaskiftinum um komm- unuskuldina — Men eg haldi, at tá kommunurnar vísa ein vilja at loysa málið, átti lands- stýrið eisini at verið meiri opið fyri komið upp.f — Ti eg haldi ikki, at landsstýrið kann snúgva sær undan at hava ein stóran part av skyldini fyri, at summar kommunur eru komnar í Oføri — Tí landsstýrið hevði eitt kommunalt eftirlit, sum var alt ov veikt. Eg haldi tvørt- urímóti, at landsstýrið hev- ur líka stóra skyld í hesum trupulleika, sum kommun- urnar hava — Jákup lamhauge sigur, at eftir hansara tykki er tað beinleiðis neyðugt, at lands- stýrið átekur sær ein hjálpa til at loysa hendan trupul leikan — Tað eru 49 kommunur í Føroyum, og táið tær hava vilja at loysa málið, hóast tær ikki hava ábyrgd fyri hverjum øðrum, átti lands- stýrið eisini at tikið sin part á seg, tá ið tað hevur ein part av skyldini, sigur Jákup Lamhauge.