mikudagur 11. februar 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOS)
Nr. 27 — 11. FEBRUAR 1998
Byrjanin til eitt nýtt ævintýr
Í dag eru vit við byrjanina av einum stórum ævintýri, leitanini eftir olju og gassi í fóroysku undirgrundini. Nú vit fara
í holt við hesa risastóru avbjóðing tykist tað vera hóskandi at minnast aftur á teir enn djarvaru uppdagararnar, sum
komu higar í leðurbátum og tóku andan av eini nýggjari tíð við sær segði stjórin í oljufelagnum Amerada Hess,
Richard Hardmann í rødu síni í Kirkjubø, tå nýggi kappróðrarbáturin Brendan varð sjósettur.
Nógva varð gjørt burtur úr
Kirkjubø mánadagin, tå
kappróðrarbáturin
an varð sjósettur. Har
vóru bæði landsstýrismenn
tingmenn, listafólk og
steðar, tá
lotaðu bát-
n gåva til før-
rulívsfólk ul
-nn
yskr »ik. Manningin
Vestme gi skal nú
3 båtinum til farið
Scillyoyggjarnar
gva kapp
setingina, har ter
Jarlot kirkjun
R rd Hardmann h
g v hugsa
g vid sum eina
g Eir 1
e for those in peril
the sea«. Tad er ein sålm-
framvegis hevur
Tr. sum
nakað at siga fyri fiski-
vinnusamfeløg í Bretlandi
Tí hóast nýmótans tøkni er
lítið broytt hjá teimum, sum
liva av sjónum
A hesum vøkru oyggjun-
um er tað torført at ímynda
sær, at hjá okkum, sum liva
á ovurfólkaðum getum við
gangi, dålking, óruddi og
graffiti. verður havið mett
sum reinsandi, ein kelda til
endurnýggjan
Steddin og styrkin í hav-
mum kann geva okkum nýtt
lív. Vit jarðfréðingar, sum
hava lært um evolutión, og
sum vita, at allir skapningar
á landi í fyrndini komu úr
sjónum, hava kanska eina
serliga sterka kenslu av
skyldskapinum millum
menniskjað og havið. Okk-
ara blóð hevur saltinnihald
sum sjógvur. Fyri býarfólk
er havið staðið, vii flýggja
til, okkara yndisferðamál
Kanska halda vit ótilvitað,
at um vit svimja í sjónum,
haðani vit komu, kann tað
gera okkum rein, og tað
einfalda og sakloysið við
menniskjalívinum verður á
onkran hátt endurnýggjað
Í dag standa vit á hesum
søguliga stað og minnast
aftur á teir djørvu sjófarar-
arnar, sum vunnu á øllum
kendum og ókendum vand
um á sjónum og førdu eina
nýggja kristna tíð til hesar
trendurnar. Hasir somu
munkarnir, ella teirra brød-
ur, førdu etsini kristindómin
til Cornwall og oyggjarnar
vesturi í havi, Scilly-oyggj-
arnar. Saman við okkum í
Cornwall og i Føroyum
hava vit ein bólk av djørv-
um ævintýrarum, sum
vórðu førdir fram av teirra
trongd til at boða gleðiboð-
skapin til gil fólk, hvar tey
enn livdu
Byrjanin til eitt stórt
ævintýr
Í dag eru vit við byrjanina
av einum stórum ævintýri,
leitanini eftir olju og gassi í
føroysku undirgrundini. Nú
vit fara í holt við hesa risa-
stóru avbjóðing móti tung-
um aldum, djúpum havi og
basaltløgum, sum gera van-
ligt seismiskt kanningar-
arbeiði Ogjørligt, tykist tað
vera hóskandi at minnast
aftur á teir enn djarvaru
uppdagararnar, sum komu
higar í leðurbátum og tóku
andan av eini nýggjari tíð
við sær.
Richard Hardmann fegn-
aðist um at kunna lata før-
oyska róðrasambandinum
henda bátin og helt fram
-Hetta er ein bátur av ein-
um slagi, sum fyrstu ferð
varð smíðað á Scilly-oyggj-
unum fyri eini 150 árum
síðani. Báturin varð vanliga
brúktur at føra loðsar út til
skipini, sum vildu koma inn
í víkina millum oyggjarnar.
Sker og boðar, bæði oman
fyri og undir sjónum, gera
skipaferðsluna inn í víkina
torføra og vandamikla. Utt-
an ein stadkendan lods um-
borð var sera sannlíkt, at
skipið fór at sigla á eitt sker
ella tað, sum verri var. Bát-
arnir róðu kapp út til skipini
fyri at fáa inntøkurnar, sum
loðsurin fekk frá skipinum.
Teir høvdu ikki loyvið til at
hava fleiri enn seks árar, tí
bátarnir hjá tollembætis-
monnunum høvdu bátar við
átta árum, og sum tit iva-
Hetta er eitt nytt kapitrul i fóroyskari kappróðrarsegu - tað er ein avbjóðing at kunna
koma út um landoddarnar og eg ynski vestmenninum góða eydnu við hesum tiltakinum
segði ISF-forsetin Heðin Mortensen undir sjósetingini av Brendan.
leyst vita, er fólkið í Corn-
wall eisini kent fyri smug-
ling. Harafturat, orsakað av
øllum vrakunum, vórðu båt-
arnir nýttir til bjargingar-
arbeiði, og hetjuverk vórðu
regluliga framd av báts-
manningunum, og nógvir
sjólótust eisini.
Kappingin millum bátar-
nar um inntøkurnar frá loðs-
unum hevði stóran tydning
fyri uppihaldið hjá einum
fólki, ið livdi frá hondini í
munnin. Hver oyggj hevði
sín egna bát, og tað var ein
sera stórur heiður at gerast
partur av manningini.
Richard Hardmann ynskti
at enda manningini á hes-
um båtinum (Brendan)
Guds signing og góða
eydnu í kappingunum, hann
fer at vera við í í heims-
meistarakappingini í mai
månadi å Scilly-oyggjun-
um. *
-Av enn størri týdningi er,
at vit vóna, at hesin báturin
(Brendan) verður eitt tekin
um samanhaldið millum
tey, ið liva av sjónum — nak-
að, sum teir fyrstu uppdag-
ararnir so praktiskt gjørdu
til veruleika — og at hann
fer at gerast ímyndin av fel-
ags vónum og framburði,
sum gevur tilveruni hjá okk-
um gllum litir. Sum skaldið
Thomas Traherne skrivaði
í 1660:
Richard Hardmann í
kirkjuni í Kirkjubó
>You never enjoy the world
aright
Till the sea itself floweth in
your veins
Till you are clothed with the
heavens and crowned with
the stars<
Tað er okkara vón, at øll,
sum rógva við Brendan,
fara at gera henda framburð
til veruleika og av sonnum
verða krýnd við eydnu í
stóru kappingini, tey skulu
vera við í segði stjórin í
Amerada Hess í rødu síni í
kirkjuni í Kirkjubø måna-
dagin.
Føroyameistararnir úr Vestmanna royna seg i nýggja kappróðrarbátinum Brendan