Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 — 11. FEBRUAR 1998 Nakað herfyri svaraði eg í sendingini > Víða um< mill- um annað einum spurningi um, hvussu tað bar til, at Bíblian varð týdd umaftur, tá ið Victor Danielsen longu hevði týtt hana framman- undan. Har gjørdi eg vart við, at Jákup Dahl var farin undir at týða Bíbliuna, langt áðrenn Victor Danielsen fór undir sína tyding. Eg nevndi eisini, at Victor Danielsen í fororðinum til sína týðing av Nýggja Testamenti gjør- di vart við, at hann hevði nytt" tydingina hjá Jákupi Dahl til at finna orð og orða- felli við. Og tí var tað ikki rætt, at Bíblian varð týdd umaftur. Men Jákup Dahl náddi ikki at gera arbeiðið liðugt; hann rgkk at týða Nýggja Testamenti og nak- að av Gamla Testamenti, áðrenn hann doyði í 1944, bara 66 ára gamal. Týðing- ina fullførdi Kristian Osv- ald Viderø, og hann full- førdi sostatt tað verk, sum Jákup Dahl var farin undir, men ikki sjálvur náddi at fullenda. Á henda hátt setti Kristian Osvald Viderg saman vid ødrum Jåkupi Dahl tann minnisvarda, sum hann so ruddiliga hevdi uppiborið fyri sitt slóðbrót- andi týðingararbeiði. Hesin minnisvarði varð reistur við fyrstu útgávuni av >kirkju- bíbliuni< í 1961. Hetta er ein veruleiki, sum ikki reingist. Eg gjótlaði eisini eitt sindur um, hví Victor Dani- elsen fór undir at týða Bíbli- una, tá ið nú Jákup Dahl longu var komin langt áveg- is við síni týðing, og eg nevndi nakrar møguligar orsøkir. Hetta er fallið Jógv- ani á Lakjuni fyri bróstið, og ger hann í sera drúgvari blaðgrein í Sosialinum leygardagin 7. februar 1998 viðmerkingar til tað, sum eg segði. Hesar viðmerkingar eru av slíkum slagi, at eg kanska ikki skuldi lagt í at svara. Men tey flestu hava ivaleyst langt síðan gloymt, tíðindablaðið 5062 Viðmerking til blaðgreinina »Eitt sindur um bibliutýðingar< Í blaðnum leygardagin hevði Jógvan á Lakjuni viðmerk- ingar til tað, sum bispur segði um bíbliutýðingar í út- varpssendingin > Víða um<. Bispur svarar aftur í dag hvat eg segði, og tí kenni eg meg noyddan at leggja hetta afturat. Sum eg skilji greinina hjá Jógvani á Lakjuni, var ein- asta grundin, at Victor Dani- elsen fór undir at týða Bíbli- una til føroyskt, at menn í brødrasamkomunum vildu fáa Bíbliuna út á føroyskum máli. Eg skilji eisini, at teir annars vóru nøgdir við týð- ingina hjá Jákupi Dahl av Nýggja Testamenti og nýttu hana í tann mun, tað var gjørligt; hon var tá ikki komin út í einari bók. Men er hetta beint, so kann tað bara harma meg, at teir ikki buðu sær til at geva hesa týðing út (ella at umbønin var sýtt eimum, um hon var tað). Tí so høvdu vit í dag bara havt ta einu bíbliutýð- ingina, sum allar kirkjur og kristnar samkomur í Føroy- um kundu brúkt. Millum møguligar or- søkir til, at Victor Daniels- en fór undir at týða Bibli- una, nevndi eg týðingina av Matteus 28, 19-20, tí har er stórur munur á týðingini hjá Victori Danielsen og tí hjá Jákupi Dahl, ein munur, sum av sonnum eisini hevur gudfrødiligan tydning. Iva- leyst kundi eg havt vandad mær meira um orðini - eg hevdi tað ikki uppskrivad, sum eg segdi. Men at tad skal geva Jógvani á Lakjuni rætt til at lýsa meg sum ein, ið ikki hevur so frægan kunnleika til norðurlendskt mál, sum annars næstan hvørt mansbarn í Føroyum hevur, tá tað fer úr skúlan- um, tað haldi eg vera lítið sømiligt. Eg veit fullvæl, at persónsfornavnið í 3. pers- óni í fleirtali á norður- lendskum málum eitur tað sama í kallkyni, kvennkyni og hvørkikyni. Tað ger tað á týskum og enskum við, men ikki á grikskum og lat- íni. Sum persónsfornavn í 3. persóni í eintali og fleir- tali nýtir grikst uttan í hvør- falli fornavnið (autos). og latín nýtir á sama hátt ávís- ingarfornavnið (is), sum bæði hava ymiskar formar í kallkyni, kvennkyni og hvørkikyni, um enn summir eru teir somu. Hetta haldi eg, at Jógvan á Lakjuni kundi havt góðskrivað mær, hvussu orðini annars fullu. Men tað, sum eg meinti, var sjálvandi, at tað eg kenni til, fata bæði danir og norð- menn og sviar (týskara og onglendingar við) natúrliga hetta fornavn sum visandi til félkasløg, og ikki til lærusveinar. Og av teimum kommentarum til henda tekst, sum eg havi lisid, hevur eingin gjørt vart vid, at so var ikki. Fyribrigdid »constructio ad sensum« (setningsgerð eftir meiningini) er vanligt í sera nógvum málum, eisini í grikskum og føroyskum. Í formála sínum til yrkinga- avnið »LEIKUR OG LOYND« sigur Christian Matras: >Um onkur biður um loyvi at prent auppaftur yrkingar mínar ella týðing- ar, leggi eg tað á, at tað verður í tí sniði, sum tað hevur í hesi bókini<. Sætta vers í týðing hansara av sálminum >Op, al den ting, som Gud har gjort< ljóðar so; Hvat gat eg sagt, tå eygad sær; hvør stjørnuherar leiftra, hvør allar brosa blítt at mær og sál at himni veittra? Orðið allar í triðju reglu vísir til orðið stjórnuherar, og er her ikki grammatiskt samljóð, tí orðið stjórnuher- ar er kallkyn í fleirtali, men orðið allar er kvennkyn í fleirtali. Her nýtir tí skaldið og professarin constructio ad sensum. Stjørnuherurin er fjøld av stjørnum, og ti nýtir hann orðið allar vis- andi til stjørnurnar, sum goymdar eru í orðinum stjørnuherur, og ikki allir, sum grammatiskt hevði ver- ið beinariýggju føroysku sálmabókini (har er tað vers 7) síggi eg, at orðið allar er broyttil allir Eg rokni tó við, at skaldið hevur givið loyvi til hesa broyting, sum annars er í stríð við tað, hann sigur í nevnda formála - hann í hesum síðsta setn- inginum er eisini construc- tio ad sensum. Orðið skald er hvørkikyn, men skaldið er maðurin Christian Mat- ras, og tí nýti eg orðið hann og ikki tað. Victor Danielsen týðir so Farið tí út og gerið øll fól kasløg til lærisveinar mínar, doypið teir til navn Faðirs- ins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Jákup Dahl týðir so: Far- ið tí og gerið øll følkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hin heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum Í grikska tekstinum stend- ur følkasløgini (ta ethne), hvønnfall i hvørkikyni i fleirtali. I næsta setningi stendur á grikskum teir (autous) hvønnfall i kall- kyni i fleirtali. Spurningurin er ti, hvat hetta orå visir til Eftir mini hugsan kann neyvan ivi vera um, at her er talan um constructio ad sensum, so orðið teir vísir til tey menniskju, sum eru goymd í orðinum folkasløg, á sama hátt sum stjørnur vóru goymdar í stjórnuheri Hans Jacob Joensen, bispur í týðingini hjá Christiani Matras. Hetta hevur góðar grundir, tí í grikska tekstin- um stendur einki annað navnorð, sum fornavnið teir kann vísa til. Folkasløgini eru menniskju, og orðið teir vísir tí til menniskju, sum nettupp er kallkynsorð á grikskum. Og tí endurgevur Jákup Dahl í týðing síni teir við tey, tí menniskja er hvørkikynsord á føroysk um. Men tad hvørki var ella er mín uppgåva at avgera hvør ið hevur rætt. Tá ið eg nevndi Matteus 28, 19-20, so var tað fyri at vísa á, at týðingarnar hjá Jákupi Dahl og Victori Danielsen av hesum versum vóru so ymiskar, og at fat- anin av innihaldinum als ikki var hin sama, og at tað tí kundi vera ein av orsøk- unum til, at Victor Daniel- sen og brødrasamkomrnar neyvan høvdu kunna lagt navn til eina tyding sum ta hjå Jåkupi Dahl. Og eg man neyvan standa einsamallur við hesi meining. Tí kenni eg meg framvegis ikki sannførdan um, at einasta grundin til, at Victor Dani- elsen fór undir at týða Bíb- liuna til føroyskt var, at Danska Bibliufelagid og onnur royndu at leggja fót fyri, at týðing hjá Jákupi Dahl av Nýggja Testamenti kom út Hans Jacob Joensen