Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Joensen Fe Bertholdsen. Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Niclas Johannesen Jóns Krstan Vang Lýsingar og sela: Jonhard Hammer rgjavegur 26, Argjum r 26, Postadr: 110 Tórshavn 76, e-mail: postQ sosialurin.fo Nevndir og nevndarávirkan Oddagrein SOFUS Olsen, fyrrverandi grannskoðari í gamla Føroya Banka, hevur atfinningarsama og ber- søgna grein um skilið í gamla Foroya Banka upp gjøgnum 80'ini HAR er nógv áhugavert og serliga er hansara lýsing av nevnd og nevndararbeiði hugsunarverd. Nevndin verður lýst sum eitt »gummistempul« fyri tær gerðir, ið leiðslan framdi. Um aðrar meiningar vóru, so var durafjórðingurin vísur. Nevndin bleiv sitandi, tí beinið var ov feitt at fara frå. Hugsunar- vert og hugvekjandi. HVUSSU er so nevndarstandurin í landinum? Her eru bæði nevndir fyri ditt og datt. er nakað skil i? Nevndir eru býttar upp í tveir høvuåsbålkar. Summ- ar nevndir eru ráðgevandi og aðrar eru avgerandi. RÁÐGEVANDI nevndir verða nógv nýttar av polit- isku myndugleikunum. Eisini hjá okkum. Sum náttúrligt er skulu ráðgevandi nevndir vera uttanfyri ávirkan av myndugleikunum, ið ráðgivið verður til. Hetta sær ikki út til at glada Tinganesumsit- ingina. Har verða »for glatt vekk< settar nevndir at ráðgeva Tinganesumsitingini við manning úr somu umsiting. Feskastu dømi eru, at vinnu- málastjórin er nú formaður í oljuráðleggingar- nevndini, ið skal ráðgeva Vinnumálastýrinum. Tá legmaður ikki fær eina tilråding um alment oljufelag sum honum líkar, so mannar hann eina innanhýsis nevnd at loysa spurningin. Kvalifikatiónirnar hjá hes inevnd í oljuhøpi strekkja væl til eitt »gummi- mpul< á tað, sum legmaður ætlar et S æD NNANHYSISNEVNDIRNAR, ið settar verða at ráðgeva um starvssetanir, tykjast í summum førum at bera bráð av »gubbasa-dørinum«. Logtingið átti at hugt eitt sindur eftir tí, ið hendir. Serliga at hvussu óheftar hesar nevndirnar eru SPURNINGURIN er eisini, um legtingsins for- mansskapur ikki átti at sett umsitingarleiðararnar á einum ávísum steði. Viðvíkjandi nevndarvali til ráð- og fyritøkunevndir, har legtingið fyrr vaidi, er nú tann broyting, at landsstýrisfólkini velja. Ikki sert spennandi at vita, hverja linju nýggja um- sitingin fór at leggja. FYRSTA stóra nevndarvalid var nú um dagarnar. Nevnd skuldi veljast í Lívstryggingina. Her skuldi verið upplagt at tosað við tey fakfelog, ið hava limirnar, sum eiga stóran part av puljuni í felagnum. Ikki eitt orð. Hendan nevndin, sum hevur ábyrgd av hundraðtals milliónum hjá vanligum fólki, bleiv mett sum vanligt »beinatrog« hjá fulltrúum ymsa staðni í umsítingini og vald samsvarandi. Her eigur legtingið at tala at. EFTIR eru so eftirlitsnevndin og partafelagsnevnd- in. Her skal helst lógarsmíð til, og skal okkara sjónarmið koma fram seinni JU, JU, gott at Sofus nevndi nevndir, sum lið í okkara demokratisku skipan. Her sær ikki ov gott ut hjá okkum sjálvum Sosialurin Umrokning á Almannastovuni: Frá trongdarveiting til tørvsveiting Forsorgardeildirnar hjá Almannastovuni kring landið eru afturlatnar hósdag og fríggjadag í hesi viku. Veitingarnar hjá teimum, sum eru undir forsorgini vegna arbeiðsloysi, skulu undir nýggja skipan DAGNY JOENSEN |. januar i ár, varð lógar- broyting í grein 9 í forsorg- arlógint, sett í gildi.. Arbeiðsleys undir for- sorgarlógini skulu hereftir fáa hjálp eftir iørvi, og ikki sum higartil, eina fasta veit- ing. Trongardarveitingin var 125% av fólkapensiónsupp- hæddini, umframt vidbøtur fyri hver barnið. Tørvsmetingin verður út- roknað fyri hvgnn einstak- an, og eftir, hvat viðkom- andi hevur tørv á í gerandis- degnum. Forsorgardeildirnar skulu nú rokna út, hvat hver ein- stakur persónur undir for- sorgarlógini vegna arbeiðs- loysi, skal hava útgoldið. Tað er hetta arbeiði, ið verð- ur gjørt í vikuni Kristian Magnussen, landsstýrismaður í al- mannamálum, sigur, at nýggja skipanin gevur eitt rættvísari býti - Øl fólk undir forsorg- arlógini vegna arbeiðsloysi, fingu áður somu krónuupp- hædd, sæð burtur frå, hvønn tørv tey høvdu. Nøkur høv- du ikki brik fyri ti, medan onnur fingu ov lítið, sigur Kristian Magnussen. - Nú fáa øll somu tænastu. Tørvsveitingin er ein grund- upphædd, umframt iskoyti til uppihald og rimiliga fast- ar útreiðslur. - Tó er eitt loft, eingin fær meir útgoldið enn í mesta lagi úr ALS, sigur lands- stýrismaðurin. - Hvussu nógv kostar um- leggingin tí almenna? - Ein ávís meirupphædd verður, men vit hava tíkið hædd fyri hesum á fíggj- arlógini. - Tað týdningarmesta er, at fólk nú fáa stuðul eftir tørvi, sigur landsstýrismað- urin Umleið 500 fólk kring landið, eru undir hesi skip- Kristian Magnussen, landsstýrismaður: - Nýggja skipanin er rættvísari. Nú fáa fólk eftir tórvi, mótvegis áður, tá ey fingu fasta krónuupphædd Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tå ið góða mamma, vermamma, omma, systir, bróður- kona og fastir okkara MONA ASNATH POULSEN, Tórshavn andaðist og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Lágar- garð. Serstakliga stóra takk til Lágargarð, fyri eyma umsorgan. Takk til Sonju Klein, prest, fyri bein- rakin orð. Takk til sangarar, likvognsførara, grav- arar, kirkjutænarar og øll, ið hjálptu til við ervin- um. Somuleiðis stóra takk til øll, ið fylgdu henni tað seinasta strekkið. Familjunnar vegna, Christian? Hedvig, Ása og Snorri Í Í