Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 — 12. FEBRUAR 1998 Umframt at vera karmur um mentanartiltók av ymsum slag, er Norðurlanda- húsið eisini staðið, har arbeitt verður við nútíðar kunningartókni, til frama á mentanarstovninum DAGNY JOENSEN JENS KR. VANG Seinastu tvey årini hevur Norðurlandahúsið arbeitt vid einum projekti at gera nordurlendskt ungdóms- blaðið „Ozon“, sum næm- ingar í miðnámsskúlunum hava gjørt í felag við ung- dóm í Íslandi, Grønlandi og í Føroyum. Rani Nolsøe higartil hevur staðið fyri hesum arbeiði. Av tí at hann er farin í annað starv í Klaksvík, er nýggjur projektleiðari sett- ur. Hevur arbeitt á stovninum áður Tað er Laufey Haraldson, ið tekur við sum nýggjur projektleiðari. Hon er út- búgvin á Turistakademiiet í Randers, har hon tók prógv í 1994. Hon saknaði í hesi útbúgvingini, at ikki meir var gjørt á telduøkinum, og fór tí á Winard skúlan í Ar- hus at ogna sær vitan um kunningartøkni. Laufey Haraldson er kend vid arbeidid i Nordurlanda- húsinum, har hon var í prak- tik eitt skifti, tå hon gekk á Turistakademiinum. Tað verður uppgávan hjá nýggja projektleiðaranum at arbeiða víðari við projekt- inum á mediaverkstaðnum í Norðurlandahúsinum. Higartil eru bert trý ár av- sett til hetta arbeiðið, men Peter Turtschaninoff, stjóri i Norðurlandahúsinum, vónar, at hetta arbeiðið kann halda fram. Tað eru stjórarnir í Norð- urlandahúsunum i Grøn- landi, Islandi og i Føroyum, sum hava tikið stig til pro- jektid at fáa ungdómar mið- námsskúlunum í hesum londum at samlast um eina felags uppgávu. Vilja geva ungdómi- num felags mál - Hetta er liður í arbeiði- num at geva ungdóminum í Norðuratlantshavi eitt fel- ags mál. Ein partur er tann málssligi. Vit skriva á donskum máli, av tí at vit noyðast at hava eitt mál út- eftir. Tey ungu mugu eisini læra at samstarva við um- heimin, sigur Peter Turtsch- aninoff. Í næstum fara stjórarnir í hesum londum á fund í Gøteborg, har teir fara at gera eina roynd at ávirka Norðurlendska ráðharrráð- ið, sum saman við mentan- arstovnunum fíggja projekt- ið, um at leingja tað eitt trý Laufey Haraldson, projektleiðari og Peter Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum, halda, at tað er møguleiki fyri at draga loftmiðlarnir inn í ungdómsarbeðið, av tí at miðlarnir í næstum verða digitaliseraðir ára skeið aftrat. Laufey Haraldson heldur, at projektið er spennandi. Ungdómsblaðið „Ozon“ kemur út tvær ferðir árliga í 20.000 eintøkum, og verð- ur sent út í norðurlendsku londunum, og eisini til teir politikarar, sum eru við í norðurlendska samstarvi- num annars. Eisini meguleikar fyri loftmiðlunum Tað kann eisini byggjast fyri ungdómin. Nýggjur projektleiðari er settur at taka sær av hesum arbeiði víðari á hetta ungdómspro- jekt, av tí at útvarp og sjón- varp um stutta tíð verður gjørt digitalt. Tá ber eisini til at draga loftmiðlarnir inn í projektið, og tað halda bæði stjórin og projektleið- arin verða eitt gott hugskot. Næmingar í miðnáms- flokkunum skriva grein- arnar í „Ozon“, saman við ungfólki í hinum londunum. Uppgávan hjá Laufey Haraldson er at samskipa fóroyska partin Tíðindabræv - nr.] frá 8. febr. 1998 Nýggja tøkniliga menn- ingin hevur nå eisini giv- ið okkum politikkarum enn ein møguleika at bera okkara politiska bodskap fram. Og júst hetta at fáa politsku boðini og pol- itísku áskoðanirnar út til fólk er ein sera týðandi partur av politiska arbeið- inum. Tí vil eg sum for- maður Javnaðarfloksins heilsa heimasíðuni hjá flokkinum og teimum møguleikum, hon nú gev- ur, vælkomnum. Ætlanin er nú, at vit regluliga, t.v.s. eina ferð um vikuna, senda út eitt tíðindabræv út á heima- síðuni, har vit siga okkara hugsan um tað, sum er uppi í tíðini. Møguleikar eru so hjá teimum, sum vitja okkara heimasíðu, at tey kunnu gera viðmerkingar og siga sína hugsan um tað, sum flokkurin førir fram. Á henda hátt fáa eisini vit at vita, hvussu okkara sjónar- mið verða móttikin, og tú sum lesari hevur so eisini møguleika at gera vart við teg. Seinasta veljarakanningin vísir týðiliga, at tað, sum í dag mest upptekur fólk í Føroyum, eru okkara við- urskiftu við Danmark. Tað er ein týðilig "polari- sering" um spurningin loys- ing ella samband, meðan loysnir, sum ikki ganga í- móti hesum báðum, hava verri møguleikar fyri at fóta sær. Men henda polariser- ing hevur harumframt eina týðiliga slagsíðu ímóti loys- ingini, meðan sambands- stóðan stendur munandi veikari. Men eitt annað, sum er sera sermerkt fyri tíðina beint nú er, at onnur viður- skiftu í samfelagnum lítlan ella ongan áhuga hava mill- um fólk. Hvussu okkara samfelagsviðurskiftu eru á so nógvum ødrum økjum sær út til at hava minni týdning enn tær kenslur, sum komu í kjalarvørrinum av bankamálinum. Einki verður í løtuni tosað um t.d., hvussu okkara út- búgvingarpolitikkur er, hvussu umstødurnar eru hjá lesandi í Føroyum, hvussu okkara heilsuverk virkar, hvussu stødan er hjá pen- sionistum , hvussu stødan er hjå einligum forsyrgjar- um, hvussu stødan er hjå barnafamiljum, hvørjar i- løgur eru skilagóðar, ella hvussu útjaðarin skal klára seg í kappingini við mið- stadrøkid? Men sjálvsagt verður tað m.a. okkara uppgáva í Javn- aðarflokkinum at taka slík mál sum hesi við í eitt kom- andi valstríð, tí tað er einki dulsmál, at fyri okkum hev- ur altíð vælferðin hjá van- liga føroyinginum vigað tyngri enn nakað annað mål, eisini tað tjóðskaparliga. Men í spurninginum um okkara rikisrættarligu siødu, so er tad ein veruleiki, at bæði Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin hvør í sínum lagi hava uppskot, sum ikki vinna frama í ein- um meiriluta á Føroya Løg- Jóannes Eidesgaard á internetinum Tríggir føroyskir politiskir flokkar hava nú fingið egnar heimasíður á Internetinum. Hvørj viku hevur Jóannes Eidesgaard eitt tíðindabræv á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum, sum hýsir politiskum sjónarmiðum tingi. Loysingin hevur und- irtøku millum kanska í dag góð 20%, meðan stødan hjá Samabndsflokkinum bert hevur undirtøku frá uml. 20%. Restin t.v.s. 60% av veljarunum vilja varðveita ríkisfelagsskapin, men vilja tó samstundis, at vit gera neyðugar broytingar. Tað er henda fjøldin, sum uppskot Javnaðarfloksins um sjálvstýrsilóg og setan av eini stjórnmálaneynd roynir at gera seg til tals- mann fyri, men vit náa ong- um máli uttan at vit fara inn eitt politiskt samstarv við aðrar flokkar á tingi, sum eisini vilja hava broytingar So í løtuni ber so framvegis til at siga, at bestu garantar fyri, at einki hendir á sjálv- stýrisleið eru Sambands- flokkurin og Tjóðveldis- flokkurin. | Broytingar verða bert | gjørdar av einum meiri- | luta, so einfalt er tað | Jóannes Eidesgaard floksformaður Adressan á heimasíðuni | hjá Javnaðarflokkinum er: htip://www.faroenet.fo/ javnadar/ Sambandsflokkurin og | Sjålvstyrisflokkurin hava | eisini heimasíður. | Adressurnar hjá teimum | eru: Sjálvstýrisflokkurin htip://www.faroenet.fo/ sjalvstyri/ Sambandsflokkurin http://www. faroenet.fo/ samband/