Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Skipasmiðjan á Skála eitt ár á baki: — Eg síggi tað avgjørt sum ein fyri- mun, at skipasmiðjurnar á Skála og í Havn eru undir sama hatti. Hetta merkir m.a. at skipasmiðjurnar sleppa undan at gera iløgur í somu tól og lutir, og gerast harvið ratio- nellari. Og eingin hevur mist nakað við, at skipasmiðjurnar nú sam- starva so tætt, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála SI va trotaÐugv 3 á Skála ct Skipasmiðjan er røddir voru ta tað fór at nka um Kappingina og harvið at økja um kostnað n, at allar skipasmidjurnar nú fóru í sama pott. Hesum vísti Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju tó aftur og vísti á, at skip høvdu nakað, ið nevnist skrúva. og tískil kundu sigla hartil, ið besta tilboðið fekst At hetta vísti seg rætt sæst kanska best á tí arbeiði, ið Skipasmiðjan á Skála hevur havt, síðani teir veruliga fóru í gongd í mars mánaði í fjør. Sterri parturin av ar- beiðinum stavar nevniliga frá umvælingum av út- lendskum skipum, serliga islendskum, men eisini grønlendskum og av He- bridunum Og hetta må sigast at bera bod um, at prislegan hjå skipasmiðjunum í hvussu er er kappingarfør við út- endskar skipasmiðjur „ MÆ Stórt arbeiði Sosialurin vitjaði inni á Skála mánadagin, og tá løgdu teir síðstu hond á eitt rættiliga stórt arbeiði upp á íslendska nótabátin Ísleifur Hetta er fyrrverandi Durid úr Klaksvík, sum júst var bygd á skipasmidjuni á Skála í 1976. Alt afturskipið er gjørt av nýggjum niður í kjól, umframt at høvuds- maskinan er skift. Somu- leiðis er við báðum ljós- motorunum Hartil er nógv onnur smá- arbeiðir gjørd soleiðis, at skipið mest sum er nýtt, nú tað fór avstað til Íslands aft- ur Hetta er størsta arbeiðið, ið skipasmiðjan hevur havt, síðani hon fór í gongd aftur, og hevur verið við til at tryggja støðugt arbeiði til tey um 80 fólkini, ið starv- ast á Skipasmiðjuni á Skála Men nógv annað hevur verið at gjørt, og tå Sosial- urin vitjaði mánadagin stóð m.a. Akraberg inni í turr- dokkini og Norðleivur (fyrr- verandi Stiðjabarmur) á bedingini. Og við bryggju lá strandfaraskipið Dúgvan, sum skal hava nýggja síðu- Stødugt arbe er ' SI SKUR SLUT u Ol Nr. 28 — 12. FEBRUAR 1998 Gunnar Mohr, stjøri å Skipasmidjuni å Skåla skrúvu setta i. Hevur gingið væl Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála, sig- ur, at arbeiðið við umbygg- ingini av Ísleifur hevur gingið væl. Hann sigur, at tíðarætlanin hevur hildið sum soleiðis, men at av tí at nógv kom aftrat eftir at teir vóru byrjaðir, er uppruna- liga tíðarætlanin broytt nak- að — Upprunaliga var ætlan- ) samstar in, at skipið skuldi vera lið- ugt 7. januar, men orsakað av, at tað komu fleiri smátt- aríir at gera aftrat, og at veðrið hevur verið heldur ólagaligt, hevur arbeiðið drigið út til nú. sigur Gunnar Mohr, stjóri. Hann vísir eisini á, at ar- beiðið var rættiliga umfat- andi, og teir møguliga hava forroknað seg ein ringan deil. Men alt í alt hevur gingið heilt væl, og tað eru mest omanfyri nevndu or- 3 Fr søkir til, at båturin ikki gjørdist liðugur fyrr. Sum nevnt er Ísleifur ein nótabátur, og eftir røttum skuldi hann nú verið farin á lodnuveiði, men av tí at tað deils er verkfall millum ís- lendskar fiskimenn, og at teir deils ikki hava sæð nakra lodnu enn, er skaðin eingin at tosa um. Í vánaligum standi Skipasmiðjuni tørvadi eina hjálpandi hond, tá hon varð keypt fyri einum ári síðani. — Alt var meiri ella minni niðurslitið, og tí var neyðugt at bóta um, áðrenn farið var undir veruligt arbeiði Kortini hava fløgurnar ikki verið tær heilt stóru. Vit hava keypt ein nýggjan 55- tons krana og tvær målingalyftir, men tað er so at siga einastu iløgurnar, vit hava gjørt her inni, sigur Gunnar Mohr Men tá er sjálvandi bert talan um at leggja vanliga umvælingararbeiðið til rætt- is. Skuldi talan verið um ný- bygging, mátti nógv meiri verið gjørt vid skipasmidj- una, og tí hava teir ikki hugsað serliga nógv iann vegin — í hvussu er ikki enn. Teir hava ti heldur ikki verið serliga úti um seg í tí sambandi, men skuldi møguleikin vist seg, verður hetta sjálvandi umhugsað. — Vit hava møguleika at byggja skip upp til 13 metra breidd og upp til 60-70 metra longd inni í byggi- høllini, so tað er sjálvandi talan um ein munandi vøkstur í kapasiteti, men sum sagt er einki á pappiri- num tí viðvíkjandi í løtuni, sigur Gunnar Mohr. Hevur stóran týdning Sum er hevur skipasmiðjan nóg mikið at gera við van- ligar umvælingar og um- byggingar. Hetta er eisini nakað, ið kastar annað og meiri av sær enn júst til skipasmiðjuna. Fleiri aðrar fyritøkur njóta gott av ser- liga umbyggingunum. — Tað er jú ofta so nógv annað, ið skal gerast enn júst tað, ið vit gera. Til døm- is kann nevnast, at í sam- bandi við umbyggingina av Ísleifur hava bæði El-ser vice, Byggiservice og Oil- wind havt arbeiðir umborð So tad eru ikki bert vit, 10 fáa nakað burturúr, Gunnar á Hann vónar samstundis, at góða úrslitið við hesi um byggingini kann gera ís- lendingar meiri varðugar við møguleikarnar í Føroy- um, og kanska draga fleiri íslendsk skip hendavegin. Tí hevur tað stóran týdn- ing, at íslendarar eru nøgdir við arbeiðið, ið gjørt verður. VISIT Nóg mikið sum er Tað er eingin loyna, at tá talan hevur verið um skipa- smiðjuna á Skála, so er hon beinanvegin sett í samband við russisk skip. Hetta kundi so kanska eisini verið ein møguleiki, men helst ikki tað fyrsta, ið skipa- smiðjan fer at hugsa um. - Nei, vit hava als ikki verið í sambandi við nakran handanvegin Sjálvandi kundi tað verið ein møgu leiki, men sum er, hava vit nóg mikið við vanligar um- vælingar og umbyggingar i I