Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

1 Nr. 28 — 12. FEBRUAR 1998 so vit hava heldur ikki gjørt nakað fyri at kanna tann møguleikan, sigur Gunnar Mohr. I løtuni leggja teir stórri dent á at halda viðlíka tey sambond teir hava fingið til Islands, Grønlands og He- bridurnar. Men hartil kemur sjålv- andi allur hin føroyski flot- in, sum jú vid jøvnum mill- umbilum hevur umvæling- ar, umbyggingar ella van- liga klassan fyri neyðini. Hugsa ikki um oljuvinnu - enn Eitt annad, id sum kunnugt er nógv frammi í hesum døgum, er ein møgulig olju- vinna vid Føroyar. Men hetta er eisini nakað, ið ligg- ur frammi í tíðini fyri skipa- smiðjunnar viðkomandi. — Sjálvandi fylgja vit við, men vit hava ikki gjørt nak- að serligt fyri at gera okkum til reiðar til eina slíka vinnu. Og hon liggur fyri okkara viðkomandi longri frammi á vegnum: Men kemur tað hartil, at farið verður at leita, og at olja finst undir Føroyum, so er tað avgjørt ein møguleiki fyri okkum eisini, sigur stjórin á Skipa- smiðjuni á Skála. Oljuvinnan er sum kunn- ugt nakað, sum í fall kann kasta rættiliga fitt av sær til føroyskar fyritøkur, og sjålvandi eisini innan skipa- smidjuøkid, men væntandi er kortini, at aðrir vinnu- bólkar í stórri mun kunnu gera sær dælt av hesi vinnu at byrja við. Men sjálvandi tá og um boripallar fara at stinga seg upp rundan um okkum, verður eyðvitað brúk fyri tí, ein skipasmiðja kann gera eisini. Steðugt arbeiði Tað sigur seg sjålvt, at eitt so stórt arbeiðspláss hevur stóran týdning fyri fyrst og fremst Skála, men eisini aðrar bygdir í Eysturoynni. Arbeiðsfólkið kemur nevniliga frá fleiri ymsum bygdum í oynni. Og arbeið- ið er stødugt. Munur er kortini á, tá skipasmiðjan var upp á sítt størsta og hevði nybygning- ar umframt stórar umvæl- ingar og -byggingar. Tá gav hon arbeiði til eini 250 fólk. Men frá at hava ligið mest sum still í nøkur år, er nú rættiig gongd komin å, og eini 80 fólk hava nú stødugt arbeiði. Og tað sær heldur ikki so galið út frameftir. Gunnar Mohr, stjóri, sig- ur, at teir í løtuni ikki hava nakað størri arbeiði á papp- írinum, men at smáumvæl- ingar og annað gevur teim- um nóg mikið í eina tíð fram. Og tað er jú ikki so galið. Ella sum stjórin sjálvur sigur tað: — Tað hongur saman hjá okkum. Teir løgdu síðstu hond á málingararbeiðið, tå Søsialurin vitjaði mánadagin tíðindablaðið SOS) Gunnar Jónsson, skipari og eigart: Arbeiðið er væl úr hondum greitt Íslendingar halda, at tað hevur tikið í so langa tíð, men nú liðugt er, eru teir sera væl nøgdir við úrslitið LE0 POULSEN Ísleifur er gamla Durid úr Klaksvík. Hann er nú heima- hoyrandi í Vestmanna- oyggjunum í Íslandi, og tó at skipið upprunaliga var bygt á Skála Skipasmiðju í 1976, os var tað kortini meiri av tilvild, at teir aftur komu hendavegin, nú skipið skuldi hava eina stórri yvirháling. Gunnar Jónsson sigur, at teir høvdu fingið eini 7-8 tilboð upp á arbeiðið, men at tilboðið frá Skipasmiðj- uni á Skála var hitt mest á- hugaverda. Tí tóku teir av. Tilboð vóru annars komin ymsastaðni frá, sjálvandi úr Íslandi, men eisini úr øðrum londum; eitt nú Polen. — Prísurin var sjálvandi tað týdningarmesta fyri okk- um, og tað var eisini tí vit gjørdu av at taka við tilboð- num úr Føroyum, sigur Gunnar Jónsson, sum um- framt at vera skipari eisini er annar av eigarunum av Ísleifi. Lodna og sild Teir báðir Gunnar og Leivur Arsælsson keyptu båtin úr Klaksvík í 1981, og hava síðani ríkið hann Gunnar sigur, at fyrstu tvey árini gekst ikki so væl tí lodnan bleiv burtur g la etta er størst: parturin av fiskiskapinum, gjørdust hesi tvey arinmt tung Men síðani gekst betur í hond, og seinastu lím árini hava verið heilt góð. Serliga hevur tað verið góði lodnu fiskiskapurin, ið hevur havt stóran týdning. Umframt lodnu fiska teir eisini sild. Hetta fer fyri tað mesta fram í íslendskum sjógvi, men nú sildin tykist at hava tikið gamla ferðing- armynstrið upp aftur, royna teir eisini í føroyskum sjógvi. Eisini fylgja teir sildini í norskan sjógv, og teir hava roynt nokk so fitt í Loyni- krókinum. Men Gunnar sig- ur, at tað hevur ikki órógvað viðurskiftini við norðmenn, tí teir leggja ikki so nógv lag í, um sild verður fiskað har. Alt verður landað í Is- landi, tí báturin hevur ikki kølitangar, og kann tiskil ikki sigla langt vid veidini. Alt verdur avreitt til fiska- mjøl. + 9 Hevur drigid åt Sum nevnt er lodnufiski- skapurin avgerandi fyri úr- slitið hjá bátinum, og tí held- ur Gunnar Jónsson, at tað hevur drigið nakað langt út at fáa bátin lidnan. — Vanliga tekur lodnan seg upp um mánaðarskiftið januar/februar. Men is- lendsku havkanningarskip- ini hava ikki enn rakt vid lodnu, og tad bodar ikki frå góðum, sigur Gunnar Jóns- son. Sum kunnugt er eisini verkfall í íslendsku fiski- vinnuni, og tí høvdu teir ikki sloppi út kortini. Av tí sama er vandin heldur ikki so stór- ur, um enn arbeiðið hevur drigið nakað longur út enn roknað var við. Ein eygleiðari hevur ver- ið í Føroyum alla tíðina síð- ani báturin kom higar 4. sep- tember, og umframt hava teir skiftst at verið her so- leiðis, at altíð tveir ella trígg- ir mans hava verið á skipa- smiðjuni. Seinastu tríggjar vikurnar hava so fleiri mans verið her, nú báturin var um at vera liðugur Ísleifur fór aftur til Íslands í fyrradagin, og Gunnar Jóns- son væntaði, at teir sluppu til fiskiskap rímiliga skjótt — Verkfallið hevur so mik- ið stóra ávirkan á íslendska samfelagið at eg rokni við at Altingið leggur uppí og steðgar tí við lóg, metti hann Vanliga eru einir 14-15 mans við Ísleifi Leivur Arsælsson og Gunnar Jónsson keyptu bátin úr Klaksvík 987 5 Í