Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 28 — 12. FEBRUAR 1998 Hagtíðindi: Tað sær út til, at handilsjavni Føroya verdur heldur betri i 1997, enn hann var i 1996. Tað vil siga, at yvirskotið verður hægri enn 284 mió krónur. Hetta sigur Bjarni Olsen, stjóri á Hag- stovu Føroya SVEINUR POULSEN Á tíðindafundi á Hagstovu Føroya seinasta friggjadag segði Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovuni, at tað vóru útlit til, at handilsjavni Føroya fór at verða heldur betri í 1997, enn hann var í 1996 Handilsjavnin fyri 1997 er ikki endaliga uppgjørdur enn, men ein uppgerð fyri tíggju teir fyrstu mánaðir- nar av farna ári vísir, at hann í mun til 1996 er 8 mió betri Og út frá fyribils tølunum fyri november og desember mánað, so sær út til, at eisini teir hilnaðust betri enn roknað varð við framman- undan Fiskaprísirnir sum í fjør vóru rættuliga høgir hildu sær har uppi, og útflutning- urin í nøgd var betri enn væntað So tað sær út til, at sidur- in við at hava yvirskot á handilsjavnaðinum heldur sær. Seinastu ferð Feroyar høvdu undirskot í sam- handlinum við onnur lond var í 1988, og tað var uppá 876 mió. krónur Tað hevur stóran búskap- arligan týdning at hava yvir- skot á handilsjavnaðinum, men fyri eitt land sum Før- yar er altíð ein vandi fyri undirskoti Vit útflyta næstan bara - og tå kann ein lutfals- liga litil broyting i nøgd og pri si vera nog mikið til, at eitt yvirskot verður vent til eitt undirskot Innflutningurin økist Á tølunum sæst, at innflutn- ingurin av verum ul Føroya økist Samladi innflutningurin vaks vid umleid 10% i 1997, og orsøkin er tann, at virksemið í landinum økist Innflutningurin av vørum til beinleiðis nýtslu var í 1997 9%, og tað samsvarar nøkulunda við lønarvøkst- urin í samfelagnum Lønarvøksturin í Føroy- um var i 1997 8% Tad eru serliga triggir bólkar sum hava øktan inn- flutning. Vit innflyta 17% meira fóður, 19% meira av verum til byggivirki, og 30% meira av maskinum og aðrari útgerð Hyggja vit eftir vgrubólk- inum >til byggivirki<, so síggja vit, at vit í 1997 innfluttu næsta tvífalt so nógv. sum vit gjørdu í 1994 Tað merkir í stuttum, at tað er komin meira >futtur< í byggivinnuna enn tað hev- ur verið, og tað er at gleðast um. Sum nevnt vaks innflutn- ingurin av fóðuri í fjør við 17%, men tað man ikki „skaða so nógv<, tí útflutn- ingurin av laksi og sílum vaks við heili 69% Útflutningurin eisini upp Á utflutningssiduni er eisini vøkstur, men tað sum her ger seg serliga galdandi er, at prísirnir hækkaðu nógv í fjør. Utflutningsnøgdin var å leid tann sama sum årid fyri, bert 2% lægri Fyri ávísar bólkar var fallið tó størri Útflutningurin av ísaðum og frystum fiski minkaði við 18% og útflutningurin av fiskaflaki minkaði við 10% Hinvegin vaks útflutning- urin av laksi og sílum við heilum 69%. So broytingarnar í nøgd uppviga stórt sæð hverja aðra. Stór príshækkan Men tað sum ger tann størsta munin eru prísbroyt- ingarnar Sum nevnt útfluttu vit 18% minni av ísaðum og frystum fiski í nøgd, men í virði var lækkingin bert 1%. Orsøkin er prisvøkstur Av isadum og frystum fiski åtfluttu vit 10% minni, men virði var 8% hægri Orsøkin var prisvøkstur Tað sær eisini út til, at vit selja meir og meir av smá- pakkaðum verum. Tíggju teir fyrstu mánaðarnar av 1996 útfluttu vit 11.464 tons fyri i alt uml. 250 mi6 krónur Í 1997 var hesin útflutn- ingur vaksin til 12.107 tons fyri falt uml. 301 mió. krón- ur. Í nøgd er økingin 6%, men í virði er hon 21% Og eisini her er orsøkin prisvøkstur Men tað sær hugaligt út. So er spurningurin, um hetta verður varandi. Tað hevur verið tosað um, at einasti vegur, prísurin kundi fara, var niðureftir Men á tíðindafundinum fríggjadagin segði Bjarni Olsen, at prísurin hevði hildið ta høgu leguna teir báðar síðstu mánaðirnar av árinum, og at tað tí vóru útlit til, at handilsjavnin gjørdist Handilsjavnin betri enn í fjør | Handilsjavni Føroya 1988 - 1997, mió. kr. | | Jan.- okt. Mió. kr. 1988 1989 1990 1991 1992 1993 1994 1995 1996 1996 1997 | ; | Útflutningur skip 280 188 265 150 24 80 > 50 3 '100 59 88 uttan skip 2065 2343 2313 2635 2398 2052 2026 1992 2302 1924 2074 Tilsamans 2345 2530 2578 2785 2639 2132 2076 2026 2402 1983 2162 Innflutningur | skip 565 154 206 5 65 0 3 10 æ 66 116 | uttan skip 2656 2376 1879 1884 1944 1426 1516 1756 2020 1707 1828 | Tilsamans 3221 2530 2084 1936 2009 1426 1553 1766 2118 1773 1944 Í | Handilsjavni | skip -285 3 60 %* 175 8 13 24 2 7 2 | uttan skip -591 33 434 75 454 626 510 236 282 217 246 Tilsamans 876 0 494 — 849 630 706 523 260 284 210 218 * 1. feb. 1992 varð nýggj skråsetingarskipan fyri innflutningin økin | nýtslu Uppgjerdi innflutningurin fyri 1992 er t! ikki samanberikgur | við undanfarin ár - m.a. bendir mangt á, at við nýggju skrásetingarskipanini eru innflutningstølni hægri enn tey høvdu verið eftir teim gomlu Kelda: Hagtíðindi Føroya, nr. 4, 1997 enn betri. Gjaldsjavnayvirskot umi. 1 mia. kr. Handilsjavnin hevur eisini ávirkan á gjaldsjavnan, og á fundinum fríggjadagin segði Bjarni Olsen, at vit kundu roknað við einum gjaldsjavnayvirskotið fyri 1997 uppá uml. 1 milliard krónur. Tað merkir, at uttanlands- skuldin við árslok er komin niður á uml. 2 milliardir. Tað er í sær sjálvum ein ótrúlig gongd, tí í 1990 var uttanlandsskuldin heilar 8,5 milliardir krónur. So ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið framá Men so skal eisini sigast, at vit nå tala um nettouttan- landsskuld Tå er bædi tann almenna skuldin og privata ognin roknað við Bruttouttanlandsskuldin er, sambært Hagstovu Fer- oya, uml. 10 milliardir, so tað er enn langt á mál hóast alt. Tað er tí av sera stórum týdningi, at Føroyar fram- haldandi hava yvirskot, bæði á handils- og gjalds- javnanum. Sum nevnt aðrastaðni í greinini, so kann yvirskotið å handilsjavnanum rættiliga skjótt broytast til eitt und- irskot, um innflutningurin framhaldandi veksur, og útflutningsvirðið minkar. Fiskifrødingarnir hava spátt niðurgongd í veiðuni, men á fundinum fríggjadag- in segði Bjarni Olsen, at tað út frá fyribilstølunum sá út til, at veiðan hevði stabili- serað seg Og tað er bara at vóna, at hann hevur rætt. EYKAAÐALFUNDUR Boðað verður til eykaaðalfundar á Pamassinum á Hotel Hafnia hósdagin tann 26. febr. 1998, kl. 19.30. Skrá: Lógarbroyting. Ársaðalfundur - 1998 Boðað verður til ársaðalfundar á Pamassinum á Hotel Hafnia hósdagin tann 26. febr. 1998, kl. 20.00. Fundarskráin verður eftir felagsins lóg $ 18. Havnar Handverksmeistarafelag Heri á RÓGVI Talið av útlendskum skip- um hevur í tíðarskeiðnum | 4. desember til 21. januar, verið millum 8 og 17 um dagin. Mikudagin 21. jan- | uar vórðu 11 skip í før- oyskum sjógvi, eitt úr Est- landi, trý úr Norra og Onglandi og fýra úr Russ- landi. Í 1997 fekk Færøernes kommando fråbodan um | 804 útlendsk skip, ið vóru | í féroyskum sjógvi. Kanningarflogfarið hevur ikki staðfest ólóg- ligan fiskiskap ella olju- kanningar, meðan tað hevur gjørt sínar kanning- ar. Boð vóru eftir sjóverjuní 20. desember, tí ein mað- ur var horvin, meðan menn høvdu verið og . skotið haru. Tjaldrið og Nim sigldu beinanvegin eftir fráboðina móti Getuvík og vóru har tríggjar tímar seinni. Stutt eftir midnátt komu boð frá politistødini í Runa- vík um, at maðurin var vilst- ur í mjørkanum, men var síðani funnin í øllum góð- um. Månakvøldid 5. januar fekk Færøernes kommando eina fråbodan um, at ein maður umborð á enska trol- aranum Sumbeam hevði mist fýra fingrar í eini ar- beiðsvanlukku. Orsakað av tí ringa veðri- num varð ikki møguligt at senda tyrluna avstað. Triton varð tí sent avstad, og hálvan triðja tíma seinni var tað á staðnum. Eftir at sjúklingurin varð fingin umborð, varð stevnt móti Havnini, har sjúklingurin varð innlagdur á sjúkrahús. Nógv skip undir Føroyum Heilt fitt av skipum hava verið í føroyskum sjógvi í | januar og februar Barnaheimid Færøernes kommando hevur í eina tíð havt ein grunn, ið hevur til enda- máls at hjálpa barnaheim- inum. Tann 13. desember í fjør vóru umboð frá Fær- øernes kommando á Barnaheiminum og góvu teimum smáu jólagávur. Hetta gekk alt sera væl, og Barnaheimið bjóðaði kaffi og køkur, og børnini vóru, sum børn. flest, sera glað fyri gáv- urnar. | løtuni er tað verjuskipið Thetis, id røkir uppgåv- una at hava eftirlit vid ti føroyska sjónum. Eftir ætlan skal verjuskipið Vædderen, avloysa Thet- is seinni í hesum mánað- mum. ETT