Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið SOS! Nr. 28 — 12. FEBRUAR 1998 Fram vann slagið um Havnina Flogbóltur, menn: Tað var lagt upp til ein spennandi dyst millum Fram og Fleyr i vikuskiftinum, og so varð. Fram byrjaði væl, men Fleyr kom aftur í aftur, men tað var ikki nóg mikið FRAM - Fleyr 3-2 Askoðararnir leitað sær í Eysturskúlan eygardagin seinnapartuin fingu ein rimmar dyst við sum nhøvdu Spenningur var um hvønn veg dysturin for at fara, men tað endaði við, at Fram dróg longra stráið Og tað gjørdi ikki kapp- i um meistaraheitið at Fram vann dystin Eftir dystirnar i vikuskift- rt eitt stig be og liðini r skipanini su 22. februar á Eysturskúlanun Fram byrjaði væl Fram legði hart út í fyrsta setti, men teir fingu ikki av- gjørdan fyrrimun í byrjanini av settinum. Fleyr-liðið royndist væl og helt tørn Men tá fyrsta sett var hálvrunnið steðgaði Fleyr upp. meðan Fram fekk gongd á sítt spæl Fram spældi eitt nógv djarvari ålopsspæl enn Fleyr og tað gav úrslit. Hin- vegin gjørdu Fleyr leikar- arnir alt ov nógvar persón- ligar feilir, og tað verður revsað, tá spælt verður á tílíkum steðið Fyrsta sett endaði við, at Fram vann settið 15-9 Í ødrum settið tók Fleyr annað skinn um bak og legði til brots beinanvegin Liðið gjørdi eina broyting í uppstillingini sum hevði við sær at blokkurin varð styrkt- ur, og tað hevði sína ávirkan á, at Fleyr fekk eina betri byrjan í øðrum settið (15-9, 7-15, 10-15, 15-6, 15-2) Tað einu løtuna var næst- an líkamikið um Fram slóg ella lobbaði, tí Fleyr fekk fatur á øllum, antin í blokk- inum ella í verjuni aftanfyri Alopsspælið hjá Fram gjørdist alt meira survið, og teir tordu ikki at »slåå igjøg- num< longur. Sigmund av Teigum varð settur út av spælinum við, at Fleyr-leik- ararnir spældu beinleiðis eftir honum, og taktikkurin eydnaðist. Sigmund gjørdist troyttur Meginparturin av spæl- inum hjá Fram gongur um Sigmund, og hinir spælar- arnir eru ov lítið við í dyst- inum Um tað er tí, at teir ikki tora at taka ábyrgd, ella tí at spælskiparin ikki torir at taka teir við í spælið, skal verða ósagt. Men tá Sig- mund ikki fekk verið við í ålopinum, var alt ov lítið bit í Fram Alt hetta gjørdi, at Fram ongantíð fekk fótin fyri seg í hesum settinum, sum Fleyr vann 15-7 Triðja sett líktist ógvuliga nógv øðrum settið. Fleyr helt seg framat og spældi sítt spæl, meðan Fram hevði somu trupulleikar við at fáa spælið >at koyra<, sum teir høvdu í øðrum settið. Urslitid gjørdist, at Fleyr vann triðja sett. Hesaferð var settmunurin 15-10 Fram kemur aftur Nú varð roknað við, at Fleyr fór at koyra dystin heim við sama spælið, men so var ikki Fram vann oddadystin móti Fleyr Teir fullu í sína gomlu grøv við at missa spælihug- in og geva Fram »initiativ- ið< Og Fram læt sær ikki bjóða tvær reisur. Teir fót- aðu sær aftur og fingu um- skipað spælið Blokadan, sum í ødrum og triðja settið ikki var til stóra nyttu, kom nú rætti- liga fyri seg Sigmund av Teigum, sum eisini hevði verið anonymur í dystinum, raknaði við aft- ur, og nú var hann ikki til at steðga aftur Hetta, at Fleyr missir tak- ið, tá teir eru omaná, er eitt vanligt fyribrigdi. Tað sást, at liðið manglar stabilitet fyri at vinna ein tílíkan tætt- an dyst, og tað er harmiligt, tí tá alt gongur sum ætlað, ja so spæla teir sera væl. Men leygardagin hjálpti onki Fram var komið fyri seg, og vann fjórða sett so greitt sum 15-6 Fimta sett kundi fyri tann skuld verið ein heilt annar dystur Tað sum Fleyr bjóðaði á- skoðarunum hesa løtuna, er ikki vert at skriva um, men vit gera tað hóast alt Fimta sett verður spælt við >running score<. Tað merkir, at tær ikki nýtist at serva fyri at fáa stig. Allir bóltar telja, eisini tá mótsteðuliðið servar. Men tað var alt líkamikið. Ti tá heilt lítil løta var farin av fimta settið, var stødan 8-0 til Fram, og tá vendist ikki aftur. Fleyr leikararnir sukku longur og longur nið- ur í dýpið, meðan Fram- leikararnir næstan kundu ganga á vatninum Alt gekk sum tað skuldi hjá Fram í hesum settinum, og tað er ikki so ofta, at ein blokada virkar so væl, sum hon gjørdi í fimta settið. Hon fangaði alt sum kom á leiðini. Men tað má sigast, at Fleyr hjálpti teimum væl. Alopsspælið hjá teimum fór fullkomiliga í fisk, og tað sama fór verjuspælið. Fimta settið endaði við, at Fram vann settið 15-2, og harvið dystin 3-2. Sigast må, at sigurin til Fram var uppiborin, tf teir vunnu tey try settini sum skuldu til fyri at vinna dyst- in, og ikki minni tf, at teir kláraðu at taka seg sjálvan í nakkan tá teir vóru longst niðri. (Savnsmynd) Hinvegin kunnu teir takka Fleyr fyri at teir fóru so fullkomiliga niður við flagginum í fjórða, og ser- liga í fimta settið. Onki FM til Fleyr Fleyr er nú úti av kappingini um meistaraheitið í mans- deildini í flogbólti í ár, með- an Fram hevur ein góðan møguleika at endurvinna meistaraheitið frá í fjør. Men tað kann verða Fleyr sum fer at avgera hvør tað verður sum fer at vinna meistaraheitið í ár. Tí teir skulu leika ímóti bæði Fram og Mjølnir áðr- enn kappingin endar. Hvussu tað fer at ganga, er sjálvandi ringt at spáa um, men livst so spyrst. sp ÍF hevur tikið liðið úr kappingini Flogbóltur: Kappingin hjá kvinnunum liggur nú í sorli eftir at IF undan dystunum í vikuskiftinum valdi at taka lið sítt úr kappingini Nú eru bert fýra lið eftir í meitaradeildini hjá kvinn- Í vikuskiftinum valdi IF at taka liðið úr kappingini tí at ikki ber til at manna iðið IF er triðja liðið sum verður tikið úr kappingini í meistaradeildini í flogbólti Fyrr í hesum kappingar árinum tók Mjølnir b-liðið úr kappingini hjá kvinnum, og Nevan tók lið sítt úr kappingini hjá monnunum Vit hava tosað við Bartal Eliasen, sum hevur vant ÍF- genturnar í ár Hann sigur, at hann hevur roynt at fáa skavað leikarar saman til dystirnar um viku- skiftið, men tað bar ikki til Í síðstu viku fóru tríggir av okkara leikarum til Dan- markar í lestrargrindum, og so vóru bara seks leikarar eftir. Sætti leikarin hjá okk- um hevur drigist við skaða í eina tíð, og fekk tí íkki spælt. Tað var orsøkin til at vit ikki kundu manna lið. — Eg havi roynt tað eg kann, men tað hjálpir onki, sigur Bartal Eliassen Bartal heldur tad eisini verda løgid, tad at skula taka liðið úr kappingini nú, tí tær hava klárað seg væl higartil í ár: --Vit liggja nummar trý, og hava vunnið allar dyst- irnar í endaumfarinum, utt- an dystin ímóti Mjølnir. Sosialurin hevur eisini tosað við ein av leikarunum, Randi Larsen um støduna. — Eg haldi tað er øgiliga keðiligt, at tað endar so, tí tað kann fáa keðiligar fylgj- ur fyri flogbóltin bæði her í Fuglafirði og eisini kring um í landinum. — Flogbólturin fær á henda hátt eitt keðiligt navn, sigur hon. Atti tað ikki at borið til at manna lið í umráðnum hjá tykkum? — Jú, sjálvandi. Vit hava havt fleiri leikarar, men tað eru onkrir, sum eru falnir frá, tí tað er so bundið bæði at spæla dystir og at dóma ymsastaðni í landinum. — Men tað átti allikavæl at borið til at manna lið. Trúgvi Poulsen, kapping- arstjóri, sigur, at stóðan er sera óheppin. ; — Eg haldi, at IF skal royna einaferð enn at fáa skavað fólk saman fyri at gera hetta kappingarárið lið- ugt, og síðani brúka summ- arið til at fáa skil á støduni. Tí, sigur Trúgvi Poulsen: — Eg eri bangin fyri, at dettur kvinnuflogbólturin í Fuglafirði á gólvið nú, so kemur hann ikki fyri seg aftur, og tað er sera óheppið Trúgvi hugsar eisini um umdømid hjá flogbóltinum í hesum førinum. — Umdømid hjá flogbólt- inum verður merkt av slík- um sum hesum, og tað hev- ur hann ikki uppiborið. Ein keðilig av Tað tykist sera løgid, tað sum hendi í Fuglafirði um vikuskiftið. Liðið varð tikið úr kappingini, nú tað lá á einum triðja plássi og skuldi til at berjast um silvurmerk- ini. Tað kann heilt einfalt ikki verða rætt, at tað er so stór líkasæla í økinom umkring Fuglafjørd, at ongin vil hjálpa teimum at manna lid- ið, so kappingin kann ger- ast liðug. Tað er at vóna, at fugl- firðingar fáa tikið um end- an, og endurreist liðið, fyri- bils í hvussu er. So má støda takast til hvussu gerast skal til næsta ár. Føroyskur flogbóltur hev- ur f øllum førum betri uppi- borid enn tad, at kappingin verður latin eftir í sanda- sorli. Men soleiðis sær tað tó út til at tað endar nú. Skammið tykkum í Fuglafirði, Gøtu og Lorvík. sp