hósdagur 12. februar 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 12. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið SOS
11
Óli og Jan fara ikki
til Spania at venja
Fótbóltur: Útisetarnir hava givið
avboð, og Bjarni Johansen verður
málverji saman við Jens Martini
Knudsen
Allan Simonsen hevur givið
átjan spælarum boð um at
koma á venjingarlegu í
Cadiz í Spania
Farið verður úr Vágum
hósdagin 19. februar, og
ferðalagið, sum umframt
átjan spælarar og venjaran
fer at telja fýra fólk, lendir
aftur í Vágum 28. februar.
Bara ein útiseti
Tað eru eingi óvæntað nøvn
á listanum hjá Allani Sim
onsen
Jan Allan Miller er ein-
asti útisetin, sum er nevndur
á listanum, sum FSF í fyrra-
dagin sendi spælarunum
Todi Jónsson, Jákup
Mikkelsen og Julian Johns-
son eru ikki á listanum. Teir
venja nógv og miðvíst í fel-
øgunum, og teir skulu á
venjingarlegur suðuri í Eur-
opa stutt undan, at tað verð-
ur farið undir aftur lands-
kappingarnar. Tí verður
mett, at møguleikarnir hjá
teimum at vinna sær pláss á
besta liðnum vera betur, um
teir venja í feløgunum held-
ur enn at fara við landsliðn-
um til Spania.
Í skeivum feløgum
Teir átjan spælararnir, sum
landsliðsvenjarin hevur bið-
ið FSF skrivstovuna um at
boðsenda til uttanlandaferð-
ina eru Henning Jarnskor,
Magni Jarnskor, Sámal Jo-
ensen og Øssur Hansen úr
GI, Heðin á Lakjuni úr Kl,
Jens Kristian Hansen, Arn-
bjørn Danielsen og John
Petersen úr B36, Hans Fróði
Hansen og Allan Mørkøre
úr HB, Pól Thorsteinsson
og Bjarni Johansen ur VB,
Bartal Eliasen, IF, Jens Erik
Rasmussen og Jan Allan
Miller úr Esbjerg Boldklub,
Jens Martin Knudsen og
Uni Arge úr Leifti og so ein
málverji afturat.
Vit síggja, at Ossur Han-
sen framvegis umboðar GI,
at Pól Thorsteinsson um-
boðar VB, at Jens Erik Ras-
mussen umboðar Esbjerg,
og at Uni Arge og Jens
Martin Knudsen standa til
at umboða Leiftur
Av FSF skrivstovuni
verður upplýst, at spælarar-
nir eru skrivaðir at umboða
tey feløgini, sum í løtuni
hava spæliloyvið hjá teim-
um. Og tað vil aftur siga, at
B68 hevur ikki syrgt fyri,
at spæliloyvið hjá Øssuri
Hansen er komið út aftur á
Toftir, eftir at tað hevur ver-
ið í Gøtu í eitt hålvt ár, at
teir í B36 ikki hava syrgt
fyri, at spæliloyvið hjá Pól
Thorsteinsson er komið
norður um, og at teir í HB
ikki hava syrgt fyri, at spæl-
iloyvið hjá Jens Eriki Ras-
mussen er komið aftur úr
Esbjerg, har HB maðurin
royndi seg í nakrar vikur í
heyst.
Samstundis kunnu vit
staðfesta, at íslendska Leift-
ur longu hevur syrgt fyri, at
spæliloyvini hjá Jens Mart-
ini Knudsen og Una Arge
eru komin upp á pláss, sjálvt
um teir kanska ikki fara at
umboða íslendska felagið
fyrrenn eina ferð seinni í ár.
Jan, Allan og Oli
Umframt útisetarnar er tað
serliga navnið á trimum
spælarum, sum saknast —
Jan Dam, Allan Joensen og
Oli Johannesen.
Jan Dam hevur havt trup-
ulleikar við fótliðnum.
Hann hevur verið skurvið-
gjørdur í vetur, og nú er tal-
an um eftirviðgerð, sum
hevur við sær, at hann ikki
kann spæla akkurát nú
Óli Johannesen hevur
verið fastur fúsur á lands-
liðnum hesi seinnu árini,
umboðandi TB og so B36.
Í ár skal hann spæla við TB,
og í fyrstu atløgu í hvussu
so er ætlar hann sær ikki at
spæla á landsliðnum. Hann
hevur ikki tikið lut í teimum
báðum venjingunum, sum
Jógvan Martin Olsen, hjálp-
arvenjari, hevur staðið fyri,
og hann hevur givið avboð
til venjingarleguna í Spania.
Allan Jonsen úr KI hevði
stórar trupulleikar av skaða
í fjór, og tað gjørdi, at hann
ongantíð spældi við fullari
styrki fyri KI og ikki kundi
vera á landsliðnum. Í vetur
hevur hann hildið frí frá all-
ari venjing, og hann hevur
fingið viðgerð hjá fysiotera-
peuti. Men hann er fram-
vegis skaddur, og hann er
ikki farin at venja við Kl.
Símun er á veg
Uppaftur ein spælari, sum
hevur verið burtur frá, tí
hann hevur verið skaddur,
er Símun Eliasen. Hjá hon-
um varð fótbóltsárið í fjør
oyðilagt, tí longu í februar
breyt hann beinið í venjing-
ardysti fyri Aarhus Fremad.
Nú venur hann við fullari
ferð, men um hann fær
møguleikan á besta liðnum
er ov tíðliga at siga nakað
um:
— Eg skal spæla venjing-
ardyst í dag við 2. líði. Vit
skulu spæla móti 2. liði hjá
Ikast, og tað verður í einari
innandura venjingarhøll,
sum teir í Ikast eiga, segði
Símun Eliasen í gjár.
Hann er millum 33 spæ-
larar, sum Kim Poulsen,
venjarin hjá Aarhus Frem-
ad, ætlar at brúka at manna
besta og næstbesta liðið við.
Aarhus Fremad skal til
Spania å venjingarlegu um
somu tíð, sum føroyska
landsliðið verður har niðri,
og tað hevur verið upp á tal,
at landsliðið skal spæla móti
danska liðnum, men hetta
er kortini 6vist. Símun Elia-
sen fer ikki vid Fremad til
Spania:
— Venjarin hevur sagt
mær, at eg eri ikki komin
nóg langt í venjingini. Teir
byrjaðu 5. januar, og eg
kom ikki aftur úr Føroyum
fyrrenn 10. januar. Í síðstu
viku hevði eg ein vødda-
skaða, og hetta kostaði mær
plássið á ferðini, hevur
venjarin sagt mær. Hann
bað meg annars dríva á og
gav mær góðar vónir, greið-
ir Símun Eliasen frå úr Ar-
hus.
Ungu menninir
Tríggir spælarar, sum ikki
vóru nógv við í ferðalagn-
um hjá landsliðnum í fjør,
skulu við til Spania. Teir eru
Poul Ennigarð, Heðin á
Lakjuni og Hans Fróði Han-
sen.
Poul Ennigarð var skadd-
ur mesta partin av kapping-
arárinum í fjør. Eftir summ-
arfrítíðina spældi hann í 3
og 4. deild. Nú er hann
komin fyri seg aftur, og
hann venur við fullari ferð
við GÍ
Heðin á Lakjuni var við
landsliðnum í Spania. Tað
hevur ljóðað, at hann skal
til Onglands at venja, og tað
hevur ljóðað, at B36 hevur
gjørt nógv fyri at fáa hann
at flyta úr Klaksvík og til
meistaraliðið, men enn er
hann í KÍ, og hann er ein
asta umboðið úr Klaksvík í
landsliðsferðalagnum
Hans Fróði Hansen var í
nánd av landsliðnum fyri
knøppum trimum árum síð-
ani. Tá spældi hann í B68
Seinni varð hann skaddur
hann flutti aftur til Leir-
víkar, men síðani summar-
steðgin í fjør hevur hann
verið í HB, og nú verður
hann mettur at vera nóg
góður til pláss á venjingar-
leguni
Alvur Hansen, sum áður
hevur verið hjálparvenjari
hjá kvinnulandsliðnum, og
sum í fjør vandi U-I8
kvinnurnar, verður hjálpar-
venjari hjá Allani Simonsen
í Spania. Jógvan Martin Ol
sen hevur givið avboð
Fyrsta skeiðið í elituvenj
araútbúgvingini = verður
meðan landsliðið verður í
Spania
Komandi vikuskifti kem
ur Allan Simonsen til Før
oya, og hann og landsliðið
skulu venja i Gundadali
leygardagin klokkan 14.30
jh
Bjarni Johansen avloysir Jåkup Mikkelsen i
landsliðshópinum
Fram vann eisini á ÍF
Flogbóltur, menn: Hóast ÍF eitt skifti í fimta settið var
frammanfyri 9-2, so megnaði Fram tað ímóti IF
sunnudagin, sum Fleyr ikki megnaði leygardagin. Teir
komu aftur í aftur og vunnu settið. Og tað er eitt bragd í
sjálvum sær
Fram - fFa 3-2
Tad sum Fleyr ikki megnadi
leygardagin, gjørdi Fram
sunnudagin.
Teir vóru aftan fyri 9-2 í
fimta settið, men megnaðu
at vinna 15-11.
So ikki kann sigast annað,
enn at teir hava tikið seg
saman og tað við lít.
Dysturin var annars sera
skiftandi. Liðini skiftust um
at vinna. Fram vann fyrsta,
triðja og fimta sett og IF
annað og fjórða sett.
IF hevði til dystin sunnu-
dagin styrkt seg å spælskip-
araplåssinum. Teir høvdu
tikid Odd Eliasen upp av b-
liðnum, og tað er óivað
skilagott. Spælskiparapláss-
ið hevur verið teirra trupul-
(15-13, 8-15, 15-13, 11-15, 15-11)
leiki í fleiri dystum í ár.
Fyrsta sett var eitt sindur
trilvandi hjá Fram.
Um teir vóru troyttir frá
degnum fyri, skal verða 6-
sagt, men Sigmund av Teig-
um sigur, at spælið ikki
virkaði sum tað skuldu.
— Vit eru ikki nóg støðugir
í løtuni, sigur hann.
Men líka mikið, tí teir
vunnu fyrsta sett 15-13.
Fram legði seg á odda,
beinanvegin og syrgdi so
fyri at halda fast, og tann
setningin greiddu teir.
Hamskiftir
Í øðrum settið vóru teir sum
hamskiftir.
Byrjanin av settinum fór
púrasta í vaskið, og IF fekk
sær eina góða leiðslu.
Tá íð Fram vaknaði, var
ov seint, og settið endaði
við sigri til IF 15-8.
Fram vann triðja sett 15-
13. Tað fór fram sum fyrsta
sett, har liðið fekk lagt seg
framum og hildið seg har.
Fjórða sett vann ÍF aftur,
og so skuldi fimta settið til.
Í fimta settinum leygar-
dagin legði Fram seg á odda
við 8-0 eftir stuttari løtu. Tá
kláraði Fleyr ikki at koma
upp aftur.
Men sunnudagin var tann
øvugta verð.
IF reyk avstað, og eftir
stuttari létu vóru teir
frammanfyri heili 9-2.
Nú átti IF at klára at håla
settið heim, men so var ikki.
Fram broytti taktikk og
fór at konsentrera seg um
blokaduna og at pressa IF-
leikararnar til at gera feilir.
Taktikkurin hepnaðist.
Persónligu feilirnir hjá
Fram vóru burtur, meðan ÍF
leikararnir nú gjørdu nógvar
feilir. |
Hjá ÍF var tað serliga Bar-
tal Eliasen, sum var óheppin
í fimta settið. Nógvir av
bóltunum hann slóg, fóru út
av vellinum, og bita fyri
bita át Fram seg inn á ÍF.
Endaliga úrslitið av sett-
inum gjørdist 15-11, og tað
merkir, at IF bert fekk tveir
servimøguleikar afturat í
øllum settinum, og tað er í
sjálvum sær eitt tekin um
gott verjuspæl frá Fram
Fáa sær mann
á bonkin
Fram kappast nú við Mjøl-
nir um, hver skal hava
meistaraheitið í ár.
Og fyri at betra um sínar
møguleikar ætla teir nú at
fáa sær ein mann á skifti-
bonkin.
Tað er Sigmund av Teig-
um sum hevur havt leiðsl-
una inni á vellinum og gjørt
tær rættingar sum skuldu til
Hann sigur sjálvur, at
hann ikki heldur, at hann
hevur tað neyðuga yvir-
blikkið til at gera hetta í so
tydningarmiklum dystum
sum nú eru fyri framman, ti
hann merkir, at hini liðini,
eru farin at leggja taktikkin
eftir hansara spælið.
Teir hava tí roynt at fingið
fatur á einum manni, sum
fyrr hevur vant teir, at leiða
tríggjar dystirnar
Hvussu tað fer at gangast
hoyra vit nærri um í nærm-
astu framtíð
Men tað er givið, at Fram
er eitt framtíðarlið. Teir
hava ungt fólk á liðnum, og
verða teir allir verandi í Før-
oyum, so sær gott út hjá
teimum
Tað verður spennandi at
síggja hvussu leikur fer
sp
teir gjøgnum teir seinastu
= = «+
Mjølnir hølvadi
IFb av
Mjølnir - fFb — 3-0 —(15-2, 15-1, 15-6) |
Taðtók ikki langa tíðhjá = vikuskiftid flutti upp á a- |
oddaliðnum Mjølni at
vinna å IFb sunnudagin.
Liðið hjá klaksvíkingum
er ein blandingur av
ungum og royndum leik-
arum, og tað er eitt sta-
bilt lið, ið ikki ger teir
stóru feilirnar.
Á IF-liðnum merktist
tað, at Bogi Lervig og
Odd Eliassen, sum hetta
tíðið, ikki vóru við sunn-
udagin, og fuglfirðingar
fingu bert 9 stig av 45
møguligum.
Tann 22. februar fær
Mjølnir ivaleyst størri
møtstødu. Tá skulu teir
nevniliga spæla toppdyst
í meistaradeildini móti
Fram í Eysturskúlanum
í Havn. elj