Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

internet: www.sosialurin.fo Dagny Joensen, i Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Niclas Johannesen Jóns Kresten Vang Lýsingar og sola: Jonhard Hammer Sosialurin rgjavegur Á m Postadr: Po: 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: postØsosialurin.fo Áræði, vilji og vådafysni! Oddagrein TAÐ er at fegnast um, at foroyingar hava vilja, áræði og so mikið av váðafúsum kap- tali, sum kom til sjóndar mikudagin, tá eitt foroyskt oljufelag varð stovnað. ÚTVIÐ 20 føroyskar fyritøkur hava tikið seg saman at stovna felagið, sum higartil hevur 25 mill. kr. í partapeningi, men nú fer at standa øllum føroyingum í boði at seta pen- ing í. MIKUDAGIN staðfesti so ein av stigtakar- unum, Poul Mohr, skipasmiðjustjóri, at fe- lagið hevur ikki bundið seg til eitt ávíst olju- felag, Saga, sum sjónvarpið visti at siga frá í seinastu viku. HETTA er eisini at fegnast um, tí at binda seg til eitt ávíst felag, ella til eitt samtak við fleiri oljufeløgum, kann koma okkum aftur um brekku, sum vit hava víst á áður á hes- um stað. TAÐ er rætt at vit taka okkum saman longu nú, seta okkum inn í viðurskiftini, kunna okk- um og fáa ta neyðugu vitanina, so vit ikki eru við undirlutan, í samstarvi við aðrar, ella um vit arbeiða sjálvstoðugt. SOMULEIDIS tykist tað vera rætt, at hetta nýstovnaða oljufelagið, Atlantic Petroleum, ikki virkar á tænastuøkinum, men bara í sam- bandi við at leita og møguliga bora eftir olju TÆNASTUVIRKSEMI kunnu annaðhvort foroyskar fyritokur gera hvor sær ella taka seg saman í samtøk, foroysk samtøk ella í samvinnu við útlendskar tænastufyritøkur. NÝSTOVNAÐA oljufelagið er vónandi aftur eitt dømi um, at vit eru um at rakna við aftur, eftir bakkastið vit fingu, og at vilji og orka er í føroysku vinnuni, eisini at royna nýggjar leiðir ENN er fullkomiliga ógreitt, um olja er í und- irgrundini, og um so er, um tað fer at loysa seg at fáa hana upp. Men er olja, og vit fáa eina oljuvinnu, so liggur storsta avbjóðingin fyri framman. OG tað er ikki bara ein dansur á rósum. Eftir stuttari tíð verður foroyska samfelagið, sum vit kenna tað í dag, broytt fullkomiliga — vinnuliga, sosialt, busetingarliga og mentun- arliga. HETTA mugu vit eisini hugsa um og fyri- reika okkum til, eins og allar avleiðingar — positivar og negativar — mugu greinast út Sosialurin Hevur Tjóðveldisflokkurin misskilt hvat leiðaraskapur er? Sat og lurtaði eftir fimmar- anum í gjårkvøldid, og kundi ikki annað enn undr- ast, tá Anita á Fridriksmørk førdi fram, at tjóðveldispol- itikkarar onki høvdu fingið gjørt viðvíkjandi loysing, tí fólkið ikki vildi, men nú kundi okkurt gerast, tí nú vildi fólkið loysing. Í mínari verð er tað leið- ararnir, ið seta kósina út í kortið, og er tað teirra upp- gáva, at fáa fólkið við, ikki motsatt. Sjålvandi er hettar ikki nakað nytt fyribrigdi í før- oyskum politikki, tí tað ið veruliga e3r trupulleikin er, at vit hava næstan ongar veruligar leiðarar, ið hava eina meining, tora at taka avgerðir og standa við tær i avgerðir teir hava tikið, sjálvt um tað fær avleiðing- ar. Vit hava alt ov nógv av teimum, ið skifta meining, sum onnur skifta hosur, tí ein skal gera øllum til pass- ar. Viðvíkjandi tí, Bjørn Pat- ursson førdi fram, so må hansara forslag vera eitt tad mest realistiska higartil. Tað má bera til, at nýta núverandi fíggjarlóg sum grundarlag fyri at kalkulera uttan blokkin, so fólk kann síggja, hvussu ein ætlar at reka hettar samfelag, um ein loysir her og nú. Fólk hevur rætt til at síggja hverjar av- leiðingar/fyrimunir vit hava, um vit frá einum degi til annan, skulu av við blokkin. Útfrá teimum upplýsing- um, ið vilja fyriliggja aftaná eina slíka kalkulatión, hevur hann vanligi føroyingurin nakað veruligt at taka stóðu útfrá. Tórshavn, 12. febr. 1998 Ása Djurhuus Landsstýrið skal tryggja gott ferða- samband við Skotland Sjálvstýrisflokkurin fer nú at leggja uppskot fyri ungið um at tingið skal heita á løgmann, sum er landsstýr ismaður í samferðslumálum um atl leggja uppskot fyrr tingið um at stovna felag, sum skal tryggja, at sam- bandið ímillum Føroyar og Skotland ikki dettur niður fyri Í viðmerkingunum tl uppskotið siga vit, at með- an Sjálvstýrisflokkurin sat í samgongu saman við Verkamannafylkingini, Sambands- og Javnaðar- flokkinum og seinni, tá ið Fólkaflokkurin loysti Javn- aðarflokkin av, vísti Sjálv- stýrisflokkurin ferð eftir ferð á, at alneyðugt var við fløgum í flutningskervi okk- ara, bæði innanlands og til onnur lond. Tað var tó ikki møguligt at vinna undirtøku fyri at seta pening av til at bøta um hesi viðurskifti, hó- ast tað var greitt, at tað t.d. ikki bar til at røkja fram- hald av Skotlandsrutuni vid verandi skipan Tá ið Fólkaflokkurin kom í samgongu 11. juni 1996, varð samgonguskjalid tíkið til viðgerðar av nýggjum. Í hesum sambandi bleiv sett nn í samgonguskjalið, at flutningurin sjóvegis til um- heimin skuldi vera á privat um hondum. Ætlanin hjá táverandi landsstýrismanni í sam- ferðslumálum at skipa sigl- ingina í eitt partafelag, sum bæði almennur og privatur kapitalur stóð aftanfyri, vann ikki frama. Avleiðing- in av hesum bleiv, at al- menni farma- og ferðafólk- aflutningurin til Skotlands varð niðurlagdur, og farma- leiðin latin P/F Skipafelag- num Føroyar at røkja Serstakliga vóru tað kreft- ir innan Sambands- og Fólkaflokkin, sum ikki vild u hoyra talan um, at tað al- menna skuldi hava ábyrgd ina av hesi fyri Føroyar og fyri útflutningsvinnuna al- neyðugu farleið Eitt uppskot um at játta eina upphædd uppá uml. 13 milliónir, svarandi til sølu- prísin fyri Teistan, sum inn skot í eitt partafelag, fall í Løgtinginum Tað var eyðsæð, at Sam- bands- og Fólkaflokkurin vildu lívga Skipafelagið, sum í nógv ár hevði vist sína ónggd við, at tað al- menna fíggjaði farma- og ferðafólkaflutning til Skot- lands. Landsstýrismaðurin hevði tá ikki annað í at velja, enn at gera avtalu við Skipafelagið. Skipafelagið hevur nú boðað frá, at teir fara at gev- ast á hesi farleið, og mugu tí bæði Sambands- og Fólk aflokkurin ásanna, at teirra loysn miseydnaðist Løgmadur, sum sjálvur var heitasti talsmaður fyri, at Skipafelagið skuldi rekja Skotlandsrutuna, umsitur nú samferðslumál, men einki røkist fyri, at hann ætl ar at gera nakað í hesum máli. Sjálvstýrisflokkurin vil tí einaferð enn royna, um meiriluti fæst á Føroya Løg- tingi fyri at farleidin mill- um Føroyar og Skotland kann halda fram. Helena Dam å Neystabø 6. febr. 1998. ELNA KROJER, fødd Ellendersen, ættað úr Tórshavn, búsitandi í Keypmannahavn, andaðist týsdagin 10. februar, 49 ára gomul. Fyri tey avvarðandi Jón