fríggjadagur 13. februar 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 29 — 13. FEBRUAR 1998
Tann 23. februar 1998
eru fimti ár runnin síð-
ani fyrsta borðtennis-
felagið i Føroyum var
stovnað.
Tvøroyrar Borðtenn-
isfelag var fyrst eitt
privat felag, men seinri
bleiv tað eitt av teim-
um størstu vetrarítrótt-
arfeløgunum í Føroy-
um, og eru tad mong,
bæði gentur og dreing-
ir sum hava spælt borð-
tennis. 5
Felagið lá eina stutta
tíð stilt, helst av tí at
hølisvidurskiftini ikki
vóru tey bestu, men so
kom ferð á og í 1950
var so byrja aftur, og
tann sum fekk hetta í
lag var Ib Hauritz sáli,
sum var ein undan-
gongumaður við lit, tað
var eisini sami Ib Hau-
ritz sum stovnaði
Ítróttarfelagið NSÍ, tá
undir navninum Tjald-
rið.
Táverandi formaður
[SF's skrivaði í einari
oddagrein í Ítróttartíð-
indi, sum var eitt blað
ið var givið út av Ítrótt-
arsambandinum, hann
hevði hesi orð til tað
sum Ib framdi bæði her
og seinni, tá hann var
bakari í Runavík >Tað
var køllsvart ítróttar-
liga á Skålafjørdinum,
áðrenn hesin tvørå-
maður kom«. Nú
blómar ítrótturin har,
takka veri ein av okk-
ara borðtennismonn-
um. Og við fyrst alm-
enna góðkenda føroya-
meistaraskap á Tvør-
oyri luttóku leikarar frá
NSÍ.
Endurstovnað
Felagið TBF bleiv end-
urstovnað í 1950, nú
sum eitt kappingarfel-
ag og fekk veruliga
vind í seglini, tí tá var
ikki nógv av vetrar-
ítrótti, hetta førdi eisini
við sær, at borðtennis
bleiv ein stór ítróttar-
grein, ja, tann størsta,
sjálvt um ikki góð-
kendar kappingar vóru.
Góðkenningin kom
fyrst í 1959.
Tað at íðka vetrar-
ítrótt innandura broytt-
ist fyrst tá bygdar vóru
ítróttarhallir. Nú blivu
tilboðini fleiri, og tað
kom so at ganga út yvir
hesi ítróttargrein, tí tað
krevst serligt hegni at
spæla bordtennis, men
sjålvt um ítróttargrein-
in ikki er av teimum
størstu í dag, so hevur
hon yvirliva og tad fer
hon eisini at gera i
framtidini, um veruliga
nakað verður gjørt fyri
at menna hana, og her
verður hugsað um tey
smærru plássini sum
ikki hava ítróttarhallir
og sum fólkatalið er lít-
ið, men borðtennis
krevur ikki tey nógvu,
so her er nakað, sum
eigur at vera gjørt nak-
að við.
Ítróttargreinin hevði
ilt við at fáa góðkenn-
ing ÍSF's, so øll tey
fyrstu árini var spælt
og kappast innanfel-
ags, fyriskipaðar vóru
steypakappingar, hetta
vóru steyp, sum vóru
givin til kappingarnar.
Tað mest kenda var
Keypmanssteypið sum
var givið av keyp-
monnum á Tvøroyri,
teir sum eiga part í hes-
um steypi eru Niels
Midjord, Sigurbjørn
Niclasen, men tann
sum vann tað til ognar
var tann legendariski
borðtennisleikarin
Eirik Jensen.
Eitt ungmannafelag
sum var partur av borð-
tennisfelagnum við
navninum >Glottin<
gav eitt steyp til ung-
lingarnar at kappast
um.
Hetta steypið var
vunnið av Rudolf Nic-
lasen, sála, sum var ein
tíðindablaðið SOS
Tvøroyrar Borðtennisfelag fimti ár
sera góður ítrótt-
armaður, hann var eis-
ini føroyameistari i
double, tå spældi hann
fyri B36 í Tórshavn.
Rudolf hevði uttan
iva fingið eina glæsu-
liga framtíð sum fót-
bóltsspælari, men ein
arbeiðsskaði forðaði
hesum, hann er eisini
kendur sum formaður
TB's.
Tað kundu nógv
nøvn verið nevnd í
samband við at felag
okkara hevur stovning-
ardag, bæði lokalt og
runt landið, men lat tað
liggja hesaferð. Men
tað vil so vera, at nøkur
nøvn og persónar hava
leingi verið vid, borð-
tennisítróttini at gagni.
Góðkend
ítróttargrein
Fyrst í 1959 bleiv
henda ítróttargreinin
góðkend av ÍSF sum
almenn kappingargrein
og fyrsta føroyameist-
arakappingin bleiv
fyriskipað á Tvøroyri.
Nú var flutt úr tvøra-
tungu út í stásuligu
fimleikarhgll skúlans.
Og hetta var eitt
framstig, góðar um-
stóður, umklæðingar-
rúm við brúsu og gðr-
um hentleikum.
Aftaná hetta komu
regluligar kappingar í
lag og hava tær verið
hildnar hvørt ár. Tvør-
oyrar Bordtennisfelag
hevur góð úrslit at visa
á og nøvnini sum Alek
Beck, Niels Hougárd,
Eirik Jensen og ikki at
gloyma fyrstameistar-
an í einstaklingaspæli,
Sigurbjørn, standa
frammaliga í hesari
ítróttargrein.
Umstødurnar vóru
sum vera man ikki tær
bestu í byrjanini, tað
var í 1950 spælt í tvør-
atungu, sum var eitt
gamalt dansihgli, ein
søguligur bygningur,
sum ikki er til meira,
men sangurin, sum
Thorolf Dam, ein av
okkara fremstu undan-
gongumonnum yrkti,
vil gera tað at navnið
verður varðveitt.
Tvøratunga-Tvøratunga
hvør ein sprunga
gav í gjóstri ljóð
men tú var vårt hóli
sjålvt um tú var kølid
var tú ramman, var tú
ramman
um tann nýggja sport.
TBF hevur haft um-
boðan á landsliði Før-
oya, og vóru vit sera
gott umboðaðir á tí
fyrsta landsliði, sum
hevur vunnið landsdyst
á íslendingum í Íslandi,
tað var ein stórhend-
ing.
Uttanlandaferðir
hava verið til luttøku á
skeiðum bæði í Dan-
mark og Svøriki. Tað
fyrsta skeiðið sum fel-
agið luttók á, var í
Vejle í 1958 og har
fingu vit samband við
Poul Sandberg, venj-
ara, sum so kom til
Føroya og legði lag á,
hann ferðaðist runt
landið og var hann í
Føroym í 1960-61.
T6 kann sigast at
fyrsta uttanlandakapp-
ingin í hesari ítróttar-
grein var í samband við
TB-vitjanina í Hetlandi
í 1956.
Tað hava verið uttan-
landaferðir av ymisk-
um slag, mest hava tær
verið fyri at menna
ítróttin, og tí hava
spælarar luttikið á
venjingarskeiðum og
hetta hevur verið bæði
i Danmark og í Svør-
iki.
Tad hevur eisini ver-
ið luttikid á norður-
lendskum stigi, bæði til
norðurlandakappingar
og seinni hava eisini
verið veterankapping-
ar, bæði VM, EM og
norðurlendskar.
Ein felagsskapur
sum hevur verið virkin
í fimti ár hevur sjålv-
andi eina søgu og í
søguni eru nógv nøvn
av einstaklingum sum
hava verið serliga
virknir, bæði sum akt-
ivir og sum teir og tey
sum stóðu aftan fyri
felagið, tey eiga stóran
heiður og tøkk.
Tað var tann tíð tá
henda ítróttargreinin
var tann størsta her á
landi, tað er hon ikki í
dag, men hon er tó
virkin.
Í dag eru ítróttarhall-
irnar komnar og verður
tí kappingin um okkara
ungdóm meira krevj-
andi, tí møguleikarnir
at luttaka í ítróttar-
greinum sum ikki eru
so krevjandi sum nú
borðtennis er, spælið er
í høgum metan enn, úr-
slitið frå oyggjaleikun-
um vísti at vit kunna,
um vit vilja, og við
rættari fjálgan verður
ítrótturin aftur at
mennast.
Mottøku á
stovningardegnum
Tveroyrar Borðtennis-
felag fer at markera
stovningardagin við
einari móttøku fyri
ítróttarumboðum og
lokalu myndugleikun-
um sum so dyggiliga
hava stuðlað og harvið
gjørt tað møguligt at
hetta felagið hevur ver-
ið virkið í fimti ár, og
tað eiga teir lokalu
myndugleikarnir takk
fyri.
Tað verður eisini
møguleiki hjá okkara
íðkandi í dag at koma
undir venjing hjá tí
mest kenda føroyska
bordtennisleikaranum,
silvurvinnarin frå
oyggjaleikunum,
Kjartan Eli Hentze,
Kjartan Eli verður
géstavenjari felagsins
teir næstu 14 dagarnar,
og tað er gáva felagsins
til teir aktivu spælar-
arnar og tað fer at
menna ítróttin.
Tað verður sjálvandi
eitt alment veitsluhald,
tað skylda vit okkara
bygdafólki sum takk
fyri teirra stuðul. Tað
verður til heystar og
ætlanin verður tá at
skipa fyri kapping fyri
allar deildir og fyri all-
ar aldursbólkar, so at
vit møguliga vilja meta
mongum av teimum
sum igjøgnum árini
hava íðkað hesa ítrótt-
argrein og tað eru ikki
so fá, at kappingin og
markeringin verður
løgd til heystar, er eis-
ini at markera at í 1999
eru 40 ár farin síðani
fyrsta almenna føroya-
meistaraskapið var
spælt við góðkenning
ÍSF's.
Sverre Midjord