Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið 50 Nr. 29 — 13. FEBRUAR 1998 sosialurin. box 76. 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: emil &sosialurin.fo Pollendingar komnir til IF Fótbóltur: ÍF hevur fingið nýggjan venjara í ár. Hann eitur Piotr Krakowski, og við sær hevur hann fingið tveir póllendingar á liðið Í Fuglafirði eru fólk spent til fót- bóltskappingina, ið stendur fyri framman. ÍF hevur fingið nýggjan venjara, Piotr Krakowski, og hann hevur fingið tveir polskar spæl- arar við sær til Føroya. Talan er um 26 ára gamla álops- leikaran Mariniak Maciej og 30 ára gamla miðvallarleikaran Jara- czyk Jacek. Teir hava báðir spælt ovarlaga í polsku landskappingini, g Mariniak Maciej hevur eisini roynt seg í svenska felagnum GAIS í Gøteborg Sum skilst eru teir báðir fegnir um at vera komnir til Føroyar, og teir trívast væl í Fuglafirði Tað er sum nevnt polski/før- oyski venjarin hjá ÍF, Piotr Kra- kowski, sum hevur fingið teir báð- ar hendavegin. Piotr hevur eina fortíð í B71, og í fjør var hann venjari hjå FS Vågum. Ein annar póllendingur, Marek Vierzbicki, hevur pE saman vid Piotr í bæði B71 og FS Vágum, og ætlanin var eisini, at hann skuldi vera í Fugla firði í ár., men í staðin endaði hann KI "uglfirdingar eru tó væl nøgdir við teir báðar Maríniak Eg Jara- czyk. Fyrr hevur IF havt onglend- ingar á vitjan, og í fjør vóru heili tríggir av slagnum í felagnum Men sambært Hjalmar Joensen í fótbóltsdeildini hjá IF vóru teir ov ungir — Spælararnir hava gjørt greitt, at skal IF hava útlendskar spælar- ar, skulu tað helst vera royndir spælarar, sum kunnu læra nakað frá sær, sigur Hjalmar Joensen. Hjalmar sigur, at fólk, sum hava skil fyri tí, og sum hava sæð teir báðar nýggju polsku spælararnar, geva teimum sera góð skoðsmál. Sjálvur hevur hann bert sæð teir til venjing einaferð, og tað var konditiónsvenjing. og teir tyktust vera væl fyri, sigur Hjalmar. Gravgangur eftir IF-arum ÍF hevur fostrað nógvar góðar fót- bóltsspælarar, ug nú almenn kapp- ing er millum feløgini um at fáa teir bestu spælararnar, hevur eisini verið gravgangur eftir fleiri reyð- um og hvítum úr Fuglafirði. Men ÍF varðveitir so at siga sama liðið, sum felagið hevði í fjør. Tann einasti, sum er ivasam- ur, er Bárður á Lakjuni, sum hevur fingið eitt tilboð frá GI. Hann hev- ur enn ikki tikið nakra endaliga avgerð, men í løtuni er hann tann einasti, sum er ivasamur Bæði GÍ og B36 hava ligið framvið eftir at fáa Bartal Eliasen, og hann hevur eisini verið settur í samband við HB, men nýstovnaða stuðulsfelagið hjá ÍF hevur syrgt fyri, at hann verður verandi, har hann er Egil Zachariassen býr í Runa- vík, men spælir eisini í ár við IF, hóast eitt av feløgunum í syðru helvt av Eysturoynni hevur spurt seg fyri hjá honum, og málmað- urin Erling Joensen verður eisini verandi, hóast okkurt annað felag hevur verið eftir honum. — Tað er kortini stórur saknur í Simuni Eliasen og Magna á Lakj- uni, sum eru í Danmark. Símun spælir við Aarhus Fremad, har hann roynir at bróta igjøgnum, og tað er væl skiljandi, at ein ungur maður roynir at taka henda møgu- leikan, tá hann fær hann, sigur Hjalmar. Hann sigur, at sjálvt felagið ÍF ikki hevur nakran spælara á løn- arlistanum. Teir vilja ikki hava, at nakar óløntur spælari verður 6- nøgdur, ti summir fáa pengar og sr ikki. IF hevur heldur ikki gjørt sáttmála við nakran spælara. — Vit hava ikki gjørt nakrar sått- málar, men stuðulsfelagið varð stovnað í oktober í fjør við ti enda- máli at varðveita spælararnar í IF umframt at útvega felagnum pen- ing Hjalmar Joensen ber annars ótta fyri, at við gongdini, sum nú er, fara tað um nøkur ár at vera eini tvey-trý lið, sum fara at ganga á odda í føroyskum fótbólti, meðan hini halta aftaná. — — Eitt felag sum IF kann ikki útvega so nógvar pengar, at tað kann hava eitt heilt lið á lønar- listanum. Vit hava jú eisini flog- bólt, kappróður og badminton at hugsa um, sigur hann. Hann vénar kortini, at tad kann gerast soleidis, at um eitt felag keypir ein spælara frå IF, kann IF fåa eitt sindur av pengum fyri hann — Ein 20 åra gamal spælari, sum verður seldur, hevur kanska verið í felagnum, síðani hann var 7 ár. Felagið hevur brúkt nógva tíð, orku og pening upp á hann, og so er tað spell, um felagið ikki fær nakað burtur úr honum, tá hann verður vaksin, sigur Hjalmar. Bitið seg fast í 1. deild Seinastu árini hevur ÍF ligið og reikað millum botnin av 1. deild og toppin av 2. deild, men nú sær út til, at liðið hevur bitið seg fast í bestu deildini. — Málið er at koma longur upp- eftir. Nu má vera liðugt við ele- vatortilveruni, sum ÍF hevur havt seinastu árini, sigur Hjalmar. Hann roknar við, at kappingin verður hørð í ár. Fyrsti landskapp- ingardystur hjá. ÍF verður á heima- velli móti KÍ. Í fjør vann KÍ ikki minni enn 9-1 í Fuglafirði, men hinvegin vann ÍF í Klaksvík — eitt gott dómi um, hvussu trupult tað var at rokna ÍF út í fjør. Næsti dystur er á útivelli móti uppflyt- arunum úr Sumba, og Hjalmar heldur, at sumbingarnir eiga at verða tiknir í álvara. ÍF varðvetir so at siga allar spælararnar frá í fjør Savnsmynd: Emil Simonsen Lesið eisini | ítróttin á | Internetinum | www.sosialurin.fo ) Piotr Krakowski hevur búð i Føroyum i tiggju år og er sostatt at rokna sum føroyingur í fótbóltshepi. Hetta ger, at hann kann spæla á liðnum saman við teimum báðum nýggju póllendingunum, hóast mest loyvda tal av útlendingum er tveir Kappingarárið í fjør var rætti- liga vinglut hjá ÍF. Liðið byrjaði væl og tá fýra umfør vóru spæld, lá liðið nummar tvey á stigatalv- uni og hevði ikki tapt í landskapp- ingini. Men so taptu teir 8-3 móti B36 í Gundadali, og so fór at ganga niðureftir. ÍF var kortini ongantíð í niðurflytingarvanda og endaði kappingina miðskeiðis á stigatalvuni. Petur Simonsen var venjari f fjør, og i år er tad altso Piotr Kra- kowski, sum stendur við róðrið. Umframt 1. deild skal hann venja 3. deild, 4. deild, unglingar, dreingir og smådreingir — tilsam- ans seks lið! Men so hevur hann eisini Boga Lervig sum hjålpar- venjara. Hann var eisini hjålpar- venjari hjá Peturi Simonsen í fjør og er ivaleyst góður hjá venjaran- um at hava, nú hann hevur ábyrgd- ina av seks ymiskum liðum elj dreingir 12 ár og gentur 14 ár. Kl. 12.30 byrj og dreingir 16 ár. Kappingin fyri | 1. mars. | | | | Flogbóltskapping á Giljanesi K 1 vikuski flogbóltsfelagið DRÁTTUR fyri flog- bóltskapping fyri Hente men Spælt verður í ftróttarhollini og í fimleikarhollini á Giljanesi. falt hava 67 lið boðað frå luttøku, 45 gentulið og 22 dreingjalið. Spælt verður bæði leygardagin og sunnudagin. Byrjað verður leygarmorgunin kl. 9.00. Tá spæla gentur og jað kvinnuunglingar, kl. 13.00 dreingir 14 ár og kl. 14.00 byd mansunglingarnir. Sunnudagin verdur byrjad klokkan 13.00 og tå spæla gentur fyri eldru deildirnar Kappingin fyri eldru deildirnar verður á Giljanesi 28. februar og DRÁTTUR Tey ið ætla at luttaka í kappingini skulu boða frå luttøku í seinasta lagið 18. februar hjá Elisabeth S. Rasmussen á telefon 33009, millum klokkan 21 og 22.