Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 13. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið S0Sl2luin John Petersen, landsstýrismaður: Flotin eigur at endurnýggjast Í sambandi við at ílógustuðulin fellur burtur 1. mars, verður arbeitt við einari nýggjari lóggávu, sum í stóran mun stílar ímóti, at møguligur stuðul í mestan mun skal nýtast til at endurnýggja flotan, sigur John Petersen LEo POULSEN Tað gerst meiri og meiri greitt, at studningurin heilt eigur at vera tikin burtur úr fiskivinnuni. 1. mars fellur fløgustudulin burtur hjá teimum bátum, ið enn hava henda stuðul, og í tí sam- bandi arbeiðir landsstýris- maðurin í fiskivinnumálum, John Petersen, við einari nýggjari lóggávu fyri studn- ing ella stuðul til fiski- vinnuna. — Vit mugu vera sera varnir tá talan er um stuðul, tí annars kunnu vit lættliga enda aftur í teirri stóðu, sum vit vóru í í 80-unum, sigur John Petersen. — Studningur hevur í åvis- um førum verið neyðugur, í styttri tíðarskeiðum og í skiftistíðarskeiðum, men vit eru komin hartil nú, at studningur ikki longur er neyðugur at hava inni í skipanini, sigur landsstýris- maðurin. Talan verður kortini framvegis um eina ávísa játtan til fiskivinnuna, og tað er hetta lógarsmíð, ið nú verður arbeitt við. Men peningurin skal ikki nýtast sum fløgustudul ella ískoyt- isstuðul. — Peningurin skal í mest- an mun nytast til endur- nyggjan av fiskiflotanum. Men kortini vid ávísum treytum, sigur John Peter- Ikki upp á gjøt Hesar treytir eru ikki fast åsettar enn, men talan verð- ur um at avmarka aldurin å skipum, sum kunnu fåa studul til eitt nå umbygg- ing. Hugsast kundi ein aldur uppå til dømis 5 år, soleidis at skip eldri enn hetta ikki fingu nakran stuðul í sam- bandi við keyp ella um- bygging. | Serliga hetta seinna er týdningarmikið, skal flotin endurnýggjast. — Ansa vit ikki eftir hes- um, kunnu vit lættliga enda aftur í somu stóðu sum í 80- unum, tá gomul skip vóru umbygd í hópatali. Fleiri av ídnaðartrolarunum vóru tå umbygdir til feskfisk við stuðli, men hetta førdi sjålv- sagt onga endurnýggjan við sær, vísir John Petersen á. Tað er ein sannroynd, at meðalaldurin á fiskiflota- num er vorðin hægri, og hetta merkir alt annað líka, at skipini eisini gerast meiri ótíðarhóskandi og minni effektiv. Tað er heldur eingin loyna, at hóast flotin er minkaður munandi seinastu árini, so er hann framvegis í stórra lagi. Línuskipini ein meguleiki Sum dómi um, hvussu ein møguligur stuðul til fiski- vinnuna kundi verið nýttur vísir John Petersen á, at fiskidagarnir hjá størru linuskipunum eru ov fåir i tali, eisini um kvotan vid Ísland verður tikin vid. Og tí verða hesir bátar noyddir at royna á djúpri leiðum. — Tað kundi tá verið hugs- andi, at hesir bátar fingu stuðul til at sett frystarí um- borð, og møguliga eisini um talan bleiv um eina ávísa hagreiðing umborð, sigur landsstýrismaðurin. Eitt annað dómi, sum John Petersen nevnir er, at hjá minna útróðrarflotanum gongur kanska ikki altíð so lætt at manna bátarnar. — Nú hava norðmenn ment eina nýggja egningar- maskinu, sum hevur víst seg at virka sera væl. Tað kundi tí verið ein møguleiki at nakrir bátar settu eina slíka egningarmaskinu umborð. Harvið høvdu teir loyst manningartrupulleikan samstundis sum teir, ið vóru við bátinum, fingu eina stórri úrtóku, sigur John Petersen. Hesar egningarmaskinur eru royndar umborð á før- oyskum bátum og hava víst seg at virka sera væl. Men enn er henda lóg- gáva so á tekniborðinum, og tí kann ikki sigast nakað um tað endaliga uppskoti sum er. — Peningurin skal í mestan mun nýtast til endurnýggjan av fiskiflotanum. Men kortini vid åvisum treytum, sigur John Petersen Fr Fiskidagalogin enn ov ógreið Avmarkingar í fiskivinnuni hevur verið eitt mål, sum nú í nøkur ár hevur verið álagt skipunum. Men enn er parturin um »umsetiligheit« ov ógreiður, og tað ætlar John Petersen at gera nakað við LEo POULSEN Lógin um fiskidagar heldur enn kvotur var rættiliga nýggj, tá John Petersen tók við sum fiskimålarådharri. Framman undan høvdu vit havt eina skipan vid kvot- um, sum hóast eina ávísa umsetiligheit vísti seg at virka alt ov illa. Einki var tosað um tað, men onkur hevði illgruna um, at ikki alt fór reiðiliga Tilvildarlig mynd fram í sambandi við kvotur- nar. Møguleikin var í hvussu er til staðar, at skip, sum landaðu uttanlands, kundu rætta í avreiðingar- seðlunum, so toskur kanska kom at eita kongafiskur. Ein annar illgruni var, at skip tveittu fyri borð aftur fisk, um kvotan á hesum fiskaslagi var uppi ella um at vera uppi. Og sum heild virkaði kvotaskipanin ikki av tí besta, og tí var avgjørt at royna eina aðra skipan. Hetta gjørdist so til fiski- dagaskipan. Men hóast henda skipan- in virkar betri enn kvotu- skipanin, so eru tó fram- vegis ávísir lutir í skipanini, sum kundu verið greiðari. Og hetta ætlar John Peter- sen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at gera nakað við. Ógreitt Sum er ber til at handla fiskidagar millum skip, og í øllum vanligum fórum er einki til hindurs fyri hesum. Men tað er framvegis eitt sindur ógreitt hvussu farið verður fram, tá menn til dømis ynskja at koyra eitt skip úr flotanum so at eitt annað skip kann fáa fiski- dagarnar. Lógin bleiv broytt í fjør summar soleiðis, at staðfest varð, at umsetiligheitin var galdandi í 10 ár. Men ongar greiðar reglur eru fyri, um eitt nú skip verða kasta sam- an, ella sum nevnt at skip verða koyrd úr flotanum, fyri at onnur skip skulu fáa fiskidagarnar. — Tað er ein ávís ábending um, at tendensurin gongur tann vegin, og tað kann so eisini merkja, at vit fáa eina ávísa útskifting og harvið eina endurnýggjan av flota- num. Men reglurnar eru ikki heilt greiðar hesum viðvíkj- andi, og tí má tað fáast upp á pláss, sigur John Petersen Landsstýrismaðurin sig- ur, at stór orka hevur verið løgd í at fáa fiskidagaskip- anina at virka. Men enn er sum nevnt henda ógreiða í, og hon skal burtur, áðrenn fiskidagaskipanin kemur at virka heilt eftir ætlan. "Yvirhúsið" til leigu Skrivstovuhelini á 1. hædd í bygninginum hjá Poul Hansen í hugnaliga umhvorvinum i Vágsbotni eru nú til leigu Hølini eru uml. 130 fermetrar til støddar innrættað við 4 skrivstovum í ymsum stoddum skjalagoymslu og matstovu Inngongdin er í Vágsbotni Ahugað kunnu venda sær til Advokatfirma Eyðfinnur Jacobsen Vágsbotnur 95 bin