fríggjadagur 14. november 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 217 - 14. november 2003
Nr. 217 - 14. november 2003
3
Nýggja fløgan hjá
gospelbólkinum I AM
hevur fingið heitið
xthree.one.four. 10
sangir eru á útgávuni,
sum væntandi kemur
í sølubúðirnar 28.
november
Fremsti føroyski gospel-
bólkurin, I AM, er á veg við
nýggjari útgávu. Teir hava
áður givið fløguna CAST
út, og nú koma teir við ein-
um uppfylgjara.
Upptøkurnar til fløguna
vóru gjørdar í Pegasus í
Klaksvík í summar, og síð-
ani er nakað tikið upp í
Keypmannahavn,
har
produsarin
av
fløguni,
Hans Poulsen, er búsitandi.
Tónleikurin til fløguna
verður ljóðblandaður um
nakrar dagar, og so verður
fløgan send til framleiðslu.
Ætlanin er, at fløgan kemur
út 28. november, og í
sambandi við fløguna ætlar
I AM at hava nakrar kon-
sertir kring landið.
Í dag heldur Petur
Magnus Bjarnastein
10 ára dagin sum
gittarbyggjari. Nógv
er broytt síðani fyrsta
gittarin, og nú brúkar
hann sítt heilt egna
design, síni egnu
amboð og serliga
arbeiðshátt
GITTARBYGGJARI
Eyðun Klakstein
Einasti veruligi føroysku
gittarbyggjarin hevur nú 10
ár á baki.
Og tað fer Petur Magnus
Bjarnastein at halda við
serligum tiltaki í SMS í
Havn. Har fer hann at vísa
fram nýggjasta sniðið av
Bjarnastein Guitars, og
tvær konsertir verða eisini í
sambandi við runda dagin.
Petur Magnus er nú í holt
við gittara nummar 32, og
tað er nógv broytt, síðani
hann gjørdi tann fyrsta fyri
10 árum síðani.
– Eg haldi, at tann fyrsti
eydnaðist væl til at vera
tann fyrsti, men alt er broytt
síðani tá. Eg brúkti tað
tilfar, sum eg fekk fatur á í
Føroyum, og eg brúkti van-
lig amboð til at snikka gitt-
ar til. Nú fái eg serligt tilfar
úr Onglandi, og eg havi
heilt serliga amboð at gera
gittara við, sigur Petur
Magnus.
Fleiri føroyskir gittar-
spælarar brúka hansara gitt-
ar, og teir kendastu eru
kanska Jens Marni Hansen,
Rói Christiansen og Jón
Tyril, sum allir hava spælt
og spæla við kendum før-
oyskum bólkum.
Ment sín egna stíl
Tá ið fyrsta Bjarnastein
gittarin var bygdur, hevði
Petur Magnus ikki nakra
handverksliga útbúgving,
men tað fekk hann sær
seinni. Hann lærdi til bygn-
ingssnikkara, og tann út-
búgvingin er komin væl við
í arbeiðnum við ljóðførum.
Petur Magnus ger sjálvur
sítt design, hann teknar
gittarnar, og hann byggir
teir frá grundini av.
Hann hevur eisini gjørt
sær síni serligu amboð,
sum gera tað lættari og
betir at byggja gittarar, og
so hevur hann funnið sær
sín heilt egna arbeiðshátt.
– Eg brúki sama arbeiðs-
hátt, sum tá ið mann fresar
hurðahongsl og trapputrin,
og tað havi eg ikki sæð
nakran annan gittarbyggj-
ara brúkt. Eg havi lisið
nógvar bøkur um gittar-
bygging, men eingin brúkar
sama arbeiðshátt, sum eg
brúki, sigur hann.
– Hesin arbeiðsháttur ger
tað møguligt at gera góðar
gittarar við góðum hand-
verki, samstundis sum tað
ber til at vera effektivur.
Nýggj seria
Seinasta árið hevur Petur
Magnus arbeitt við einum
heilt nýggjum Bjarnastein-
modelli, sum hann ætlar at
framleiða nógvar av næstu
tíðina.
– Eg byrjaði í desember í
fjør at tekna, og síðani havi
eg bara arbeitt við hesum
modelli. Hetta skal vera ein
seria, sum eg komi at fram-
leiða næstu tíðina, sigur
hann.
Hendan Bjarnastein gitt-
arin verður sýnd fram á
Torginum í SMS fríggja-
dagin og leygardagin, og í
sambandi við runda dagin
verða 10 av hesum gittarum
sýndar fram. Teir verða
seldir í Elding fyri 10.000
kr.
– Grundmodellið av hes-
um gittar kemur at kosta
12.500 krónur, og so ber
eisini til at fáa serligt tilfar,
sum kemur at gera hann
nakað dýrari. Tað verður tó
eingin broyting gjørd við
sjálvum sniðunum av hesi
gittar. Hetta ger, at eg kann
gera teir nakað bíligari, enn
eg havi gjørt gittarar fyri
áður, sigur Petur Magnus.
Nýggja modellið hevur
eitt ljóð, sum minnir um
Fender Stratocaster, men
sniðið er heilt egið.
Konsertir í SMS
Bæði fríggjadagin og leyg-
ardagin verða konsertir við
Bjarnastein-gittarum
á
Torginum í SMS. Fríggja-
dagin kl. 16.30 og leygar-
dagin kl. 11.20.
Fimm føroyskir gittar-
spælarar fara at spæla á
gittarar hjá Petur Magnus,
og saman við teimum fer
ein bólkur at spæla. Í bólk-
inum eru Henning Nico-
demussen (trummur), Arn-
old Ludvig (bass) og Gunn-
ar Guttesen (ljómborð).
Gittarspælararnir
eru
Jens Marni Hansen, Hjalti
Joensen, Mikkjal Hvanna-
stein, Heðin Ziska David-
sen og Uni Debess.
Og tá ið Petur Magnus
Bjarnastein hevur lagt føð-
ingardagin aftur um seg og
skal líta fram í tíðina, so
vónar hann, at næsta málið,
hann fer at røkka, verður
útflutningur av sínum gitt-
ara. Hann hugsar í fyrstu
syftu serliga um Danmark
og England.
Kent enskt gittarblað
hevur longu víst Bjarna-
stein áhuga og ætlar í næst-
um at royna gittaran.
Næstu vikurnar fer
rockbólkurin Týr at
spæla í Føroyum,
Íslandi og í Russlandi,
og nú er endaliga
skráin fyri
konsertferðina løgd
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Týr leggur fyri í Íslandi í
døgunum frá 21. til 23.
november. Bólkurin spælir
á Grand Rokk í Reykjavík
21., í Hvíta Húsið á Sel-
fossi 22. og í Tjarnarbíó í
Reykjavík 23. november.
Saman við Týr verður eis-
ini svenski bólkurin Freak
Kitchen á konsertferðini í
Íslandi.
Í døgunum frá 27. til 29.
november fer Týr at spæla í
Havn, Klaksvík og í Vági.
Og fyrst í desember fer
bólkurin so til Russlands,
har teir skulu spæla í St.
Peterseburg og í Petroza-
vodsk í døgunum frá 3. til
7. desember.
Fríggjakvøldið og
leygarkvøldið fara
rockbólkarnir Makrel
og 200 at hava
konsertir í Klaksvík
og í Havn. Teir fara at
spæla sangir, sum teir
sjálvir hava gjørt og
givið út
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Fyrra konsertin verður í At-
lantis í Klaksvík fríggja-
kvøldið 14. november á
midnátt. Seinna konsertin
verður á Gamla Meiarínum
í Havn leygarkvøldið 15.
november kl. 22.00.
Bæði Makrel og 200
spæla tónleik, sum teir
sjálvir hava gjørt, og báðir
bólkarnir hava givið fløgu
út. Makrel arbeiðir nú við
nýggjari fløgu, sum teir
ætla skal koma út fyrst í
komandi ári.
Á
konsertunum
fara
bólkarnir at spæla sín egna
rocktónleik.
Bjarnastein gongur egnar leiðir
Jón Tyril, gittarspælari í Clickhaze, brúka Bjarnastein
Mynd: Jens Kr. Vang
Makrel og 200 hava konsertir
Ári Rouch og hinir í Makrel spæla í Klaksvík og í Havn um
vikuskiftið
Mynd: Jens Kristian Vang
Týr hevur úr at gera
I AM við fløgu síðst í november
Petur Magnus Bjarnastein er nú í holt við gittara nummar 32,
og tað er nógv broytt, síðani hann gjørdi tann fyrsta fyri 10
árum síðani
Seinasta fríggjadag
læt fuglfirðingurin,
Øssur Mohr, upp
listaframsýning í
Leikalund í Klaksvík.
Framsýningin er opin
allan november
mánaða
LISTAFRAMSÝNING
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Øssur Mohr er 42 ára
gamal og hevur í nøkur ár
fingist við málningalist
burturav.
Hann hevur fleiri ferðir
sýnt fram, bæði her heima
og uttanlands. Eitt nú hevur
hann verið við á várfram-
sýningini í listaskálanum,
og uttanlands hava verk
hansara fingið góð um-
mæli.
Allan november mánaða
verða 15 av oljumálningum
hansara at síggja í Leika-
lund í Klaksvík.
Alt árið, ein mánaða í
senn, sýna ymisk listafólk
verk síni fram í Leikalund í
Klaksvík.
Leikalund er gávu- og
bókabúð, sum heldur til í
gomlu handilshúsinum hjá
Jens Clæmunti Isaksen í
Klaksvíksgarðinum.
Framsýningin í Leika-
lund í desember verður við
myndum frá Trónda Paturs-
syni.
Øssur Mohr sýnir fram í Klaksvík
Allan november mánaða
hevur Øssur Mohr úr
Fuglafirði listaframsýning í
Leikalund í Klaksvík
Mynd: Bárður Lydersen
C
M
Y
K
3
2
Bilasølan
við Øssur Johannesen, Vegurin langi, 315354
team85